Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 2. apríl 2007 11 tíðindi Silja Rógvadóttir 10. fl Svanna Carlsson 8. fl næmingar í Vestmanna skúla Nógv verður tosað um um­hvørvi í hesum døgum. Veðurlagið á jørðini gerst alsamt heitari, og tað hevur stórar og vandamiklar fylgj­ ur við sær. Vit hava fingið nógvar áheitanir frá altjóða felagsskapum um, at vit øll, hvør sum ein mugu taka ábyrgd av umhvørvinum rundan um okkum. Men av eini ella aðrari orsøk verður ikki hugsað á hendan hátt. Vit kunnu bara hyggja at okkara nærmasta umhvørvi, og hvussu vit menniskju bera okkum at í ger­and­is­ degnum. Og so kunnu vit spyrja okkum sjálvi: Hvør hevur ábyrgdina av at fáa fólk at hugsa meira um um­hvørvið í tí dagliga? Næmingar í Vestmanna Skúla hava hesa vikuna havt evnisviku, sum hevur snúð seg um umhvørvi og grønan skúla. Vit hava øll valt okkum inn á ein av sjey ymiskum verkstøðum, ið allir hava havt eitthvørt við umhvørvi at gera. Vit eru 8 næmingar, ið valdu verk­ stað­in Reinasta Bygd? Vit báð­ar, Silja og Svanna, valdu at skriva hetta lesara­ bræv: Fyrst fóru øll í bólkinum runt at kanna, hvussu nógv­ ar ruskspannir vóru í bygd­ ini. Tá alt kom til alt, fingu vit talið 24, har skúlin átti 6 av teimum. T.v.s. at tað eru bert 18 ruskspannir, sum standa spjaddar runt í bygd­ ini. Hvussu ber tað til, at ein so stór bygd sum Vest­ manna, bert hevur 18 rusk­ spannir til allar uml. 1300 borgararnar? Hvussu kann kommunan góðtaka tað? Vit tosaðu við borgarstjóran og spurdu, hvussu nógvar ruskspannir hann helt vera í bygdini. 15 var svarið, ið vit fingu. Vit spurdu eisini, hví so fáar vóru, og hann svaraði, at teir høvdu ringar royndir av, at tær ikki fingu frið. Og kommunan hevur eisini tikið nógvar pelar nið­ ur og ikki hongt rusk­spann­ irnar upp aftur. Hví? Er tað dovinskapur ella ov tíðar­ krevjandi? Vit halda, at tað á ein hátt er dovinskapur ella bara líkasæla, tí øll vita, at tað ikki tekur nógv meir enn 5 minuttir at heingja eina ruskspann upp aftur. Tað er óskiljandi, at kommunan ikki ger sítt fyri at halda bygdina ruddiliga, tí um kommunan ikki sýnir vilja og áhuga fyri um­hvørv­ inum, hvør skal so? Tað er jú kommunan, sum hevur ábyrgdina av bygdini og tí eisini umhvørvinum. Vit løgdu eisini til merkis, at rundan um ruskspannirnar – ikki í teimum - var sera nógv rusk, ið sløddist. Tað er bæði tí, at ruskspannirnar verða alt ov sjáldan tømdar, men eisini tí, at spannirnar eru ikki serliga snilt gjørdar. Um nógvur vindur er, fýkur ruskið úr spannunum, og esini sleppa krákurnar niður í at pikka ruskið burturúr. So eitt boð er at útvega betri og fleiri ruskspannir. Men kommunan skal tó ikki hava alla skuldina fyri, at Vestmanna ikki er ein um­hvørvisvinalig bygd. Hug­burðurin hjá borgar­un­ um, bæði teimum yngru og eldru, er merkt av líkasælu hvat umhvørvinum við­vík­ ur. Tað er alt ruskið runt bygd­ina besta prógv um. Vit blaka á vegin ístaðin fyri at koyra ruskið í rusk­ spannirnar ella goyma tað í lummanum, um eingin rusk­ spann er í nánd. Vit hugsa ikki um fylgjurnar, ið koma bert av at tveita ein siga­ rettstubba frá okkum. Tað eru ofta vit ungu, ið fáa skotið í skógvarnar, at tað eru vit, ið dálka og blaka burtur, men tað halda vit ikki er rættvíst, tí sjálv­ andi eiga vit ikki alla ‘ær­una’ av tí. Tað eru tey vaksnu, sum eru fyrimyndir og tey liva ikki altíð upp til tað heitið. Men hvat kunnu vit gera? Vit halda, at tað hevði verið eitt gott hugskot, at komm­ unurnar settu fleiri tiltøk í verk. T.d. havt fleiri rudd­ ingar­dagar um árið, havt ymiskar umhvørvis­kapp­ing­ ar ímillum bygdirnar í Før­ oyum, har vinningurin ikki bert var eitt heitið, men eis­ ini peningur til at arbeiða víðari við umhvørvinum. Kommunurnar runt landið skuldu eisini skipað fyri fyrilestrum, sum samlaði all­ar borgarar, ung sum eldri, har upplýst varð um, hvussu vandamikil dálking í veruleikanum er, og eggj­ aðu borgarunum at standa saman um felags mál sum t.d. at júst okkara bygd skal vera tann reinasta og hvat vit annars kunnu gera fyri at fyribyrgja vaksandi trupul­leikanum, sum dálk­ ing hevur við sær. Vit vilja við hesum brævi heita á allar vestmenningar og allar føroyskar borgarar sum heild um at sýna áhuga og størsta vilja fyri at fáa okkara land reint og vakurt. Í Visjón 2015 skal Føroyar jú vera eitt av heimsins størstu ferðamálum. Og hevði tað ikki tá verið best at verið eitt reint og vakurt umhvørvisvinaligt land ístaðin fyri eitt byngjupláss í Atlantshavinum? Kanska Vestmanna í 2015 verður ein av perlunum í At­lantshavinum... Vestmanna reinasta bygd? Yvirlit yvir hvar tær 24 ruskspannirnar eru í bygdini Tá løgmaður úttalaði seg um blokkin, var tað fyri egna rokning. Hetta var ikki tikið upp á tungu í ting­ mann­ing­ini, tíðans heldur á nøkrum al­mennum fundi. Men løg­mað­ur sjálvur hugleiddi fyri ein­um skúlaklassa. Hetta fang­aðu bløðini og var hetta ein fín søgn at servera. Tá bløðini høvdu serverað, komu teir einastu ektaðu før­oy­ingarnir í verðini, teir sum elska flaggið langt yvir okkum meinigu, halda teir. Hesir róstu nú løgmanni, teir sum í mánaðir hava roynt at skaða trúvirðið hjá Føroya Løgmanni, tí teir hava kosið seg sjálvar til tjóskaparhetjur! Hes­ar báðar ivasomu hetjur, í mínum huga, sum meintu at Dannebrog gott kundi verða hivað í húnarhátt í Lond­on, tí har meintu teir, at ongin kendi føroyingar hó­ast føroyingar hildu lívið í onglendingum við at sigla vandasigling við fiski undir krígnum. Men í Reykjavík, har vistu hetjurnar best, hvat skuldi gerast, jú har skuldi man brúka krossmerkið til pro­paganda, men til síðst klár­aði løgmaður, hóast nógv­ar fótonglar, at greiða tykk­um úr tykkara fløkju og loysti henda íspunna tru­p­ul­leika meist­ar­liga og fyr­i­mynd­ar­liga. Men løgmaður, man skal kenna sínar fíggindar og halda teir eina armslongd frá sær. Men sanniliga eisini kenna sínar vinir, og rætta teimum hondina. Tú skyldar føroyingum at siga, at tá tú út­talaði teg um blokkin, vóru tað tíni egnu orð! Og ein hugleiðing fyri einum skúl­a­flokki. Tá hevur tú beint  allar misskiljingar burt­ur. Tá verður helst einki rós meir frá Høgna Hoydal og Poul Michelsen! Og teir strika teg aftur av sínum hit­lista. Men ætlanin um at skerja blokkin, løgmaður, skal vera uttan Gerhard Lognberg. Løgmaður, vóru tygum farin út at koyra? løgtingsmaður Gerhard Lognberg Havi áður verið inniá, hvussu útlendingar um miðja 19. øld førdu okkum føringar út í rættskrivingarligt óføri. Vit skuldu ikki skriva mál okk­ara, so sum tað var, men heldur soleiðis sum tað fyri øldum hevði verið og tí framvegis átti at vera. Eftirsíðan hava menn sum best bar til - og tá at kalla al­tíð leitandi aftureftir í mál­søg­una - tveitt hesa og hasa broyting inn í stavn­ing­ ar­lagið. Nýliga hevur nú tað fyri­ brigdi tikið seg upp, at hesi fólk, sum við tokka til okkara móð­ur­mál tó ikki hava treysti til at loysa tað úr miðaldarliga rætt­skriv­ ing­ar­haft­inum, utt­an fyrilit til upprunan eru farin undir at skapa eina serføriska stav­seting, tá tað ræður um fremm­and landafrøðilig heiti. Toylendingar á Sandi Fyrstu ferð eg varnaðist hetta nýggja rættskrivingarlag, var tá eg í bløðunum las um trup­ ul­leikar hjá “tei­lend­ing­um” á Sandoynni ( hjá mær við norðanmáli verður skrivað ei altíð at frambera sum oy). Fór so at hyggja í føriska heims­atlasið og komið tá eft­ ir, at tað har er vorðið gjørt til eina meginreglu – um enn ikki fult og heilt – at stava ai-ljóðið við ei. Hóast ikki mál­frøðingur var tað mær lætt at staðfesta, at her hava hesi góðu fólk, sum hava tik­ið upp á seg tað torføru upp­gávu greiða føriskt atlas til prentingar, sum tað í so mong ár hevur verið tørvur á, mistikið seg. Tí longu tá ið danski professarin N.M. Pet­ e­rsen og íslendingurin Jón Sig­urðs­son løgdu okkum til at skriva ikki ai, soleiðis før­ ingar tá høvdu gjørt í meira enn hálvthundrað ár, men ei eins og íslendingar, var tað eitt mistak. Tí íslendsk rætt­ skriv­ing - eins og at kalla øll europeisk rættskriving – er í høvuðsheitum ljóðrøtt (fon­ etisk), og íslendingar skriva e-i, tí soleiðis við okkara ey-ljóði verður hetta tvíljóð fram­borið á íslendskum. Jú, men í týskari rætt­skriv­ ing sært tú eisini skrivað ei um framborið ai-ljóð. Rætt er tað; men tá støðið varð lagt til teirra stavseting, varð hetta tvíljóð framborið sum okkara ey og í gamlar dag­ar líka ofta skriva e-y. Upp­run­ alig ai-ljóð skriva týskarar ljóðrætt við ai sum t.d. der Kaiser, im Monat Mai o.s.fr., og teir kundu neyvan hugsað sær at stavsett fremmand landa­frøð­i­heiti so sum Thai­ land, Taivan etc. við ei. Hjá okkum er tað eisini nat­úrligt og tað einasta rætta at skriva ai, tá framburðurin eisini norðanfyri er ai sum t.d. í persónsnøvnum sum t.d. Kaj, Laila og Maibritt, um mánaðin mai, niðri á kai o.s.fr. Ukreina eitt heppið føriskt nýyrði? At føriska stavsetingin, sum alt ov lítið hevur støðið í okkara egna livandi máli, í mongum førum hevur av­skep­landi ávirkan á nat­ úr­liga framburðin, vita vit. At omanfyri umtalaða ný­før­ iska stavingarfyribrigdi kann føra tað sama við sær, hoyrdu vit av Svangaskarði her­fyri. Tí meðan vit so greidliga hoyrdu ukrainsku við­halds­fólkini rópa: Ukra´ina, Ukra´ina! - kráaði úr okkara sjónvarpskliva løgni framburðurin U´krei­ na. Ringdi aftaná til annan frá­søg­u­mannin, sum eg kenni væl, og gjørdi hann varan við málsliga mis­tak­ ið; men hann kundi bara vísa til stavingarlista frá Mál­nevnd­ini, sum húsast á sjálvum Fróðskaparsetri Før­oya. At tað er hesin høgi stovnur, ið stendur aftan fyri heimføðisliga stav­set­in­ar­ framtakið, er sera harmiligt. Ynski frá mær og ivaleyst so mongum øðrum skal vera, at vit venda aftur í hesum máli við nýggjum útgávum, har ikki slíkur naivitetur ( neivitetur?), men ein meira altjóða hugburður við atliti til slíkt, sum veruliga er sprottið úr egnari málkenslu, verður settur í hásæti. Ólavur Hátún Málsligt ítriv