týsdagur 15. februar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
JÁKUP MØRK
Neistin-VÍF 20-24 (11-10)
Dysturin leygardagin var
allar helst ein av teimum,
sum hevði stóran týdning
fyri, hvar silvurmerkini
enda, tá kappingarárið er
runnið.
Skal metast eftir hesum,
er lítið at ivast í, at VÍF í
løtuni hevur sera góð kort á
hondini í silvurstríðnum.
Takkað verið Ioanu Rápa,
eydnaðist tað teimum nevn-
liga at fáa tvey stig norður
aftur við sær, tá tær leyg-
ardagin vóru í Havn, har tær
vitjaðu Neistan.
Sera javnt
Fyrsta umfarið gekk annars
sera javnt á. Hvørgin part-
urin vildi geva seg, og hóast
spælið sum so ikki var nak-
að at reypa av, so gjørdi
javna støðan sítt til, at nerv-
in alla tíðina var til staðar.
Hjá VÍF var tað sum ikki
eina ferð leikandi venjarin,
Ioana Rápa, sum gjørdi um
seg í álopspartinum. VÍF
fekk tíggju mál fyrra um-
farið, og av teimum fekk
rumenin hjá teimum ikki
færri enn sjey. Á mótstøðu-
liðnum var eisini ein rumeni
at síggja, men hóast Ileana
Manolescu er ein fínur leik-
ari, sum hevur styrkt mun-
andi um neistaliðið, so meg-
nar hon ikki á sama hátt at
átaka sær ein avgerandi
leiklut.
Helst hongur hetta eisini
saman við teirri sannroynd,
at fysiska styrkin hjá Ioanu
er øgilig. Líka mikið hvussu
mótstøðuleikararnir royna
at forða fyri tí, so megnar
hon aloftast at berja seg í-
gjøgnum verjuna, og fær
hon skot á, er ikki lukkuligt
at standa fyri.
Hóast nógvu málini frá
vestmannavenjaranum, so
megnaði Neistin kortini at
fylgja við, og móti endanum
av fyrra hálvleiki megnaðu
tær at sleppa tvey mál fram
um VÍF. Hetta var sam-
stundis fyrstu ferð, at meira
enn eitt mál var á muni.
Skrædnaði brádliga
Seinna helmingin av dyst-
inum gekk eisini sera javnt
á at byrja við. Um tað kann
sigast, at nakað av liðunum
átti munin, so var hetta helst
Neistin, sum alla tíðina hev-
ði hug at halda nøsini fram-
man fyri VÍF.
Miðskeiðis í hálvleiki-
num kom tó brádliga vend
í. Eina løtu riggaði einki í
álopspartinum á neistalið-
num, og í hinum endanum
lá alsamt betri fyri hjá VÍF.
Eftir lítlari løtu vunnu tær
seg trý mál fram um neista-
liðið, og líkt var nú til, at
sigurin skuldi fara til úti-
liðið.
Neistakvinnurnar góvust
tó ikki á hondum, og skjótt
vóru tær aftur bert eitt mál
aftan fyri VÍF. Hetta takið
kostaði tó ivaleyst nógvar
kreftir, og seinastu minutt-
irnar av dystinum, kundu
VÍF staðfesta sigurin.
Satsaðu nógv
Sum nevnt, so var tað eina
løtu miðskeiðis í seinna
hálvleiki, at VÍF megnaði
at vinna sær fyrimunin, men
vóru tær eitt sindur óhepnar,
kundi tað eins væl koppað
hin vegin.
Fleiri av málunum hjá
VÍF komu nevnliga eftir
skjótálop, har bólturin varð
Ioana fer eftir silvurmerkjunum
Í stórum pørtum av dystinum hevði Neistin eitt gott tak á vestmannagentunum, men sum ikki einaferð avgjørdi Ioana
Rápa dystin til fyrimuns fyri VÍF
tveittur langt fram, og sjálv-
sagt er tað ein góð dygd, at
leikararnir dga at nýta hetta
vápn. Tað skal tó leggjast
afturat, at ofta var líkt til, at
bóltarnir, sum vórðu tveittir
fram, ikki vóru ætlaðir nøk-
rum ávísum leikara.
Satsingin við longu send-
ingunum varð tó væl eydn-
að, og var hetta onnur av
orsøkunum til, at VÍF kundi
fáa stigini við sær heim
aftur. Hin orsøkin var Ioana
Rápa.
Sum nevnt, so er VÍF sera
væl fyri í silvurdystinum
nú. Tær hava tvey stig fleiri
enn Neistin og Kyndil, men
hinvegin hava hesi liðini ein
dyst til góðar. Komandi vik-
una skulu bæði havnarliðini
tó til Klaksvíkar at royna
seg, og tá VÍF næstu ferð
skal royna seg móti Tjaldur,
er lítið at ivast í, at tey bæði
stigini helst gerast til fýra,
tá komandi vikuskiftið er
runnið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø
7 (2), Ileana Manolescu 4,
Mildrid Jacobsen 3, Inga
Danberg 2, Marjun Jóg-
vansdóttir 1, Gunnelyg
Berg 1, Birita Wardum 1,
Rúna Wardum 1
VÍF: Ioana Rapa 14 (3),
Jacklin Durhuus 4, Óluvá
Poulsen 2, Fríða Johanne-
sen 2, Nicolina Joensen 1,
Signhild Petersen 1
Brotskøst:
Neistin 2, VÍF 3
Útvísingar:
Neistin 3, VÍF 1
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans
Thomassen
JÁKUP MØRK
Fyrr í ár gjørdi kyndils-
venjarin, Flemming Raben,
av, at hann ikki longur vildi
sita við stýrsvølin hjá besta
kvinnuliðið felagsins (hann
varð ikki sagdur úr sess-
inum, sum vit skrivaðu í
seinastu viku). Tað ferðina
varð tað fyrst Bárður Jo-
hannesen og síðani Sophus
Dahl Christiansen, sum tók-
u yvir í venjarasessinum.
Báðir hava teir eina drúgva
fortíð í Kyndli.
Tá Neistin leygardagin
leikti móti VÍF, var eitt tað
fyrsta ein legði til merkis,
at Rene Kristensen ikki
longur sat á skiftisbeinki-
num hjá Neistanum. Í staðin
var tað ein gamal kenning-
ur, Christian Poulsen, sum
gav leikarunum boð um,
hvat og hvussu tær skuldu
gera.
Samstarvið riggaði
ikki
Vit hava spurt okkum fyri
hjá leikarum og leiðslu hjá
Neistanum, og boðini eru so
at siga einsljóðandi hjá báð-
um pørtum. Bæði Inga Dan-
berg, liðskipari, og Jón Kra-
gesteen, formaður í Neist-
anum, siga við Sosialin, at
Vestmannagenturnar hava havt sera gott tak á Neistanum hetta kappingarárið, og sunnudagin vunnu tær
triðju innanhysis uppgerðina millum liðini bæði
Mynd: Álvur Haraldsen
Leitað aftur á
slóðina
Høvuðsstaðarfeløgini, Neistin og Kyndil, hava nú bæði skift venjara á konu-
fólkasíðuni hetta kappingarárið, og í báðum førum hava gamlir kenningar
tikið við
samstarvið millum leikarar
og venjara ikki riggaði.
Sum tað ofta verður tikið
til uttanlands, so riggaði ke-
miin ikki, og tískil varð av-
gjørt, at Rene Kristensen
skuldi sigast úr starvinum.
Hann er tó framvegis virkin
í felagnum, har hann hevur
ábyrgdina av liðum í yngru
deildum felagsins.
Seinastu nógvu árini hev-
ur Christian Poulsen verið
sera virkin í Neistanum, har
hann hevur venjari hjá
nógvum liðum gjøgnum ár
og dag. Í ár hevur hann so
tikið sær av gentur 16, og
nú hevur hann so eisini
fingið ábyrgdina av besta
kvinnuliðnum fyribils.
Christian sigur sjálvur, at
enn er einki avgjøt, um hann
verður verandi venjari rest-
ina av kappingarárinum,
men við tað at tíðin var so-
mikið knøpp, játtaði hann
at taka við fyribils.
Beint eftir dystin
leygardagin var lagið
ikki av tí besta hjá
nýggja
neistavenjaranum,
Christiani Poulsen
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Kyndil-Tjaldur
34-21 (15-9)
Steypavinnararnir úr Kynd-
li, munnu hava hildið høvd-
ið nakað høgt alla seinastu
viku, og einki er at ivast í,
at teir eisini hava havt allar
hugsandi orsøkir til hetta.
Hondbóltur snýr seg tó
um annað og meira enn bara
steypakappingina, og sunn-
udagin kallaði gerandisdag-
urin aftur, tá Tjaldur var
komið til Havnar.
Uttan iva var tað sera
heppið fyri Kyndil, at talan
sunnudagin var um eitt av
veikaru liðunum í deildini.
Ofta er tað jú soleiðis, at
leikararnir hava hug til at
dovna nakað, tá teir júst
hava vunnið ein stóran
sigur.
Gjørdi sum teimum
lysti
Tað var eisini líkt til, at
kyndilsleikararnir vóru alt
annað enn uppsettir, tá teir
sunnudagin fóru á vøllin.
Ferðin á spælinum var sera
lág so at siga allan fyrra
hálvleik, og uttan at nakað
verður tikið frá Tjaldurs-
liðnum, so var tað ikki or-
sakað av góðum spæli, at
teir meginpartin av fyrra
hálvleiki høvdu fatur í
kyndilsliðnum.
Javna gongdin helt sær
inn til tað restaðu góðir
fimm minuttir av fyrra hálv-
leiki. Tá nýtti kyndilsven-
jarin sítt time-out, og eftir
hetta setti kyndilsliðið brád-
liga meira ferð á.
Seks mál á rað syrgdu fyr-
i, at dysturin so at siga var
avgjørdur, og í seinna hálv-
leiki hildu teir bara á fram,
hóast ferðin ongan tíð gjør-
dist hin heilt stóra.
Tjaldursleikararnir høvdu
eisini sæð, at dysturin í
roynd og veru var taptur, og
tí royndu teir als ikki at mut-
a ímóti, men lótu kyndils-
leikararnar gera, sum teim-
um lysti.
Sostatt var ikki tað undir-
haldsvirðið í dystinum, men
onkrar góðar detaljur fingu
fáu áskoðararnir tó at síggja,
tá Hannis og Hans Áki
royndu seg við onkrum
smørtum skoringum.
Bjarni út
Hóast Kyndil sostatt vann
ein heldur lættan sigur, so
munnu teir helst iðra seg
um, at Bjarni Wardum fekk
eitt heldur óneyðugt reytt
kort, tá hann mest sum fyri
seg sjálvan mutlaði nøkur
orð, sum dómararnir helst
ikki skuldu hoyra.
Oyruni vóru tó vakin, og
tí mátti Bjarni ganga tungu
leiðina út í skiftisrúmið,
nakað áðrenn liðfelagarnir
vóru lidnir at spæla.
Kyndil má sostatt vera
stórskjútta sín fyri uttan
komandi dystin, men tá hes-
in er móti H71, er helst
væntandi, at Kyndilsliðið
megnar at fáa stigini, uttan
hjálp frá Bjarna.
Kyndilsliðið er nú bert
fýra stig frá teimum trimum
oddaliðunum, so hóast út-
litini ikki eru av teimum
allarbestu, so er liðið ikki
heilt aftur úr siglt kortini.
Úrslitini skulu tó laga seg
sera væl, um tað skal eyd-
nast teimum grønu at vinna
seg fram á fremsta pláss,
men so leingi møguleikin er
til staðar, kunnu teir ikki
heilt avskrivast.
Tjaldur sær hinvegin út til
at fáa tað sera torført restina
av kappingarárinum. Enn
hevur liðið ongan dyst
vunnið í grundspælinum, og
megna teir ikki at vinna
komandi vikuskifti, tá teir
skulu royna seg móti KÍF,
fer av álvara at síggja svart.
Ein uggi man tað tó vera, at
tað í løtuni ikki er líkt til, at
nakað lið fer at flyta niður,
men tað er so ongantíð stutt-
ligt at liggja aftast.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Hannis Wardum 8
Vónin er ikki slept
Uttan nakað stórvegis hóvasták vant Kyndil burtur úr Tjaldur, tá liðini hittust
sunnudagin, og enn hevur kyndilsliðið ikki mist alla vón um heiðursmerki
hetta kappingarárið
(1), Hans Áki Dahl Christ-
iansen 8, Jacob Jónsson 7,
Rúni Poulsen 5, Bjarni War-
dum 3, Regin Petersen 2,
Uni Wardum 1
Tjaldur: Sverri Justinussen
7 (3), Súni F. Johannesen 4,
Mortan Hansen 4, Ragnar
Olsen 3, Arnfinn Langgaard
2, Dia Lamhauge 1
Brotskøst:
Kyndil 1, Tjaldur 3
Útvísingar:
Kyndil 5, Tjaldur 4
Diskvalifikatión:
Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen
JÁKUP MØRK
Í steypafinaluni vóru tað
mong, sum undraðust á,
hvussu deydligt tað gjør-
dist á neistaliðnum, tá Áki
Olsen og Heini Joensen
vórðu mansvardir.
Helst vóru tað eisini
fleiri, sum væntaðu, at
VÍF leygardagin fór at
nýta sama taktik, men so
var ikki.
Hjalmar Klein Olsen
greiður frá, at teir gjørdu
av, at teir í fyrsta umfari
skuldu royna at steðga
stórskjúttunum við at fara
tíðliga út í teir, og hetta
heldur hann eisini eydn-
aðist heilt væl.
- Til saman fingu teir
báðir átta mál, um brots-
køstini ikki verða tald við,
so í so máta eydnaðist
taktikkurin hjá okkum,
segði Hjalmar við Sosi-
alin. Hann legði eisini aft-
urat, at tað fyrst og fremst
var teirra egna skyld, at
vestmenningarnir
ikki
megnaðu at avgera dystin
í fyrra hálvleiki.
Tað er eisini ein sann-
roynd, at vestmenningar
høvdu góð kort á hondini
í fyrra hálvleiki, men av
ósketni lovaðu teir neista-
liðnum inn aftur í dystin,
og hetta máttu teir so eis-
ini gjalda fyri.
Venjarin helt eisini, at
yvirhøvur spældu hansara
menn ikki nóg væl hend-
an dystin. Satt at siga var
tað bert avrikið hjá Inga
Olsen, sum venjarin metti
sum nøktandi, og ein
maður er dekan ov lítið,
tá tað helst skulu vera sjey
góðir leikarar á vøllinum
í senn.
Í aldudali
Seinastu dystirnar hevur
annars verið líkt til, at
vestmenningar hava verið
í einum aldudali. Alt
grundspælið taptu teir
einans ein dyst, men síð-
ani nýggjár hava teir tapt
móti bæði StÍF og Neist-
anum, umframt at teir
máttu lúta fyri Kyndli í
steypakappingini.
Kanska er hetta ein av-
leiðing av, at venjingin
hjá
vestmenningunum
byrjaði somikið tíðliga,
men komandi vikurnar
hevur liðið tó allar møgu-
leikar fyri at koma úr
aldudalinum.
Trý vikuskifti í slag
skulu teir nevnliga royna
seg móti teimum trimum
botnliðunum, áðrenn teir
í endaspurtinum skulu
hitta liðini, sum løtuni
liggja á øðrum, triðja og
fjórða plássi í kappingini.
Megnað vestmenningar
at vinna komandi tríggjar
dystirnar, er lítið at ivast
í, at teir standa í eini sera
góðari støðu, áðrenn sein-
astu dystirnir verða leik-
tir. Hini oddaliðini hava
øll onkra innanhýsis upp-
gerð at hugsa um í sama
tíðarbili, og tískil kann
væl henda, at vestmenn-
ingar hava minni trýst á
sær, tá seinastu umførini
skulu leikast.
Høvdu allar
møguleikar
- Tað var ikki í verjupartinum at
tað kiksaði, segði venjarin hjá VÍF,
Hjalmar Klein Olsen, tá vit tosaðu
við hann eftir tapið móti Neista-
num leygardagin
- Vit hava okkum sjálvum at takka fyri ósigurin
leygardagin, sigur venjarin hjá VÍF, Hjalmar
Klein Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Talan gjørdist ongantíð um nakran spennandi dyst sunnudagin, tá Kyndil og Tjaldur hittust. Eftir at teir
vunnu teir vunnu eina trygga leiðslu tíðliga í dystinum, sleptu Uni og liðfelagar hansara ongantíð takinum
Mynd: Álvur Haraldsen