mánadagur 2. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 65 - 2. apríl 2007
- Úr størsta landi til tað besta landið
Tað er fyrrverandi
sendiharri Íslands í
Kina, Eiður Guðna
son, sum verður
fyrsti aðalkonsul í
Føroyum - nú
íslendingar hava sett
egna umboðsstovu í
Føroyum
altjóða umboð
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Rættilig íslendsk innrás var
í Havn í gjár, tá uttanríkis
ráðaharri Íslands, Valgerður
Sverrisdóttir, beyð til stóra
samkomu - fyrst í Norður
landahúsinum og síðani í
Fútastovu í Gongini, har
íslendska aðalkonsuláti hev
ur til húsa.
Innbodnu gestirnir fingu
okkurt gott undir tonna aftur
við íslenskum tónleiki. Síð
ani beyð Valgerður Sverris
dóttir,
uttanríkisráðharri,
fólkunum inn í Klingruna,
har hátíðarhaldið kom fram.
Í røðu síni vísti hon á nát
úrliga sambandið landanna
millum, og nevndi ymsar
føroyingar, sum hava gjøt
seg galdandi í Íslandi, teirra
millum Jákup á Dul Jacob
sen, Eivør Pálsdóttir og
Jógvan Hansen, sum sein
astu vikurnar hevur gjørt
seg galdandi í X-Factor - og
sum fríggjakvøldið vann
seg í finaluna í hesi so væl
umtóktu sjónvarpssangkapp
ing í Støð 2 í Íslandi.
Hon takkaði eisini ís
lendska konslinum seinastu
22 árini, Poul Mohr, og hon
handaði honum boksl við
meil (Poul er íðin reiðmaður)
við navni innskrivað í reim
ina.
Poul Mohr tók eisini orðið
- takkaði fyri tíðina, og hann
kundi ikki halda sær at koma
við eini politiskari útmeld
ing:
- Tá vaktarskifti er á skipi,
var vanligt, at skiparin sigur
kósina hart, og at tann, ið
skal loysa av, endurtekur
kósina, so eingin misskiljing
skal vera. Mín kós er púra
greið - tað er beint fram
móti einum frælsum Føroy
um, segði hann.
Hvussu Eiður Guðnason
tók hetta, meldar søgan
einki um - men ein so roynd
ur maður í diplomatinum
man neyvan koma við polit
iskum útmeldinum um sam
bandi Føroya og Danmarkar
millum.
Eiður Guðnason kemur úr
starvi sum sendiharri Íslands
í Kina. Hetta er sum vera
man ein stór broyting, men
hvussu hetta fór at verða,
visti Eiður Guðnason ikki -
men hann helt fyri, at hann
kom úr tí størsta landinum
til tað besta landið!
Jóannes Eidesgaard helt
eisini røðu á samkomuni,
sum vit prenta niðanfyri.
Eftir hátíðarhaldið í Norð
urlandahúsinum
koyrdu
bussar oman á Kongabrúnna.
Síðani savnaðist samkoman
niðan fyri Fútastovu, har inn
siglið á aðalkonsulátinum
varð avdúkað av uttanríkis
ráðharranum.
Síðani varð boðið til kaffi,
te, kleynur og pannukøkur í
Fútastovu, sum framyvir
verður karmur um diplomat
iska sambandið millum Før
oyar og Danmark
Røða løgmans við
samkomu í Norður
landahúsinum í sam
bandi við, at aðalkons
ulát Íslands lat upp 1.
apríl 2007
Uttanríkisráðharri Íslands
Valgerður Sverrisdóttir
– aðalkonsul Íslands í Før
oyum Eiður Guðnason –
altingslimir – løgtingslimir
– kæra samkoma.
Henda vakra apríldag,
har várið nú endiliga hevur
fingið bilbugt við ein
langan og strævnan vetur,
merkja vit í Føroyum eitt
fleyr av altjóða vindum.
Hetta er ein merkisdagur
sæð í uttanríkispolitiskum
høpi, tí hetta er fyrstu ferð
í nýggjari tíð, at vit fáa dip
lomatiska umboðan her á
landi. Eina umboðan, sum
ber boð um, at vit eru partur
av alheiminum.
Vegna almennu Føroyar
skal eg ynskja íslendska aðal
konsulátinum og aðalkonsli
num hjartaliga vælkomin til
Føroya og til Havnar.
Við ymisk høvi, havi eg
sagt, at Føroyar ivaleyst
teljast millum tey einamest
avbyrgdu londini í Evropa.
Vit eru ikki við í ES, vit eru
ikki við í EFTA, vit eru ikki
við í EBS, og vit eru ikki
fullgildugur limur í Norður
landaráðnum.
Hetta er ein støða, sum
vit vilja at gera nakað við.
Isolasjón er vegurin til stagn
asjón og afturgongd, með
an samstarv er vegurin til
vøkstur og framburð.
Hoyvíkssáttmálin er eitt
skilagott stig á vegnum,
sum vit fegnast um. Hesin
sáttmáli er okkara fyrsta ver
uliga formliga stig út í altjóð
agerðina. Fyrstu stigini eru
neyðug fyri at taka tey næstu,
tí eisini vit vilja sleppa víðari
út í heim.
Navnframi bretski politik
arin Winston Churchill segði
einaferð, at tjóðir hava ikki
varandi vinir ella varandi
fíggindar, men einans var
andi áhugamál. Hyggja
vit út yvir heimskortið, so
mugu vit ásanna, at hetta
framvegis er galdandi. Fyrr
verandi fíggindar eitt nú
Stórabretland og Týskland
arbeiða nú hond í hond, með
an fyrrverandi vinalond, sum
eitt nú USA og Irak hava lig
ið í kríggi.
Vit føroyingar hava ta fat
an, at tað liggur meira í sam
starvinum millum Ísland og
Føroya enn áhugamál, sjálvt
um vit innast inni vita, at
áhugamálini hava alstóran
týdning. Vit hava langar
og drúgvar tradisjónir fyri
samstarvi á so nógvum økj
um, tó serliga innan fiski
vinnuna.
Hin vegin er tað heldur
ikki sørt, at ávísir føroyingar
hava hug at óttast framsókna
íslendska íløguhugin. Vit
hoyra dag og dagliga, at
íslendingar keypa danskar
og bretskar fyritøkur, og
vit síggja somu ábendingar
her á landi. Ein íslendskur
íløguhugur, sum ivaleyst
fær trongskygdar sálir at
piprast.
Góða samkoma.
Størsta forðingin fyri fram
burði – í vinnulívinum og í
samfelagnum sum heild – er
trongskygni. Tí er neyðugt
við lærdómi og íblástri utt
anífrá. Vit mugu alla tíðina
víðka sjónarringin, og tað
gera vit best við at sam
starva.
So góðu landsmenn, latið
okkum fokusera uppá møgu
leikar heldur enn forðingar.
At alheimsgerðin tekur
alsamt størri dik á seg,
merkir, at innanlands– og
uttanlandsviðurskifti verða
alt meiri samantvinnað. Til
gongdin skapar eina støðugt
broytta heildarmynd, ið hevur
við sær stórar avbjóðingar
fyri Føroyar, bæði politiskt,
búskaparliga, sosialt og
mentanarliga.
Heimurin verður alsamt
meiri at líkna við ein og
sama marknað við øktum
frælsi fyri vørur, kapital,
tænastur, fólk og fyritøkur
– ein tilgongd, grundað á økt
og meiri bindandi politiskt
og búskaparligt samstarv,
umframt óformligar sam
gongur og netverk. Hoyvíks
sáttmálin er týdningarmikið
stig út í heimin, men søgan
endar ikki her. Nú mugu vit
líta longur suður í heim.
Regin Dahl, sum andaðist í
vikuni, spyr í einari av vøkru
yrkingum sínum: “Hvar er
rás um reynið?
”Her hava
vit funnið eina gongda rás,
men eitt er vist, tað finnast
fleiri rásir. Tær finna vit
bert, um vit hyggja upp og
líta út í heimin við áræði og
leitandi eftir møguleikum.
Tí Føroyar eru ein tjóð við
ríkum tilfeingi, vit eru eitt
mentafólk, vit eru eitt evnaríkt
fólk, vit eru eitt virkisfúst
fólk og vit hava lætt við at
laga okkum til broytingar
– júst hetta nærfeingi er ein
grundleggjandi fortreyt fyri
alheimsgerðini, sum vit eru
á veg inn í. Rásin er ruddað,
so nú er at fara til gongu nið
aná.
Góðu íslendingar hjarta
liga vælkomnir til Føroya!
Um heilt stutta tíð fara vit
at hava móttøku í Íslandi, tá
vit lata okkara sendistovu í
Reykjavík upp.
Takk fyri.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður
Hjartaliga vælkomnir til Føroya
Jóannes Eidesgaard heilsaði íslendingunum vælkomnum til Føroya: - Størsta forðingin fyri framburði – í vinnulívinum og í sam
felagnum sum heild – er trongskygni. Tí er neyðugt við lærdómi og íblástri uttanífrá. Vit mugu alla tíðina víðka sjónarringin, og
tað gera vit best við at samstarva, segði hann m. a.
Mynd: Jens Kristian Vang
Valgerður Sverrisdóttir, uttanríkisráðharri Íslands, handaði
Poul Mohr, fráfarni konsli, eitt boksl - kanska so hann betur
kann halda stýr á hestinum...
Mynd: Jens Kristian Vang