Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 65 - 2. apríl 2007 - Vit fingu at vita, at tað bar ikki til at umvæla stabilisator­ arnar á Smyrli, siga Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen, sum báðir eru kavarar. Men tað løgdu teir onki í og við snildni og góðum fólki eydn­ aðist teimum at avrika tað, sum ongin annar hevur klárað Bragd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið tað frættist, at stabili­ satorararnir á Smyrli ikki virkaðu, vóru tað mong, sum hveptu seg við at fara umborð aftur á skipið, tí tað rullaði so illa, hóast hetta als onki hevur við trygdina at gera. Og tá ið tað so frættist beint fyri páskir, at stabilisa­ torararnir vórðu umvældir, vóru tað mong sum fegnað­ ust sum tað. Men tað eru kanska tey allar fægstu, sum hugsa um, at hvussu nógv tað kravdi at umvæla brekið. Tað ljóðar ikki sum um at tað hevur so nógv upp á seg. Men veruleikin er, at hetta var so krevjandi ar­beiði, at tað var onki minni enn eitt bragd, at tað eydn­aðist at fáa stabilisator­ ararnar at virka aftur, uttan at senda Smyril av landinum í dokk. Hetta er nevniliga nakað, sum ongin annar hevur klárað og teir føroyingarnir, sum megnaðu at umvæl brek­ið, megnaðu sostatt nak­að, sum ongantíð er gjørt áður. Trúði onki upp á tað Tá ið tað gjørdust greitt, at stabilisatorararnir á Smyrli ikki kundu brúkast, vórðu boð send eftir einum um­ boði fyri verksmiðjuna, sum hevði gjørt teir. - Í tí sambandi kom ein japanes­ari til Føroyar at sýna skaðan og hann helti mest til at senda Smyril í dokk, tí hann hevði onki álit á, at tað skuldi eydnast at umvæla skaðan, ímeðan hann lá í sjónum, siga Sím­ un Jákup Højsted og Ingi Sørensen á kavarafyritøkuni, SJH Commercial Divers, í Havn. - Japanesarin segði, at teir fyrr høvdu havt skip við líknandi breki og hvørja ferð hevði tað verið neyðugt at taka skipið upp. Áðrenn hann fór av aftur landinum legði hann før­ oysku kavarunum eina við at boða honum frá, skuldi tað eydnast at umvæla brek­ ið ímeðan skipið var í sjó­ num, tí so vildi hann hava tað at vita. Og so hevði hann onnur skip, við sama slag trupulleikum. Teir báðir føroysku kavar­ arnir siga, at teir avgjørt sóu hetta sum eina ógvuliga spennandi avbjóðing, sum tey vóru altráðir eftir at royna fyri at vita um tað ikki bar til kortini. Tí dylja teir ikki fyri, at teir strongdu á Strandferðsl­ una fyri at sleppa at royna seg og tað endaði so við, at teir fingu uppgávuna. Og hóast japanesarin ikki hevði rætt í sínum meting­ um, so er hann høgt í metum hjá føroysku kavarunum. - Hann hevði heilt serstøk evni. Vit høvdu væntað, at hann fór at koma við teldum og mátarum av øllum handa slagi. Men hann kom púra tóm­ hentur. - Tað einasta, hann bað um, var ein lítlan hamara. Tað fekk hann so og eftir at hava bankað eina løtu stabilisatorarnar frá ymsum vinklum, kundi hann stað­ festa, at átta bóltar vóru farnir í hvørjum borði og at tað vóru teir somu bóltarnir, sum vóru farnir í bæði borð. Hann kundi eisini siga akkurát, hvørjir bóltar­ nir vóru. - Tá ið vit so kavaðu fyri at sýna skaðan uttanborða, vísti tað seg at passa akku­ rát, sum japanesarin hevði sagt. Slíkum evnum eru før­ oysku kavararnir hugtiknir av........ Snildni og gott fólk Tað stutta av tí langa er, at tað eydnaðist at umvæla brek­ið, so at nú virka stabili­ sator­ararnir aftur. Leirvíkingar til Íslands Í døgunum frá 22. til 24. juni verður vinarbýarstevna í Borgarb­yggð í Íslandi, og tá fara umboð fyri fleiri norður­ lendskar bygdir hagar at vitja. Millum vinarbygdirnar hjá Borgarbyggð er Leirvík, og Leirvíkar kommuna boðar nú frá, at leirvíkingar, sum hava hug at fara á stevnuna í summar, skulu boða Norrøna felagnum í bygdini frá á telefon 443131 innan 12. apríl. Fyri tveimum árum síðani var vinarbýarstevnan í Leirvík við nógvum gestum. Stovnarnir minka Tær seinastu fiskirannsóknirnar, sum Magnus Heinason hevur gjørt undir Føroyum nú í seinastuni, vísa, at allir teir týdningarmestu stovnarnir, toska-, hýsu- og upsastovnurin, eru í minking. Av hesum trimum er tað serliga toskastovnurin, sum er illa fyri, og sum hevur vernd fyri neyðini. Toskurin og hýsan eru hinvegin hampiliga væl í holdum, men upsin er rakari. Kanningarúrslitini skulu brúkast til komandi stovns­metingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni. Megnaðu tað sum ongin annar hevur klárað Her sæst manningin, sum umvældi stabilisatorararnar: Frá vinstru eru tað Jákup Fonsdal, Jón Isfeldt Birgir Dimon, Árni Mortensen, maskinmeistari á Smyrli, Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen Her sæst, hvussu stabilisatorararnir síggja út. Myndin varð tikin tá ið Smyril varð smíðaður Framhald á síðu 12