Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 Viðmerking: Oddagreinin í einum blaði er tað staðið, har leiðsla blaðsins ger vart við sína á- skoðan um aktuel evni. Hetta var tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá eg las odda- greinina í Sosialinum týs- dagin t. 8. februar, ið snúði seg um ta sonevndu “breiðu semjuna” um ríkisrættarligu støðu Føroya. Og tá greinin var lisin, kom eg at hugsa um eina aðra yvirskrivt, ið herfyri stóð yvir eini við- merking hjá formanni Javn- aðarfloksins, ið endurgivin eftir minninum ljóðaði nak- að soleiðis: “Nú mugu tit taka tykkum saman á Sosi- alinum”. Ikki veit eg, um formaður Javnaðarfloksins fyri tíðina er nøgdur við Sosialin, men ikki haldi eg meg fara heilt skeiva, tá eg pástandi, at oddagreinarnar í Sosiali- num endurgeva sjónarmið- ini hjá Javnaðarflokkinum. Loyvi mær tí eisini at halda, at nevnda oddagrein inni- heldur sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum í sam- bandi við sonevndu “breiðu semjuna”, ið so nógv hevur verið tosað um. Skilji onki Men tá ið eg hevði lisið oddagreinina nakrar ferðir, var eg ikki sørt sjelkað. Tí hon staðfestir, at tann breiða semjan: “…nú er uttan um Tjóðveldisflokkin”. Uttan at nevna aðrar flokkar við navni gevur skrivingin seinastu vikuna einum varhugan av, at sipað verður til, at Javnaðarflokk- urin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin umboða hesa “breiðu semju”. Nú kann tað vera, at eg fari skeiv, men eg helt ann- ars, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru í andstøðu!?! Um so er, er okkurt spinnandi galið, tí hvussu kann ein breið semja um fullveldismálið gerast ímillum ein samgonguflokk og tveir andstøðuflokkar, uttanum tann størsta sam- gonguflokkin, meðan sam- gongan framvegis situr sum um onki varð hent??? Kanska okkurt av teim gløggu høvdunum á Sosi- alinum kann forklára mær, hvussu hetta kann bera til? Demokratiski hugburðurin Meðan vit bíða eftir eini nærri útgreining frá ábyrgd- arhavaranum av oddagrein- ini um, hvat hann meinar við, tá hann skrivar hetta, kann eg ikki lata vera við at lata nøkur orð fella um demokratiska hugsunarhátt- in aftan fyri sjónarmiðini í henni. Síðan samgongan varð skipað og fullveldisætlanin stungin út í kortið, hevur Javnaðarflokkurin ferð eftir ferð prædikað um demo- krati og um sannan demo- kratiskan framferðarhátt í fullveldismálinum. Ja, av og á hevur tað næstan verið líkt til, at javnaðarfólk hava hildið, at Javnaðarflokkurin er einasta trygd fyri før- oyska demokratinum. Eg havi tó ógvuliga ringt við at fáa henda “demokrat- iska hugburðin” hjá Javn- aðarflokkinum at passa saman við oddagreinina í sosialinum, har andstøðu- flokkurin Javnaðarflokkurin staðfestir, at tann “breiða semjan” skal gerast uttanum størsta samgonguflokkin. Tí Javnaðarflokkurin er ikki í eini støðu, har flokk- urin kann diktera føroyskan politikk! Flokkurin umboð- ar 21.9% av veljarafjøldini, og er harumframt í and- støðu. Men kanska er trup- ult at sleppa gamla hug- burðinum, ið helst stavar frá tíðini, tá Javnaðarflokkurin helt seg hava einkarætt uppá løgmanssessin. Vil Javnaðarflokkurin gera breiðar semjur uttan um størsta samgonguflokk- in, hevur parlamentariska demokratiið greiðar reglur fyri, hvussu farast skal fram. Javnaðarflokkurin kann seta misálitisváttan mótvegis landsstýrinum. Er meiriluti fyri hesum, kann flokkurin síðan arbeiða fyri eini nýggjari samgongu. Hetta eru tær demokratisku spælireglurnar, og tær eru eisini galdandi fyri Javnað- arflokkin! Samstarvið við danskar kreftir Oddagreinin í Sosialinum týsdagin t. 8. februar er bert enn eitt dømi um eina við- merking, sum av álvara hev- ur fingið meg at ivast í, um leiðsla Javnaðarfloksins í heila tikið hevur nakra sum helst virðing fyri føroyska demokratinum. Tann kend- asta er fortalilsið hjá Poul Nyrup Rasmussen frá kon- gressini hjá donsku sosial- demokratunum miðskeiðis í september 1999. Har segði hann m. a., at hann og Eid- esgaard “_fra hver vores position gør, hvad vi kan for at hjælpe hinanden…”. Tíverri fyri báðar partar, var øll kongressin fest á band og løgd út á internetið, og harvið fekk føroyski al- menningurin innlit í, hvat ið fór fram. Síðani tá, hevur formaður Javnaðarfloksins gjørt alt, ið hann er mentur, til at sláa alt hetta upp í glens og gera gjøldur burt- urúr atfinningunum mót- vegis hesum samstarvi. Men hann kann ikki renna frá tí veruleikanum! Føroya Landsstýri, ið er tann lógligt valda stjórnin í Føroyum, fyrireikar teir mest umrøð- andi samráðingarnar í yvir 50 ár, meðan andstøðan við Javnaðarflokkinum á odda førir ein somikið harðan andstøðupolitikk, sum ikki er sæddur í Føroyum í nýggjari tíð. Samstundis vilja formaðurin í Javnað- arflokkinum (sum hóast oddagreinirnar í Sosialinum framvegis er í andstøðu) og formaðurin í størsta danska stjórnarflokkinum (sum eis- ini er forsætisráðharri), gera alt tað teir eru mentir fyri at hjálpa hvørjum øðrum! Ikki sær hetta vakurt út_! Tí vil eg loyva mær at spyrja: Hvar er virðingin fyri føroyska demokrati- num??? Og hvørjum áhugamálum arbeiðir leiðsla Javnaðar- floksins fyri, tá samstarvið við danskar kreftir er so eyðsæð, sum Poul Nyrup Rasmussen sigur tað vera??? Ein áheitan Líkt er til, at oddagreinin í Sosialinum týsdagin er enn ein liður í hesum politikki. Hetta kann vera ein avleið- ing av, at Sosialurin hevur “tikið seg saman”, í samsvar við áðurnevndu áheitanina hjá Jóannes Eidesgaard, men føroyska demokrati- num tænir hetta neyvan. Mær er ikki møguligt, hvørki sum løgtingslimur ella sum privatpersónur, at siga Sosialinum, hvussu blaðið skal skriva. Hvaðna minni kann eg siga leiðslu Javnaðarfloksins, hvønn politikk flokkurin skal føra í fullveldismálinum. Men eg vil heita á Sosial- in um at vísa virðing fyri tí føroyska parlamentariska demokratinum! Eg vil inniliga heita á bæði Sosialin og leiðslu Javnaðarfloksins um, at virða landsins lógligt valdu myndugleikar! Og eg vil eins inniliga heita á leiðslu Javnaðar- floksins um at seta føroysk áhugamál fram um øll út- lendsk, tá farið verður undir samráðingarnar í næstum! Annita á Fríðriksmørk løgtingskvinna Hvar er virðingin fyri føroyska demokratinum? Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfel- ag skipa fyri almennum fyrilestri mikukvøldið 16. februar 2000 kl. 20.00 í Nóatúni 1. Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, heldur fyrilestur, ið hann kallar: Fjølmiðlarnir og størri kollektivar avgerðir, við atliti at sjálvstýrismáli- num. Hetta er sætti fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók. Tróndur Djurhuus hev- ur útbúgving frá Dan- marks Journalisthøjskole eftir eina støðis-útbúgv- ing í Samfelagsvísindi við Roskilde Universitets- center. Tróndur starvaðist sum journalistur á bløð- um, í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, áðrenn hann fyri stívliga fimm árum síðan tók við starvi sum stjóri í Sjónvarpi- num. Hann er føroyskt umboð í Nordvisiónini og umboðsráðslimur í Cir- com Regional, sum er heimsins størsti felags- skapur av sjónvarps-rás- um. Riggaði amboðskassin hjá Høgna? Í fyrilestri- num fer Tróndur Djur- huus m. a. at tosa um, hvussu leikluturin hjá fjølmiðlunum er broyttur gjøgnum tíðirnar, og um leiklutin hjá miðlunum í nútíðar fólkaræðinum. Hvør setur dagsskránna, hvørji val gera ein fjøl- miðil og hví? Við atliti til fullveldismálið og fólkaatkvøðurnar verður spurt, um retorikkur í miðlunum kann flyta at- kvøður — og um so er: hvussu? Og hvussu skulu politikkararnir bera seg at. Er tað t. d. ein fyrimunur at hava sjónvarpstekki? Og fekk landsstýrismað- urin í sjálvstýrismálum nakran ivandi í sín part við hjálp av umboðskassa sínum? Sí eisini heimasíðuna www.sleipnir.fo/setur/til- toek Riggaði am- boðskassin hjá Høgna? Í annaðkvøld heldur Tróndur Djur- huus, sjónvarpsstjóri, fyrilestur í røðini við evnum úr Hvítubók. Evnið hesaferð er: Fjølmiðlarnir og størri kollektivar avgerðir, við atliti at sjálvstýrismálinum Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, heldur fyrilestur í Nóatúni í annaðkvøld Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Stórsti kunnleikamiðdepilin í Norðurlondum um heilaskaða NeoZone WebCenter er hin stórsti kunnleikamiðdepilin um heilaskaða sum er á vev- inum, og síðani 10. januar í ár hava fleiri enn 900 fólk vitjað inn á heimasíðuna. Her fært tú allan tann kunn- leika um heilaskaða, tær tørvar ella leiðbeining (tengingar) til aðrar heima- síður við júst tí, tú leitar eftir. Samlaða talið av síð- um er fleiri hundrað, so tað gerst ikki eftir einum degi, fert tú framvið. Á heimasíðuni kanst tú eisini síggja videofilm um heilaskurviðgerð, interakt- ivar myndir av heilanum, hoyra bandaða talu um, hvussu heilin mennist og mangt annað forvitnisligt. NeoZone WebCenter ar- beiðir saman við navnfram- um fólki sum Susanne Frel- tofte, neurosálarfrøðingi, Birgitte Christensen ergo- terapeuti, Hjerneskadefor- eningen, Center for Hjern- eskade á Universitetinum á Amager, Kognitiv Rehabil- iteringsenhet á Sunnaas Sykehus í Noregi, Netdok- tor, Medscape hjá Reuter o. fl. ø. Men tað eru ikki danir ella sviar, sum reka heima- síðuna, men føroyingurin Jón Ellendersen, sum er bú- sitandi í Herlev í Danmørk. Jón er socialpedagokur og arbeiðir dagliga við aft- urvenjing af fólki við yms- um heilaskaðum, hetta á Li- ons Kollegiet í Keypmann- ahavn. Hann hevur eisini skrivað seruppgávu um aft- urvenjing av heilaskaddum. Við í hópinum sum fáa tilfar til vega og annars veita aðrar tænastur eru ergoter- apeutar, neurosálarfrøðing- ar, fysioterapeutar, læknar og onnur, bæði í Norður- londum, í USA og Bretlandi. Heimasíðan hjá NeoZone WebCenter lat upp í juni 1999, men hevur skjótt vaksið seg stóra, og hvønn dag økist talið av vitjandi. "Vit fáa vitjan av avvarandi, blaðfólki, fólki við heila- skaða, rithøvundum, fak- fólki av ymsum slag, og viðhvørt stendur á at svara øllum spurningum og áheit- anum, vit fáa. Áhugað kunnu fara sær ein túr inn á http://neozone.dk. Leiðslan og starvsfólkið eru syndabukkar - mett oyðslu- vætti og ódugnakroppar, men veruligu syndararnir, løgting og landsstýri, tváa hendur, um tey tíma so frætt. Ryggin sýnast tey í øllum førum at hava frían. Sjónvarp Føroya, sum átti at verið bjartasti vitin hjá føroysku tjóðini, líður undir einari eyðmýking fyri og aðrari eftir. Vitleysa og eirindaleysa privatiseringstrongdin, sum gongur sum hervilig land- farsótt um landið, er nú eis- ini við at jarðleggja SVF. Millum manna og nógvar politikkarar hoyrir tú bara um, hvussu nógv fólk starv- ast á stovninum og hvussu lítið viðkomandi SVF er. Ó- vitska og lítil vilji at kanna veruligu viðurskiftini eru í flestum førum grundarlagið undir orðaskiftinum. Vit drýpa høvur í sorg Øll tey, sum vita um tað slóðbrótandi og sera dugn- aliga arbeiði, sum er gjørt í Sjónvarpi Føroya, síðan tað varð stovnað í 1984, drýpa høvur í sorg um ta viðferð undangongufólkini í før- oyskari mentan hava fingið. Hugburðurin er bygdur á so ússaliga grund, at orð finn- ast ikki fyri tí. Manningin lítil Fyri at koma til manningina fyrst, so kann upplýsast, at fyri fáum árum síðan vóru 4000 fólk í starvi hjá svenska útvarpi/sjónvarpi- num. Í DR starvaðust um somu tíð millum 2 og 3000 fólk. Nógv flest virkaðu við sjónvarp. Hjá okkum eru millum 60 og 80 medarbeiðarar í ÙF og SvF tilsamans. Vit senda ikki nógv minni enn DR og Svt. Men okkara almennu fjølmiðlar hava fólk, sum við sera smáum miðlum royna at menna SVF og ÙF, fólk sum settu sær stór og týðandi mál við t.d. Øravík- arskjalinum. Einasta forð- ing fyri, at ætlanirnar kunnu setast í verk, er hugburðurin hjá ikki minst politiska valdinum. SvF ein søkkandi skúta SvF, sum átti at verið stolt- asta farið í føroyska ment- anarheiminum, er í staðin søkkandi skúta í ússaligu privatiserings smáligheitini. Í staðin fyri at heiðra og eggja fjølmiðlafólk okkara til at menna almennu fjøl- miðlarnar, so tóku teir fíggj- arliga grundarlagið undan teimum. Spæla seg burtur úr neyðini Skal eg koma við einum hjartasuffi um kanska ser- stakliga leiðsluna í SVF og partar av gomlu sjónvarps- nevndini, so var tað tann góðviljaða og góðtrúna ætl- anin um at, SVF - Mentan- arflaggskipið - skuldi spæla sær fígging til. Hetta var mannminkandi og látulig avgerð, ja, stór skomm fyri tað føroyska fólkið. Mottoið gjørdist: Vilt tú hava gott alment sjón- varp, so spæl Gekk. Stór etandi skomm. SvF varð tikið av løg- tingsins fíggjarlóg, nú skuldi public servise stovn- urin hjá føroyska fólkinum rekast á handilsligum støði. Politikkararnir spæla fríspæl - leiðsla og manning syndabukkar Meiningin hjá leiðsluni var óivað góð, men alt ov naiv. Ov tíðliga varð givið upp fyri skutul. Sjálvsagt høvdu onnur samábyrgd við leiðslu og starvfólki í SvF, og hesi skuldu komið fram í ljósið og drigin til ábyrgd. Úrslitið er, at leiðslan og starvsfólkið nú eru synda- bukkar - mett oyðsluvætti og ódugnakroppar, men ver- uligu syndararnir, løgting og landsstýri, tváa hendur, um tey tíma so frætt. Rygg- in sýnast tey í øllum førum at hava frían. Albanskir tilstandir - eydnuspæl (pyramidu- spøl?) skal bjarga landinum Jú, mangt er forborgið. Vit eiga at vænta, at í næstum fara fróðskaparsetrið, stud- entaskúlarnir, skjalasavnið, bókasavnið o.s.fr. undir til- tøk at savna pening til sítt virksemi við eydnuspølum av ymsum slag. Kanska nørir tað um hugflogið hjá mongum landsmanni, men heiðurligt er tað neyvan fyri eitt framkomið fólk at bera seg so at. Vit eru væl á veg á heils- uøkinum. Dagliga fáa vit tey tíðindi, at skipað verður fyri vælgerðartiltøkum um landið til tess at bjarga sjúkrahúsunum neyðug tól. Nei, álvararos, nær halda vit føroyingar, at skommin er fullkomin? Ella finst eingin skomm í okkum longur? Ríkisfelagsskapurin sparir SvF fyri stórar útreiðslur Samstundis, sum vit taka grundarlagið undan SvF, tosa vit um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum - og einki øvugt orð frá mær um tað, tí vit skulu framvegis liva í frælsum landi, har frælsir borgarar taka støðu til ríkisrættarligu støðu okk- ara - , men júst støða okkara í danska ríkinum ger, at SvF fær alt útlendskt tilfar, filmir o. a. fyri smápening í sjón- varpshøpi. Gav ríkisfelags- skapurin okkum ikki henda framíhjárætt, so kostaði sjónvarpið uppaftur nógv meira. Missa vit møguleikan, vit hava gjøgnum ríkisfelags- skapin, verður støðan upp- aftur munandi verri, tí í ver- andi støðu fer meginpartur- in av fíggjarætlan sjón- varpsins til tær føroysku sendingarnar. Veruligt tjóðarsjónvarp ella einki Vit føroyingar eiga nú at taka støðu til, um vit vilja hava eitt alment føroyskt sjónvarp ella ikki.Taka vit ta støðu, at tað er fjantavesin at brúka pening uppá henda stovn, skulu vit bara taka ta støðuna og so lata útlend- ingar og kapitalkreftirnar einsamallar stýra føroysku mannasálini. Vilja vit ikki tað, so skulu vit veruliga fara at taka spurningin upp á eitt stig, sum sømir seg einum fríum og frælsum fólki. Einum fólki, sum vil lata nakað og so bera høvd- ið hátt. Tað gera londini rundan um okkum, og tað eiga vit sjálvsagt eisini at gera. Tað er lutfalsliga nógv kostnaðarmeiri hjá okkum at gera gott sjónvarp enn tað er hjá grannunum, men vit eiga at hugsa stórt uttan at vera hástór. Tað er í hvussu so er mín støða. Fjølmiðlar fyri 25 milliónir Uttan at hava sett meg inn í tey avgjørt røttu tølini, so meti eg, at SvF og ÚF sum føroyskir public service stovnar eiga at fáa umleið 25 milliónir krónur á fíggj- arlógini um árið. Tær 15 eiga at fara til SvF og hinar 10 til Útvarp Føroya. Møg- uliga er Útvarpið so væl fyri, at teimum ikki tørvar so nógv. Men tað er einki at ivast í, at 15 milliónir árliga er ikki eitt oyra ov mikið til SvF, um tað skal mennast so mikið, at vit kunnu vera kent við tað. Hans Jørgensen Viðmerking: Svf - ein tjóðarskomm Fólkagrundarlagið hevur seinastu tíðina av og á verið lagt sum grund, tá metast skal um bítið av jattanini til tey trý sjúkr- ahúsini í Føroyum. Her er óivað komin ein misskiljing í. Játtan til sjúkrahús er í fyrsta lagið grundað á tær uppgávur, skyldur og aktivitet sum sjúkrahúsið hevur. Ríkissjúkrahúsið hevði minst 90% av síni játtan um fólkagrundarlagið varð brúkt sum máti- stokkur. Tað finnast fleiri sjúkr- ahús í heiminum og eisini í Danmark, sum als ikki hava nakað fólkagrundar- lag, men bert taks sær av seruppgávum. Hesi høvdu ikki fingið nakra játtan í heila tikið um játt- að varð eftir fólkagrund- arlagnum. Vinarliga Jákup Petersen, yvirlækni Nú er drúgv tíð gingin síðani nakað hoyrdist um tað positiva arbeiði, sum út- jaðarapolitikarar tóku stig til. Hvat er orsøkin? Hevur ein hug at spyrja. Tað má ikki henda, at slíkt arbeiði dettur niðurfyri. Tað er øllum púra greitt, at uttan eitt gottt og miðvíst arbeiði millum politikarar úr útjað- araøkinum, fer einki at henda til bata á hesum økj- um. Sjálvandi skal farast fram við skili og undir ábyrgd. Tað er burturvið, at onkur roynir at fáa sær politiskan løtuvinning burturúr við at royna at seta aðrar í bein- leiðis knípu. Havast má í huga, at nakrir eru í sam- gongu meðan aðrir eru í andstøðu. Hetta setir sjálv- andi serlig krøv til politisk- an dugnaskap og skynsemi og eigur ikki at vera eins- tíðandi við, at ikki kann ar- beiðast saman. Tí royndir vísa hóast alt, at einans sam- anhald og gott politiskt stev og planlegging tvørtur um politisk mørk kann nú bjarga útjaðaraøkjunum frá avtofting. Eg havi hug at finnast at, at byrjanarroyndir tykkara í sjúkrahúsmálinum eins væl og í málinum um olju- útgerðarhavn fór fram eftir frummum. Hatta er als ikki mátin at gera tað uppá. Slík- ur framferðarháttur kann lættliga forkoma øllum samstarvi um útjaðaran. Har átti stevið millum suðuroy- arpolitikararnar at verið bet- ur og spell var, at tað góða samstarvið longu tá snávaði og mundi farið fyri bakka. Eg fari at heita á tykkum allar um sum skjótast at finna saman aftur. Tað má ikki eydnast eitt nú nøkrum einoygdum blaðmonnum úr høvuðastaðnum ella nøkr- um lokalpolitikarum í mið- Snávaði Útjaðarin? staðarøkinum at seta kílar tykkara millum, ikki heldur at ræða tykkum við hóttan- um ella látursgerðing, slíkt er ov bíligt. Verið eisini á varðhaldi móti floksdikta- turi. Haldið fast í góða viljan og finnið stevið aftur, tað er einasti møguleiki fyri bjarg- ing. Latið ikki tíðina ganga undan. Nú hastar við bøt- andi hond til útjaðaran. Vinarligast Johannes Jacobsen, Klaksvík Seinastu dagarnar er á- haldandi ført fram, at leiðslan í Sjónvarpi Før- oya ikki fylgdi reglunum, tá hon starvsfólki frá, at hon ætlaði at siga teimum úr starvi. Ein teirra, sum hevur fært hetta fram, er formaðurin í Starvsmann- afelagnum. Til hetta er at siga, at viðkomandi starvsfólk fingu fráboðanina júst so- leiðis, sum formaður Starvsmannafelagsins mælti til. Sama morgun, sum eg skuldi boða starvsfólkunum frá, ringdi eg til Gunnleiv Dalsgarð, sum síðani veg- leiddi meg um, hvussu eg skuldi boða frá. Vit vóru samdir um, at sáttmálin skal skiljast soleiðis, at starvsfólkini fáa at vita, at ætlanin er at siga teim- um upp, men at bæði tey og felagið hava 14 dagar til at viðgera ætlanina. Eg havi gjørt júst so- leiðis, sum formaður Starvsmannafelagsins mælti mær til. Felagið fær nú tilfarið til ummælis og hevur so 14 dagar til at meta um ætlaður upp- sagnirnar. Almenni uppsagnar- politikkurin mælir til, at starvsfólk eiga at fáa høvi at fara úr starvinum bein- anvegin. Hetta tulkaði Vivð. uppsagnu- num í Sjónvarpi Føroya leiðslan í SvF sum, at tey áttu at sleppa av arbeiðs- plássinum við løn í somu løtu, sum tey høvdu fing- ið fráboðanina - hetta fyri at lætta um hjá teimum. Fyrstu dagarnir kunnu hjá summum kennast sum teir sárastu, eisini sjálvt um tey hava eina 14 daga hoyringstíð. Starvsmannafelagið metir hinvegin, at tey ikki eiga at sleppa av stovni- num, fyrr enn uppsagnir- nar eru endaliga av- greiddar eftir 14 dag hoyringstíðina. Hetta er ein spurningur um tulk- ingar. Er tulkingin hjá Starvsmannafelagnum røtt, er hettta tað einasta, sum ivi kann vera um í sambandi við ætlaðu upp- sagnirnar. Eisini hevur verðið ført fram, at leiðslan í SvF skal hava brotið grein 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Til tað er at siga, at leiðslan hev- ur onga broyting framt á stovninum, sum krevur støðutakan eftir hesi grein. Fer leiðslan at gera tað, fer hon eisini at fylgja greinini. Vinarliga Tróndur Djurhuus, stjóri Sjúkrahús og fólkagrundarlag