Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 4,5 fólk søgd upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi ÁKI BERTHOLDSEN Nú er vandi fyri, at allar kvinnur í Suðuroynni, sum skulu eiga, noyðast til Havnar. Hetta kann gerast ein av- leiðing av royndunum at spara á Suðuroyar Sjúkra- húsi. Á fundinum, sum var í- millum leiðsluna á Suður- oyar Sjúkahúsi og politisku flokkarnar sunnudagin, segði eitt av politsku um- boðunum, at tað var ofta skotið honum í skógvarnar, hvat Suðuroyar Sjúkrahús skuldi hava eina føðideild til, tí tað verða so fá børn fødd í Suðuroy. Hann spurdi tískil fyri- støðumannin á sjúkrahús- inum, um hetta var ein sparing, sum kundi koma uppá tal, at leggja føðideild- ina niður. Og tað er eftir øllum at døma ikki heilt óhusandi. Tí Ronnie Midjord vátt- aði, at umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið hevði nevnt hetta sum ein møgu- leika, saman við øðrum møguleikum á einum fundi við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri kortum. So hann kundi ikki aftur- vísa, at hetta var eitt mál, sum tey høvdu í tonkunum. –Ført varð fram, at tað eru so fáir barnsburðar í Suð- uroynni, at ein møguleiki at spara er at niðurleggja føði- deildina. – Av tí, at barnsburðar- talið er so lágt, er tað talan um eina lutfalsliga dýra tænastu at hava føðideild á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í løtuni eru trý størv til ljósmøður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men bara tvey av teimum eru sett. Umsjónarmaðurin segði, at støðan var so óviss í løt- uni, at hann helt ikki at tað var ráðiligt at seta fleiri fólk sum er. Men hann váttaði, at ar- beiðsbyrðan hjá ljósmøðr- unum er ikki størri enn so, enn at ein kundi klára tað. Men børn hava tað fyri, at tá ið tey verða fødd, spyrja tey ikki eftir, um hetta er ímillum klokkan átta og 16 ein gerandisdag, ella um tað er nátt, viku- skifti, heilidagur ella feriu- krónur verða fluttar frá rakstri til lønir. Men tað fekk ikki undirtøku. Helst fleiri uppsagnir Hóast fimm fólk nú eru søgd upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er tað í øllum førum greitt, at fleiri spar- ingar skulu gerast. Ronnie Midjord boðaði eisini fundarfólkinum frá, at hann týsdagin hitti Helenu Dam á Neystabø á fundi. Og tá boðaði hon frá, at hon sá ongar møguleikar fyri at at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening, so at tað slepst undan sparing- um í ár. Tað einasta, hon sigur seg kunna gera, er at søkja ting- ið um loyvi at flyta 700.000 krónur frá rakstrinum hjá sjúkrahúsinum yvir til lønir. Ronnie Midjord segði at hann hevði spurt landsstýr- ismannin, hvar á rakstrin- um tað so skuldi sparast. Men svarið var heilt greitt, at hetta var eitt mál, sum leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi mátti loysa. Sparingarnar, sum eru settar í verk, geva 680.000 krónur. Góðekur tingið at flyta 700.000 krónur frá rakstri til lønir, eru enn 120.000 krónur eftir at spara. Og eisini tað fer at kosta størv, kanska tvey, alt eftir, nær uppsagnirnar verða settar í verk. Góðtekur tingið ikki flyt- ingina, eru hinvegin 820.000 krónur eftir at spara. Í øllum førum hevur landsstýrismaðurin biðið Suðuroyar Sjúkrahús bíða við uppsagnum á seingja- deildini og í ljósmóðurskip- anini, til umsóknin um flyt- ingina er viðgjørd í ting- inum. Mynd av fundarfólki J. Kr Mynd av fundarfólki J. Kr. ÁKI BERTHOLDSEN Tær fyrstu sparingarnar, sum ætlanin er at fremja á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru nú settar í verk. Talan er um 4,5 størv, sum nú eru niðurløgd. og tær endaligu uppsagnirnar vórðu sendar teimum í postinum nú. Tey vórðu annars upp- søgn beint áðrenn mánað- arskiftið, men tey hava 14 daga hoyringarfreist. Tann tíðin var úti í gjár men hesa tíðina er onki hent, sum gevur leiðsluni á sjúkrahúsinum møguleika at taka uppsagnirnar aftur. Tey fólkini, sum nú eru uppsøgd, eru 1/2 starv í køkinum, tvey størv í fysio- terapiini, eitt fólk á teknisku deild, umframt fólkið, sum mannar vekslaran. Broytir ikki avgerð Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi royndi annars til tað síðsta, at fáa avgerðina um at siga fólki upp, broytta. Á fundi við politisku fel- øgini og løgtingsmenn fyri Suðuroynna sunnudagin, upplýsti Ronni Midjord, umsjónarmaður á Suðuroy- ar Sjúkrahúsi, at hann hevði spurt Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna og helsumálum, um uppdagnirnar skuldu takast aftur. tíð. Og fyri at kunnu hava eina vaktarskipan, er tað neyðugt við trimum ljós- møðrum. – Í fyrsta lagi ber tað ikki til at krevja av einum fólki, at tað skal hava vakt alt samdøgurið, 365 dagar um árið. – Í øðrum lagi eru sátt- málarnir á arbeiðsmarknað- inum soleiðis, at tað kostar tað hvíta út úr eygunum at hava fólk á vakt alla tíðina. Og tað varð nevnt, at tað var ikki langt frá, at tað er bíligari at hava tríggjar ljós- møður, enn tað er at hava tvær. Og skal bara ein verða, tosa vit um eina inntøku til hana í milliónaklassanum. Okkurt umboð fyri tey politisku feløgini helt tó, at tað kundi ómøguligt koma uppá tal at niðurleggja føði- deildina, tí so skuldi allar barnakonur í Suðuroynni flytast til Havnar ein mán- að, áðrenn tær vórðu settar at eiga, og tað kundi mann ikki bjóða fólki nú á døgum. –Og hvør skal beta eyka- kosnaðin av tí, var eisini spurt. Sum tað sæst á greinini omanfyri, er tað í øllum før- um greitt, at tað skal sparast enn meiri á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn tað, sum longu er sett í verk. Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er nú í vanda Tað kann koma uppá tal at flyta allar barnakonur í Suðuroynni til Havnar Hann segði, at tað hevði ørkymlað hann at síggja ein tingmann úr samgonguni boða frá, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi skuldu takast aftur og hann spurdi samstundis lands- stýrismannin, um nøkur grund var at senda tær út yvirhøvur, um tað tær kort- ini verða tiknar aftur seinni. Tað, hann sipar til í hes- um sambandi, er ein sam- røða, sum Sosialurin 20. januar hevði við Hergeir Nielsen, einasta samgongu- tingmann úr Suðuroy, har hann segði seg kunna veita vissu fyri, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða tiknar aftur. Hann segði, at samgongan skilti, at tær sparingar, sum skuldi setast í verk, bóru ikki til. Men Landsstýrismaðurin svarar aftur, at hann sær ongan møguleika at broyta avgerðina um at siga fólk- inum upp. Leiðslan skeyt eisini upp, at sjúkrahúsið fekk eina millión til lønir av felags- játtanini uppá 3,9 milliónir til tekniska útgerð til tey trý sjúkrahúsini og at 500.000 Sunnudagin vóru løgtingsmenn og umboð fyri politisku feløgini í Suðuroy á fundi við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi sparingarnar, sum eru og verða framdar. Men ongi politisk lyfti vóru givin um at støðan skuldi broytast Tað kom dátt við hjá fundarfólkinum at frætta at almanna og heilsumálastýrið hava luftað tankan um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi niður Sunnudagin tóku tey pol- itisku feløgini í Suður- oynni stig til ein fund við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi um fíggjar- støðuna hjá sjúkrahúsin- um. Á fundinum vóru um- boð fyri tey politisku fel- øgini, umframt løgtings- menninir úr Suðuroynni. Øll møttu upp, uttan sambandsflokkurin. Ætlanin hevur leingi verið at halda hendan fundin, men hetta var fyrsti dagurin øll tey pol- itisku feløgini og allir teir fýra løgtingsumboðini høvdu játtað at koma. Fundurin var komin ílag eftir at tað kom fram, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 1,5 millión ov lítið á fíggjarlógini í ár til lønir til at virksemið kundi halda fram óbroytt. Sostatt skulu sparingar setast í verk og tað er komið sera illa við, tí leiðslan á sjúkrahúsinum hevur alla tíðina ført fram, at tað eru ikki fleiri starvsfólk á sjúkrahúsinum enn avgjørt neyðugt og at sparingar tí fara at raka sera meint. Fyribils eru 4,5 fólk søgd úr starvi, men støðan er í løtuni slepst ikki undan fleiri sparingum. Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum arbeiðir við eini umsókn, til tingið um at sleppa at flyta 700.000 krónur frá rakstrinum til lønir. Men so eru 800.000 krón- ur eftir, sum skulu sparast. Sparingar fyri 680.000 krónur eru longu settar í verk við tað, at tveir fysio- terapeutar eru sagdir upp, umframt 1/2 fólk í køkini, en teknikari og tað eina fólkið, ið sat við vekslaran og í leiðbeiningini. Góðtekur tingið, at 700.000 krónur verða flutt- ar frá rakstri til lønir, eru sostatt 120.000 krónur eftir, sum framvegis mangla í. Og eisini tað fer at krevja uppsagnir. Hvussu nógvar er ikki greitt enn, men tað kann skjótt verða meiri enn ein. Tað veldst um, nær uppsagnirnar verða settar í verk, tí vanliga uppsagn- artíðin er ímillum tríggjar og seks mánaðir, so tað er leingi „at sleppa av við fólk“. Og tess seinni tær verða settar í verk, tess meiri skal sparast fyri at halda játtanina. Fyribils hevur lands- stýrismaðurin í almanna- og heilsumálum biðið leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahús bíða við upp- sagnum á seingjadeildini og í ljósmóðurskipanini til umsóknin um at flyta 700.000 frá rakstri til lønir er viðgjørd í tingin- um. Góðtekur tingið ikki flytingina, eru tað hinveg- in 820.000 krónur, sum skulu sparast afturat. –Áki– Fundur um støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi Suðuroyar Sjúkrahús fær neyvan meiri pening í ár Støðan hjá Suð- uroyar Sjúkrahúsi er óbroytt eftir fundin við løgtingsmenninar úr Suðuroynni sunnudagin, tí ongin kann lova sjúkrahúsinum meiri pening, so at tað slepst und- an sparingum ÁKI BERTHOLDSEN Hóast støðan á Suðuroyar Sjúkrahúsi næstan er sam- anborin við eina vanlukku, tykist ikki sum at nøkur hjálp er á veg. Á fundinum sunnudagin fekst so ongin ábending frá løgtingsmonnunum fyri Suðuroynna um, at sjúkrahúsið fer at fáa meiri pening. Játtanin til lønir á Suð- uroyar Sjúkrahús í ár er 1,5 millión og lítil til, at virk- semið kann halda fram ó- broytt. Og sum sagt, eru longu 4,5 fólk søgd upp, men at tað slepst neyvan undan fleiri uppsagnum seinni. Bogi Djurhuus, yvir- lækni, vísti á, a frammund- an var raksturin á Suðuroyar Sjúkrahúsi so bíligur, sum hann uppá nakran máta kann vera, um mann fram- vegis skal kalla hetta eitt sjúkrahús, tí tað er ikki eitt tað einasta fólk til avlops nakrastaðni Hann endurtók somuleið- is tað, hann fyrr hevur sagt fyri Sosialinum, at sum nú er,kann hann heilt skjótt koma í ta støðu, at hann má umhugsa sína framtíð á sjúkrahúsinum. Á fundinum við løgtings- mennina sunnudagin var tað skjótt at koma til ta nið- urstøðu, at tað, sum kravdist var meiri peningur. Støðan broytt Hergeir Nielsen er einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgongu og tískil var tað serligur áhugi fyri tí, sum hann hevði at siga. Men hann segði, at ongin kann í dag lova Suðuroya Sjúkrahúsi meiri pening. Tað einasta, hann kundi siga, var, at málið er ikki slept, men at tað verður ar- beitt víðari við tí. Sostatt er støðan broytt, tí 20. januar segði hann í samrøðu við Sosialin, at samgongan skilti, at spar- ingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundi ikki setast í verk og at vissa kundi veit- ast fyri, at tær verða tiknar aftur. Formaður javnaðarfloks- ins segði, at tað bar til at leggja eina umsókn um eykajáttan fyri tingið og at tað kravdist ikki so nógv til at fáa hana samtykt. At- kvøðir andstøðan fyri, um- framt Hergeir Nielsen, skulu bara tvær atkvøður til afturat úr samgonguni, og tað helt hann var slett ikki óhugsandi. Men Hergeir Nielsen tók ikki av hesum uppkotinum, sum hann kallaði bert pol- itiskt gass sum einans hevði til endamáls at fáa hann upp at hanga. Hann vísti, at verður eykajáttan lagt fram um Suðuroyar Sjúkrahús, fara fleiri mál at taka seg upp og so er samgongan farin, áðrenn mann veit av. Eitt nú vísti hann á, at verður upp- skot fyri tingið um meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús, má Landssjúkra- húsið eisini fáa, tí har røkkur játtanin til lønir heldur ikki til. Hann legði afturat, at tað ber ikki til hjá suðuroyar tingmonnum at gera eina nýggja samgongu um Suð- uroyar Sjúkrahús. Hetta meinti eitt umboð frá politisku feløgunum ikki var rætt, tí tá ið uppskotið var frammi um at taka sigl- ingina upp á Skálafjørðin uppaftur, vóru tað bæði tingfólk úr samgongu og úr andstøðu, ið stóðu saman um tað. Á fundinum við løgtingsmenninar og politisku feløgini sunnudagin, greiddi Ronnie Midjord, fyristøðumaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi frá gongdini og teimum sparingum, sum eru settar í verk og møguleikunum framyvir. Men hann fekk onki lyfti frá politikarunum um meiri pening so at tað kundi sleppast undan sparingunum, sum koma sera illa við Ronnie Midjord