Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Slíkir Bentley bilar verða nógv nýttir til limousinkoyring – til brúðar­ koyringar og til onnur serlig høvi. Hann er eisini sera væl egnaður til hetta endamál. Kabinan er úr leðri, borð er til ferðafólkini á baksetrinum, sum kunnu sita og njóta eitt glas av sjampanju, meðan koyrt verður. Hinir bilarnir í savninum eru nýggjari bilar frá sekstiárunum og sjeytiárunum. Her er talan um t. d. Mercedes Benz 200 frá 1966, ein Volvo Amazon frá 1967 og Opel Kadett Coupé frá 1968. Havnar Bilasavn samstarvar við Sp/F Bilrøkt um útleigan av elliska­ førunum. Tað verður Bilrøkt í Havn, sum fer at standa fyri leigukoyringini av bilunum. Bilrøkt hevur fleiri leigubilar koyrandi og fæst annars við klárgerð av bilum og at vaska og polera bilar fyri fólk. Til ber at frætta nærri við at venda sær til Bilrøkt á telefon 588880 ella við at senda ein teldupost til bilrokt@bilrokt.fo Bilrøkt skipar fyri útleigan Chevrolet frá 1931 Mynd: Magnus Gunnarsson Opel Kadett Coupé frá 1968 Mynd: Álvur Haraldsen Volvo Amazon frá 1967 Mynd: Álvur Haraldsen Ford T frá 1915. Hetta er elsti bilur í Føroyum - og uttan iva elsti bilur í Føroyum nakrantíð. Tann fyrsti bilurin í Føroyum - sum kom til landið 6. mai í 1922, var ein Ford T lastvognur Mynd: Álvur Haraldsen Heini á Borg, Eirikur Lindenskov og Hans Elmar Poulsen, tá bilarnir vórðu heintaðir á Vatnsoyrum 31. mars í ár Mynd: Magnus Gunnarsson