mánadagur 2. apríl 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 65 - 2. apríl 2007
Framsýningar
Skírisdag kunnu fólk í Kalsoynni fara til framsýningar í
Mikladali og á Húsum. Tann dagin skipa Húsar/Syðradals
Kvølsskúli og Klaksvíkar Kvøldskúli fyri áhugaverduum
framsýningum av hondarbeiði og tøving, sum er komið
burturúr í kvøldskúlanum í vetur. Norðlýsið skrivar, at
áhugin fyri tilboðunum hjá kvøldskúlunum hevur verið
veksandi í øllum bygdunum í Kalsoynni. Framsýningin
skírisdag verður frá kl. 14 til kl 19.
Nógv at fáa
Í gjár byrjaði veiðitíðin hjá stuttleikaveiðimonnunum, sum
royna við tráðu í teimum íslendsku áunum. Morgunblaðið
skrivar, at væl kom burturúr tann fyrsta dagin. Eitt nú vóru
89 fiskar veiddir í einari á, og í fleiri øðrum áum fingu
menn væl burturúr. Í fleiri áum á Vesturlandinum kom
hinvegin lítið burturúr í gjár, tí har hevur tað regnað so
mikið í seinastuni, at áirnar vóru í so stórar. Umframt í
áunum kunnu fólk eisini veiða á nøkrum vøtnum.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri, hevur
persónliga givið boð
um at afturkalla eitt
byggiloyvi, ið annars
varð útskrivað av
kommununi fáar
mánaðir framman
undan. Kommunan
eigur sjálv feilin í
málinum, men hevur
kortini blandað seg í
eina grannaósemju
við tí úrsliti, at húsini
standa í hálvum
gekki, meðan ein
millión krónur hanga
í leysum lofti
BYGGIMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tey vóru bæði fegin og
spent,
Arngerð
Diana
Hansen og Jan Joensen.
Skjótt skuldu tey seta
føtur
undir
egið
borð.
Grundstykkið hevði Arn
gerð fingið frá móðir síni,
og fyrst í september í fjør
veitti kommunan teimum
byggiloyvi. So tað var við
góðum treysti, at stykkið
beinanvegin varð planerað,
og síðani til tað, sum var
enn meiri spennandi: At
fara út at biða um tilboð
upp á húsini.
Um miðan januar var alt
so klárt. Tikið var av einum
tilboði, og tað sum var enn
meiri hugaligt, var, at teim
um hevði eydnast at fingið
handverkarar at byggja hús
ini. Og tað er annars ikki
bara sum at siga tað í hesum
døgum, nú øll vinnan hevur
fullar hendur – bókstaviliga
sagt.
Men tey bæði skuldu
skjótt sanna, at trøini vaksa
ikki inn í himmalin. Tí nú
stakk seg knappliga upp ein
trupulleiki, ið teimum als
ikki so mikið sum var kom
in til hugs frammanundan.
»Stríðs«-gøta
Heilt síðani foreldur Arn
gerðs bygdu síni hús í 1971,
hevur ein rímiliga breið
gøta verið nýtt sum atgongu
vegur til ognina. Nakar
veruligur góðkendur vegur
hevur ongatíð verið har.
Hetta hevur tó ongatíð
verið ein trupulleiki, og øll
húsini í grannalagnum hava
nýtt nevndu gøtu sum
atgonguveg alla ta tíð, hús
ini hava staðið har.
Oman
móti
almenna
vegnum er tó veruligur
vegur, men hesin er privatur
og ogn hjá trimum húskjum.
Og eftir at grundin til oman
fyri nevndu hús varð stoypt
vísir tað seg, at hin eini av
hesum ánarunum av vega
stubbanum hevur kært til
kommununa, til tess at fáa
steðga byggingini við teirri
grundgeving, at tey ikki
vildu hava økta og tunga
ferðslu á vegnum.
Nú er tað at siga, at
ferðslan ikki er økt av
byggingini á annan hátt,
enn at onkur hissini last
bilur hevur koyrt eftir vegn
um at veita tilfar til húsini.
Arngerð og Jan búðu framm
an undan í íbúð í kjallar
anum hjá móðir Arngerð,
og um tey bæði so búgva í
egnum húsum ella í íbúð,
ávirkar tað jú ikki ferðsl
una.
Heðin upp í leikin
Unga parið var ovfarið, tí
tey høvdu ongatíð ímynda
sær, at hetta kundi gerast
ein trupulleiki. Tað vanliga
var jú annars, at øll har um
vegir nýttu smølu gøtuna til
parkeringspláss fyri bæði
bilum og bátum.
Sjálvsagt kundi tað vera
eitt sindur óheppi, at betong
bilarnir stóðu á vegnum og
fyltu í formarnar, tá grundin
varð stoypt, men hetta snúði
seg hóast alt bert um hálv
anannan dag.
Líkamikið, kært bleiv, og
fyrisitingin í kommununi
royndi síðani at fáa tey bæði
sjálvboðið at steðga bygg
ingini. Men tað sigur seg
sjálvt, at eingin leingir við
vilja um byggingina, tí fyri
tað fyrsta kann hetta væl
dýrka byggingini, og fyri
tað næsta mátti roknast við,
at
handverkararnir
fóru
aðrastaðir at arbeiða – teir
seta seg jú ikki hendur í
favn at bíða, tá ovmikið er
at gera.
Málið var tó eftir øllum
at døma so álvarsligt, at tað
var fyri á býráðsfundi, og
eftir henda fund fingu
Arngerð og Jan at vita, at
tey sluppu at halda fram við
byggingini.
Men dagin eftir gevur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri so umsitingini boð
um, at afturkalla byggiloyvi,
og tekur stig til at seta fúta
bann móti víðari bygging.
Av sonnum ein løgin gerð
av borgarstjóranum.
Kommunan feilin
Hesi ungu eru tískil steðgað
í byggingini av sínum set
húsum, sum nú bert standa
har í hálvum gekki – og
húsa starum!
Tað er eyðvitað, at komm
unan stendur við ábyrgdini,
bæði so og so. Tí sambært
matrikuleringslógini, skal
kommunan tryggja sær í
sambandi vi frámatrikuler
ing av grundøki, at alt fer
rætt fram. Í hesum føri
hevur kommunan eyðsýni
liga ikki gjørt sína skyldu,
júst tí eingin atkomuvegur
er til grundstykkið - júst ein
av orsøkunum til, at komm
unan skal vera við í eini frá
matrikulering.
Í øðrum lagi hevur komm
unan útskrivað eitt byggi
loyvi uttan at tryggja sær, at
alt er í lagi. Kommunan
kann undir ongum umstøð
um leggja út á borgaran at
halda skil á, um treytirnar
fyri at byggja eru uppfyltar.
Tí var næsti feilurin gjørdur,
tá byggiloyvið varð útskriv
að.
Og nú hevur borgarstjórin
so sjálvur gjørt triðja feilin
við at taka støðu í einum
privatum máli millum tveir
borgarar. Eitt mál, sum
leggur einum ungum pari
fótonglar í vegin at seta fót
undir egið borð, men sum
tó ikki í síðsta enda neyvan
fer at kosta teimum pening.
Ta ábyrgdina eigur komm
unan nevniliga.
Ungt par á Argjum steðgað í sethúsabygging:
Hava fingið eina millión í klemmu
- Eg arbeiði við
málinum, og eg
rokni heilt vist við,
at ein loysn kann
finnast innan heilt
fáar dagar, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
BYGGIMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Sosialurin tosaði við
Heðin Mortensen, borgar
stjóra, fyrrapartin í dag,
lovaði hann at taka sær av
málinum beinanvegin.
Trupulleikin
er
ikki
ókendur
við
ymiskum
skavankum í sambandi
byggiumsiting á Argjum,
og hetta er enn eitt mál,
har ikki øll viðurskifti eru
í lagi.
Heðin Mortensen setti
seg beinanvegin inn í mál
ið, tá vit tosaðu við hann,
og hann segði seg kunna
lova, at málið finnur eina
loysn innan fáar dagar.
Talan er sum so um
klandur millum grannar,
har eini parturin ikki er
áhugaður í at tosa um trup
ulleikarnar, men borgar
stjórin hevur givið umsit
ingini boð um at fáa viður
skiftini í rættlag.
Eg blandi meg ikki van
liga í slík mál, men her er
talan um eina kæru frá ein
um borgara, og hóast tað
er ein feilur frá umsitingini,
so er tað er sum borgar
stjóri, ið standi við enda
ligu ábyrgdini. Tí valdi eg
at steðga byggingini til við
urskiftini eru komin í
rættlag, sigur Heðin Mor
tensen.
Og borgarstjórin hevur
sum nevnt góðar vónir um
at fáa greiði á málinum
heilt skjótt. Innan fáar dag
ar,
sum
hann
sjálvur
málber seg.
Heðin Mortensen, borgarstjóri:
Ein loysn finnast innan fáar dagar
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
ætlar, at málið skal fáa eina
loysn innan fáar dagar
Arngerð Diana og Jan kunnu bara hyggja langt eftir húsunum, sum tey við góðum treysti fóru
undir at byggja fyri góðum tveimum mánaðum síðani
Mynd: Jens-Kr. Vang