týsdagur 15. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
JÁKUP MØRK
Neistin-VÍF 23-22 (12-12)
Hóast lagnudystur kanska
er eitt í so sterkt orð, so var
eingin í iva um, at dysturin
móti VÍF leygardagin hevði
stóran týdning fyri Neistan.
Eftir tapið í steypafina-
luni móti Kyndli, hevur
Neistin nú bert FM-heitið
at hugsa um, og ein sigur
móti VÍF vildi viðføra, at
toppurin gjørdist púrasta
javnur.
Eitt tap vildi hinvegin sett
teir nógv aftur í gulldyst-
inum, eins og hetta vildi
givið VÍF eitt glopp á tvey
stig niður til strandingar.
Sostatt var av sonnum
lagt upp til ein spennandi
dyst, og hóast onkur helt, at
ein slíkur dystur átti at verið
leiktur sunnudag, so vóru
heilt nógvir áskoðarar, sum
høvdu funnið sær leiðina
niðan í Ítróttarhøllina,, tá
dysturin varð settur í gongd.
VÍF byrjaði betri
Í nógvum av undanfarnu
dystunum, hevur Neistin
byrjað sum eitt óløgi, og
harvið skapt sær eina ham-
puliga leiðslu tíðliga í dyst-
inum. Hesu ferð gekk tað
tó júst øvugt, tí leygardagin
vóru
vestmenningarnir
nógv fyrir úr startblokku-
num enn heimaliðið.
Ingi og Sámal gjørdu
snøgt sagt sum teimum lyst-
i, og tá fyrri hávleikur var
gott og væl hálvrunnin, sá
ikki mætari út enn at VÍF
ætlaði at trumla alla mót-
støðu til viks.
Venjarin hjá VÍF, Hjalmar
Klein Olsen, valdi ikki at
mansverja
bæði
Heina
Joensen og Áka Olsen, men
royndi í staðin við skiftandi
mansverju, har eittarin í ver-
juni reikaði heilt úti hjá øð-
rum teirra.
Neistin kom tó so líðandi
inn aftur í dystin. Sámal
varð tikin úr spælinum, og
hóast ingi framhaldandi
royndi at gera um seg, so
tók mansverjan nógv av
broddinum úr vestmanna-
álopunum.
Seinastu 10 minuttirnar
av hálvleikinum, tók Neist-
in so rættuliga dik á seg, og
í seinasta minuttinum kundi
Áki Olsen skjóta heimaliðið
upp á javnleik fyri fyrstu
ferð í dystinum.
At VÍF leikararnir ikki
megnaðu at halda fast um
leiðsluna teir høvdu, munnu
teir helst iðra seg um í dag.
Vóru teir eitt sindur hepnari
og meira avgjørdir, áttu teir
uttan iva at kunna gjørt av
við neistaliðið í fyrra hálv-
leiki. Ístaðin framdu teir ta
deyðssynd, at teir rættu
mótstøðumonnunum lítla
fingurin, og so tók Neistin
av.
Gekk javnt á
Allan seinna hálvleik leik-
aði sera javnt á millum lið-
ini bæði. Neistin hevði fyr-
sta partin av hálvleikinum
hug at hava leiðsluna, men
hvørja ferð teir sníktu seg
fram um, megnaðu vest-
menningarnir at svara aftur,
og munurin gjørdist ongan-
tíð meira enn tað eina málið.
Miðskeiðis í hálvleiki-
num megnaðu vestmenn-
ingar brádliga at leggja seg
fram um, men framhaldandi
varð munurin hildin niðri á
einum máli. Eftir at vest-
menningar so í eina tíð
royndu at slíta seg leysar,
eydnaðist tað enn einaferð
heimaliðnum at koma fram
um, og nú riggaði brádliga
eitt sindur betri.
Seinastu minuttirnar gjør-
di Páll brádliga av, at bæði
Sámal og Ingi skuldu mans-
verjast, og hetta tíðarbili
eydnaðist tað neistanum at
leggja seg tvey mál fram
um, og bert ein knappur
minuttur var eftir at leika.
VÍF leikararnir góvust tó
kortini ikki á hondum. Teir
skundaðu sær niðan móti
neistamálinum, og megn-
aðu eisini at skorað tað, sum
skuldi vísa seg at gerast
seinasta málið í dystinum.
Heimaliðið var tó nær við
at missa sigurin á gólvið, tí
í seinasta álopinum, har teir
bert skuldu fáa seinastu 30
sekundini at ganga, megn-
aðu teir onkursvegna at
missa bóltin burtur, og so
kundu
vestmenningarnir
fara í eina seinastu álops-
roynd. Henda endaði við, at
Harald Bjørgvin royndi seg
frá veinginum, men royndin
Neistin er við í gullstríðnum
Við sigrinum á VÍF leygardagin togaði Neistin seg upp á næst ovasta sessin á stigatalvuni, har teir nú eru ájavnir vest-
menningum og strandingum við 19 stigum
miseydnaðist.
Fleiri av vestmenningu-
num vildu hava dómararnar
at bríksla fyri brotskasti,
men floytan tagdi, og neist-
aleikararnir kundu fegnast
um tvey týdningarmikil
stig. Nú skal eg ikki taka
dagar ímillum, um seinasta
royndin átti at givið brots-
kast, men eftir mínum tykki
hevði møguleikin fyri hes-
um verið nógv størri, um
Harald ikki gjørdi so nógv
av, tá hann lat seg detta.
Royndin eftir brotskastinum
var somikið týðulig, at
dómararnir í veruleikanum
ikki høvdu annað val enn at
tiga.
Ikki bert Áki og Heini
Einki er at taka seg aftur í,
at teir báðir stórskjúttarnir,
Heini og Áki, eiga stóran
lut í, at kappingarárið hig-
artil hevur hylnast somikið
væl hjá Neistanum.
Eftir steypaósigurin móti
Kyndli seinasta vikuskifti
vóru tað helst eisini fleiri,
sum vildu vera við, at liðið
uttan teir báðar ikki for-
máddi sær nakað sum helst.
Hetta var helst eisini rætt í
finaludystinum, men leyg-
ardagin var sjón fyri søgn,
so galið er tað kortini ikki.
Ein leikari, sum rættuliga
gjørdi um seg leygardagin,
var Áki Mørk, sum er ein
teirra, sum hevur verið í
Neistanum øll hondbólts-
árini. At hondbóltsevnini er-
u góð, er lítið at ivast í, men
oftani hevur úrtøkan verið
heldur soltin kortini. Leyg-
ardagin hevði hann tó ein
av sínum heilt góðu døgum,
og fleiri av málum hansara
komu í sera týdningarmik-
lum løtum.
Eisini átti málverjin, Pet-
ur Magnusson, stóran heið-
ur fyri sigurin leygardagin.
Tað var annars Bogi Hen-
riksen, sum byrjaði í neista-
málinum, men tíðliga í dyst-
inum varð hann skotin í
andlitið, og so kom Petur á
vøllin. Beinan vegin framdi
hann fleiri bjargingar, og tað
sum eftir var dystinum,
syrgdi hann alla tíðina fyri,
at VÍF ongantíð skuldi
sleppa frá heimaliðnum.
VÍF hevur nú tapt tveir
dystir í endaspælinum, men
framhaldandi eru teir tó á
odda, takkað verið góða
málmuninum.
Teir hava tó leikt ein dyst
meira enn bæði Neistin og
StÍF, sum bresta saman inni
á Skála komandi sunnudag.
Higartil hevur Neistin fing-
ið fulla úrtøku í endaspæl-
inum, og megna teir at vinn-
a sær bæði stigini komandi
sunnudag fer tað at síggja
heilt gott út hjá eldra hø-
vuðsstaðarfelagnum, sum
rættuliga er farið at gull-
merki fyri fyrstu ferð síðani
1978.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 7
(3), Áki Mørk 5, Áki Olsen
4, Kári Mortesen 2, Karl O.
Rasmussen 2, Finnur Hans-
son 2, Ræni Slættanes 1
VÍF: Ingi Olsen 7, Sámal
Joensen 5, Harald Bjørgvin
2, Agnar Joensen 2, Johnny
Joensen 2, Martin Humme-
land 2, Ragnar Zachariasen
1, Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst:
Neistin 4
Útvísingar:
Neistin 1, VÍF 5
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað Áka Olsen at koppa stórabeiggjanum og fyrrverandi liðfeløgum sínum úr Vestmanna, hóast tað eftir myndini at
døma var Ingi, sum megnaði at koppa Áka og Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍtróttarSosialurin kann
sjálvandi eisini lesast á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Ljósanna faðir,
hjá tær er skiftandi skuggi,
í tínum ljósi er birtur ein
ljósanna gluggi,
frelsisljós hátt,
lýsir um aldanna nátt,
okkum er lívssælur uggi.
(Alveldis drottur, 26)
Tað er ikki neyðugt at fara
út um landoddarnar fyri at
síggja hvussu ósamd fólk
eru um leiklutin hjá kristin-
dóminum upp gjøgnum tíð-
irnar. Henda ósemjan byrj-
aði longu á Jesu døgum.
Nógvir bólkar, ella sektir,
stungu seg upp og hvør sekt
royndi at krøkja Jesus uppá
sín krók, og soleiðis taka
patent uppá sannleikan.
Onkur segði Jesus vera ein
politiskan terrorist, sum
vildi stovna tað fullkomna
ríki á jørð. Onkur segði Jes-
us vera ein harðrendan
dómara, sum ikki vildi lata
lívið í annað enn paragraffir
og reglugerðir. Og tað vóru
eisini tey, sum søgdu Jesus
vera ein guðsspottara, ein
ørvitisfisk, sum villeiddi
fólkið.
Og í dag er støðan akk-
urát tann sama. Fólk klandr-
ast framvegis um, hvør
hann er. Tað er sum um at
øll vilja eiga hann, og
summi hava tað soleiðis, at
ongantíð betri um tey halda
seg hava einkarætt til hans-
ara. So, hóast tað eru 2000
ár síðani, at hann gekk her
og stríddist, so hava vit
framvegis øll eina meining
um henda mannin, sum
meira er skrivað um, enn
nakran annan í heimssøg-
uni. Eisini tá vit skriva um
slíkt, sum onki hevur við
kristindómin at gera. Sjálvt
tá vit skriva undir eina kvitt-
an á posthúsinum spøkir
Jesus aftur, tí at tíðarrokn-
ingin, dagfestingin, er sett
eftir føðing hansara.
Hvussu ber tað til, at Jes-
us er so torførur at seta í
bás? Svarið er í roynd og
veru rættuliga einfalt. Tað er
tí at hann ikki setur
nakran av okkum í bás.
Tað var hetta sum fekk sinn-
ið í kók hjá farisearunum,
høvuðsprestunum og øðrum
stórum monnum, sum ikki
toldu, at Jesus setti lívið
hægri enn lógina. Og ikki
bara tað, hann pástóð eisini,
at í Harrans húsi eru mangir
bústaðir, nevniliga ein bú-
staður til hvønn einstakan
av okkum. Tað var ikki utt-
an grund at hann var kross-
festur, tí at hann pilkaði við
sjálvan mergin í einum sam-
felag, sum var borið uppi
av sjálvrættvísi og fordøm-
ing av medmenniskjanum.
Og vit kunnu vera vís í, at
hevði hann gingið her á jørð
í dag, so høvdu tey sjálv-
rættvísu, embætismenn og
aðrir mappufrensar, eisini
her í Føroyum, annaðhvørt
syrgt fyri at hann kom í
fongsul ella var innlagdur á
lukkaða avdeiling. Matteus
sigur, at uppi á fjallinum
umbroyttist Jesus fyri eyg-
unum á vinum hansara.
Hugsa vit um kristindómin
í heimssøguligum ljósi, so
haldi eg tað er rættari at
siga, at tað vóru vinir hans-
ara, sum broyttust. Hjarta-
tátturin í søguni í dag er, at
vinirnir komu omanaftur av
fjallinum sum nýggir menn.
Nú kenna vit føroyingar væl
til fjøll. Vit kunnu bara
hugsa um Grímsfjall her í
Hvalba. Vit síggja fyri okk-
um hesar menninir koma
oman av fjallinum. Ikki sum
fjallmenn, har alt er a rók-
anum eins og í grind. Men
teir koma oman í bygdina
við
avkláraum
eygum,
nýggjum tankum og kensl-
um, tí at teir hava fingið at
vita, beint ímóti lógini, at
teir eru Guðs børn, hóast
teir ikki hava fín størv og
ikki eru viðurkendir av høv-
uðsprestum og øðrum høg-
um harrum. Men tað vóru
ikki bara teir, sum broyttust.
Øll bygdin broyttist. Og so-
leiðis hevur tað verið líka
síðani, eisini her í Hvalba.
Tað kann mangan vera
kalt og harðbali uppi á
Grímsfjalli. Hugsið bara um
náttina, sum fór. Tað kann
eisini vera kalt niðri í bygd-
ini. Tá ið sorgin leggur sína
døpru hond yvir manna-
hjørtuni, og øll bygdin
søkkur saman í angist og
samkenslu. Men síðani Jes-
uspápi tók bygdina í sína
verju, hava bygdarbørnini,
vaksin sum smá, kent fløð-
an av, at vit øll eru Guðs
børn, ongin er settur uttan-
fyri, og ongin hevur rætt til
at seta nakran uttanfyri.
Hetta er gull vert tá á stend-
ur, og stormarnir leika, ikki
bara á Grímsfjalli, men inni
í okkum sjálvum.
Besta dømi um hetta er,
at bygdarfólkið í Føroyum,
frá araldstíð, hevur kallað
Kristus fyri Jesuspápa.
Hetta er, mær vitandi, ein
dømi í allari verðini. Um-
broytingin á fjallinum er
júst tann, at menninir lærdu
Kristus at kenna sum Jes-
uspápa. Jesuspápi er tann,
sum onki leggur í paragr-
affir, og sum tú kanst hava
við tær allastaðni, uttan at
tað er neyðugt at rópa hart
um tað. Hann fylgir tær
ígjøgnum alt lívið - eisini
tá ið tú rørt tann seinasta
teinin.
- Amen -
Ólavur innsettur
sum prestur í Hvalba
Sunnudagin setti Bjarni Bæk, dómpróstur, Ólav Rasmussen í starvi sum sóknar-
prestur í Hvalbiar Sókn, sum hevur ligið í prestaloys síðani á heysti í fjør, tá
Andreas Andreassen segði seg úr starvi. Vit prenta innsetingarprædiku Ólavs:
Í hesi løtu gertst Ólavur
Rasmussen aftur prestur
Mynd: Áki Bertholdsen
— Tað er sum um at øll vilja eiga hann, og summi hava tað soleiðis, at ongantíð betri um tey halda seg hava
einkarætt til hansara, segði Ólavu Rasmussen, hvalbiarprestur, m. a. í prædikuni í Hvalbiar kirkju sunnudagin
U S A
Dollarar
B r e t l a n dPund
T ý s k l a n dMarkur
S v ø r í k i
Króna
N o r e g
Króna
F r a k l a n dFrankur
B e l g i a
Frankur
S v e i t s
Frankur
H o l l a n d Gyllin
I t a l i a
Liri
F i n n l a n dMarkur
Í s l a n d
Króna
E y s t u r r í k iSkillingur
S p a n i a Pesetas
P o r t u g a lEscudos
K a n a d a Dollari
G r i k k a l a n d
Drakmur
J a p a n
Yen
Í r l a n d
Pund
Evra
14.02.00
752,2900
1196,8200
380,6800
87,7000
92,0800
113,5000
18,4570
463,7400
337,8600
0,3845
125,2200
10,3000
54,1080
4,4750
3,7140
518,1200
2,2360
6,9531
945,3700
744,5400
Ultimo
januar
758,8200
1231,5900
380,5300
86,5000
92,0000
113,4600
18,4490
462,3200
337,7300
0,3844
125,1700
10,3000
54,0870
4,4730
3,7120
525,3000
2,2420
7,1009
945,0000
744,2500
VALUTAKURSIR
ÓLAVUR Í BEITI
– Í seinastuni hava aðrir
spurningar viðv. skattlóg-
gávu verið umrøddir á
tingi. Samgonguskjalið,
ið verandi samgonga
byggir á, staðfestir, at
skattalættar skulu fremj-
ast. Nakrir samgongu-
tingmenn fýlast á, at einki
røkist fyri at nakað hendir
á hesum øki, meðan fíggj-
armálaráðharrin heldur, at
ov nógv ferð er á búskap-
inum til, at skattalættar
kunnu fremjast, stendur
m. a. í nýggjasta tíðinda-
skrivinum frá Vinnuhúsi-
num.
Og víðari verður sagt,
at gaman í er ferð á bú-
skapinum, men tað eigur
ikki at vera nakar trupul-
leiki. Føroya Arbeiðsgev-
arafelag hevur ilt við at
fáa eyga á, nær skatta-
lættar skulu fremjast, um
tað ikki verður í góðum
tíðum.
– Vit vilja fegin síggja
tann ráðharra, sum hevur
dirvi at geva skattalættar,
tá búskapurin er í mink-
ing, og almennu kassarnir
tømast. Í einari slíkari
støðu kunnu skattalættar
jú merkja skerjingar, eis-
ini av størvum — og á-
sannast má, slíkt er ó-
hugsandi í Føroyum.
– Eftir okkara tykki, er
lagaliga løtan til minking
av skattatrýstinum júst tá
ið hetta kann gerast,
uttan
at
almennu
kassarnir líða undir tí.
– Vit skilja fullvæl, at
tað kann hava avleiðing-
ar at seta uppaftur meira
ferð á búskapin, við at
geva skattalættar. Men
tað finnast aðrir møgu-
leikar at regulera búskap-
arhitan enn skattatrýst.
Um búskapurin skal
tálmast, snýr tað seg um
at minka um almennu
ella privatu nýtsluna. Og
heldur enn bara at hugsa
um privatu nýtsluna, eiga
myndugleikar okkara í
nógv størri mun, at seta
almennu nýtslunu undir
sjóneyku.
– Vit sakna eina mið-
vísa og regluliga gjøgn-
umgongd av øllum virk-
semi undir landinum, við
tillaðing av almenna
sektorinum fyri eiga, so-
leiðis at borgarin fær ver-
uligt virði fyri hvørja
skattakrónu.
– Eisini er møguligt at
lækka skattatrýstið og
samstundis skapa karmar
í fremja áhugan hjá borg-
aranum í egnari uppspar-
ing, verður sagt í tíðind-
askrivinum frá Vinnu-
húsinum.
Vit vilja fegin síggja tann ráð-
harra, sum hevur dirvi at geva
skattalættar, tá búskapurin er í
minking, og almennu kassarnir
tømast, skrivar Vinnuhúsið í tíð-
indaskrivi
Skattalættar
kunnu
merkja
skerjingar