týsdagur 15. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
TB-Mjølnir 0-2
Skuldi nakar steðga Mjølnir
á veg móti meistaraheiti-
num, so skuldi tað verða
TB. Tvørágenturnar hava
víst seg at vera tær stinnastu
í kappingini móti klaks-
víkskvinnum í ár, men hóa-
st tað, so var tað ikki nóg
mikið til sigurin í høllini í
Trongisvági sunnudagin.
Eingin mótstøða
Í veruleikanum er tað ein
løgin støða at standa í hjá
klaksvíkskvinnum.
Tær
vinna og vinna, og um tær
eru fullmannaðar ella ikki
— ja, tað kann fyri so vítt
vera líkamikið.
Tær hava eisini mist fólk
í ár, men tað sæst verri enn
so líka væl á spælinum,
sum tað ger hjá hinum lið-
unum. Tær fáa onga mót-
støðu kortini. Tí má júst
styrkin hjá Mjølnir vera
tekin um, at tað eru Mjøl-
nirkvinnurnar, sum gera
tingini á rættan hátt, meðan
hini feløgini ikki gera tað.
TB gjørdi einki við Mjølnir
Flogbóltur: Hesaferð eydnaðist ikki TB at gera nakað við meistaraliðið úr
Mjølnir, sum vann greitt 2-0, og við tí er seinasta orðið sagt um einasta ósig-
ur hjá Mjølnir í ár
Seinastu tvey árini hevur
Mjølnir verið so langt fram-
manfyri hini liðini, at tað
ongantíð hevur verið veru-
ligur spenningur í kapping-
ini og vit kunnu í grundini
spyrja um Mjølnir fær nak-
ra mótstøðu yvirhøvur.
TB enn best fyri
Tá tosast skal um silvur-
merkini, so fingu tvørágent-
ur eina gávu av Kambsdali
fríggjakvøldið.
Dráttur
kundi við sigri á ÍF koma
ájavnt við TB í stigum, men
ÍF-kvinnurnar syrgdu fyri,
at tað varð av ongum.
Tí liggur TB enn best fyri
at fáa silvurmerkini í
landskappingini. Og tá
samanumkemur, er tað ikki
órættvíst, um tað verður
endin. TB hevur — um ikki
víst besta spælið, so fingið
mest burtur úr tí, tær hava
víst.
Og tað er eisini ein góður
eginleiki at hava ...
Mjølnir hava nú vunnið sær Føroyameistaraheitið fyri 2000
Mynd: Áki Bertholdsen
TB megnaði ikki at endurtaka bragdið frá fyrsta
umfarinum, tá Mjølnir um vikuskiftið var á vitjan
Mynd: Áki Bertholdsen
SVEINUR TRÓNDARSON
Fram-SÍ 2-1
Fyrr í hesum kappingar-
árinum tók SÍ alt og øll á
bóli við at leggja seg á
annað plássi í landskapp-
ingini. Tað gjørdu teir m.
a. við at vinna á Fram í
Havn. Tá hendi tað seg
meiri enn so, at sørving-
arnir vóru hepnir, men tað
vóru teir ikki leygardagin,
tá sørvingarnir vóru í
Havn og hittu Fram.
Byrjaðu betur
Tað vóru sørvingarnir,
sum byrjaður dystin best.
Teir hálaðu tey bæði fyr-
stu settini til høldar, og
vóru tí á odda í hálvleik-
inum. Men tað er nú ikki
so løgið kortini, tí tá sør-
vingar fáa síni sterku
vápn stillað inn, so er lítið
at gera hjá mótstøðulið-
unum.
Men tað krevur so eis-
ini, at hugurin at spæla er
til staðar, tí tað er hann
ikki altíð.
Og tá hann ikki er tað,
er spælið hjá sørvingum
ov lætt at pilka sundur, og
eydnast tað, eru teir ikki
vandamiklir.
Um tað er tað, sum hendi
í Havn um vikuskiftið skal
vera ósagt, men veruleikin
er, at tað stóð Fram á restini
av dystinum.
Teir halda seg framat
Í seinna hálvleiki var tað
Fram sum setti dags-
skránna, og tað hava teir
allar orsøkir til. Kappingin
um silvurmerkini er hørð,
og ikki hava teir ráð til at
tapa nakran dystin uttan at
Mjølnir stríkur framum teir.
Hetta hava teir uttan iva
havt í huga, tí tey bæði sett-
ini í seinna hálvleiki vann
Fram, og so mátti seinasta
settið eisini takast við, fyri
at finna ein vinnara.
Her eydnaðist Fram at
vinna 15-11 á SÍ og við tí
vunnu teir dystin 2-1.
Sigurin hevur sum sagt
við sær, at Fram hevur nøs-
ina frammanfyri Mjølnir í
dystinum um silvuri, og tað
er lítið at ivast í, at teir vilja
gera alt fyri at halda seg har.
Stigatalvan óbroytt
Úrslitið av dystinum hava
ikki nakra broyting við sær
í stigatalvuni. Fram hevur
nú tíggju stig á øðrum plássi
í landskappingini og tað er
seks stig færri enn Fleyr.
SVEINUR TRÓNDARSON
ÍF-Dráttur 2-1
So eydnaðist tað. ÍF hevur
verið so nær við fleiri ferðir
í ár, men sum oftast hava
tær kortini verið við undir-
lutan tá til stykkis kom.
Men fríggjakvøldið eydn-
aðist tað fuglfjarðakvinnum
at vinna dystin á Drátti.
Sum vit skrivaðu í leyg-
ardagsblaðnum, so var tað
um reppið, at ÍF vann sein-
asta dystin, liðini spældu á
Kambsdali, og tí vóru útlit
til at dysturin fríggjakvøldið
skuldi fara at gerast meira
spennandi enn tey flestu
roknaðu við — og so var.
Tryggar í seinasta
settinum
Tað var annars so, at liðini
vunnu hvør sín hálvleik.
Hetta er ikki óvanligt tá ÍF
er annað liðið, men trupul-
leikin hjá ÍF hevur verið, at
orkan ofta er gingin undan
móti endanum av dystinum
og so hevur tap verið í
hendi.
Ikki tí, meiri enn einaferð
hava tær verið óhepnar í av-
gerandi løtum, og tapt dyst-
in soleiðis í staðin. Men tað
er jú ein partur av flogbólt-
inum.
Men fríggjakvøldið vóru
tær til dystin fús alla tíðina,
og tá seinasta sett skuldi til
fyri at finna ein vinnara av
dystinum, tá vístu ÍF-kvinn-
urnar, at tað vóru tær, sum
vóru betri fyri.
Tær gjørdu bart í seinasta
javnbrótaranum og vunnu
hann 15-11.
Við tí úrslitinum endaði
dysturin við 2-1 sigri til ÍF,
sum nú bert er eittans stigi
aftanfyri Fleyr.
Spell hjá Drátti
Hjá Drátti var tað haraftur-
ímóti spell, at úrslitiðå
gjørdist sum tað gjørdist.
Við einum sigri høvdu tær
lagt seg undir liðina á TB,
sum tapti móti Mjølnir og
tað hevði styrkt munandi
um teirra møguleikar at fáa
silvur í ár.
Men so var ikki og tí
mugu vágagenturnar rætt-
uliga bróta upp ermar um
tær skulu hava klørnar í
silvurmerkini.
Men dysturin fríggjakvøl-
Sørvingar eru javnir
við fuglfirðingar í stigum
— bæði liðini hava trý
stig — og tað verður
millum hesi bæði liðini,
at vit skulu finna aftasta
liðið í kappingini.
Okkara skot er kortini,
at SÍ fer at draga longra
stráðið í tí dystinum, tí tá
innanhýsis dysturin verð-
ur á skránni, hava sør-
vingar betru kortini. Men
tað er okkara skot. Livst
so spyrst ...
Fram vann á SÍ
Flogbóltur: Fram syrgdi við 2-1 sigri á SÍ fyri, at
spenningur enn er um silvurmerkini í mansdeildini.
Men lætt var tað kortini ikki
ÍF ger um seg í
botninum
Flogbóltur: Tað, sum næstan hendi seinast liðini hittust,
hendi hesaferð. ÍF vann dystin móti Drátti 2-1 og er tí
bert eitt stig aftanfyri hini liðini í botninum
dið er kanska ein góð mynd
av árinum hjá Drátti. Tær
hava verið ov ójavnar.
Trupult hevur verið at funn-
ið tað støðuga spælið, sum
er neyðugt skalt tú gera teg
galdandi í oddinum. Tær
hava vunnið nógvar dystir,
men tíverri fyri tær, hava
tær tapt teir “skeivu dyst-
irnar”.
Tað hava tær neyvan nak-
að í móti í Fuglafirði. Teim-
um var sigurin kærkomin
...
SVEINUR TRÓNDARSON
ÍF-Mjølnir 0-2
Mjølnir vann ein greiðan 2-
0 sigur á ÍF á Kambsdali
fríggjakvøldið.
Munurin
millum fremra liðið —
Mjølnir — og ÍF, sum ligg-
ur aftast, var ov stórur til at
fuglfirðingar fingu nakað
burtur úr yvirhøvur.
Mjølnir vann øll settini og
fór tí yvir um aftur Leir-
víksfjørð við báðum stigu-
num, sum eru so týdningar-
mikil í stríðnum um silvuri.
Ikki annað væntandi
Tá samanum kemur, so var
ikki annað úrslit væntandi
undan dystinum.
Mjølnir hevur verið væl
leikandi seinnu hevltina av
hesum kappingarárinum,
men teir hava eisini verið
óhepnir til tíðir. Leikandi
venjarin hevur sína góðu
ávirkan, men aðrir leikarar
eru eisini, sum geva liðnum
breidd.
Mjølnir ger einki við
fremsta plássi í deildini,
men kann, um alt vil væl
stinga nøsina framum um
Fram, sum teir berjast við
um annaðplássi í lands-
kappingini.
Mjølnir gjørdi skjótt av
Flogbóltur: Mjølnir gav ikki ÍF møguleikan at endurtaka sigurin frá seinast
liðini hittust á Kambsdali. Mjølnir vann greitt 2-0
Í so máta var dysturin
fríggjakvøldið sera týd-
ningarmikil fyri Mjølnir at
vinna, tí eins og onnur lið,
hava teir við hvørt lyndi til
at slappa av, tá liðið teir
leika ímóti er verri fyri enn
teir sjálvir.
Sigurin hevði við sær, at
Mjølnir heldur trýstið á
Fram
um
annaðplássi.
Havnarmenninir høvdu sítt
at síggja til í Havn, har teir
høvdu SÍ á vitjan.
Bíða eftir sørvingum
Hjá ÍF er støðan tann, at teir
eru ájavnir við sørvingar í
stigatalvuni. Um ÍF skal
gera sær vónir um at enda
hægri enn SÍ, so skal dyst-
urin móti SÍ, sum verður á
Kambsdali seinni í ár, vinn-
ast.
Vit vænta í hvussu er
ikki, at ÍF fer at gera nakað
við Fleyr ella Fram, so tað
má verða í dystinum móti
sørvingum, at stigini skulu
fáast til høldar.
Livst so spyrst. Annars er
bara at brynja seg til næsta
kappingarár og vóna, at tað
fer at hilnast betur enn hetta
árið gjørdist.
SVEINUR TRÓNDARSON
Donsku steypafinalurnar
í flogbólti vórðu leiktar
sunnudagin. Einki av
“føroysku“ liðunum høv-
du spælt seg í finaluna,
so teir føroyingarnir, sum
ikki høvdu leitað sær í
KB-høllina, kundu kasta
seg afturá ístaðin.
Holte og DHG Odense
høvdu spælt seg í kvinnu-
finaluna og havandi í
hugað, at tað eru fremstu
liðini í donsku lands-
kappingini, sum DHG
leiðir, so kundu áskoð-
ararnir vænta sær eina
spennandi finalu. Men so
varð ikki.
Holte var klárt tað bet-
ra liðið og vann ein
ruddiligan 2-0 sigur og tí
kunnu tær príða seg við
heitinum danskir steypa-
vinnarar 2000.
Settúrslitini vóru 26-
24, 21-18, 21-15 og 21-
11.
Sum tað sæst var bara
spenningur í tí fyrsta sett-
inum, sum endaði 26-24.
Aftaná tað var tað so at
siga bara tað eina liðið á
vøllinum, og tað var meiri
enn trupult hjá DHG at gera
seg galdandi.
HIK vann eitt sett
Hjá monnum varð talan um
ein rættiligan gysara. Holte,
sum tapti finaluna í fjør,
vildi hava hevnd, og teir
løgdu ógvuliga hart út. Teir
vunnu eisini bæði tey fyrstu
settini í fyrrra hálvleiki og
tað fysta í seinna hálvleiki,
so tað sá veruliga út til at
fara at eydnast teimum at
fáa hevnd fyri tapið í fjør.
Men so kom stígur í. HIK
kláraði at venda gongdini
og vann fjórða sett, og tað
gav Holtemanningini eitt
sjokk, sum teir ikki komu
seg eftir.
HIK Ålborg vann javn-
brótaran um seinna hálv-
leik, og brádliga vóru tað
teir, sum vóru betri fyri enn
Holte.
Seinasta javnbrótaran —
tann um dystin — vann
HIK 15-7 og við honum
eisini finaluna annað árið á
rað.
Settúrslitini vóru annars
19-21, 15-21, 15-21, 21-
15, 7-4, 15-7.
Sum tað sæst á settúr-
slitunum
vann
HIK
steypafinaluna við bert at
vinna eitt sett og síðani
tveir javnbrótarar. So-
leiðis kann verðin vera
so løgin ...
Aftaná dystin varð Jo-
nas Napier úr Holte val-
dur til besta leikara í fi-
naluni hjá monnum með-
an Mette Flügge, úr Hol-
te, varð vald til besta lei-
kara í kvinnufinaluni.
Holte og HIK gjør-
dust steypavinnarar
Flogbóltur: Donsku steypafinalurnar í flogbólti vórðu
leiktar sunnudagin, og tær endaðu við, at Holte vann
hjá kvinnum, meðan HIK endurtók bragdið frá í fjør
Hetta kappingarárið hevur ikki gingist so væl hjá
Fuglfirðingum, og um vikuskiftið vóru teir aftur við
undirlutan
JÁKUP MØRK
Tað skarst einki serligt hjá
føroyska liðnum í Skot-
landi, Ayr United, tá teir
leygardagin royndu seg á
útivølli móti Falkirk, sum
telist millum liðini, ið
stríðast fyri uppflytan til
Premier League.
Eittans mál kom í dyst-
inum, og kom hetta eftir
16 minuttir, tá álopsmað-
ur á mótstøðuliðnum var
hægri enn málverjin hjá
Ayr í einum luftdysti. Eft-
ir bretsku bløðunum at
døma, átti málverjin helst
at hava tamarhald á bólt-
inum, so møguliga er Jens
Martin farin at nærkast
einum møguleika millum
stengurnar.
Ring líkindi
Annars frættist úr Skot-
landi, at líkindini fyri at
spæla fótbólt vóru út av
lagi vánalig leygardagin.
Vøllurin var mest átøkur
einum stórum runudíki,
men kortini fáa liðini
bæði rós fyri, at tey alla
tíðina royndu at spæla
fótbólt:
Jens Kristian Hansen
var millum teir 11 leika-
rarnar, sum byrjaðu á
vøllinum, men hann var
skiftur út eftir bert 32
minuttum. Hin føroying-
urin í felagnum, Jens
Martin Knudsen, mátti
eins og vanligt hyggja at
dystinum frá áskoðara-
plássunum.
Ayr liggur framvegis á
sjeynda plássi á stigatalv-
uni, og sum so er ikki tað
stóra eftir at spæla um hjá
teimum. Eingin vandi er
fyri niðurflyting, og hin-
vegin er ikki líkt til, at teir
kunnu spæla við um upp-
flyting, og so er bert at
fáa árið at ganga.
Komandi dystin fáa teir
tó annað at hugsa um, tá
Dundee, sum dagliga
spælir í bestu deildini,
kemur á vitjan. Talan er
her um ein dyst í steypa-
kappingini, og megnaði
Ayr United at fáa javnleik
í fyrra dystinum millum
liðini bæði.
Ayr tapti
Føroyingarnir í Skotlandi taptu
hetta vikuskiftið, og eru framvegis
á sjeynda plássi
JÁKUP MØRK
Kappingin var fyri svim-
jarar, sum eru førddi í 1986
og eldri. Sum nevnt oman-
fyri, so vórðu seks av teim-
um shy svimjifeløgunum í
landinum umboðað, og úr
Klaksvík frætta vit, at fyri-
reikararnir vóru stak væl
nøgdir við undirtøkuna.
13 ferð nr. 1
Sum heild gekk sera væl at
avgreiða allar kappingarnar,
og tá tað kom til stykkis,
var støðan tann, at Havnar
Svimjifelag hevði vunnið
ikki færri enn 33 av grein-
unum, sum kappast varð í.
Stóri medaljuslúkurin var
tó ikki úr Havnini, men var
tað í staðin Kristian Olsen
úr lokala svimjifelagnum.
Klaksvíkingurin vann ikki
færri enn 13 kappingar, so
einki er at ivast í, at svim-
jievnini eru á einari leið.
Svimjarin við næst flestu
heiðursmerkjunum
kom
eisini úr Klaksvíkini, og var
tað Bára Joensen, sum sjey
ferðir var fyrst at nerta við
kantin á svimjihylinum.
Endaliga býti av fyrsta-
plássum varð annars sum
víst niðanfyri:
Kristian Olsen, Ægir, 13
Bára Joensen , Ægir, 7
Andrass Thomsen, HS, 4
Rannvá Jacobsen, HS, 4
Kristoffur Hentze,HS, 4
Cecilia N. Poulsen, TS, 3
Charlotta Venned, Ægir, 3
Karin Gaardlykke, HS, 3
Jóhan
Martin
Poulsen,
FLOT, 2
Jóannes À Fløtti, HS, 1
Bogi Lenvig, HS, 1
Annika Jacobsen, HS, 1
Janus Olsen, HS, 1
Frits Eið, Skeggjar, 1
Jóannes Jóhannesen, HS, 1
Katrin Sørensen, HS, 1
Johan Joensen, HS, 1
Svumu í Klaksvík
Um vikuskifti skipaði svimjifelagið Ægir fyri svimjikapp-
ing í Klaksvík, har seks av teimum sjey svimjifeløgunum
í landinum vóru umboðað
Alice Sørensen, HS, 1
Ulrik á Hjøllum, FLOT, 1
Stafettir:
Havnar Svimjifelag, 8
Næstu ferð at kappast verð-
ur í svimjing norðuri í
Klaksvík verður vikuskiftið
frá 31. mars til 2. apríl. Tá
stendur kappingin um smá-
unglinga meistaraheitið á
skránni, og er tað Svimji-
samband Føroya, sum skip-
ar fyri hesi kapping.
Kristian Olsen úr Ægir gjørdi bart um vikuskiftið,
og vann ikki færri enn 13 kappingaar
Mynd: SáH