Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 65 - 2. apríl 2007 Sunnudagin tann 1. apríl lat Ísland upp aðalkonsulát í Fútastovu í Tórshavn. Hendingin varð markerað við einum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum, har røður vórðu hildnar. Upplatingin av aðalkonsulatinum er enn eitt prógv um, at Føroyar av álvara eru komnar upp í altjóðagerðina. Løgmaður vísti í røðu síni á, at Føroyar ivaleyst teljast millum tey einamest avbyrgdu londini í Evropa. Vit eru ikki við í ES, vit eru ikki við í EFTA, vit eru ikki við í EBS, og vit eru ikki fullgildugur limur í Norðurlandaráðnum. Hetta er ein støða, sum vit eiga at gera nakað við. Avbyrgin er vegurin til stagnasjón og afturgongd, meðan samstarv er vegurin til vøkstur og framburð. Hann nevndi í hesum sambandi Hoyvíkssáttmálan sum eitt skilagott stig á vegnum. Hesin sáttmáli er okkara fyrsta veruliga formliga stig út í altjóðagerðina. Fyrstu stigini eru neyðug fyri at taka tey næstu, tí eisini vit vilja sleppa víðari. Víðari gjørdi løgmaður vart við, at vit føroyingar hava ta fatan, at tað liggur meira í samstarvinum millum Ísland og Føroya enn áhugamál, sjálvt um vit innast inni vita, at áhugamálini hava alstóran týdning. Vit hava langar og drúgvar tradisjónir fyri samstarvi á so nógvum økjum, tó serliga innan fiskivinnuna. Sum løgmaður vísti á, er tað ikki sørt, at ávísir føroyingar hava hug at óttast framsókna íslendska íløguhugin. Vit hoyra dag og dagliga, at íslendingar keypa danskar og bretskar fyritøkur, og vit síggja somu ábendingar her á landi. Ein íslendskur íløguhugur, sum ivaleyst fær trongskygdar sálir at piprast. Nakað er um hetta, men tað ber heldur ikki til at balla seg inn í sjálvsatfinningar. Heldur eiga vit at brynja okkum og menna okkum til tær avbjóðingar, sum koma við altjóðagerðini. Millum Ísland og Føroya eru aldargomul sterk søgulig, búskaparlig og mentanarlig bond. Aðalkonsulatið er ein sterk undirstrikan av, at vit nú eru í ferð við at styrkja hesi bond. Hetta kann bert vera gott. Íslendingar eru fremstir í øllum heiminum at troyta nýggju møguleikarnar í altjóðagerðini. Teir vóru fyrstir á vøllinum, og vit kunnu læra nógv av teimum. Kanska kunnu teir eisini læra nakað av okkum. Fyrsta og fremsta fortreytin fyri klára seg í altjóðagerðini er samstarv. Vit mugu fara út, vera har, ið tað fyrigongur. Vit mugu fáa okkara ungdóm út og vit mugu upplæra okkara ungdóm til at liva og virka í einum altjóðagjørdum heimi. Hetta merkir, at ein lykilin til framtíðina ikki bert liggur í meria samstarvi men í eini nútímasgerð av okkara avoldaðu útbúgvingarskipan. Samantikið er íslendska aðalkonsulatið ein varði í altjóðagerðini – hjartaliga vælkomnir íslendingar! Sosialurin Vælkomnir íslendingar! SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nei, nú veit eg ikki longur, um eg skal gráta ella flenna. Siti í Spanien og lesi tíðindi um, at Sunda kommuna skal gera bingjupláss við Streymin. Eg havi áður víst á lívið og ríkidømið, vit eiga við sjóv­armálan við Streymin. Hví ikki gera campingpláss har? Tað verður ringt at finna betri stað. Byggið eitt lítið savn við plantum og dýr­um, sum finnast í um­ hvørvinum. Savnið gamlar lutir, sum fólk liggja inni við, og sýnið list frá lokal­ fólki. Setið kikarar upp, so fólk kunnu eygleiða fugl, og latið tey sleppa at fiska uttan fyri dyrnar. Á, teir møguleikar, og so eitt bingjupláss. Nei, nú stend­ur verðin ikki longur. Flytið lortin úr fólkaeygum, t.d. norður á íðnaðarøkið hinu­­­megin, og mennið møgu­­­leik­arnar hjá ferða­ fólki, sum koma fram við júst hasum økinum. Tað er har, fólk steðga á, tá ið tey finna útav, at einki camp­ ingpláss er tøkt. Tann, ið oyrur hevur, hann hoyri, segði el Señor. Føroya Arbeiðarafelag fegn­ ast um, at tveir menn eru dømd­ir í drúgva og skelk­ andi málinum um teilend­ ing­arnar. Føroya Arbeiðarafelag royndi í síni tíð at samskifta við teilendingarnir, men tey tordu ikki at tosa við fak­fe­ lagið av ótta fyri, hvat kundi henda. Málið bleiv tikið upp við myndugleikar og at enda meldað til løgregluna. Føroya Arbeiðarafelag heit­ir á landsstýrismannin við innlendismálum at tryggj­­að, at útlendsk ar­ beiðs­­megi verður innlim­að í fakfelag. Fakfelagið kann fylgja við, at útlendingar, ið arbeiða í Føroyum, fáa tað løn, yvirtíð og annað tey skulu hava sambært sáttmál­ anum. Tíverri má Føroya Ar­ beiðarafelag staðfesta, at mál­ið um teilendingarnir ikki er tað einasta av slíkum slagi. Útlendsk arbeiðsfólk eru løtt offur, tí tey ikki altíð eru greið yvir síni rættindi. Hetta má broytast, tí áttu árbeiðsgevarar, fakfeløg og avvarðandi myndugleikar í felag at evna kunnandi tilfar á fleiri málum, sum út­lend­ ingar skilja. Føroya Arbeiðarafelag vil gera alt tað er ment fyri at fólk, sum koma henda­ veg­in at arbeiða fáa góðar sømdir. Dómurin í Føroya rætti verð­ur vónandi ein áminn­ ing til øll um, at slík hand­ faring av fólki fer ikki fram órevsað. Sum eg nevndi í míni røðu á løgtingi, er Svínoyggin ein av útoyggjunum, sum er áhugaverd og við so mong­um møguleikum fyri at yvirliva. Eg má siga, at eg harmist um, eftir at hava lisið grein­ ina hjá Bjarna Jacobsen – ikki bara einaferð - at hann skýrir áhugan hjá mær fyri betri sambandi við Svín­ oynna at vera lunkaðan. Hetta minnir meg ikki sørt um blaðskrivingarnar og misnøgdina, sum vóru á meg, tá eg legði rygg til eitt nú Norðoyatunnilin, at fremja byrgingina um Haralds­sund, og økið í Klaks­vík uppi í Klingru­ garði, sum ídag er til gleði og gagns fyri alt landið. Eg vísti á ymisku møgu­ leik­arnar, men fylgdi sam­ stundis øllum hesum málum upp og var fegin um, tá av­tor­ naði og ódnarveðrið hevði lagt seg, vórðu málini framd. Tað er nú nakað síðani, at landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm og eg tosaðu um Svínoynna, har hann greiddi mær frá ymisku kanning­un­ um, sum gjørdar vórðu í sam­band við havnarviður­ skift­ini á Svínoynni og í sam­bandi við Svínoynna. Vit vórðu samdir um at tosa saman aftur, tá kanningarnar vóru klárar. Tað skuldi júst vera um hesa tíðina - altso nú fyrsta dagin. Tættari samstarv Øll sum kenna Bjarna Jacob­ sen vita, at hann er roknaður sum skilamaður og ikki minst, tá um Svínoynna og uttan um Svínoynna ræður, har hann er barnføddur. Hin­ vegin havi eg verið so mikið leingi í politikki, at eg veit, hvar sterku kreftirnar í veru­ leikanum liggja, og at neyð­ ugt er við tøttum samstarvi við tær, tá nakað skal fremj­ ast, og at neyðugt er at liggja á málinum. Er tað rætt, at LV-stovn­ urin í trý ár hevur arbeitt við kanningum av havnar­ um­støðum á Svínoynni, utt­ an at hava tosa við mynd­ug­ leikar har og staðkend fólk, sum hava áralangar royndir í umhvørvinum, so er tað ótrú­liga langt úti. Tann partapolitiska partin fari eg í hesum umfari at lata liggja, eg kann eisini seinni koma til fyrispurning eg hevði viðvíkjandi Svín­ oynni, tá fíggjarlógin fyri 2007 var fyri, men fari at gera Bjarna í Svínoy og øll­ um svínoyingum greitt, at um­ráðandi er við tøttum sam­starvi við tann politiska partin, sum situr við ræðið og við teknisku vitanina, sum av politiska systemi­ num er sett til at fremja landsins útbyggingar, og lat meg til seinast leggja dentin á, at eg skal fylgja málinum upp! Tí sum nevnt í míni røðu á løgtingi, so er Svínoyggin áhugaverd við so mongum møguleikum og ein av út­oyggj­unum, sum hevur møgu­­leikar fyri at yvirliva. Sólgerð Andreassen forkvinna, Vegna Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther løgtingsmaður Jógvan við Keldu Somu rættindi til øll arbeiðsfólk Betri samband við Svínoynna Bingjupláss í sjálvum hjartanum í Sunda kommunu!