Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 JAN MÜLLER -Eg haldi tað er ein góð javnvág í teimum treytum og reglum, sum føroyskir myndugleikar hava sett oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing. At nakrir politikarar ikki eru nøgdir, og at nøkur oljufeløg heldur ikki eru so fegin, merkir í veruleikanum, at her er talan um eina skilagóða javnvág. Hetta sigur ein av vetera- nunum á Atlantsmótinum, Terje Hagevang, jarðfrøð- ingur. Hann hevur arbeitt í oljuvinnuni í 20 ár, fyrstu 8 árini hjá amerikanska olju- felagnum Amerada Hess og seinastu 12 árini hjá norska oljufelagnum Saga Petrol- eum. Týðandi leiklut Terje Hagevang er norð- maður og hevur havt ein týðandi og virkan leiklut hjá Saga, síðani útlendsk olju- feløg fóru at vísa føroyska landgrunninum ans. Tá Saga herfyri varð uppkeypt av Norsk Hydro var Terje Hagevang ein teirra, sum fekk boðið starv hjá Norsk Hydro, men hann tók ikki av. Og orsøkin er einføld. Hann hevur sett sær sum lívsmál at vera við í leitingini eftir olju og gassi við Føroyar. Tilboðið frá Norsk Hydro var eitt leið- andi starv sum leitistjóri í Noregi. -Hetta var ikki nóg mikið gott. Man er vorðin so bitin av at arbeiða við føroyska landgrunninum, og eg gjørdi av heldur at fara mín- ar egnu leiðir sigur Terje, sum millum oljufeløg verð- ur mettur sum ein av teimum mest dugnaligu og vitandi á økinum. Stór vitan Tað er so heldur eingin loyna, at nettupp deildin hjá Saga, sum Terje Hagevang stóð á odda fyri og sum net- tupp hevði við Føroyaøkið at gera, var ein av teimum mest framkomnu og virknu í heila tikið, tá tað ræður um vitan og royndir á føroyska landgrunninum. Terje Hagevang vil ikki siga, hvørjar framtíðaræt- lanir hann hevur, bert at hann fer at arbeiða við før- oyaøkinum og kemur hann til Føroya í næstu framtíð. Hann viðgongur, at hann líkasum er „fallin“ fyri Før- oyum og føroyingum. Hon dámar ómetaliga væl í Før- oyum og heldur hetta vera eitt einastandandi land. Vil vera við í Føroyum -Hesi árini eg havi arbeitt við Føroyum hava verið tey mest spennandi og áhuga- verdu fyri meg, og tí havi eg gjørt upp við meg sjálv- an, at framtíð mín í oljuhøpi verður í Føroyum. Terje Hagevang sigur, at hann altíð hevur øvunda teimum, sum løgdu til brots í oljuvinnuni í Noregi mið- skeiðis í 60-unum. Tað var fyri mína tíð. Nú havi eg tó møguleika at uppliva og vera við sum pionerur á før- oyska landgrunninum. Norski jarðfrøðingurin sigur, at jarðfrøðing við Før- oyar eru ótrúliga áhugaverd, og at góðir møguleikar eru at finna olju her. Kendur oljumaður: Góð javn- vág í olju- útbjóðing -Eg haldi, at føroyingar hava megnað at finna eina skilagóða javnvág í sambandi við krøv og reglur fyri 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Hetta sigur ein av veteranunum hjá útlendskum oljufeløgum, tá tað snýr seg um nettup Føroyaøkið. Terje Hagevang var í mong ár leitingar- stjóri hjá Saga men arbeiðir nú fyri seg sjálvan. Hann ætlar ikki at sleppa Føroyum. Heldur tvørturímóti. Terje Hagevang her á vitjan í Tinganesi at hitta Eyðun Elttør, oljumálaráðharra. Saman við honum eru eisini umboð fyri Total og Anadarko. Tað er Terje, sum tekur í hondina á landsstýrismanninum. Mynd Jan Fleiri áhugaverd øki Í seinastuni hava vit hoyrt, at tað serstakliga ella bara eru nakrir ávísir blokkar í landssynningshorninum av Føroyaøkinum, sum eru áhugaverdir fyri oljufel- øgini. Terje Hagevang ætlar sær ikki at kunngera í bløðu- num, hvørji øki hann heldur eru áhugaverd, men hann kann tó siga so mikið sum, at tað eru fleiri umráði á føroyska landgrunninum, sum eru áhugaverd, og mill- um hesi teljast granna- blokkarnir hjá verandi olju- keldum á bretskum øki, Foi- naven og Schiehallion. Terje Hagevang hevur fylgt gongdini í Føroyum øll 90-ini. Hann metir 1. út- bjóðing sum veruliga start- skotið til eina komandi før- oyska oljuvinnu. Hann hevur havt nógv við føroyskar myndugleikar at gera og rósar fólkunum í Oljumálastýrinum. -Hetta eru professionell og góð fólk, sum hava dugað sítt arbeiði. Fáið galdandi lógir at virka Fyrsta Skúlablaðið í ár og fyrsta í hesi øldini er komið, og gjørt verður m.a. burturúr nýggju fólkaskúlalóg- ini og samráðingarstøðuni hjá Før- oya Lærarafelag DAGFINN OLSEN Aldarinnar fyrsta Skúla- blað er komið í nýggjum sniði og øðrvísi stødd, enn áður. Blaðið er størri nú. Í oddagreinini í Skúla- blaðnum sigur Elsa Bir- gitta Petersen, forkvinna Føroya Lærarafelags, at felagð vónar, at heldur enn at gera nýggjar lógir á skúlaøkinum komandi árini, fara myndugleikarn- ir heldur at fáa galdandi lógirnar at virka. Mint verður á, at tað ber ikki til at samtykkja eina lóg og so vóna, at hon virkar, uttan at nøktandi peningur fylgir við, og utt- an at nýggjar og hóskandi reglugerðir eru tøkar. Grein í blaðnum, nevnd „Onga rokning, takk“, tekur eisini upp málið um nýggju fólkaskúlalógina, gongdina í málinum, síð- ani hon kom fram á tingi og tilmælini frá Føroya Lærarafelag og øðrum, í samband við løgtings- fíggjarlógina fyri 2000. Lærarafelagið og onnur vístu á meirkostnaðin, sum fylgdi við lógini, tí lógin áleggur lærarum og skúlaleiðslum nógv ar- beiði afturat tí, ið teir hava havt frammanundan. Skulu stundir verða til hetta, má undirvísingar- tímatalið niður, sigur fel- agið. Í greinini verður upp- lýst, at í samráðingunum við Fíggjarmálastýrið hevur felagið boðað frá, at ynski/krøv felagsins kunnu býtast út yvir 2 -3 ár. Fíggjarmálastýrið vísir á lønarhækkingina, sum øll hini fakfeløgini hava fingið og tað metir Lær- arafelagið fyri so vítt er í lagið. Men felagið góð- tekur ikki, at henda hækk- ing skal nýtast at gjalda meirkostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini. Felagið hevur boðað frá arbeiðssteðgi og blokadu frá og við mikudegnum 1. mars, er semja ikki millum partarnar innan ta tíð. Tann 31. januar sendi Føroya Lærarafelag Fíggjar- málastýrinum fráboðan um arbeiðssteðg, um semja ikki er funnin í samráðingunum millm partarnar innan 29. februar. Myrkrið verður ljós Tann 17. februar verður fernisering í Gallarí Rasmus í Keypmannahavn. Tá letur upp framsýning við málningum hjá Kára Svensson DAGFINN OLSEN Kári Svensson er føddur í 1954. Ikki eru so mong ár síðani, at hann trein fram millum navnframastu lista- málarar okkara og í dag eigur hann sítt nattúrliga pláss teirra millum. Síðani 1986 hevur hann verið við á ymsum sýning- um heima og uttanlanda. Í ár er hann umboðaður í bæði Danmark og í New York. Náttúrumálari Náttúrumálari er hann og hevur einki ímóti at verða nevndur so. Náttúran er honum støðugur íblástur og ótømandi kelda til mynd- evni, skrivar Kinna Poulsen í stásiliga heftinum uppá 32 síður, sum er gjørt til sýn- ingina í Rasmus. „ At standa við andliti- num upp ímóti steyrrøttum fjallaveggi. Hóast tú leggur høvdið afturá, hómast hvørki byrjan ella endi, bert hesin óvíkjandi fjallavegg- urin. Órørdur av manna- hondum hevur hann staðið her í øldir og tó broytist hann alla tíðina í útsjónd, alt eftir veðri og vindi. Í dag hevur júst regnað og tí skyggja droparnir í vetrar- sólini og lýsa hvítt móti svarta klettinum og tí jarð- litta gróðrinum. Nakað mið- skeiðis sker ein djúp gjógv seg sum eitt sár niður gjøg- num fjallalendi“, skrivar Kinna Poulsen. Myrkrið verður ljós Kinna Poulsen sigur víðari: Í starvsstovu listamansins verður upplivingin løgd á lørift. Við harðrendum pen- silsstrokum verður velduga náttúran tulkað og umbroytt til abstrakt-ekspressiv lista- verk. Fýrakantaðir og av- langir flatar mynda eina loddrætta kompositión. Hon er sundurbýtt í trý avlang skap í einum samanriknum myndrúmi, sum veitur myndini ein tungan og stat- iskan dám. Grundleggjandi í myndabygnaðinum er lut- fallið millum horisontalar og vertikalar, millum heitir Kári Svensson sýnir fram á Gallarí Rasmus frá 17. februar til 18. mars 2000 Mynd: Jens Kristian Vang Barnagarðslóg fyri tingið Carita Bjørklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag Tað er eitt stig aftureftir, at í lógaruppskotinum bert er viðmerkt, at leiðarin á stovni skal vera námsfrøðingur og at hesin síðani setir fólk í starv og kaldir litir og millum ljós og myrkur. Tað ræður um at fáa javnvág í kompositi- ónina samstundis sum mót- sagnirnar skulu sleppa at spæla sín ørkymlandi leik- lut. Føroyska náttúran er honum ein støðugur íblástur og ein ásannað, ótømandi kelda til myndevni. Eitt annað høvuðsmyndevni hjá honum og í føroysku listini sum heild er tað føroyska bygdarlagið. Hesar horisontalu myndirnar eru meira figurativar enn áður- nevndu myndir á tann hátt, at tú í hesum førinum hómar eina dýpd og kanst skyna á himmal og hav, hús og bø. Men framvegis snýr tað seg um abstrakt-ekspressivar málningar, har litirnir og kompositiónin bera fram huglagið. Í einstøkum myndum eru skitsulíkar strikumyndir teknaðar omaná grundkompositión- ina og hesar tykjast draga okkurt frásøgukent og poe- tiskt fram. Hetta hendir til dømis í eini mynd, har ein hvít ljósglæma brýtur seg niður gjøgnum tað hóttandi dapra himmalhválvið og breiðir seg út yvir kirkjuna og húsini í bygdini. Myrkrið verður til ljós í hesum verk- inum, ið er merkt av eini dramatiskari náttúrukenslu og av inniligum takksemi yvir lívið og skapanarverk- ið. Kári Svensson sýnir fram á Gallarí Rasmus frá 17. februar til 18. mars 2000. Til ferniseringina 17. feb- ruar frá klokkan 16 til 19 verður listamaðurin hjá- staddur. DAGFINN OLSEN Føroya Pedagogfelag metir, at tað er ymiskt, sum vantar í uppskotinum til barna- garðslóg, sum kemur til fyrstuviðgerð í Løgtingin- um í dag. - Tað stendur bert, at leið- arin skal hava námsfrøðil- iga útbúgving og at hann setir fólk. Tað meta vit er eitt stig aftureftir, sigur Carita Bjørklund, forkvinna í Pedagogfelagnum. - Tað minsta er, at tann normeringslykil, sum nú er, er staðfestur í lógini, men tað er hann ikki, sigur Carita Bjørklund, sum vísir á aðrar lógir, ið hava við hvør eigur at starvast á økinum. T.d. manningarlógina og eisini í samband við fólkaskúlan er viðmerkt, at lærarar starvast har. Pedagogfelagið er hoyrt í samband við lógarsmíðið, og hevur fingið loyvi at senda viðmerkingar. Felag- ið heldur eisini vera týdn- ingarmikið at staðfesta sam- ráðingarrættin, nú økið verður lagt út til kommun- urnar at hava ábyrgd av. - Skal ein fara út til kommunurnar hvør sær? Her má tryggjast, at ar- beiðskorini verða líka fyri øll starvsfólk, sigur Carita Bjørklund. Hon fegnast um, at slík lóg kemur, so ein tryggjar børnum líka rættindi, men hon ivast kanska í, um tað er rætt at leggja lógarupp- skot fram í samband við, at málsøkið verður lagt út til kommunurnar. Men lógin er vælkomin, tí ikki eingang í Danmark er slík lóg. - Tað er vónleyst, um kommunurnar hvør í sínum lag skulu gera reglugerðir. Kommunan hevur eftirlit, men endaligu ábyrgdina eigur landsstýrismaðurin at hava, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum. Felagið vónar, at kjak kemur um uppskotið og at ymiskt verður broytt í upp- skotinum. Felagið metir heldur ikki vera rætt og rímiligt, at nakrar komm- unur fáa eyka útreiðslur av hesum og aðar meirinntøku. - Nú skal eg vera varin við at siga ov nógv, men kanska hevði ein yvirgangs- skipan verið rímulig. Er politiskur vilji fyri at leggja hetta út til kommunurnar, so er so lítið at gera við tað, men so má tað gerast skila- gott, metir Carita Bjørk- lund. Felagið gjørdi í fjør plakat, har sagt var, hvat felagið metti hava týdning í samband við barnagarðs- økið. Eintak av plakatini verður handað tingfor- manninum í dag klokkan 13:15.