Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 Eidesgaard villeiðir danir Høgni Hoydal heldur, at Jóannes Eidesgaard, í samrøðu við tíðindastovuna Ritzau kemur við villeiðandi útsagn- um, ið kunnu skaða fullveldisætlanina JOHN JOHANNESSEN Høgni Hoydal sendi sunnu- dagin Jóannesi Eidesgaard opið bræv við áheitan um at virða fólkaræðisligu mannagongdirnar í full- veldismálinum, hóast hann ikki tekur undir við stevnu- miðum landsstýrissins. Høgni Hoydal er ónøgdur við, at Jóannes Eidesgaard hevur sagt fyri donsku tíð- indastovuni, Ritzau, at landsstýrið hevur ein minni- luta av føroya fólki aftan fyri seg í fullveldisætlanini. Sigur ósatt Høgni Hoydal heldur tað vera gott, at Jóannes Eides- gaard sigur sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya. Men hann vísir á, at tað eru ósannindi, Jóannes ber fram, tá hann við danskar fjølmiðlar sigur, at minni- lutin av Føroya fólki tekur undir við føroyskum full- veldi. Somuleiðs heldur heldur Høgni Hoydal hetta vera rættuliga álvarsamar pá- standir fyri ein andstøðu- leiðara og fólkatingsmann at seta fram. – Tú hevur hevur farnu dagarnar í fjølmiðlunum fleiri ferðir sátt iva um, hvørt landsstýrið fylgir teimum demokratisku mannagongdunum í sjálv- stýrismálinum. – Í donskum fjølmiðlum er eisini ein samrøða við teg um hetta mál um vikuskift- ið. Yvirskriftin hjá Ritzau og á tekstvarpinum hjá Jyl- lands Posten á TV3 er »Mindretal bag suverænt Færøerne«. Greinin gevur lesarunum ta fatan, at lands- stýrið fer til samráðingar við donsku stjórnina við einum minnuluta aftan fyri seg, sigur Høgni Hoydal í brævinum til Jóanes Eides- gaard. Má virða fólkaræðið Landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum sigur í brævi- num til Jóannes Eidesgaard, at hann kennir tað sum eina skyldu at skriva Jóannesi brævið og í tí koma við ein- ari inniligari áheitan á hann um at virða fólkaræðisligu mannagongdirnar, hóast hann ikki tekur undir við stevnumiðum landsstýris- sins. – Sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum havi eg ábyrgd mótvegis løgtingin- um og Føroya fólki at fyri- reika samráðingarnar við donsku stjórnina. Saman við løgmanni og landsstýr- inum er tað mín ábyrgd at royna at fáa eitt so gott sam- ráðingarúrslit, sum gjørligt. Eitt úrslit, sum bæði Føroya Løgting og allir føroyskir veljarar síðani skulu taka støðu til. – Hetta er eitt tað týdn- ingarmesta málið í politisku søgu Føroya, og landsstýrið hevur tí lagt dent á treyta- leyst at fylgja øllum demo- kratiskum mannagongdum, vísir Høgni Hoydal í brævi sínum á. Væl lýst Jóannes Eidesgaard hevur seinastu tíðina javnan víst á, at almenningurin fær alt ov lítið at vita um fullveldis- ætlanina, við tað, at uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina, ið er latið uttanlandsnevndini, verður hildið loyniligt. Men Høgni Hoydal ger í brævi sínum til Jóannes Eidesgaard greitt, at tað neyvan finnst nakað mál, ið er so væl fyrireikað, við- gjørt og lýst, sum samráð- ingarnar. Høgni Hoydal setir í hes- um sambandi upp fýra grundgevingar fyri sínum sjónarmiðið um, at málið er væl lýst og væl viðgjørt: – Løgtingið samtykti í oktober við 19 atkvøðum fyri - t.e. 60 prosent - at landsstýrið skuldi fara undir at fyrireika og samráðast um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. Longu undir teirri viðgerðini høvdu vit eisini óformligar fundir við and- støðuna til tess at royna at greiða ósemjurnar. – Grundlógararbeiðið fer eisini fram sambært løg- tingssamtykt, og allir flokk- ar eru umboðaðir í grund- lógarnevndini. – Tá Hvítabók varð skriv- að, kunnaðu vit eisini reglu- liga uttanlandsnevndina um hetta arbeiði. Tá Hvítabók var liðug, varð uttanlands- nevndin eisini kunnað sam- stundis sum landsstýrið, áðrenn bókin varð almanna- kunngjørd. Síðani hava vit havt aðalorðaskifti um Hvítubók og kunningar- fundir kring landið. – Áðrenn samráðingar- uppleggið varð skrivað og sent uttanlandsnevndini, høvdu vit fleiri óformligar fundir, har andstøðuflokk- arnir vórðu kunnaðir um all- ar ætlanir landsstýrissins. Vit gjørdu alt, vit kundu, fyri at fáa Javnaðarfloksins sjónarmið við í uppleggið, sigur Høgni Hoydal í sein- astu grundgevingini. Fólkaræðislig mannagongd Høgni Hoydal vísir í bræv- inum til Jóannes Eidesgaard á, at nú uttanlandsnevndin viðger uppritið, fer lands- stýrið sjálvsagt at kunna hana um alt. Og hann vónar, at nevdin vil brúka sín fólkaræðisliga rætt at geva landsstýrinum ráð, áðrenn samráðningarnar byrja. Landsstýrismaðurin ger greitt, at tá uttanlands- nevndin er liðug at viðgera uppritið, verður tað al- mannakunngjørt. – Uttanlandsnevndin fer eisini at verða kunnað bæði undir samráðingunum og eftir samráðingarnar. Og tá samráðingarnar eru lidnar, verður sáttmálin lagdur fyri løgtingið, har allir løgtings- menn kunnu velja antin at taka undir við honum ella at vraka hann. Síðani verður hann lagdur til fólkaat- kvøðu, har flokkarnir eisini kunnu mæla sínum veljar- um til at atkvøða fyri ella ímóti. Høgni Hoydal sigur seg ikki duga at síggja, hvussu mannagongdin í sjálvstýris- málinum kann vera meira fólkaræðislig enn tað sama. Fólkaræðið mangan vanvirt Høgni Hoydal vísir Jóann- esi Eidesgaard á, at Jóannes sjálvur veit, at manna- gongdirnar ikki altíð hava verið so fólkaræðisligar, tá stórar avgerðir eru tiknar. Somuleiðis sigur hann seg rokna við, at Jóannes er samdur við sær í, at vit aldri mugu endurtaka tær mongu fólkaræðiliga mótstríðandi avgerðirnar, sum eru tiknar uttan um føroyska veljaran. – Eg hugsi til dømis um gongdina frá 1946 til 1948, tá vit fingu eina heimastýr- islóg, sum Føroya fólk aldri slapp at taka støðu til á fólkaatkvøðu. – Eg hugsi eisini um framferðina í 1959, tá landsstýrið var í Keyp- mannahavn og góðkendi NATO-støðina og hartil gjørdi avtalu um stórar pen- ingainnspræningar úr Dan- mark. Hetta hendi alt, uttan, at hvørki løgtingið ella velj- arin slapp at taka støðu, sig- ur Høgni Hoydal og vísir Jóannesi Eidesgaard á, at eins og hann sjálvur veit, er tað sama eisini hent í nýggj- ari tíð. – Eg hugsi eisini um tíð- arskeiðið frá 1990 til 1996, tá tú sjálvur sat sum lands- stýrismaður. Hesi árini gjørdi landsstýrið heilar seks ferðir avtalur við ríkis- stjórnina, sum skuldar- bundu landskassan fyri til- samans 2,8 milliónir krónur. Harafturat settu hesar avtal- ur løgtingið undir umsiting. Kortini varð løgtingið hvørkið kunnað áðrenn samráðingarnar, undir sam- ráðingunum ella áðrenn av- talurnar vórðu endaliga undirskrivaðar. Landsstýrið gjørdi alt hetta uttan nakran- tíð at spyrja løgtingið eftir, sigur Høgni Hoydal. Eisini vísir Høgni Hoydal á, at Føroya fólk aldri slapp at taka støðu til nakra av hesum avtalum, hóast tær høvdu sera álvarsligar av- leiðingar fyri bæði núver- andi og komandi ættarlið. – Vit vita báðir, at um- støðurnar vóru sera truplar hesi árini. Men kortini mugu vit staðfesta, at ongar fókaræðisligar manna- gongdir vórðu hildnar, sigur Høgni Hoydal við Jóannes Eidesgaard í brævi sínum. Danski yvirvaldsrætturin orsøkin Landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum sigur, at vit vita, at orsøkin til, at før- oyskir myndugleikar soleið- is kundu setast til viks er, at yvirvaldsrætturin yvir Før- oyum ikki liggur hjá før- oyska fólkinum, men hjá danska ríkisvaldinum. Og tí skilir Høgni Hoydal ó- hugnaligu støðuna, Jóannes Eidesgaard og aðrir tá vóru í. – Endamálið við sjálv- stýrisætlan landsstýrissins er ikki minst at forða fyri, at hetta kann henda aftur. Í tinginum eru 19 limir, sum taka undir við hesi ætlan. Teir ynskja, at vit gera ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, har londini eru javnbjóðis sáttmálapartar, og har Føroyar ikki eru und- irskipaðar Danmark. – Tú tekur eftir øllum at døma ikki undir við hesi ætlan. Og tað hevur tú rætt til. Tú hevur eisini rætt til, alment at venda tær ímóti henni, sigur Høgni Hoydal við Jóannes Eidesgaard. Má rætta misskiljingina Høgni Hoydal vísir enn einaferð á, at Jóannes Eidesgaard fer út um mark, tá hann sigur ætlan lands- stýrissins vera ódemokrat- iska. Hann vónar, at tíðind- ini, sum bórust í donskum fjølmiðlum um vikuskiftið vóru ein misskiljing, og heitir hann á Jóannes Eides- gaard um at rætta mistakið sum skjótast — um talan er um eitt mistak. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir á, at slíkt kann gera tað munandi torførari hjá landsstýrinum at fáa eina góða avtalu til frama fyri alt Føroya fólk, og so verður eingin vinnari, men føroyski veljarin verð- ur tapari. Jóannes varð skeivt endurgivin At tíðindastovan Ritzau um vikuskiftið endurgav Jóannes Eidesgaard hevur enn eina ferð skapt rumbul í fullveldismálinum JOHN JOHANNESSEN Ein skeiv yvirskrift skapti um vikuskiftið rumbul í fullveldismálinum. Burtur- úr samrøðu við Jóannes Eidesgaard gjørdi tíðinda- stovan Ritzau eina niður- støðu um, at meiriluti ikki er í løgtinginum fyri sjálv- stýrisætlan landsstýrisins. Henda niðurstøða varð vald til yvirskrift, ið ljóð- aði »Intet flertal bag fær- øske forhandlinger um su- verænitet«. Yvirskriftin gjørdi Høgna Hoydal, landsstýr- ismann í øðini, við tí úrs- liti, at hann setti seg at skriva Jóannesi Eidesgaard eitt bræv, har hann heitti á hann, um at gevast við at siga ósannindi um full- veldismálið og at villeiða danir. Samrøðuna við Jóannes Eidesgaard hevði føroyska Randi Mohr, sum umboðar Ritzau í Føroyum skrivað, men hon hevði ikki skrivað nevndu yvirskriftina. Hon var broytt á Ritzau í Dan- mark, áðrenn hon fór út til miðlarnar. Randi Mohr heitti á Rit- zau um at broyta yvirskrift- ina, og hevur tíðindastovan nú tikið greinina aftur og sent nýggja út, við yvir- skriftini »Der er flertal, men ikke bredt« Jóannes Eidesgaard sig- ur seg fegnast um, at mis- takið er rættað av rætta við- komandi, so hann sjálvur slapp undan at fara út í miðlarnar at rætta yvir- skriftina. Tá hevði vandin nevniliga verið, at enn meiri rumbul kom í. Jóannes Eidesgaard heldur tað ikki vera ráðiligt at gera stórvegis viðmerk- ingar til brævið frá Høgna Hoydal, sum hann í ávísum førum fer heldur langt. Jóannes Eidesgaard kom illa fyri av skeivu yvirskriftinin hjá Ritsau í vikuskiftinum Friðarligt vikuskiftið kring alt landið – Okkurt hissini ferðsluóhapp, men annars er einki hent, verður sagt av løgreglustøðunum kring landið SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki so ofta at tað hendir, men hetta vikuskift- ið fer í bókina, sum eitt av teimum friðarligu. Líkamikið hvagar vit ringdu í gjár, var niðurlagið tað sama. – Her er einki hent av nøkrum. Okkurt smávegis ferðsluóhapp, annars einki. Í Klaksvík var púra frið- arligt, hava vit skilt. Hóast nógvur kavi kom niður leygardagin, so hevði hann kortini ikki fleiri ferðslu- óhapp við sær, verður sagt úr Klaksvík. Men tað hevði kavin har- afturímóti í Eysturoynni. Har hendu ikki færri enn átta ferðsluóhapp um viku- skiftið. Tvey teirra fríggja- dagin, restin leygardagin. – Men talan var um smá ferðsluóhapp í øllum førum, verður sagt úr Runavík. Løgreglan í Miðvági var tann einasta, sum fekk klørnar í ein rúsdrekkafør- ara. Hann varð tikin um trýtíðina sunnumorgunin. Umframt tað høvdu teir eisini liggjandi gest - ein, sum ikki vann upp hús av egnari megi. Hann fekk ein blund á støðini men slapp út aftur tá hann var betri førur at ganga. Ferðsluóhapp á Gálganum Eingin fólkaskaði hendi, tá ein bilur fór út av vegnum norð- anvert Gálgan millum Tvøroyri og Øravík, men bilurin fekk stóran skaða SVEINUR TRÓNDARSON Eitt ferðsluóhapp hendi á Tvøroyri um vikuskiftið. Ein bilur, sum kom koyr- andi suðureftir, móti Øra- vík, fór á glið beint norðan- vert Gálgan og fór út av vegnum. – Bilurin fekk stóran skaða, men maðurin slapp so nøkunlunda snikkaleys- ur, verður sagt av løgreglu- støðini á Tvøroyri. Sýslumaðurin í Suður- oynni sigur við Sosialin, at bilførarin hevur verið serl- iga heppin í óhappinum. – Bilurin er farin einar 100 metrar lutvíst í leysari luft og eisini er hann rull- aður runt fleiri ferðir, men kortini er hann sloppin við einum lítlum heilaskjálvta og einum snuddi á nøsini. Har bilurin fór út av, er slætt, men bleytt. Tað er kanska orsøkin til, at bilfør- arin er sloppin so snikka- leysur, sum hann gjørdi frá óhappinum. – Men hann var so skitin, sum var hann komin beint úr kolanáminum av tí leysu moldini í vegjaðaranum, sigur sýslumaðurin at enda. Kyrjasteinur sakk Kyrjasteinur, sum fuglfirðingar keyptu til sjósavn, sakk seinnapartin sunnudagin. Gamla skonnartin lá fyri teym úti á fjørðinum tá hon tók at søkka Gamla skonnartin, sum fuglfirðingar keyptu frá porkeningum, sakk brádliga sunnu- dagin. Ætlanin er, at skipið skal brúkast til sjósavn, men nær tað verður er eitt sindur óvist í løtuni Mynd: Skipalistin 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Sunnudagin sakk skonnart- in Kyrjasteinur, sum fugl- firðingar keyptu frá pork- eningum. Báturin, sum lá fyri teym á Fuglafirði tók brádliga at søkka, og áðrenn menn fingu gjørt nevnivert var hann farin til botns. Tað er grunnurin Karva- toftir, sum eigur Kyrjastein. Teir keyptu hann frá pork- eningum fyri nøkrum árum síðani. Ætlanir eru í Fuglafirði at gera eitt sjósavn og av tí at Kyrjasteinur er einasta skonnart, sum er eftir í flot- anum, varð avgjørt, at hann aftur skuldi til bygdina. – Fuglfirðingar lótu Kyrj- astein byggja í Korsør í 1937, sigur Óla Hendrik á Fløtum, sum sambært Skip- alistanum 2000 stendur at hava ábyrgdina av grunnin- um Karvatoftir. Óla Hendrik veit ikki hvussu nú verður við skonnartini. – Tryggingin eigur skipið, sum tað liggur nú, so tað verður teirra avgerð, hvat nú skal henda, sigur hann. Kyrjasteinur var tryggj- aður fyri 300 túsund krónur nú hann sakk. www.politi.fo Nú ber eisini til at fáa upplýsingar um løgregluna, løg- regluútbúgvingina og um arbeiði hjá løgregluni um int- ernetið SVEINUR TRÓNDARSON Í seinastu viku kom før- oyska løgreglan á inter- netið. Heimasíðan eitur www. politi.fo og har ber til at síggja tað, sum er vert at vita um løgregluna. Har finnast upplýsingar um løgregluna sjálva, arb- eiði hennara og m.a. eisini um hvussu ein kann ger- ast løgreglumaður. Uni Vestureið, løgregl- uovasti í Føroyum sigur, at endamálið við heima- síðuni er, at fylgja við tíð- ini.. – Fólk vilja fegin hava atgongd til upplýsingarn- ar allar tíðir á døgninum og tað fáa tey á henda hátt. Nú sleppa tey fra´at ringja til okkara at spyrja um nær píkarnir skulu av, ella hvat tað kostar at skifta pass. Tað fáa tey at vita á netinum, sigur Uni. Í fyrstani verður farið heldur varisliga fram, sig- ur Uni, sum kortini leggur afturat, at heimsíðan verð- ur útbygd við tíðini. »Føroyska løgreglan« er triðja løgregluøkið í danska ríkinum, sum kemur á netið. Hetta dámar Una væl, tí tað vísir, at føroyingarnir fylgja væl við í menningini. Málið á heimasíðuni er danskt, og tað hevur stovn- urin fingið okkurt skotið fyri. – Men tað hevur sína nátt- úrligu frágreiðing. Stovnur- in er danskur og tí er stovns- málið danskt, men vit tosað føroyskt, skemtar Uni. Í verandi løtu ber ikki til hjá øllum at sleppa inn á heimasíðuna. Nøkur teirra, sum brúka Netscape Navigator sleppa ikki inn á heima- síðuna, og boðini frá løgr- egluni eru, at uppgraderað til ein nýggjari »brows- ara«, sum tað eitur á teldumálið, men tað er ikki ráðiligt hjá øllum. Tey, sum brúka Explor- er browsara hava ikki trupulleikar at sleppa inn á heimasíðuna hjá løg- regluni. ÍTRÓTTUR • SMS • Tel. 31 51 77 TILBOÐ AV FÓTBÓLTS- SKÓM TILBOÐ AV FÓTBÓLTS- SKÓM PUMA fótbóltsskógvar f y r r 5 9 9 .- NÚ 348.- NIKE ZOOM fótbólts- skógvar f y r r 8 9 9 .- NÚ 499.- PUMA KING graslíkis- skógvar f y r r 8 9 9 .- NÚ 449.-