Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 ÓLAVUR Í BEITI Norski frystilínubáturin »Urvåg« var í vikuskifti- num landaður á Havnini, tí Vaktar- og Bjargingartæn- astan hevur mett at hjáveið- iprosentið er yvir tað loyvda. Vaktarskipið »Gorm« var á Havnini við »Urvåg« leygarmorgunin og farið var beinanvegin undir at landa frystilínubát- in. Klokkan 18.00 sunnu- kvøldið, tá ið Internetsosi- alurin hevði Djóna Weihe frá Vaktar- og Bjargingar- tænastuni í telefonini, vóru teir ikki lidnir at landa »Ur- våg«, men Djóni Weihe metti tá, at tað fór helst at verða seint sunnukvøldið. Og nú fyriliggja so tølini frá landingini og vísa tey, at Norski frysti- línubátur »Ur- våg« tikin Leygarmorgunin kom »Gormur« á Havnina við norska frystilínubátinum »Urvåg«. Báturin er nú landaður og er hjáveiðuprosentið góð 45 prosent og málið latið fútanum hjáveiðiprosentið hjá »Ur- våg« lá beint oman fyri 45 prosent, neyvt 45,04%. Ov nógv í lastini Tað gamla hjáveiðiprosent- ið var 35 prosent, men eftir nýggju fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noregi er hjáveiðuprosentið sett niður á 30 prosent. Hetta er ikki lýst enn, men verður lýst í Kunngerðarblaðnum í hesi vikuni. Orsøkin til, at tað ikki er lýst enn er ikki frá umsitingini, men tí blað- ið seinast var beint farið til prentingar, verður sagt frá Fiskimálastýrinum. Herfyri var eisini annað norsk skip tikið, og tá var roynt at vísa til gamla hjá- veiðiprosentið uppá 35 pro- sent, men tað vinnur helst ikki frama, tí í avtaluni mill- um Føroyar og Noregi er eingin ivi at hjáveiðipro- sentið er 30 prosent, tó at tað ikki er lýst enn í Kunn- gerðarblaðnum. 178 tons inni »Urvåg« hevði 178 tons til- samans, men sambært botn- fiskakvotuni hjá norskum skipum undir Føroyum, sum umfatar longu, blá- longu, brosmu og upsa, vístu tølini fyri onnur fisk- asløg rættiliga nógv oman fyri loyvda hjáveiðiprosent, og er málið nú latið fútanum at taka støðu til, verður sagt frá Vaktar- og Bjargingar- tænastuni. Norski línubáturin varð landaður í Havn sunnukvøldið Tað gamla hjáveiðipro- sentið var 35 prosent, men eftir nýggju fiskiveiðiav- taluni millum Føroyar og Noregi er hjáveiðuprosent- ið sett niður á 30 prosent ÓLAVUR Í BEITI Í partinum »Meting av or- søkunum til trupulleikarnar í Sjónvarpinum í 98 og 99« stendur nágreinilig gjøgn- umgongd av rakstrinum hjá SVF í frágreiðingini hjá Rasmussen&Weihe. Nevnt verðu um spølini, sum góvu SVF góðar inntøkru og tí ikki ein fastan inntøkukarm at laga útreiðslukarmarnar eftir. – Ótryggleikin sum altíð vil vera knýttur at handils- ligum inntøkum, átti at ført við sær størri varsemi í fíggjarstýringini, verður sagt í frágreiðingini. Inntøk- urnar frá 1996 til 97 vuksu við ikki minni enn 45%, og tær minkaðu við 7% frá 97 til 98, og yvir alt tíðarskeið- ið 1996-98 vuksu inntøkur- nar við góðum 36%. Og rakstrarútreiðslurnar hjá SVF øktust frá 1996 til 97 við 25% og frá 97 til 98 við 13% ella við uml. 42% frá 1996 til 98. – Gongdin omanfyri vísir, skriva grannskoðararnir, at tann stóri vøksturin í inn- tøkunum í 1997 hevði við sær ein munandi vøkstur í útreiðslunum. Hóast rakstr- arútreiðslurnar ikki vuksu líka nógv sum inntøkurnar, so gjørdi SVF í 97 íløgur, sum svaraðu til munin mill- um inntøkurnar og rakstr- arútreiðslurnar, tí var einki at standa ímóti við, um inn- tøkurnar fóru at minka í 1998. Sum úlvur á skóg Í frágreiðing síni til menta- málaráðharran, sambært frágreiðingini hjá R&W, sigur stjórin í SVF, at »ferð- in varð sett heldur nógv upp tíðliga í 1998«, at »redakti- onellar avgerðir vórðu tikn- ar, sum hava kostað nógv í mun til tað sum er komið burturúr«, at »striltið gekk at tálma nýtsluni av yvirtíð- ararbeiði« og at »ferðaút- reiðslurnar vóru óvanliga høgar í 1998«. Men Rasmussen&Weihe meta í síni frágreiðing, at »ferðin« helst er sett heldur nógv upp longu í 1997, og í 1998 eru útreiðslurnar eisini øktar, men lutfalsliga ikki so nógv sum í 1997. Og við- víkjandi yvirtíðini, siga grannskoðararnir, at yvirtíð- in nærum tvífaldast frá 1996 til 98, og sama tíðarskeið hækkaðu føstu lønirnar við umleið 40 prosentum, og meðan yvirtíðin sýnist at minka í 1999, so hækka føstu lønirnar eisini í 1999, og grannskoðararnir meta eisini, at lønirnar hækka í ár. Sjónvarpsstjórin stríddist móti allari yvirtíðini Spádómur gekk út Viðvíkjandi gjaldføristrup- ulleikunum í fyrru helvt av 1999, sum stóðust av ringa úrslitinum í 1998, so vóru teir loystir við eini eyka- játtan uppá 1,6 mió. kr. Og so stendur at lesa í frágreið- ingini hjá Rasmussen &Weihe: – Gjaldføris- og rakstrar- trupulleikarnir í seinnu helvt av 1999 kunnu gerast so álvarlsigir - hetta er skrivað í november í fjør - at SVF má hava rakstrar- gjaldførisstuðul fyri at hóra undan til einaferð í mars ár 2000, tá sjónvarpsgjaldið verður SVF í handi. – SVF gjørdi íløgur í 1997, sum svaraðu til mun- in millum inntøkurnar og rakstrarútreiðslurnar. Hóast hall áðrenn íløgur í 1998 gjørdi SVF eisini hetta árið íløgur, men tær vóru bert uml. helvtin av íløgunum í 1997. Íløgurnar í 1999 fara, sambært SVF, væntandi at liggja tætt uppat íløgunum í 1998, verður sagt í frá- greiðingini hjá Rasmussen &Weihe. Og sambært frágreiðing- ini eru allar íløgurnar gjørd- ar í verkstaðar- og studio- útgerð, akfør og edv. Har- aftrat eru íløgur eisini gjørd- ar í nýggja bygningin hjá stovninum. – Gjaldføris- og rakstrartrupulleikarnir í seinnu helvt av 1999 kunnu gerast so álvarsligir, at SVF má hava rakstrar- og gjaldførisstuðul fyri at hóra undan til einaferð í mars ár 2000, tá sjónvarpsgjaldið verður SVF í hendi, stendur m. a. í frágreiðingini hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen &Weihe, sum tó endaði við at fleiri fólk eru søgd úr starvi Stutt fyri jól avdúkaði ein sending hjá BBC ymisk viðurskifti í mótaheimi- num, sum tað vanliga ikki verður tosað so nógv um. MacIntyre Undercover vísti, at rasisma, rúsevni og kynsligt misbrúk av ungum modellum er van- ligt í mótaheiminum. Nakrar av heimsins stør- stu mótafyritøkur komu í andglettin, og sendingin hevði við sær, at fólk í fleiri fyritøkum vórðu søgd úr starvi. MacIntyre Undercover hevur brúkt loyniligar upptøkur fyri at staðfesta, hvussu leikur fer í móta- heiminum. Sendingin vísir, at ein stjóri hjá Elite Model Look tosar niðursetandi um afrikansk lond og um myrkar modellir. Ein umboðsmaður fyri fronsku fyritøkuna Mari- lyn Models verður tikin upp á sjónband, meðan hann letur eini kendari bretskari modell kokain. Marilyn Models royndi at steðga hesum myndu- num, men eftir sending- ina fingu bæði umboðs- maðurin og modellin durafjórðingin. Fyrsta reaktiónin hjá Elite Models var eisini ein hóttan um eina stevning, tí sendingin byggir lutvíst á loyniligar upptøkur, BBC avdúkar mótaheimin Rasisma, rúsevni og kynsligt misrbrúk verður drigið fram, tá mótaheimurin verður úrlatin í BBC-sending, sum verður send í SvF í kvøld sum felagið helt verða ólógligar. Men eisini Elite hevur sagt fólki upp eftir avdúkingarnar í sendingini. Tilboð um rúsevni Sjónvarpskvinnan Lisa Brinkworth spældi leik- lutin sum modell, meðan hon arbeiddi við sending- ini, sum Donald Mac- Intyre hevur staðið fyri. Hann hevur áður avdúkað ófriðarkroppar innan fót- bóltsheimin við at latast vera ein teirra. Brinkworth hevur greitt greitt frá, at hon tilboð um rúsevni, og einu ferðina varð hon spurd, um hon kundi veita einum manni eina tænastu í songini hjá honum. Tað vildi hon ikki, men hon heldur, at nógvar av teimum ungu modellunum klára ikki at siga nei til síkar umbønir. Europeiski stjórin fyri Elite, Gerald Marie, er nógv at síggja í sending- ini. Hann hevur verið gift- ur við tí kendu Lindu Evangelista, og sambært Brinkworth bjóðaði hann sær eina millión lirar, um hon vildi í song við honum. Sendingin MacIntyre Undercover verður víst í SvF í kvøld. ek Rúsevni, rasisma og kynsligt misbrúk av ungum mo- dellum eru partur av mótaheiminum, sum BBC-send- ing avdúkar. Sendingin verður víst í SvF í kvøld EYÐUN KLAKSTEIN Fyri jól kom fyrsta bókin í einum íslendskum milliard- aprojekti út í Føroyum. Bókin snúði sum um al- skyns viðurskifti í Føroy- um, og hon var startskotið til líknandi bøkur um øll ST- londini, sum í løtuni eru 176 í tali. Tað var fyritøkan Repro- Z í Havn, sum tók sær av at gera bókina klára til prent- ingar, og hetta arbeiðið eyd- naðist so væl, at íslendingar eru hugaðir at lata fyritøk- una gera fleiri bøkur í røð- ini. – Bókin um Føroyar vísti, at vit kunnu loysa slíkar umfatandi uppgávur, har nógv fólk er við í arbeið- num, og har prentingin fer fram í einum landi fjart frá okkum, sigur Allan Skaal- um, stjóri á Repro-Z. Føroyska bókin varð prentað í Slovenia. Enn er ikki nøkur endalig avtala gjørd um, hvørjar bøkur Repro-Z skal gera afturat, men í løtuni er líkt til, at talan verður um fleiri bøkur. – Vit hava sagt, at um vit skulu átaka okkum at gera fleiri bøkur, mugu tær verða á einum máli, sum vit skilja, tí tað er ein fortreyt fyri, at vit kunnu gera tað grafiska arbeiðið, sigur Allan Skaal- um. Umframt føroysku bók- ina er ein bók eisini komin á íslendskum, og næstu tíð- ina ætla útgevararnir at fáa útgávurnar í fasta legu, so bøkurnar koma í hølunum á hvørji aðrari. Stór ætlan Tað er føroyavinurin Ólafur Gränz, sum stendur fyri út- gávuni av bókrøðini um ST- londini, og ætlanin hjá hon- um kostar fimm milliardir íslendskar krónur, sum svar- a til eina hálva milliard í okkara pengum. Ólafur Gränz fekk hug- skotið um bókarøðina frá einum vinmanni fyri góðum tveimum árum síðani. Tveir dagar seinni seldi hann sína byggifyritøku, og tók við nýggju avbjóðingini. Orsøkin til hetta var, at hann vildi fara undir nýggju ætlanina við fullum hjarta, hevur hann áður greitt Sosi- alinum frá. Ólafur hevur stovnsett felagið World 2000 HP, og endamálið hjá felagnum er at gera eina bók um hvørt einasta ST-land. Føroyar sluppu eisini upp í part, hóast landið ikki er partur av ST, og tað var tí at ís- lendingar vildu gera eina sjálvstøðuga bók um Føroy- ar, heldur enn at lata okkum verða nakrar síður í donsku bókini. Bókarøðini hjá íslending- um hevur fingið heitið New Millennium Series, og nógv kend fólk hava viðmælt ar- beiðnum. Millum annað fólk sum Kofi Annan, Nel- son Mandela og Vígdis Finnbogadóttir, sum er for- maður í heiðursráðnum fyri bókaráðnum, har fyrrver- andi forsætisráðharrin í Ír- landi, Mary Robinson, og danski varaformaðurin í ES-tinginum Bertel Haard- er eisini eru limir. Eydnaðist til fulnar Í bókini um Føroyar, sum kom út stutt fyri jól, eru upplýsingar um søgu, ment- an, handil, ídnað, politisku skipanina og annað. Haraft- urat er ein umfatandi lýsing av øllum kommununum í Føroyum eisini í bókini. Hugskotið við bókini er at fáa stórar fyritøkur at keypa sær síður í bókunum, og har við skulu pengar frá teimum verða við til at fíggja útgávuna. Í føroysku útgávuni eru ongar fyritøk- ur við, tí grundarlagið fyri hesum er ikki tað sama, sum í teimum størru londunun, Tí fæst bókin heldur ikkit il keyps í bókhandlum, men hinvegin hava fyritøkur og onnur havt møguleika at ognað sær bókina. Óla Jákup Rólantsson var ritstjóri á føroysku útgáv- uni, og Repro-Z hevði prenttilgerðina um hendi. – Vit kunnu brúka slík arbeiðið, tá vit skulu gera vart við okkum úteftir. Tað krevst nógv, tá slíkt arbeiðið skal gerast, har nógv fólk skriva, taka myndir og ann- ars eru uppi í arbeiðnum, sigur Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z. – Fyrsta bókin var eisini eitt slag av pionerarbeiði hjá okkum, og tað kravdi nógva orku. Men allir lutir í ar- beiðnum eydnaðust til fuln- ar, og tað er helst tað sum ger, at vit nú tosa um at gera fleiri bøkur. Stjórin á Repro-Z heldur, at tað ber væl til hjá teimum at gera slíkar altjóða upp- gávur, tí teknisku møguleik- arnir fyri at flyta tilfar elek- troniskt eru betri enn nakr- antíð. Mesta arbeiðið, sum Repro-Z ger í løtuni, er í Føroyum, og tað er fyri før- oysk viðskiftafólk. Sjey fólk starvast á fyritøkuni. Repro-Z gjørdi fyrstu bókina í eini umfatandi bókarøð um ST-londini, og nú er líkt til, at fyritøkan í Havn fær uppgávuna at gera aðrar bøkur í røðini eisini. Mynd: Jens Kr. Vang Skulu gera fleiri bøkur um ST-londini Fyrsta uppgávan hjá Repro-Z í umfatandi bókarøðini um ST-londini var so væleydnað, at teir helst skulu gera aðrar bøkur í røðini eisini. Tað eru íslend- ingar, sum standa fyri útgávuni Mynd sum Álvur skuldi gera