mánadagur 2. apríl 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2007
13
Stutt sagt
Skuldi myrða
sonin
Ein sjúkrasystir í Suður
afrika fekk tvinnar kostir í
at velja, tá rætturin herfyri
dømdi hana seka í at hava
roynt at beina fyri sínum
egna stjúksoni. Hon kundi
velja ímillum fimm ára
fongsul ella at rinda 10.000
krónur í bót, og sum vera
man valdi hon tann seinna
møguleikan.
Tað
hevur
fingið fleiri í Suðurafrika
at finnast at dómsvaldinum,
tí tað letur fólk gjalda seg
frá veruligari revsing. Í rætt
inum kom fram, at Pinky
Mabuza hevði givið tí átta
ára gamla stjúksoninum
eina innspræning við hiv-
smittaðum blóði. Tí stendur
í dóminum, at skuldi tað
hent, at drongurin doyr av
eyðkvæmi,
skal
stjúk
mamman
ákærast
fyri
morð.
Vatnflóð
og skriður
Tað hevur regnað av grimd
í afghanska landspartinum
Daykuni síðani hósdagin,
og tað nógva regnið hevur
elvt til vatnflóð og fleiri
skriðulop. Guvernørurin í
Daykumi, Sultan Ali Uruz
gami, sigur, at minst 31
fólk doyðu hósdagin og
fríggjadagin, og at fleiri
lótu lív í skriðulopum leyg
ardagin. Eisini aðrastaðni
hevur tað nógva regnið
kravt mannalív. Í Prawan
norðan fyri høvuðsstaðin
Kabul eru átta fólk deyð,
og í Nangarhar har eysturi í
landinum hava fimm fólk
latið lív. Afghonsku mynd
ugleikarnir siga, at tey
nógvu skriðulopini hava
eisini oyðilagt nógvar veg
ir.
Sleppur undan
revsing
Tann 38 ára gamli Darrel
Robertson í Dallas í USA
sleppur
undan
revsing,
sjálvt um hann beindi fyri
einum manni í desember í
fjør. Søgan er í stuttum, at
tá Darrel Robertson eitt
kvøldið kom til hús, sótu
kona hansara og elskari
hennara í einum bili uttan
fyri. Tá konan sá mann sín
koma ímóti bilinum, rópti
hon, at hann bleiv neyðtikin,
og Darrel tók skamm
byrsuna og skeyt mannin í
bilinum. Ákæruvaldið í
Texas sigur, at drápið kann
roknast sum sjálvverja, og
tí verður Darrel Robertson
ikki ákærdur. Kona hansara
er harafturímóti ákærd fyri
óviljað manndráp og falsk
an vitnisburð og kann fáa
20 ára fongsul.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Iran eigur at vita, at landið fær einki burturúr
at misbrúka okkara herfólk í sjónvarpinum
(Tony Blair)
útlond
Men Ísrael fer ikki at
gera eftir arabiska
kravinum um at taka
seg aftur til markið,
sum tað var undan
krígnum í 1967
Tað kom rættiliga óvæntað,
tá ísraelski forsætisráðharr
in, Ehud Olmert, í gjár
kvøldið boðaði frá, at stjórn
hansara er til reiðar at skipa
fyri einari friðarráðstevnu
um Miðeystur.
- Eg bjóði øllum arabisk
um ríkisleiðarum - sjálvandi
eisini saudiarabiska kongi
num, sum eftir mínum tykki
er sera týdningarmikil í hes
um høpi - at samráðast við
okkum,
segði
ísraelski
stjórnarleiðarin á einum tíð
indafundi, sum hann helt
saman við týska kanslaran
um, Angelu Merkel, sum er
ES-formaður í løtuni.
Politiskir eygleiðarar í
Miðeystri siga, at Ísrael
noyðist at vísa eitt sindur av
vælvild mótvegis Vestur
heimurin, eftir at bæði USA
og ES hava tikið undir við
arabiska uppskotinum um,
at Ísrael eigur at taka seg
aftur til markið, sum tað
var undan krígnum í 1967.
Tað uppskotið samtyktu tey
arabisku londini á toppfundi
í síðstu viku. Afturfyri ísra
elska afturtøku eru tey til
reiðar at viðurkenna ísra
elska ríkið.
Men politisku eygleiðar
arnir í Miðeystri eru á ein
um máli um, at Ehud Olm
ert og hansara stjórn fara
ikki at góðtaka tað arabiska
uppskotið. Skuldi Ísrael
flutt markið á Vestara Áar
bakka aftur til støðuna und
an krígnum í 1967, høvdu
fleiri hundraðtúsund ísraels
menn endað uttan fyri landa
markið, og eitt tílíkt stig fer
ein ísraelsk stjórn ongantíð
at taka, siga eygleiðararnir.
Hinvegin halda nógv fólk
í Ísrael , at stjórnin eigur at
taka tað arabiska lyftið um
góðkenning í álvara og at
smíða, meðan jarnið er
heitt. Í teirra eygum kann
støðan hjá teimum arabisku
ríkisleiðarunum vera byrj
anin til eina nýggja friðartil
gongd í Miðeystri.
Einki amerikanskt
forsetavalevni hevur
nakrantíð savnað so
nógvar pengar so
tíðliga undir valstríð
num sum Hillary
Clinton
Tað stendur ikki á hjá
Hillary Clinton at savna
pening til valstríðið upp
undir forsetavalið næsta ár.
Washington Post skrivar, at
higartil hevur hon savnað
26 mió. dollarar, sum svara
til 145 mió. krónur.
Harvið
hevur
Hillary
Clinton savnað tríggjar ferð
ir so nógv, sum Al Gore
hevði savnað um sama
mundið, tá hann stillaði upp
í 1995. Hann átti metið
frammanundan.
Umframt tað, sum hon
hevur savnað nú, hevur
Hillary Clinton 10 mió.
dollarar, sum lupu av í val
stríðnum upp undir senats
valið í fjør, og teir pengarnar
kann hon sambært lógini
brúka til forsetavalið.
Hillary Clinton er
góður innsavnariI
Ísrael sinnað
at halda ráð-
stevnu um
Miðeystur
Hillary sett met
Ehud Olmert helt tíðindafund
saman við Angelu Merkel, kanslara,
tá hann kom við innbjóðingini til
friðarráðstevnuna.