Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 og síðan skift til ein annan bil í onkari aðrari útgávu: bensin, diesel, automat­gir o.s.v. Um kvøldið er vanliga tíðindafundur. Men tað sum hevur størsta týdningin í hesum sambandi er, at flogfør kunnu koma og fara óhindrað. At veðrið ikki altíð er so gott her hjá okkum, kunnu tey flestu liva við, men at eingi floglíkindi eru, tað ber ikki til at bjóða slíkum fyrireikarum, tí so fer alt út av lagi. Gestirnir koma og fara alla tíðina og støðga ikki meira enn ein ella tveir dagar. Eitt bilmodell – 15.000 gistingar Í 2005 varð t.d. ein nýggjur Opel Zafira presenteraður í Keyp­manna­ havn. Í hesum sambandi komu 7.500 fólk til býin, tey gistu í tvær nætur, og gav hetta hotellunum tilsamans 15.000 gistingar (yvirnáttingar) á trimum ymiskum hotellum. Tað vil so eisini siga at 7.500 flogbilettir vórðu seldar. Tað kunnu ganga millum 3 og 4 vikur til øll fólkini hava verið her. Tey koma og fara alla tíðina. Her var bert talan um eitt bilmodell. Til eina bilpresentatión kunnu koma líka nógv fólk sum til stóru summar tónleikafestivalarnar, men munurin er bert tann, at her koma øll úr útlandinum. Nýggj bilmodell koma alla tíðina. Um vit bert fingu ein lítlan part av hesum bilpresentatiónum, hevði tað munað væl í føroyska búskapinum. Vit kundu t.d. spesialiserað okkum í “off-roadarum“ og gjørt okkum serligar breytir í hesum sambandi.. Her hjá okkum mugu bilarnir, sum skuldu royndarkoyrast, koma við skipi. Talan kann vera um millum 30 og 50 bilar, alt eftir hvussu nógvum ymiskum útgávum teir fáast í. Bilverksmiðjurnar brúka nógva orku og nógvan pening upp á at marknaðarføra eitt nýtt bilmodell. Sølufólk og motorjournalistarnir skulu sannførast um, at júst hesin bilurin er tann besti. Tað er tí av alstórum týdningi at bæði bilurin og sjálvur túrurin fær so góða umtalu sum gjørligt. Kappingin millum bilverksmiðjurnar er beinhørð. Her er ein góður inntøkumøguleiki hjá okkum - men alt er fyrst og fremst treytað av stabilari flog­ ferðslu. Sum skilst verður flogvøllurin í Vágum liðugt útbygdur um eini trý ár, meðan ein heilt nýggjur flogvøllur aðrastaðni í landinum verður klárur at taka í nýtslu fimm ár seinni. Vónandi kemur hesin flogvøllur at liggja soleiðis fyri at flogfør við nýggjastu og mest framkomnu lendingartólum so gott sum altíð kunnu lenda. Hetta eigur at lata seg gera, um eingi fjøll eru nærhendis. Tað mest grundleggjandi í øllum hesum er, at vit fáa stabila flog­ ferðslu, annars kunnu vit gloyma alt um slík tiltøk, ið føra við sær, at fólk í túsundatali koma higar til lands um árið. Hesar bilpresentatiónir kundu verið alt árið - eisini uttanfyri vanligu ferðavinnusesongina. ❶ ❷ ❸ ❹ Tá nýggi Opel Zafira varð presenteraður í Keypmannahavn í 2005 komu 7.500 fólk til býin. Hetta gav tilsamans 15.000 yvirnáttingar á hotellum og 7.500 flogbilettir vórðu keyptar Eitt »runudýki« til ekstremar testir av ”offroadarum” skuldi ikki verið so trupult at gjørt í Føroyum. Her verður Mazda BT50 royndarkoyrdur á ein slíkari breyt í Athen Mynd 1: Tíðindafundir hoyra við til presentatónir av nýggjum bilum, har framløgur eru um nýggja bilin, og høvi er at seta spurningar Mynd 2: Her verður ein nýggjur Mazda2 presenteraður í Barcelona. Slík tiltøk kundu vit eisini havt í Føroyum t.d. í eini fótbóltshøll Mynd 3: Skift verður millum teir ymisku bilarnar við ymiskum motorum og útgerð. Her verður VW Golf presenteraður í Wolfsburg Mynd 4: Tað gongur skjótt fyri seg. Longu í flogførunum á veg heim sita motorjournalistarnir og gera tilfar klárt at seta í bløðini