týsdagur 15. februar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 31 - 15. februar 2000
JÁKUP MØRK
Fótbóltssambandið ivast í
løtuni í, hvørt teir skulu tak-
a av eini innbjóðing, sum
smátjóðin,
Lichtenstein,
hevur sent hendavegin.
Í fyrstu atløgu ætlaðu fót-
bóltsleiðararnir í smátjóð-
ini, at Føroyska landsliðið
skal til Lichtenstein at spæl-
a ein dyst, men sambært
Torleif Sigurðsson er áhug-
in fyri hesari loysn rættu-
liga avmarkaður her í Før-
oyum.
Fíggjarligur
spurningur
Upprunaliga varð nevnliga
skotið upp at FSF skuldi
bera ferðakostnaðin til
Lichtenstein, meðan vert-
irnir so bera kostnaðin av
uppihaldinum, men hetta
halda føroyingarnir ikki
vera nøktandi.
Útreiðslurnar av eini slík-
ar ferð eru somikið stórar,
at um hetta skal gerast veru-
leiki, vil FSF afturfyri fáa
ein retur dyst her á landi.
FSF skeyt tískil upp, at ein
dystur skuldi verða í Før-
oyum í juni mánaði, men
men hetta liggur ikki fyri
hjá mótstøðuliðnum, og tí-
skil tykist tað nú vera rættu-
liga ivasamt, um nakar
dystur verður.
Verður hetta aktuelt,
verður helst talan um ein
heimadyst í komandi ári,
men tá standa føroyingar í
teirri støðu, at aktiviteturin
hjá landsliðið okkara er sera
stórur, umframt at Fótbólts-
sambandið eisini hevur
fingið eina innbjóðing úr
Bermuda um koma har yvir
at spæla ein landsdyst.
At fara slíkar ferðir er
ikki bara at siga tað, og Tor-
leif leggur afturat, at leys-
liga mett kostar tað Fót-
bóltssambandinum einar
300.000 kr. hvørja ferð A-
landslið okkara skal út um
landoddarnar at royna seg.
Stórar broytingar
Av sonnum kann sigast, at
tað nú er viðvent í holuni,
hvat viðvíkur landsliðsfót-
bólti. Fyri ikki so nógvum
árum síðani, fóru leikarar
og fótbóltsleiðarar glað-
beintir avstað, tá vit vóru
so hepnir, at onkur tjóð tím-
di at spæla ímóti okkum.
Torleif ásannar eisini, at
teir nú taka nógv fleiri lutir
við í viðgerðini av hesum
spurningum. Ein av orsøk-
unum til hetta er, at eingin
longur fer ókeypis avstað,
tá landsliðið kallar. Hetta
skal ikki skiljast sum nakað
negativt, men er einans ein
staðfesting av, at tað ikki
ber til í eitt longri áramál at
krevja, at landsliðsleikarar
skulu missa eina rúgvu av
arbeiðsdøgum, og harvið
Pinkutjóðir bjóða okkum av
Bæði Lichtenstein og Bermuda hava sýnt áhuga fyri at fáa dystir móti føroyska a-landsliðnum í fótbólti, og í løtuni
eru innbjóðingarnar frá hesum til viðgerðar hjá FSF
Fuglfirðingar eru farnir
undir fyrireikingarnar til
komandi kappingarár. Mál-
ið hjá ÍF er sjálvsagt at end-
urvinna plássið í bestu
deildini, sum teir mistu síð-
sta leikdag í heyst. Um tað
fer at eydnast at vinna næst-
bestu deildini er ein onnur
søga. Teir hava fingið ein
royndan venjara og ein
royndan
hjálparvenjara,
men enn tykist tað at knípa
eitt sindur, tá tað snýr seg
um spælararnar.
Petur Mohr, sum traðkaði
sínar barnaskógvar í Fugla-
firði, har hann viðhvørt
plagdi at verja málið í yng-
ru deildunum, hevur á-
byrgdina av venjingini hjá
ÍF. Hjálparvenjari er ein
annar av gomlu fótbólts-
monnunum í Fuglafirði.
Bogi Lervig, sum hjálpti
Piotr Krakowski, er eisini
hjálparvenjari hjá Peturi
Mohr, sum er ein av roynd-
astu venjarunum í landin-
um. Hæddarpunktið hjá
honum var, tá hann í 1991
var venjari hjá KÍ, sum vann
FM heitið.
ÍF hevur fingið nýggjan
málverja í ár. Allan G. Joen-
sen er ikki ókendur í Fugla-
firði, tí tað er har, at hann
Petur Mohr venur ÍF
Bogi Lervig heldur fram sum hjálparvenjari hjá niður-
flytarunum úr 1. deild, sum sakna fleiri av spælarunum
frá í fjør
er uppvaksin og býr. Men
tey seinnu árini hevur hann
spælt fótbólt á Toftum, og í
fjør vardi hann málið á
besta liðnum hjá B68 í øll-
um níggju landskappingar-
dystunum eftir summar-
steðgin. Nú venur Allan G.
Joensen í Fuglafirði.
Fleiri mangla
Í fjør vardu Rúni Joensen
og Erling Joensen málið hjá
ÍF, men tað er greitt, at
hvørgin teirra fer at spæla
við ÍF í ár. Erling Joensen
siglir úti í verðini, og Rúni
Joensen hevur gjørt avtalu
við NSÍ um, at hann skal
spæla við teimum.
Burtursæð frá málverja-
num hevur ÍF ikki enn fing-
ið spælarar aðra staðni frá.
Men fleiri teirra, sum vandu
og spældu í fjør, hava ikki
enn verið til venjingar, ella
leika nú við øðrum feløg-
um. Tað snýr seg um Rógva
Róin, Eyðun Samuelsen,
brøðurnar Bárður og Høgna
á Lakjuni og so pólverjarnir
báðar, Robert Ciezlewicz
og Tomasz Przybliski.
Robert verður komandi
árið at síggja í ríputa VB
búnanum, meðan framtíðin
hjá Tomasz enn tykist nak-
að ógreið. Pólverski verju-
spælarin býr í Fuglafirði.
Hann hevur higartil vant
bæði í Fuglafirði og í B36,
har Piotr Krakowski er
hjálparvenjari. Enn er eing-
in avtala gjørd um, hvar To-
mek fer at spæla.
JH
inntøkum, tá teir eru úti við
landsliðinum.
Har umframt verður nú
eisini mett, um ætlaðu dyst-
irnir tæna nøkrum ítróttar-
ligum endamáli. -Fyrr fóru
vit avstað, hvørja ferð on-
kur spurdi, men í dag skal
tað helst verða soleiðis, at
dysturin kann nýtast sum
t.d. venjing undan einum
undankappingardysti, sigur
formaðurin hjá FSF.
Hvussu verður og ikki
við hesum dysti, er sostatt
enn ikki avgjørt. Føroying-
ar skulu tó ikki vænta sær,
at talan verður um fleiri enn
teir báðar landsdystirnar
móti Danmark og Slovenia
á føroyskari jørð í hesum
ári.
Føroyska a-landsliðið er við tíðini vorðið eitt áhugavert mótstøðulið hjá øðrum smátjóðum, og í dag eru inn-
bjóðingarnar mest sum ov nógvar í tali
Rógvi Róin telist millum
teirra, sum enn ikki
hava verið til venjingar
Vectorum
TRX L/FG
Std. 6-13
69995
Sirrano
TRX L/FG
Std. 6-13
59995
Contornis
Liga
Std. 6-13
89995
Predator Accelerator
Liga Std. 6-12 1.29995
Tricolore
Tournoi 5
Std. 5
29995
Tricolore
Match 5
Std. 5
24995
Assalto TRX FG
Std. 6-13 49995
Sosialurin - 311820
êTRîTTUR ¥ N. Finsensg¿ta 5 ¥ Postsmoga 268 ¥ 110 Trshavn
Tel. 31 14 03 ¥ E-mail: sporthd@post.olivant.fo
ÍTRÓTTUR Á GLYVRUM
Tel. 44 73 99
Talan skuldi vera um vinar-
dyst, tá gamla svenska stór-
felagið, IFK Göteborg, sum
hevur sæð betri dagar, enn
teir gera nú, leygardagin var
í Parkini og dystaðist móti
FCK við Toda Jónsson á
liðnum.
Men tað var ikki serliga
vinarligt. Inni á vøllinum
var strítt og arbeitt soleiðis
sum tað eigur at vera gjørt
av liðum, ið fyrireika seg at
vera millum tey bestu og av
spælarum, sum fegnir vilja
vísa, at júst teir hoyra heima
á besta liðnum.
Tað var kring vøllin, at
tað ikki var serliga vinarligt.
Svenska liðið hevði við-
haldsfólk við bæði úr Göte-
borg og Helsingborg. Og
longu undan dystinum kom
tað til ilnar millum svensku
býirnar. Helsingborg áskoð-
ararnir fóru knappliga at
taka á við FCK, og so var
áfast. Løgreglulið møttu
upp, teir kendu seg noyddar
at brúka kniplarnar. Undan
dystinum vóru teir noyddir
at handtaka fimm áskoða-
rar, og eftir dystin handtóku
teir trý fólk. Hinar mælsku
og østu sviarnar fylgdu løg-
reglumenninir oman til
tvíkiljurnar í miðbýnum.
12 dagar í Suðurafrika
Todi Jónsson, sum er væl
fyri, var á liðnum hjá FCK
inntil tað restaðu smáir tjúg-
u minuttir. FCK vann 2–0 á
IFK Göteborg. Thomas
Thorninger skoraði fyrra
málið, og tað seinna skoraði
norðmaðurin Harald Bratt-
bak, sum FCK hevur keypt
frá Celtic í Skotlandi.
Sunnukvøldið lætti FCK
úr Kastrup. Leiðin gekk til
Suðurafrika, har teir skulu
vera í tólv dagar. Umframt
venjing eru tríggir og kan-
ska fýra dystir á skránni.
FCK er á áttanda plássi-
num í superliguni. Teir hava
24 stig, og venjarin, Kim
Brink, heldur ikki, at
heiðursmerkjaplássini eru
púra farin úr eygsjón. Men
skal tað eydnast at stríðast
fyri oddasessunum, so er
alneyðugt, at FCK fær fulla
úrtøku, tá teir á grækaris-
messu skulu til Aalborg og
vikuna eftir fáa vitjan av
AB. Um FCK einki fær
burturúr hesum dystunum,
so kann tað verða so skjótt,
at teir fara at kenna niður-
flytingar hóttanina brenna
undir sær. Liðið hjá Óla Jo-
hannesen, AGF, hevur átjan
stig, OB hevur seytjan stig,
Jákup Mikkelsen og teir í
Herfølge fyrireika seg við
fullari ferð til at verja odda-
sessin í superliguni. Skulu
vit døma út frá avrikinum
leygardagin móti B93 úr
næstbestu deildini, so verð-
ur ikki spart uppá krútið
hvørki so ella so.
Venjingardysturin móti
B93 endaði 1–1, og tað var
ikki verri enn ilt hjá Jákupi
Mikkelsen, sum ta síðstu
løtuna bara hevði sjey við-
spælarar frammanfyri seg.
Henrik Lykke er ein av
teimum, sum tað hevur ljóð-
að, at útlendsk feløg skulu
vera áhugað í. Hesa ferð
gjørdi hann vart við seg við
at verða rikin av vøllinum
longu í 1. hálvleiki.
John Faxe Jensen, ven-
jarin hjá Herfølge, hevur
seinastu tíðina samráðst við
leiðsluna í felagnum, um
treytirnar fyri, at hann eisini
skal verða stjóri í felagnum.
Hetta er starvið, sum Kenn-
eth Wegner hevði til eina
ferð síðsta heyyst. Enn eru
samráðingarnar millum fe-
lagið og venjarin ikki lok-
nar. Men tað tykist sum um
John Faxe Jensen ætlar sær
framvegis at teljast millum
spælararnar.
Leygardagin var hann á
miðvøllinum, men har var
hann bara inntil tíðliga í 2.
hálvleiki. Tá sá hann reyða
kortið og noyddist av vøll-
inum.
Herfølge skifti eftir 63
minuttir Jesper Heyde inn,
men hann var bara sjey min-
uttir á vøllinum. Tá 70 min-
uttir vóru farnir, sá hann
reyða kortið, og so var tað,
at Jákup Mikkelsen og sjey
liðfelagar stríddust við at
halda tørn um 1–1 javnleik-
in, og tað eydnaðist, m.a. tí
Jákup Mikkelsen bjargaði
einum brotssparki.
Síðstu
fyrireikingarnar
Í Herfølge hava teir hesar
fyrstu vikurnar vant níggju
ferðir um vikuna. Umframt
venjingardystin móti B93
skulu teir heima í Danmark
eisini spæla móti Frem, Kø-
ge og Hvidovre. Leygar-
dagin fer Herfølge til La
Manga í Spania – tað er
sama staðið, sum landsliðið
(uttan Jákup Mikkelsen) var
á venjingarlegu síðst í jan-
uar. Herfølge skal taka lut í
kapping við onnur feløg úr
norðurlondum. Teir koma
aftur til Danmarkar annan
leygardag.
Fyrsti landskappingar-
dysturin hjá Herfølge verð-
ur á grækarismessu. Sunnu-
dagin um fýra vikur skulu
teir á útivølli spæla móti
Lyngby og sunnudagin eftir
fáa teir vitjan av Brøndby.
Í Danmark verður ikki
mett, at Herfølge fer at meg-
na at halda tørn um odda-
sessin. Har verður heldur
mett, at Brøndby, sum hevur
skift venjara og hevur fingið
fleiri norskar og svenskar
stórspælarar í felagið, fer at
vinna DM. Jákup Mikkel-
sen hevur ofta sagt, at teir
hava lítlar møguleikar, tí
kappingin frá peningasterku
feløgunum er so stór. Men
nú fáa vit at síggja. Herfølge
hevur økt um venjingina, og
tað boðar frá, at teir ikki
uttan víðari ætla at geva
skarvin yvir. Men skal tað
eydnast at vinna DM, so
man fyrsta treytin vera, at
teir eru ellivu á vøllinum
hvørja ferð og alla tíðina.
Herfølge er á odda í su-
perliguni við 37 stigum.
Brøndby er á øðrum plássi.
Teir hava 31 stig. Átjan um-
far eru spæld, og tað verður
í fimtan teimum síðstu av í
alt 33 umførum, at funnið
verður fram til meistara-
liðið.
Í sambandi við 1–1 javn-
leikin móti B93 er vert at
leggja afturat, at gamla fe-
lagið á Eysturbrúgv tykist
vera væl fyri. B93 droymir
um at endurvinna sessin í
bestu deildini, sum teir so
ofta hava havt, og teir eru
væl fyri. Umframt at spæla
javnt móti Herfølge, so hav-
a teir eisini spælt javnt móti
Lyngby (0–0) og AB (1–1).
Móti OB hava teir tapt ven-
jingardyst 2–1
JH
og á niðurflytingarplássu-
num hava Esbjerg og Vejle
ávikavíst 14 og 12 stig.
Undan fráferðini til Suð-
urafrika hava teir í FCK ikki
ligið á løtu síðuni. Teir hava
vant tíggju ferðir um vik-
una. Málið hevur verið at
fáa likamligu venjingina
upp á pláss og at venja 4–
2–3–1 spælstílin, sum teir
við góðari úrtøku brúktu
nógv av heystinum.
JH
Tríggir úr Herfølge sóu reytt
John Faxe Jensen tykist framvegis leggja so nógv fyri,
sum hann altíð hevur gjørt
Sviar bardust í Parkini
Todi Jónsson og hinir í FCK fóru sunnukvøldið á tólv daga venjingarlegu í Suðurafrika
Sannur ruðulleiki tók
seg upp, tá Todi Jónsson
og liðfelagarnir um
vikuskifti leikti
venjingardyst móti
svenska IFK Gøteborg
Tríggir av liðfeløgunum
hjá Jákupi Mikkelsen
sóu ostaskorpuna hjá
dómaranum, tá teir
leygardagin leiktu móti
B93, sum dagliga spælir í
næstbestu donsku
deildini