mánadagur 2. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 65 - 2. apríl 2007
- Stundum havi eg
funnist at politisku
skipanini, ið skal
skapa karmarnar hjá
okkara vinnu. Men
tað er ikki úr løgtingi,
landsstýri ella vinnu
málaráðnum, at fram
burðurin sprettur.
Framburðurin sprett
ur úr vinnuni og úr
ágrýtnum og huga
góðum einstakling
um, ið finna saman,
sigur Kjartan Kristi
ansen, sum hevur
verið stjóri á Menn
ingarstovuni, síðan
stovnurin sá dagsins
ljós í september 1987
Menning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin fríggjadagin
var móttøka fyri stjóranum
á Menningarstovuni, Kjart
ani Kristiansen, sum hevur
verið menningarstjóri í Før
oyum, heilt síðan stovnurin
varð skipaður í 1987 - ella
fyri sløkum 20 árum síðan.
Rættiliga nógv fólk var
til móttøkuna, har lands
stýrismaðurin í vinnumál
um, Bjarni Djurholm og
stjórin í Bitland, Ólavur
Gregersen, heilsaðu Kjart
ani við vælvaldum orðum.
Ógvuliga fegin
- Eg eri ómetaliga fegin um
stórfingnu og sera væleydn
aðu móttøkuna, har nógv
fleiri fólk, enn eg hevði
droymt um, vóru inni á
gólvinum og heilsaðu mær.
Aftur við góðum ábiti,
sum frálíki kokkurin, Kári
Hentze, stóð fyri, spældi
dugnaligi tónleikarin, Kim
Hansen, stillisliga á tang
entar.
Kjartan hevur sjálvur stór
an áhuga fyri, at matur verð
ur tilvirkaður á onkran ser
stakan og forvitnisligan
hátt, og slíkt hevur hann eis
ini verið viðvirkandi til, tá
fólk á Menningarstovuni
hava hugnað sær, eitt nú til
jólaborðhald og tílíkt.
- Mær dámar væl, at okk
urt forkunnugt og forvitnis
ligt er á borðinum til slík
høvi, og serliga skal hetta
hava við føroyskan mat at
gera. Føroyski maturin skal
ikki neyðturviliga vera til
reiddur á gamlan føroyskan
»manér«, men gjarna vera
samantvinnaður við onkra
aðra - og gjarna fjarskotna
- mentan, sigur hann.
Kjartan vísir á, at føroyski
maturin eitt nú er sera væl
egnaður saman við ymisk
um suðurlendskum mati.
- Blandingurin millum
okkara og teirra er heilt
ótrúliga spennandi og kann
geva matinum nakað heilt
serligt, sigur hann.
Við móttøkuna fríggja
dagin var tað ikki Kjartan,
sum setti matarskránna,
men ivaleyst hava tey, sum
kenna Kjartan, roynt at
hugsa sum hann.
- Vit fingu suðurlendskan
bacalao úr røstum fiski.
Vanliga verður klippfiskur
ella saltfiskur brúktur, men
hetta riggaði ógvuliga væl
við røstum fiski, sum gav
ein ótrúliga heitan og góðan
fiskasmakk, sigur hann.
Men tað var eisini annað
á borðinum fríggjadagin,
eitt nú skerpikjøt og súla!
Stjóri í 20 ár
Kjartan Kristiansen hevur
sum nevnt verið stjóri á
Menningarstovuni,
síðan
stovnurin varð skipaður í
1987. Áður kallaðist stovn
urin Ídnaðarstovan, og skift
ið fór fram í tíðini, tá Vil
helm
Johannesen
hevði
vinnumál undir sær í Tinga
nesi.
- Longu í 1978 legði ein
starvsnevnd,
sum
eisini
hevði eina breiða umboðs
nevnd, fram eitt álit um,
hvussu hetta økið skuldi
skipast í framtíðini. Minnist
eg rætt, var tað landsstýrið,
sum tá sat og Ídnaðarfelagið,
sum settu arbeiðsbólkin. Í
starvsnevndini vóru eitt nú
Olaf
Olsen,
Guttormur
Djurhuuus, Tormóður Dahl
og onnur. Formaður í hesi
starvsnevnd var Arni K.
Olsen, grannskoðari, sum
hevur egið virki í Dan
mark.
Í
stuttum
práti
vísir
Kjartan á, at hann í síni tíð
sum menningarstjóri mang
an hevur hartað politisku
skipanini
fyri
vantandi
áræði.
- Hetta havi eg ikki gjørt,
tí eg havi hildið, at fram
burðurin sprettur úr lands
stýri og løgtingi. Tað er
politiska skipanin, sum skal
skapa karmarnar um vinn
una, og sum skal beina forð
ingarnar burtur. Men fram
burðurin sprettur úr vinnuni
og úr ágrýtnum einstakling
um, sum finna saman. Tað
eru tær hugagóðu fyritøk
urnar og tey hugagóðu fólk
ini, sum vísa vegin fram
eftir.
Kjartan vísir á, hvussu
týdningarmikið tað er, at
bæði vinnumálaráð og løg
tingið kenna sín leiklut í tí
at skapa vinnuni góðar
karmar.
Í nýtt starv
Nú Kjartan gevst sum stjóri
á
Menningarstovuni,
er
hann
65
ára
gamalur.
Áðrenn hann fyri skjótt 20
árum tók við hesum starvi,
var hann býráðsskrivari hjá
Tórshavnar kommunu í 17
ár.
- Mín karriera hevur tí
ikki verið so nógvastaðni.
Í nøkur ár starvaðist
Kjartan eisini sum skriv
stovumaður
hjá
Ålborg
Portland Cementfabrik.
Eftir páskir byrjar hann í
starvi
hjá
Vinnumála
ráðnum.
- Tað er altíð spennandi
við nýggjum avbjóðingum,
og í Vinnumálaráðnum fari
eg at seta meg inn í nýggj -
og viðhvørt yvirornað -
mál. Eg eri spentur upp á
hesa uppgávu, og eg føli, at
eg havi nógv eftir at geva.
Har eru nógvar uppgávur,
sum eg við treysti fari undir,
og málið hjá mær verður,
sum higartil, at gera mítt til
at byggja uppaftur betri
karmar um føroyska vinnu.
Kjartan Kristiansen hevur
sum stjóri á Menningar
stovuni eitt nú verið við til
at víst føroyskari vinnu út
um landoddarnar til fram
sýningar.
- Hetta hevur verið ein
áhugaverd tíð, og samanum
tikið haldi eg, at tað, sum
vit hava verið við til, hevur
gjørt mun. Ætlar tú tær út á
marknaðin, nyttar einki at
krógva teg burtur heima.
Føroyskt vinnulív veit nú
betur, hvat vit kunnu, og
hvat vit í løtuni ikki kunnu.
Okkara fyritøkur tora í dag
at hyggja útlendskar fyri
tøkur í eyguni.
Hann vísir á, at tað eru
fyritøkurnar sjálvar, sum
hava borið tað fíggjarliga í
hesum luttøkum.
- Eg veit næstan ikki um
fyritøkur at siga seg hava
iðrað seg um tann pening,
ið brúktur er til at vísa seg
fram
uttanfyri
landodd
arnar, sigur Kjartan Kristi
ansen.
Framburður sprettur ikki
úr løgtingi og landsstýri
Poul Michelsen, politikari og vinnulívsmaður, heilsar Kjartani
Kristiansen
Mynd: Sjúrður Hammer
Millum tey umleið 200, sum vildu hitta Kjartan Kristiansen
við móttøkuna fríggjadagin, vóru eisini abbabørnini, sum vit
síggja á hesi myndini
Mynd: Sjúrður Hammer
Nógv arbeiði
Tað tekur altsamt longri og longri tíð at fáa Hægstarætt í
Danmark at avgreiða mál, og samstundis vísir tað seg, at
dómararnir í Hægstarætti átaka sær meiri og meiri arbeiði
í frítíðini. Ein uppgerð hjá Berlingske Tidende vísir, at í
fjør tjentu teir 18 dómararnir góðar 980.000 krónur hvør í
meðal umframt lønina frá Hægstarætti, sum var góðar
950.000 krónur. Nógvir politikarar halda tað vera burtur
við, at dómarar hava so nógv egið arbeiði.
Sigldu fullir
Fríggjakvøldið fekk løgreglan í Hålogaland-økinum í
Noregi boð um, at tveir menn sigldu fullir í einum stórum
stuttleikabáti. Við hjálp frá sjóverjuni eydnaðist tað løg
regluni at seta fólk umborð á bátin. Tað vísti seg, at annar
maðurin lá og svav, og at hin sat og stýrdi, sjálvt um hann
als ikki var førur fyri tí. Løgreglan tók ræðið á bátinum og
sigldi hann til lands. Har varð blóðroynd tikin av báðum
monnunum, sum nú verða ákærdir.