mánadagur 23. apríl 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2007
Brandur Enni, ið iva
leyst er størsta barna
stjørna, ið føroyingar
hava átt, er vorðin
vaksin. 15. apríl fylti
hann 18 ár. Dagurin
var hildin á Kona
Island á Hawaii
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Evnaríki sangarin og sang-
skrivarin er í løtuni á Hawaii
í tónleikaørindum, og tað
bar so á, at føðingardagur
hansara fall á hesa vitjan.
Hóast Brandur nú er vorð
in myndugur, og sostatt
ikki kemur undur lýsingina
barnastjørna longur, so er
stjørnuglansurin ikki horvin.
Brandur luttók herfyri á
AME-Reykjavík til stóran
fagna frá áskoðarunum. Han
arbeiðir við eini komandi
útgávu og vit hava longu
uppliva fleiri av løgunum av
hesi útgávu. Eitt nú Aware
Of It, sum var partur av
sangskrivarakappingini hjá
AME. Nú hevur Brandur lag
eitt nýtt lag út á MySpace
síðu sína http://www.
myspace.com/brandurenni“
myspace.com/brandurenni,
lagið kallast With Or With
out You
MySpace
síðan
hjá
Brandi hevur rundað 16.000
spæld løg síðani hálvan
november, ið er ímillum
tey frægu spælitølini hjá
føroyskum tónlistafólki, tó
at tað ikki kann samanberast
við eitt nú Teit, ið higartil
hevur havt útvið 490.000
spæld løg, Lena, ið hevur
útvið 33.000 spæld løg og
Eivør við yvir 45.000 spæld
um løgum.
Longdin, kynið og
dagurin passaði, men
vektin var við síðuna
av, tá føroyski
clairvoyanturin
Marin Súsanna Vígda
um miðjan mars í
Sosialinum spáddi
um kongaliga
arvingin
Kongaligt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyski clairvoyanturin
Súsanna Vígdá segði við í
samrøðu við Sosialin 17.
mars, at hon hevði fingið
innlit í vekt, longd, kyn og
part av dagfestingini, tá, tá
komandi barnið hjá Mary
og Frederik fór at verða føtt.
Súsanna segði soleiðis:
- Mary, krúnprinsessa og
Frederik, krúnprinsur fáa
eina lítla prinsessu. Hon
vigar umleið 2985 gram
og er umleið 49-50 senti
metrar til longdar. Eg eri
ikki heilt greið yvir nær tað
verður, men eitt 2 tal er í dag
festingini, kanska kemur tað
til mín seinni, eg skal boða
tær frá, tá eg veit okkurt.
Hetta var lutvíst rætt.
Talan gjørdist um eina
prinsessu, og dagurin var
leygardagur 21. apríl, so eitt
2 tal er í dagfestingini, eisini
longdin passar. Prinsessan
er 50 sentimetrar til longdar
og hetta er somuleiðis rætt.
Men sermerkt lága vektin,
ið Súsanna spáddi, var við
síðuna av. Prinsessan vigar
3350 gramm, hetta eru 365
gramm meira, enn spátt var.
Men Súsanna vísti eisini á,
at clairvoyanca ikki er ein
presis vísind.
- Vit clairvoyantar hava
ikki altíð rætt, so tað er altíð
ein risiko, við at deila sína
vitan við onnur, segði hon.
Men sigast má, at í hesum
førinum hevði hon lutvíst
rætt.
Í viðmerking til portal.fo
í dag, var Súsanna heldur
ikki vónbrotin um, at ein
av fýra spádómum var við
síðuna av.
Ná trý av fýra er ikki heilt
dumt, ella hvat heldur tú?
Sum tað er deiligt við eini
undurfullari prinsessu, sigur
Súsanna.
Súsanna Vígdá er clairvoy
antur, hon hevur síðan barns
bein sæð hendingar, áðrenn
tær eru hendar. Súsanna er
úr Fuglafirði, men hevur
síðan 1986 búð í Danmark.
Hon er fólkaskúlalærari,
og við síðuna av hesum ar
beiði, virkar hon sum clair
voyantur.
Í samrøðu í Sosialinum í
fjør avdúkaði hon, at áðrenn
krúnprinsaparið Mary og
Frederik fingu sonin Christi
an, visti hon, at hetta fór at
vera ein drongur. Hon visti
somuleiðis, nær hann fór
at verða borin í heim, bæði
dagfesting og hvat klokku
tíð, og júst klokkutíðin
hesaferð er eisini eitt sindur
áhugaverd. Lítla prinsessan
varð borin í heim 16.02, her
var aftur eitt 2 tal.
Spáddi lutvíst rætt
- Trý av fýra er ikki so galið,
heldur Súsanna Vígdá, ið
spáddi um nýggju prinsessuna
í Sosialinum 17. mars
Mynd: Símun Jóannesarson
Á nýggju myspace
siðuni hjá Høgna
Lisberg liggja livandi
nú myndir av Høgna
og bólkinum, ið fram
føra tvey løg í sjón
varpssendingini Go’
Morgen Danmark
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Herfyri var myspace síðan
hjá Høgna Lisberg strikað
uttan ávaring og uttan
frágreiðing. Men arbeiði
við við at endurskapa
hana gongur væl. Síðan
vit á Planet.fo fyrstu ferð
skrivaðu um óhepnu støð
una, hevur Høgni fingið
sera nógvar áheitanir um
vinskap frá fólki, og í
morgun er talið av vinum
komið upp á 285. Hetta er
tó enn langt frá teimum 768
vinunum, ið Høgni hevði,
áðrenn profilurin varð strik
aður. Talið av spældum løg
um er komið upp á 583 og
eisini hetta er sera langt
frá teimum 12.000 spældu
løgunum, ið Høgni hevði,
áðrenn hann var strikaður.
Høgni lovar á myspace
síðuni, at geva fólki okkurt
eyka hesuferð, og hetta
verður millum annað gjørt
við at leggja eitt eyka lag á
síðuna, ið áður bert hevði
3 løg.
Nú ber til at hoyra
løgini Morning Dew, Lela,
Star Gazers og Learn To
Ride On Waves. Men
harumframt eru nú løgd
sjónvarpsupptøkurnar av
framførsluni hjá Høgna
í morgunsendingini hjá
danska TV2. Her er talan
um lagið Morning Dew
og tað ikki útgivna lagið
Been Out Of Town. Hetta
nýggja lagið er rættiliga
forkunnugt. Tað ljóðar eitt
sindur sum, um tað hevði
ljóðað um Prince spældi
Country.
Høgni Lisberg og bólkurin eru frálíkir á konsert, nú kann
hetta upplivast á alnetinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Barnastjørnan gjørdist
vaksin á Hawaii
Brandur Enni á Hawaii eftir at hava verið í sjónum og svomið við grindahvalum
mynd: www.myspace.com/brandurenni
Høgni Lisberg nú við
livandi myndum