Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Nú stendur feriutíðin fyri durum. Við einum húsvogni hevur tú møguleika fyri at kopla úr hvørt vikuskifti. Alt fleiri føroyingar síggja møguleikan í at halda frí í egnum landi. Hevur tú húsvogn, ert tú ikki bundin av at vera á einum stað, men kanst ferðast um landið og hava býlið við. Við økta talinum av húsvognum hava fleiri kommunur sæð tørvin á camping­plássum, og eru ítøkiligar ætlanir um at gera fleiri campingpláss. Vit síggja eisini fleiri og fleiri útlendskar vognar á føroysku vegunum. Sum er hava vit ov lítið at bjóða teimum, tískil fáa vit heldur ikki ta inntøku, sum ferðavinnan kundi givið av sær. Fyri tey flestu ferðafólkini eru Føroyar bert eitt bíðistað fyri at sleppa til Íslands. Tá vit hava fingið umstøðurnar við campingplássum betri, kunnu vit eisini vænta at fleiri ferðafólk fara at halda feriu her hjá okkum. Í øðrum londum eru umstøðurnar við campingplássum heilt øðrvísi enn her hjá okkum. Hevur tú húsvognin hevur tú so eisini møguleikan at fara uttandands við honum. Hetta er ein sera avslappandi máti at halda frí uppá. Tú ert ikki bundin at tíð og stað, men kanst gera sum tú vilt. Frítíðarbátar Alt fleiri bilar síggjast koyra við báti á vogni á vegunum. Stubbin hevur eitt sera stórt úrval av bátum, sum eru sera væl egnaðir at hava á vogni. Við einari slíkari loysn hanst tú seta bátin á sjógv har tú vilt. Tað kann gott vera sjaskut eystanfyri men góð líkindi vestanfyri, so tekur tú bert bátin á sleip og koyrir vestur um ella øvugt. Síðsta summar sást onkur útlendskur bilur eisini koyra í Føroyum við báti hangandi afturút. Tað er so eisini ein møguleiki hjá okkum, at fara uttanlands við bátinum. Frí í egnum húsvogni