Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 31 - 15. februar 2000 JÁKUP MØRK KÍF-H71 26-22 (11-10) Alt kappingarárið hava kollfirðingar og hoyvíking- ar saman við runavíkingum stríðst um, hvør av teimum skal hava ivasama heiðurin av eiga niðasta plássið á stigatalvuni. Tá grundspælið var lið- ugt, varð av nógvum hildið, at hetta fór at gerast ein dystur millum KÍF og H71, men eftir dystin sunnudagin er støðan nú tann, at runa- víkingarnir eiga niðasta sessin, meðan hoyvíkingar eftir ósigurin sunnudagin mugu finna seg í at liggja undir kollfirðingunum. H71 betri byrjan Tað vóru annars hoyvíking- ar, sum byrjaðu betri sunnu- dagin, og fyrstu løtuna vóru tað eisini teir, sum fingu flestu málini. Kollfirðingarnir megnaðu tó at svara aftur, seinna part- in av hálvleikinum gekk sera javnt á í málskjótingini. Tá liðini bæði hittust seinast, var tað Petur Martin Johansen, sum tók sær av yvirskriftunum, við tað at hann ta ferðina skeyt ikki færri enn 12 málunum í kollfarasigrinum. Hetta vildu hoyvíkingar- nir ikki lata sær lynda aftur, og tískil var Petur Martin mansvardur stórar partar av dystinum sunnudagin. Av tí sama fekk hann ikki gjørt so nógv um seg, men hin- vegin viðførdi hetta eisini, at meira pláss varð hjá lið- feløgum hansara. Hetta dugdi serliga Vagnur Jo- hansen at gera sær dælt av. Óla Kristian var á muni Í seinna hálvleiki megnaðu kollfirðingar beinan vegin at leggja sjógv millum seg og hoyvíkingarnar, og sum útvarpsmaðurin kundi greiða frá, so helt hesin munur sær allan dystin á tamb. Hóast kollfirðingar so- statt líktust einum vinnara meginpartin av seinna hálva tímanum, so góvust hoyvík- ingar ongantíð á hondum. Munurin millum liðini var tó, at Óla Kristian í KÍF málinum hevði ein sera góðan dag. Fleiri ferðir mundi hann geva hoyvík- ingum stórt høvuðbrýggj, tá hann stóð fyri skotum teirra, og millum annað tók hann ikki færri enn fimm av teim- um níggju brotskøstunum, sum hoyvíkingar fingu til- lutað í dystinum. Í hinum endanum megn- aðu hvørki Jens Skipagøta KÍF fór av niðastu rók Meginpartin av kappingarárinum hava kollfirðingar verið á niðasta sessinum, men við sigrinum á hoyvíkingum fór liðið tvey pláss upp á stigatalvuni ella Høgni Johansen at tog- að spæl av sama flokki fram. Ikki tí, teir spældu ikki nakran vánaligan dyst, men teir megnaðu ikki á sama hátt sum Óla Kristian at seta dám á dystargongd- ina. Móti endanum av dyst- inum royndu hoyvíkingar at fara langt fram á vøllin, fyri á tann hátt at órógva koll- firðingarnar, men tá var ov seint, og leikararnir á heimaliðnum kundu sostatt fegnast um en tvey stig til soltna stigaposan. Dumpiplássið nærkast Sum nevnt, so duttu hoy- víkingar eitt pláss niður á stigatalvuni sunnudagin, og vil illa til, kunnu teir fara niður at dumpiplássið kom- andi vikuskifti. Tá skulu kollfirðingar nevnliga royna seg móti Tjaldur, og um runavíking- arnir vinna tann dystin, hava teir eins og kollfirð- ingar fimm stig. Hoyvíkingar skulu tá royna seg móti vestmenn- ingum, og tað er í øllum førum ikki væntandi, at H71 fer at fáa nakað sum helst burtur úr hesum dysti. Í løtuni er tó ikki líkt til, at nakað av liðunum noyð- ist niður í aðru deild kom- andi ár. Einasta liðið, sum kann flyta upp úr aðru deild eru Stjørnan, men í løtuni eru teir á aftasta plássinum í deildini. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Petur M. Johansen 7 (3), Vagnur Johansen 7, Petur M. Poulsen 4, Jákup Dam 3, Rúni Nolsøe 3, Egill Steintórsson 1, Finn H. Jo- hansen 1 H71: Halgir D. Olesen 7 (2), Allan Mørkøre 5 (2), Eyðun Højgaard 3, Olaf Vestergaard 2, Tróndur Vatnhamar 2, Hallur Dan- ielsen 1, Rene D. Olesen 1, Svend Poulsen 1 Brotskøst: KÍF 5, H71 9 Útvísingar: KÍF 8, H71 1 Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen Petur Martin Poulsen, sum her sæst í dysti móti Neistanum, fór saman við liðfel- øgunum tvey pláss upp á stigatalvuni hetta vikuskifti Savnsmynd SVEINUR TRÓNDARSON Fram-Mjølnir 0-2 á uttanveltaðum vølli í Runavík Fyri fyrstu ferð í fleiri harr- ans ár, skal tað aftur finnast ein almennur steypavinnari í flogbólti. Henda kapping hevur ikki verið til síðani Fleyrkapp- ingin varð til fyri skjótt nógvum árum síðani, og tað er ikki sørt, at tað — millum leikarar — hevur verið Mjølnir í steypafinaluna saknur í henni. Tó so at tað nú kemur ein steypakapping, so er hon ikki skipað, sum í øðrum ítróttargreinum, tí almenna steypafinalan er ein finala millum liðini, sum hava klárað seg best í steypa- kappingini hjá Fleyr og hjá Mjølnir. Hjá monnum var tað so, at Fleyr vann tær báðar kappingarnar. Men av tí at Fram var mótstøðuliðið í Havn og Mjølnir í Klaksvík, so máttu Fram og Mjølnir leika semifinaludyst sunnu- dagin, fyri at finna mót- støðuliðið hjá Fleyr. Tað koyrir hjá Mjølnir Av tí at hvørki av liðunum skuldi hava fyrimun í dyst- inum sunnudagin, varð hann leiktur á uttanveltað- um vølli. Høllin í Runavík, sum mangan er brúkt til landsliðsvenjingar, varð vald til leikstað, og tað var ikki illa hugsað, tí frástøðan er á leið líka long úr Havn og úr Klaksvík. Semifinaluna vann Mjøl- nir greitt 2-0. Tí vera tað teir, sum skulu hitta Fleyr í steypafinaluni, sum verður leikt seinni í ár. So tað sær út til, at tað koyrir væl hjá Mjølnir í løt- uni. Fríggjakvøldið vunnu teir ruddiligan sigur á ÍF á Kambsdali, og sunnudagin endurtóku teir bragdi móti Fram. Umframt at tað sjálvsagt er gott hjá Mjølnir at sleppa í steypafinaluna, so var dysturin sunnudagin eitt gott herðaklapp hjá Mjølnir í kappingini móti Fram, sum annars liggur tvey stig framman fyri teir í stiga- talvuni. Tað verður annað av hesum liðunum, sum vinnur silvur, og tí hevur tað stóran sálarligan týdning fyri klaksvíkingarnar at vinna á havnarmonnunum. Kærkomið høvið Umframt tað, so er finalan, sum Mjølnir nú hevur tryggjað sær rætt til at spæla í, eitt kærkomið høvið hjá klaksvíkingum, at bøta um kappingarárið. Tað er neyvan at taka ov rívan til, tá vit siga, at tað gekst teimum illa í hond fyrst í hesum kappingarári- num, men síðani jugosla- viski venjarin kom ti býin, hevur pípan fingið annað ljóð. Dystirnir millum Fleyr og Mjølnir hava verið serstak- liga spennandi, og tí eru út- lit til, at vit fáa eina spenn- andi steypafinalu hjá monn- um. Landskappingin er jú avgjørd ... Flogbóltur: Seinnapartin sunnudagin varð semifinaludystur leiktur í steypa- kappingini hjá monnum. Fram og Mjølnir leiktu í Runavík. Mjølnir vann dystin 2-0 og teir eru tí til reiðar at hitta Fleyr í finaluni Mjølnir hevur vunnið sær rættin at spæla móti Fleyr í finaludystinum í steypakappingini hjá monnum JÁKUP MØRK Kyndil-Tjaldur 28-21 (15-10) Tjaldur hevur enn ikki fing- ið nakað stig til høldar hetta Ongantíð nakar ivi Spenningur var ongantíð um úrslitið, tá Kyndil og Tjaldur leygardagin dyst- aðust í bestu kvinnudeildini kappingarárið, og tað mun- du eisini vera tey fægstu, sum ivaðust í, hvønn veg stigini skuldu fara, tá ný- kosnu steypavinnararnir úr Kyndli tóku ímóti sunnu- dagin. Eingin spenningur Kyndilsgenturnar lótu hel- dur ongantíð nakran iva ver- a um, at tær so sanniliga ætlaðu sær stigini sunnu- dagin. Eftir at Tjaldur hevði lagt seg fram um fram um fyrstu løtuna, setti kyndilsliðið ferðina nakað upp, og eftir hetta var als eingin ivi um, at sitigini skuldu verða ver- andi í Havnini. Eftir stuttari løtu hevði JÁKUP MØRK VB-Stjørnan 30-33 (15-17) Eftir vónbrotið í finaludyst- inum seinasta vikuskifti, skuldi VB sunnudagin royna at reisa seg, hóast tær so at siga einki hava at spæl- a fyri tað, sum eftir er, av kappingarárinum. Gestirnir hesu ferð vóru oddafiskarnir úr Klaksvík, og útlit vóru tí fyri einum sera torførum dysti, har VB liðið helst ikki skuldi gera sær alt ov stórar vónir um at hava tey bæði stigini har suðuri. Rannvá bjargaði Stjørnuni Tað gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at klaksvíks- genturnar í øllum førum ikki skuldu vænta sær tvey løtt stig í høllini har suðuri. VB genturnar byrjaðu dystin sera væl, og ikki var líkt til, at stjørnurnar úr Klaksvík fingu loyvi til at spæla sítt vanliga spæl. Hesu ferð varð tað nevn- liga VB, sum í nógv størri mun kundi gera sær dælt av kontraspælinum, sum ann- ars hevur verið eitt hitt heimaliðið vunnið sær eina trygga leiðslu, og munurin ikki vaks so øgiliga nógv eftir hetta, so høvdu tær grønu tamarhald á støðuni gjøgnum allan dystin. Ein kundi kanska vænta, at runavíkingar fóru at ger- ast offur fyri enn einari eyð- mýking, men so galið gjør- dist tað kortini ikki, í hvussu so er ikki á pappíri- num. At kyndilsliðið í stór- um pørtum av dystinum tók sær av løttum er so ein onn- ur søga, sum ikki sæst, tá stigatalvan verður gjørd upp við kappingarárslok, men sum Tjaldur spælur í løtuni er lítið at ivast í, at eitt runt 0 framvegis fer at standa á stigatalvuni. Tó er kanska ein lítil glotti at hóma hjá tjaldurs- kvinnunum, tí sunnudagin var Beinta Joensen aftur at síggja á liðnum. Hon hevur annars verið í barnsburð- arfarloyvi alt kappingarár- ið, men við henni á liðnum, eru møguleikarnir hjá Tjaldrinum so øktir nakað. Lítið er tó at ivast í, at skal Tjaldur taka nakað stig í kappingarárinum, verður tað orsakað av at mótstøðu- liðini undirmeta tær, og kanska verður hetta veru- leiki onkran dystin. Stríðast fyri silvurinum Kyndilsliðið er framhald- andi partur í silvurstríðnum, har tær í løtuni eru tvey stig aftan fyri VÍF, men við ein- um dysti til góðar. Spur- ningurin er so, um kynd- ilsliðið megnar at basa Stjørnuni, tá tær komandi týsdag skulu til Klaksvíkar at royna seg. Megna tær tá at endur- taka bragdið frá hálvfinal- unum í steypakappingini standa tær í eini sera góðari støðu. Hinvegin kann ein ósigur gera, at VÍF fer at hava allar trumfirnar á hondini, tá avgerðin um annað plássið skal takast. Fyrsta plássið endar uttan í Klaksvík, hóast tað á papp- írinum enn kann broytast, tó at hetta tykist vera nakað veruleikafjart. Fyrst gongur leiðin tó til Vágs, har VB skal royna at hevna ósigurin í finaludyst- inum, og kravið til kynd- ilsliðið er púra einfalt í hes- um dysti. Skulu tær fram- vegis hava ein leiklut í sil- vurstríðnum, er neyðugt at vinna tann dystin. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 9 (1), Rakul Joensen 6, Jórun Ludvig 4, Ann Hansen 3, Palma Petersen 3, Anya Midjord 2, Jensia Petersen 1 Tjaldur: Kristine Ellings- gaard 6, Sunrid Gleðis- heygg 5 (2), Beinta Joensen 3, Mona Langgaard 2, Han- sa Mikkelsen 2, Heidi Ja- cobsen 2, Elinbjørg Hamm- er 1 Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 3 Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen sterkasta vápnið hjá klaks- víksgentunum. Útiliðið var kanska eisini nakað skert, tí bæði Anna K. Samson og Una Olsen vóru staddar uttanlanda til dystin. Í teirra stað leikti Ragna Andreasen, og ikki kann sigast annað enn, at hon fekk prógvað, at breiddin á liðnum er í lagi. Sum sagt, so royndu tær á heimaliðinum at gera sítt til, at klaksvíksgenturnar skuldu fáa ein harðan dyst, og ikki kann sigast annað enn, at hetta eydnaðist sera væl. Eftir dystin frættu vit, at størsta orsøkin til, at Stjør- nan ikki varð fullkomuliga afturúrsigld fyrsta hálva tíman var, at Rannvá stóð ein rimmar dyst í málinum. Fleiri ferð hevði hon góðar bjarningar, tá á stóð, og tað gjørdi tað ofta. Kontraspælið hjá VB koyrdi sera væl, og har um- framt dugdu tær sera væl at gera sær dælt av, at verjan hjá Stjørnuni í fleiri førum var sera passiv. Breiddin væntar Tað er skrivað fleiri ferðir hetta kapingarárið, at VB liðið hevur eitt lið, sum er samansett av fleiri serae evnaríkum leikarum, og í nógvum dystum hava tær verið sera nær sigrinum, utt- an at tað hevur eydnast tei- mum at vinna dystin. Í so máta var hesin dyst- urin einki undantak, og spurningurin er helst, um breiddin á liðnum ikki er í minna lagi. Ikki tí, bonkurin hjá heimaliðnum var væl mannaður sunnudagin, men kortini hendi tað bæði í fyr- ra og í seinna hálvleiki, at liðið so at siga steðgar upp eina løtu. Móti endanum av fyrra hálvleiki Stjørnan fimm mál á rað, og kundi tí fara til hálvleiks við eini tvey mála leiðslu, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð sama skilið, tá Stjørnan fekk fýra mál á rað, og harvið skapti grundarlagið undir endaliga sigrinum. Vónandi fella VB gent- urnar tó ikki í fátt av hesum, tí tað er einki at ivast í, at tilfarið er sera gott hjá teim- um, og halda leikararnir á- fram við venjingini, kunnu tær helst gera nógv meira um seg komandi árini. Í ár verður helst ikki talan um tær stóru skreytirnar, og í øllum førum tykjast heið- ursmerkini at vera langt burturi. Tó kunnu tær helst arga nøkur av oddaliðunum, og fyrsta møguleikan til tess fáa tær sunnudagin, tá tær hava møguleika at hevna ósigurin í steypafinaluni. Stjørnan tykist hinvegin stevna beint móti FM-heit- inum, og sum venjari teirra, Rógvi Nielsen, segði eftir dystin: »Tá vit kunnu vinna ein slíkan dyst, dugi eg illa at síggja, hvat skal steðga okkum«. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Regina Rádó 10 (2), Arnleyð Krosslá 8, Gurið Mortensen 6 (1), Sólrun Krosslá 3 (1), Christina Holm 2, Eyðbritt Krosslá 1 Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (8), Annika Ljósstein 7, Si- mona Hansen 7, Andrijana Milodanovic 4, Ragna An- dreasen 2, Joan M. Joensen 2 Brotskøst: VB 6, Stjørnan 8 Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Alexandur Johansen Málveitsla suðuri í Vági Í einum ógvuliga málríkum dysti, eydnaðist tað Stjørnuni at fáa tvey stig norður aftur við sær, hóast tær í stórum pørt- um av dystinum høvdu alstórar trupulleikar av VB Regina Rádó skeyt ikki færri enn 10 mál sunnudag- in, men hetta var tó ikki nóg mikið til at basa Stjørn- uni Savnsmynd