mánadagur 23. apríl 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Magnus Gunnarsson
Um vit høvdu ein alternativan
flogvøll, soleiðis at flogfør so gott
sum altíð kundu lent í Føroyum,
hevði tað latið upp fyri nógvum
nýgg jum møguleikum.
Umframt ráðstevnur av øllum
sløgum hevði eisini verið góður
møguleiki hjá bilframleiðarum at
presenterað síni nýgg ju bilmodell
her. Hetta hevði ført við sær at í
túsundatali av fólki, bilforhandlarum,
importørum og motorjournalistum
høvdu komið higar.
Bilverksmiðjurnar brúka milliardir
av krónum til at gera eitt nýtt
bilmodell, tí er marknaðarføringin av
sera stórum týdningi. Tað gongur
soleiðis fyri seg, at tað eru ikki
bilverksmiðjurnar sjálvar sum skipa
fyri bilpresentatiónunum, men aðrar
fyritøkur í Evropa sum átaka sær at
skipa fyri og fyrireika hesi stóru tiltøk
fyri fleiri túsund fólkum. Um vit
skuldu havt bilpresentatiónir í
Føroyum, høvdu fólk frá hesum
fyritøkum komið higar framman
undan og hugt eftir hvørjir møgu
leikar eru her, og hvat vit hava at
bjóða.
Tað er av alstórum týdningi hjá
fyriskiparunum, at tað verður ein góð
uppliving. Gestirnir skulu búgva væl
og uppliva okkurt ið er sermerkt fyri
landið. Vit hava eitt vakurt land og
góðar vegir til royndarkoyring av
nýgg jum bilum, bæði til býarkoyring
og fjallavegir.
Tað sum vit mangla í løtuni er t.d.
størri hotellkapasitet – men tað fáa
vit, tá stóra verkætlanina við Stóru
tjørn í Hoyvíkshaganum verður liðug.
Brúk er fyri stórum hotelli við øllum
hentleikum og møguleika fyri at havt
tíðindafundir og presentatiónir av
nýgg jum bilmodellinum.
Bilarnir verða royndarkoyrdir undir
ymiskum koyriumstøðum, alt frá
høvuðsvegi til smalar krókutar
bygdarvegir og uppi í fjøllunum. Slíkir
bilar hava sum oftast navniga tións
skipan. Tá hevði verið smart við
okkara egnu fløgu við føroyska
veganetinum, so testkoyrararnir
uttan trupulleikar kundu koyrt kring
landið eftir fastløgdum rutum.
Vit kunnu taka sum dømi, at
royndarkoyringin byrjaði í Havn og
koyrt varð norður eftir, kanska eftir
Oygg jarvegnum. Á onkrum hotelli
norðanfyri kundu testkoyrararnir
havt ein støðg, har teir fingu frokost
Presentatiónir av nýggjum
bilum í Føroyum?
Høvdu flogfør altíð kunnað lent í Føroyum, og hotel
kapasiteturin var munandi størri enn í dag, samstundis sum
føroyska veganetið var á fløgu til navigatiónsskipanir, høvdu vit
havt møguleika at vunnið nógvan pening upp á presentatiónir
av nýggjum bilum
Stóratjørn kundi verið eitt flott umhvørvi til presentatión av nýggjum bilum, eins og til
ráðstevnur. Á hotellinum verða umleið 130 kømur, 30 hotellíbúðir, matstovur, fundarhøli og
annað. Saman við stóru hotellunum Hotel Føroyar og Hotel Hafnia skuldu vit havt kapasitet
til at taka ímóti nógvum gestum
Vit hava eitt vakurt land at bjóða fram til presentatiónir av nýggjum bilum.
Hópin av bilum við útlendskum nummarplátum uttanfyri hotellini. Her verður Mazda5 presenteraður í Milano