mánadagur 2. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 65 - 2. apríl 2007
Mannagongdin í
sambandi við útbygg
ingini av flogvøllinun
er enn eitt dømi um
vánaligt politiskt
handverk frá føroysk
ari síðu, heldur Høgni
Hoydal, fólkatings
maður, sum hevur
lagt uppskot fyri
Fólkatingið um at
yvirtaka Íleggingar
grunnin fyri Føroyar
Flogvøllurin
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Mannagongdin í málinum
um yvirtøkuna og fíggingina
av útbyggingini av flogvølli
num í Vágum fær harðar
ákoyringar frá formanninum
í
Tjóðveldisflokkinum,
Høgna Hoydal, ið sum
kunnugt eisini situr í danska
fólkatinginum.
- Eg eri skelkaður av, at
eitt nú føroyskir fjølmiðlar
nir als onki hava gjørt burt
ur úr málinum um Ílegging
argrunnin fyri Føroyar og
útbyggingina av flogvølli
num. Sum málið er handfar
ið frá føroyskari, politiskari
síðu, er hetta næstan líka
stórur kleyvarskapur, sum
tá føroyska samfelagið kom
at hanga upp á bankarnar
fyrst í nítiárunum.
So avgjørdur er er Høgni
Hoydal um ta loysnina, sum
er funnin í sambandi við
Íleggingargrunnin.
Fólkatingið samtykti hós
dagin við 3. viðgerð at játta
365 mió. kr. úr Íleggingar
grunninum fyri Føroyar til
útbygging av flogvøllinum
í Vágum. Hetta merkir sam
stundis, at vøllurin verður
yvirtikin 1. mai.
Málið um útbygging av
flogvøllinum hastar, men
politisk ósemja hevur verið
um, hvussu útbyggingin
skal fíggjast. Danir hava
ikki
viljað
goldið
fyri
útbyggingina, og tí hevur
verið samráðst um at brúka
ein part av Íleggingargrunn
inum fyri Føroyar til enda
málið. Hetta er nú veru
leiki.
- Sum málið er handfarið
frá føroyskari síðu, er hetta
ikki minni enn ein gøla, sig
ur Høgni Hoydal og heldur,
at landsstýrið við hesi loysn
ini hevur forerað grunnin
burtur til danir.
- Og ikki nokk við tí.
Tann myndin sum stendur
eftirm, er, at danir standa
eftir sum teir stóru gevarar
nir av fænum úr einum
grunni, sum als ikki er
teirra, men sum føroyingar
eiga, sigur Høgni Hoydal.
Føroyski fólkatingsmað
urin heldur, at danir hava
forsømt vøllin í nógv ár og
eru slopnir alt ov alt í lætt
burtur tí.
- Hetta er enn eitt dømi
uppá, hvussu danskir em
bætismenn hava runnið um
horn við føroyingum. Og
ikki nóg mikið við tí, so
sita teir enn tá og gera av,
hvussu vøllurin skal útbyggj
ast. Ein útbygging, sum als
ikki kann gerast fyri tær
365 mió. kr., sum eru settar
av. Øll, sum hava innlit í
hesi viðurskiftini vita, at
íløgan verður munandi dýr
ari, sigur Høgni Hoydal.
Grunnur kann nýast
til nógv endamál
107 atkvøddu fyri, tríggir
blankt, meðan ongin var
ímóti. Høgni Hoydal var
ikki staddur í Fólkatinginum
hósmorgunin undir atkvøðu
greiðsluni.
Tað var hin føroyski fólka
tingsmaðurin, Anfinn Kalls
berg. Hann viðgongur, at
tað er eitt kompromis at fáa
flogvøllin útbygdan á henda
hátt, men heldur samstundis,
at hetta er ein loysn, sum
føroyingar kunnu liva við.
- Danir hava í nógv ár
ynskt at sleppa av við vøll
in, og samráðst hevur verið
aftur og fram millum før
oyskar og danskar myndug
leikar, um hvussu flogvalla
málið skal loysast. Eisini í
míni tíð sum løgmaður,
sigur Anfinn Kallsberg.
Semjan gongur út upp á
at niðukapitalisera Ílegging
argrunnin við 365 mió. kr.
til at leingja vøllin upp í
1.600 metrar, útbyggja ter
minalin og gera tekniskar
dagføringar.
Anfinn Kallsberg sigur
seg fegnast um, at tað enda
liga er eydnast at finna eina
loysn á flogvallamálinum.
- Tað hevur ómetaliga
stóran týdning fyri infra
kervið hjá føroyingum út í
heim, har flogvøllurin er
ein stórur fløskuhálsur í
dag. Vit mugu minnast til,
at har er lítið og einki gjørt
í eini 20-30 ár, og at flog
vøllurin
er
fullkomiliga
afturúrsigldur, sigur Anfinn
Kallsberg.
Íleggingargrunnurin
er
upprunaliga ein lánigrunnur,
sum danir í árunum 1964-
73 settu tilsamans 140 mió.
kr. í. Fram til dagin í dag er
hann vaksin til millum 800
og 900 mió. kr. Hetta merk
ir, at tað fara at liggja á leið
500 mió. kr. eftir, nú flog
vøllurin fer avstað við 365
mió. kr. Men hesar 500-600
mió. kr. eru ikki tøkar, tí
tær eru læntar út til millum
annað
undirsjóvartunlar,
Landsverk, Sev og Atlants
flog. Áðrenn Sjóvinnubank
in fór á heysin í oktober
1992, lænti Íleggingargrunn
urin bankanum 200 mió.
kr., sum aftan á húsagangin
vórðu avskrivaðar.
Ongin neyv kostnaðar
meting er gjørd av útbygg
ingini av flogvøllinum, og
tí skal møguligur meirkost
naður játtast yvir føroysku
fíggjarlógina.
Fyri at bøta um skaðan,
sum Høgni Hoydal metir er
gjørdur í sambandi við
Íleggingagrunnin,
hevur
hann lagt uppskot fyri
Fólkatingið um, at føroying
ar skulu yvirtaka grunnin.
- So hvørt lánini verða
goldin aftur, kann grunnurin
læna út aftur til onnur enda
mál, ið eru átroðkandi fyri
føroyska samfelagið, sigur
Høgni Hoydal.
Uppskotið frá føroyska
fólkatingsmanninum
til
Fólkatingið, um at Føroyar
skulu yvirtaka Íleggingar
grunnin, kemur væntandi
til 1. viðgerð beint aftan á
páskir.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður:
– Kleyvarskapur at lata
dønum íleggingargrunnin
Góð stjóraløn
Tað hevur gingið væl hjá teimum donsku bankunum
tey seinastu árini, og tað sæst eisini aftur í lønunum hjá
stjórunum, skrivar Børsen. Blaðið veit at siga, at lønin
hjá bankastjórunum er hækkað tvær ferðir so nógv
sum lønin hjá øðrum leiðarum í danska vinnulívinum.
Serliga í teimum smáu peningastovnunum er lønarvøkst
urin stórur. Sum dømi nevnir Børsen ein lítlan peninga
stovn á Fyn, har stjórin fær 3,6 mió. krónur í ársløn.
Gongur rættan veg
Tað er farið at ganga tann rætta vegin í Vági, og nú er so
mikið nógv at gera í býnum, at nú er lítið og einki arbeiðs
loysi. Suðurrás skrivar, at arbeiði er á flakavirkinum hjá
Faroe Seafood eins og øðrum smærri fiskavirkjum, og har
afturat er nógv arbeiði á hinum vinnuvirkjunum í býnum.
Framgongdin sæst eisini á kommunuskrivstovuni, tí har
hava tey staðfest, at skattainntøkan í januar og februar var
10 prosent størri enn somu mánaðir í fjør.
- Tær 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til
at útbyggja flogvøllin í Vágum fara als ikki at røkka til, sigur
Høgni Hoydal, løgtings- og fólkatingsmaður
Savnsmynd
Flogvøllurin í Vágum, sum leingi hevur verið ein
fløskuhálsur fyri føroyska ferðsluna út í heim,
verður yvirtikin 1. mai og síðani útbygdur
Savnsmynd