Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Tann ið tegir samtykkir Viðmerking: Í oddagrein í Sosialinum mikudagin 2. februar verður nevnt, at tað neyvan tænir framtíðar samstarvi, um Sambandsflokkurin ger Javnaðarflokkin til skot- skivu í einum og øllum. Men so heldur oddagrein- in fram: ”Hetta hava vit sæð Sjálvstýrisflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer ein tileinkisgjørdur Sjálvstýr- isflokkur helst eisini at kenna sviðan av eftir næsta val. Ikki tí — flokkar eiga ikki undan einum vali at avskriva samstarvsmøguleikar. Men kortini má sigast, at Sjálvstýrisflokkurin hev- ur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javnaðarflokkinum síð- ani síðsta val. Spurning- urin er tí, um Sambands- flokkurin ætlar sær at halda fram at ganga í fót- afetum Sjálvstýrisfloks- ins við tess hetz móti Javnaðarflokkinum.” Hesi vóru orðini. Eg man hava sovið væl og virðiliga síðan seinasta val, tí eg kenni ikki til eitt einasta dømi um, at Sjálv- stýrisflokkurin skal hava ført nakran hetz móti Javn- aðarflokkinum. Vit eru mong, ið hava fatað tað øðrvísi, tí tú møtir neyvan javnaðarfólki, sum ikki líð- ur av ovviðkvæmi, tá ið tal- an er um Sjálvstýrisflokkin. Men av tí at orðini oman- fyri eru so grov, at tú øtast, fari eg at biðja Sosialin, sum er tann, ið kemur við ákær- unum, um at útgreina, hvat tað er fyri hetzur talan er um. Vit, sum her standa fyri skotum í alment stuðlaðum blað, hava krav uppá at fáa hesa útgreining. Eisini rokni eg við, at Sosi- alurin er førur fyri at koma við dømum, sum prógva, ”at Sjálvstýrisflokkurin hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javn- aðarflokkinum”. Lat okkum fáa prógv á borðið, takk! Eg fari í sama viðfangi at heita á landsnevnd Sjálv- stýrisfloksins um beinan- vegin at taka hetta málið upp, fyri alt fyri eitt at fáa steðgað øllum hetzi móti Javnaðarflokkinum, um tal- an altso er um nakran hetz. Erhard Jacobsen, nevndarlimur í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag Hvør jagstrar hvønn? Eg gjørdist rættliliga illa við, táið eg upp undir síðsta vikuskifti frá almennum tíð- indafundi gjøgnum fjøl- miðlarnar fekk boð frá landsstýrinum: »Nú eigur tú at velja, um tú ert í parti við føroyingum ella við donsku stjórnini«!!! Og fyri at ongin ivi skal vera um, hvat hetta merkir, so varð greitt frá, »at vera í parti við føroyingum«, tað er at taka undir við lands- stýrinum í fullveldismáli- num. Og »at vera í parti við donsku stjórnini«, tað er at vera í andstøðu til fullveld- isætlanina hjá landsstýri- num. Hesin totaliteri hugs- unarhátturin er ræðandi. Eg eri ein av teim 32, sum eru valdir á løgting at um- boða og tæna áhugamálu- num hjá Føroya fólki. Og tað royni eg at gera av øllum alvi og eftir besta førimuni. Eg virki eftir mínari sann- føring um, hvat ið tænir pol- itisku, búskaparligu og sam- felagsligu áhugamálunum hjá Føroya fólki. Tað er júst tí eg ikki taki undir við full- veldisætlanini hjá teimum trimum flokkunum, sum skipaðu landsstýri fyri skjótt 2 árum síðani. Eftir míni bestu sannføring er teirra ætlan so vandamikil og skaðilig fyri livikor og allar liviumstøður hjá Før- oya fólki, at eg kenni meg noyddan til at vera ikki bert í passivari men í aktivari andstøðu til fullveldisætlan- ina, og ístaðin vísa á aðrar og betri leiðir at ganga til frama fyri føroyskan tjóð- skap og sjálvstýri. Tí fellur tað mær fyri Ein farri av nationalfasismu? bróstið sum tingmaður at vera hóttur av Føroya Landsstýri, at taki eg ikki undir við teimum ella í minsta lagi gevist við míni andstøðu og tigi, so er tað at meta sum at vera í fígg- indans parti. Hetta er ein politiskur hugsunarháttur, sum annars eyðkennir totaliterar polit- iskar skipanir. Hetta at landsins stjórn krevur lýdni frá øllum borgarum — krevur at øll geva seg undir ta politisku kós, sum er sett, og tolir ikki andstøðu - vís- andi til tjóðarinnar hægru á- hugamál. Tað er national- fasisma. Almennu boðini frá landsstýrinum fríggjadagin bera brá av slíkum hugsun- arhátti. Hans Pauli Strøm, andstøðutingmaður Sambært Dimmalætting frá 12. februar í ár, sigur Høgni Hoydal, at nú mugu allir flokkar velja, um teir eru á føroysku ella donsku síðuni, ella um teir vilja vera utt- anveltaðir. Tað politiska val- ið kemur aftaná! Hetta er tað løgnasta og mest forbronglaða, eg nakr- antíð havi hoyrt. Hvat er nú tað politiska og tað ópolitiska, sum Høgni Hoydal vil hava allar politiskar flokkar at velja ímillum? Er uppritið hjá landsstýrinum politiskt ella ópolitiskt? Hvussu skulu limirnir í uttanlandsnevndini, sum allir eru politikarar, velja ímillum tað ópolitiska ella at vera uttanveltaðir ??? Andstøðuuppskotini eru føroysk Hvat billar Høgni Hoydal sær inn at tosa um føroyska ella danska síðu? Hava dan- ir gjørt uppskotini hjá and- støðuni? Er tað nú veruliga so gali, at Høgni Hoydal heldur seg vera meira føroying enn aðrir føroyingar? Spell kortini at politikkur nú hevur broytt tann annars so dámliga Høgna so nógv, at hann hevur yvirhálað partamann sín, sum í bløð- unum skrivar rósandi brøv um seg sjálvan, tó undir- skrivað við følskum navni, tí hann skammast yvir egnar gerðir. Høgni Hoydal eigur útlendska uppskotið Um vit hugsa um uppskot- ini hjá Sambandsflokkinum og hjá Javnaðarflokkinum, so eru hesi tilevnaði av før- oyingum líka frá A til Z. Men hinvegin finnast fleiri útlendskir fadrar til upp- skotið hjá Høgna Hoydal. Um Høgni nú so fegin vil tosa um eitt føroyskt og eitt útlendskt uppskot, ja so er avgjørt neyðugt at minna á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eiga tey reinu føroysku uppskotini, meðan Høgni Hoydal eigur tað útlendska, sum er bæði politiskt, ópolitiskt og utt- anveltað, fyri at brúka hans- ara egnu orð. Bert Høgni sær trøll á alljósum degi Tórshavn tann 12.02.2000 Trygvi F. Guttesen Tað sær út sum samgongan hevur tikið sær tann ikki júst lítillætna rætt til at siga, at teir, ið ikki taka undir við fullveldisætlan landstýrisins, ikki tæna føroyskum áhugamálum. Orð Høgna Hoydals og Helenu Dam á Neystabø eru ikki sørt óhugnalig, eisini sæð í ljósinum av, at skattgjaldarans pen ingur ver. Nú liggur tað rættiliga langt frá føroyskari mentan at nýta landskassans pening til at føra politiska propaganda gjøgnum umsitingina, men slík framferð er eftir øllum at døma ikki langt burturi í Føroyum í dag. Hvussu man fara at vera við øðrvísi hugsandi, um fullveldið Føroyar skal grund- ast á, at tey, ið ikki samtykkja, skulu tiga? Gamalt er, at tann, ið tegir, samtykkir, og júst tí fer and- støðan neyvan at lata sær lynda at skula vera kvirr, so samgongan útatil kann látast sum um alt Føroya fólk tekur undir við fullveldisætlanini, hóast veljarakanningar hava víst nakað annað. Høgni Hoydal og samgongan hava eina veika samráðingarstøðu, tí teir ikki hava alt Føroya fólk aftanfyri seg, og ikki tí stóru andstøðuflokkarnir, ið fingu góð 40% av atkvøðunum til seinasta val, nýta sín demokratiska rætt at siga sína meining. Veika samráðingarstøðan kemst av, at kantuta støða Tjóðveldisfloksins forðar fyri tí breiðu semj- uni, ið er neyðug fyri eitt slíkt mál, sum eftir øllum at døma er í Tinginum millum allar flokkar uttan Tjóðveldisflokkin. Tað sær tíverri út sum, at orða- valið hjá serliga Tjóðveldismonnum gerst meira og meira ófantaligt samstundis sum virðingin fyri øðrvísi meiningum, búskaparligum útrokningum og øðrum fellir Uttanlandanevndin í Løgtinginum hevði Jóannes Eidesgaard úr andstøðuni sum formann, og tí skuldi møguleikarnir fyri einari breiðari semju um fullveldismálið kanska verið betur. Tíverri valdi samgongan saman við Miðflokkinum at velja ein annan formann, ið teir ivaleyst hava hildið at verið betri skikkaðan til at handfara uttanlandsmál og vísa politiskt tev. Ikki kann sigast, at valið hevur verið tað besta, men hendan samgongan hevur sum heild ikki verið tann, ið hevur útvíst best dømikraft, tá tað kemur til val av formonnum og landstýrismonnum. Undirbrotligheitin hjá Tjóðveldismonnum kemur serliga til sjóndar við tað, at teir seta fram fyri- spurningar, har teir biðja danskarar definera ríkis- felagsskapin. Á sama hátt, sum fullveldisfortalarnir uttan diskussión í Hvítubók góðtaka sjónarmiðini hjá Alf Ross og øðrum akademikarum úr donskum lærustovnum, so vilja teir heldur ikki lata føroyingar sjálvar definera, hvat teir leggja í ríkisfelagsskapin. Hví skulu Føroyingar ikki megna at gera eina skipan innnan ríkisfelagsskapin, ið verður slóð- brótandi í statsrættarligum høpi uttan nakað fortil- felli? Hví skulu Tjóðveldismenn altíð lata træla- lyndið skína ígjøgnum við at biðja danskarar for- telja okkum hvat vit skulu leggja í ríkisfelags- skapin? Høgni Hoydal tosar um hjálparloysi, og spurningurin er um ikki júst slíkir fyrispurningar frá Tjóðveldismonnum til Ríkisumboðið eru tekin um hjálparloysi. Vónandi sær samgongan, at allir føroyskir flokkar tæna føroyskum áhugamálum — eisini teir, ið hava eina loysn, ið megnar at savna meirilutan av Føroya fólki, áðrenn nøkur samráðing við donsku stjórnina fer fram. Annars meta vit sum landsstýrið, at kunning og upoplýsing eru mest týðandi tættirnir í hesum álvarsmáli. Nettupp tá er tað so ómetaliga týdningarmikið, at ikki einstakir politikarar taka sær patent uppá at definera, hvat verulig og sakligt kunning og upplýsing eru. Men málið krevur ábyrgd av bæði andtøðu og landsstýri at hugsa um, hvussu vit miðja móti at taka ábyrgdina av okkum sjálvum um somu tíð sum vit tryggja rættindi og livikor hjá teimum her búgva.