mánadagur 23. apríl 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Havnar Bilasavn:
Hava bilin til
eitthvørt høvi
Skalt tú giftast, halda
polterabend – ella tá
Bill Clinton kemur á
vitjan, so hevur Havnar
Bilasavn bilin kláran.
Felagið hevur 12 ellis
akfør, sum umboða alla
farnu øld
ellisakfør
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Havnar Bilasavn er navnið á nýggjum
felag, sum hevur til endamáls at eiga
og leiga út ellisakfør. Felagið hevur
keypt øll ellisakførini hjá Vatnsoyrar
Bilasavni - og hevur sostatt størsta
og forkunnugasta bilasavnið í
landinum.
Tað eru Heini á Borg og Eirikur
Lindenskov í Havn, sum eiga
nýstovnaða felagið. Teir eru báðir
bilavandir og hava fingist við ellis
akfør í mong ár. Teir eru eisini fastir
fúsir í Føroya Ellisakførum, sum er
áhugafelagið hjá teimum, sum fáast
við gamlar bilar og motorsúkklur.
– Nú tá tað stóð okkum í boði at
keypa allar bilarnar hjá Hans Elmari
Poulsen á Vatnsoyrum aftur at
teimum, vit høvdu frammanundan,
so tóku vit kjansin, siga teir báðir.
Ætlanin er, at felagið skal leiga
bilarnar út til ymisk høvi. Teir verða
kortini bert leigaðir út við førara.
Tann elsti bilurin í savninum er
eisini tann elsti bilurin í landinum.
Tað er ein Ford T frá 1915. Hetta er
ein opin bilur við kalesju – eins og
tann hjá Bedstemor And. Talan er um
ein sokallaðan Messingford -–tað eru
teir Fordarnir, sum vórðu framleiddir
áðrenn USA fór upp í seinna heims
bardaga. Kølari, lyktir o. a. var gjørt
úr messingi, men tá USA fór í kríggj í
Evropa, mátti alt messing nýtast til
vápnaídnaðin. Hesir "Messingfordar
nir" eru m. a. sermerktir av teirri
orsøk.
Fyrsti bilurin, sum kom til Føroya,
var ein Ford T – ein eitt tons last
vognur frá 1922.
Tann næstelsti bilurin er ein Ford A
frá 1930. Talan er um ein Town
Sedan – tað merkir, at hann hevur
fýra hurðar. Hesir bilarnir eru í dag
nógv meira sjáldsamir, enn teir við
tveimum hurðum. Ein orsøk er, at
hann er bygdur upp úr træi, meðan
tann tveyhurðaði hevur jarnkarrossa
rí eins og nýggjari bilar. Alt húsið og
hurðarnar hevur trækonstruktión og
er so klætt við jarni.
Tann næsti er ein Chevrolet er frá
1931. Hesin minnir rættiliga nógv um
Ford A, men hevur størri motor og
orkar tískil rættiliga nógv meira.
Síðani er ein Chevrolet Styline frá
1950. Hetta er ein typiskur "ameri
kanari". Teir vóru vanligir í Føroyum í
fimmtiárunum, og nógvir vórðu nýttir
til hýruvognar.
Tann fínasti bilurin, sum ber av
øllum, hvat marglæti viðvíkur, er ein
Bentley SII frá 1960. Bentley er í
roynd og veru ein Rolls Royce – tí
síðani 1931 hevur Rolls Royce átt
Bentleyverksmiðjuna, sum fór á
húsagang eftir Wall Street krakkið í
1929.
Tríggir forkunnugir bilar hjá Havnar Bilasavni:
Bentley SII frá 1960, Ford A frá 1930 og
Chevrolet Styline frá 1950 - alt sera snotuligir
bilar, sum eru væl egnaðir til eitt nú
brúðarkoyring
Mynd: Álvur Haraldsen