Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 65 - 2. apríl 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kinna úr Dímun, fødd Mørk, ættað úr Sandvík, búsitandi í Tórshavn, and­aðist leygardagin 31. marts, 76 ára gomul. Bønarhald verður á Lands­­sjúkra­húskapell­ inum týsdagin klokkan 13.00. Jarðarferðin verð­ ur úr Havnar Kirkju miku­dagin klokkan 13.00. Tey, ið vilja minn­ ast Kinnu, kunnu lata Havnar Kirkju eina gávu, konta í peninga­ stovnunum. Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn 29. mars, 88 ára gamal. Kór­ seting verður í Vartov kirkju í Keypmannahavn týsdagin 10. apríl klokk­ an 11. Sólgerð Danielsen, Klaks­vík, and­aðist á Rík­is­sjúkra­húsinum leyg­ar­dagin 31. mars, 64 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður kunngjørd seinri. Olaf Hans Jacob Ellingsgaard, ættaður av Eiði, búsitandi í Havn, andaðis á Ríkis­ sjúkrahúsinum hósdagin 29. mars, 42 ára gamal. Jarðar­ferðin verður kunn­gjørd seinni. Jóhanna Hansen, fødd Andreassen, Klaksvík, andaðist á Ríkis­sjúkra­ húsinum hósmorgunin 29. mars, 56 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 5. apríl. Irene, deyð umleið 300. Tikin av døgum saman við tveimum systrum. Navnið merkir friður. Regin Dahl Á skilnaðarstund Tá ið tú játtaði – sum frá leið móður og møddur tíðum – eitt sindur vøkkult oftani, bliknandi vón? Men so tá tú noktaði noktaði tú bart Nektaður Nakin Bøðils dømdur! Tó! Vardi teg ikki allar dagar at tilveru hondin hin harða var hondin hin sama, áh hondin góð? 29.03.07. Heðin M. Klein Men tað var við bit so slit. - Vit vóru 10 mans, sum hava arbeitt dag og nátt í seks samdøgur fyri at um­ væl brekið. Tað eydnaðist og tað kunnu teir vera stoltir av, tí metingin sigur, at tað hevði tikið 10 dagar at umvælt brek­ið í eini turrdokk, har arbeiðsumstøðurnar sjálv­ andi eru heilt øðrvísi og betri. Men vit vóru eisini út­lúgvaðir, tá ið vit vóru lid­ nir. Eitt dømi er, einaferð, nakrir skuldu suður við. Maðurin, sum var í landi og skuldi umborð, forsvav seg, tí hann var so móður og hann kom sostatt ikki við. Men tíbetur var tað so, at maðurin, sum var umborð og skuldi íland, hevði eisini forsovið seg og slapp tískil ikki íland. Sostatt høvdu vit fólk, umenn tað ikki gekk sum ætlað. Í hvørjum borði eru 24 bóltar í einum flansa. Men átta bóltar vóru farnir í hvørj­um borði og tað eydn­ aðist at skifta fimm bóltar í hvørjum borði. Ein avleiðing av brekinum var, at stabilisatorararnir lóku olju, men tann lekin er eisini tættur. Vónin er nú, at umvæl­ ingin heldur til smyril skal í dokk til eftirlit í september, so at brekið kann takast í botn og umvælast til fulnar tá. Men tað eru góðar vónir um tað, tí nú fer veðrið at batna. Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen siga, at tor­ førasta uppgávan var at bora bóltarnar út, tí teir vóru brotnaðir niðri í gevind­inum. - Plássið var lítið, so har var ógvuliga trongligt at arbeiða. Tað var sum at vera hjá tannlækna, tí vit máttu brúka ein lítlan spegil at kanna eftir, at alt var, sum tað skuldi. Nú skulu kavararnir í SJH Commercial Divers hava eftirlit við stabilisator­ unum einaferð um vikuna í tríggjar vikur, síðani eina­ ferð aðruhvørja viku í seks vikur og at enda eina ferð um mánaðin, til hann skal í dokk í september Men í hesum sambandi leggja teir dent á, at teir mugu ikki gloyma Árna Mortensen, sum er maskin­ meistari á Smyrli. Hann kavaði ikki, men hann prógvaði, hvussu fan­ tastiskur smiðjur hann er, siga teir báðir. Hann arbeiddi saman við teimum alla tíðina og gjørdi teimum ymisk serlig am­boð, sum teir skuldu brúka. Eitt nú var hann í Hovs­tunlinum eftir bori­ stengrum, sum vóru úr herd­ um stáli og tað gjørdi hann okkum amboð úr, tí tað var tað einasta, sum helt. Teir báðir kavararnir siga, at hóast tað var ómetaliga strævið, var tað eisini ógvu­ liga stuttligt og hugnaligt. - Manningin á Smyrli er sum ein stór familja og tey fylgdu við størsta áhugað í, hvussu tað gekst. Tí var tað øgiliga stuttligt, tá ið vit komu so langt, at vit kundu fortelja teimum, at hetta skuldi nokk bera til. Nú teir eru úthvíldir aftur, verður næsta stigið at senda japanesaranum eitt teldu­ bræv og myndir, har teir vísa at tað ber til, sum hann helt vera ómøguligt. Og so eru teir spentir eftir at vita, hvat hann sigur.... Her síggjast tveir nýgir bóltar, sum eru settir í og tryggjaðir Framhald av síðu 7 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Beata í Dali Tórshavn andaðist og varð jarðað. Takk fyri alla hjálp, sum varð veitt okkum í sambandi við jarðarferðina. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini á umlættingar­ heiminum og á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana tað seinastu tíðina. Eisini ein tøkk til íbúgvarnar á Tórsbyrgi, fyri, at tit uttan nakran háva, lótu hús tykkara standa opin til ervið. Hjartans tøkk øll somul. Børnini við familju