Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 65 - 2. apríl 2007 tíðindi Vitjanin hjá Naser Kha­der í Føroyum verð­ur víst í arabisku sjón­varps­støð­ini Alja­ zeera. Í do­ku­men­tar­ send­ing, ið verður víst fy­ri einari milliard hygg­ja­r­um, lýsir Ing­ un Olsen, sjón­varps­ kvin­na, stríð hansara fyri demokratii og man­na­rætt­indum. Politikkur Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Við í ferðalagnum hjá Nas­ar Khader, sum kemur til Føroya í dag, er Ingun Ol­sen, ið vit millum annað ken­na úr Sjónvarpi Føroya. Uppgáva hennara er at fylg­ja í fótasporum Nasers við myndatóli, í sambandi við at hon ger eina do­ku­ men­tar­sending um sýriska fólk­a­tings­limin fyri ar­a­bis­ ku sjónvarpss tøðina Al­je­ zee­ra. Ingun býr dagliga í Lond­ on, saman við manni sínum Kjar­tan Hoydal, og seinasta ár­ið hevur hon verði knýtt at enska films­fram­leið­ar­an­ um Stampped, sum millum ann­að ger dok­u­men­tar­send­ ing­ar fyri Aljazeera In­ter­ nat­ion­al. Tað var Ingun sjálv, sum fekk hugskotið um eina send­ing um víðagitna fó­l­ka­ tings­­lim­­in úr Radikala flok­ k­i­n­­um, og vakti hetta bein­ an vegin áhugan hjá Al­ja­ zee­­ra, sum játtaði at key­pa sen­d­­ing­ina. Hóttur eftir lívinum Um orsøkina til at zooma inn á lívið hjá Naser Kha­ der, greiðir Ingun frá, at hann hevur sett sær fyri at stríð­ast fyri demokratii, ta­lu- og skrivifrælsi. Hetta gav at bíta í sambandi við nógv umrøddu Muhammed krepp­una í Danmark, har Nas­er Khader var hóttur eft­ ir lívinum fyri sjónarmið sí­ ni. Síðani hevur hann ver­ ið vardur av lívverjum alt sam­døg­ri. Eisini er hann vorð­in kendur í nógvum ar­a­ bis­­kum londum fyri at hava sett á stovn felagið De­mo­ krat­is­kir Muslimar í Dan­ mark. - Fólk í arabiska heimi­n­ um hava sett seg í samband við Naser, fyri at fáa hann at hjálpa teimum við at seta á stovn líknandi felagss kapir að­ra­stað­ni eisini, greiðir In­g­un Olsen frá. Sostatt snýr dokumentarsendingin seg ikki um Føroyum sum so, men um Naser Khader og stríð hansara fyri fól­ka­ ræði og mannarættindi. - Naser stríðist fyri man­ na­rætt­ind­um og vernd av min­ni­lu­ta­bólk­um. Vit í Før­ oy­um kenna til at vera min­ ni­lu­ti, men hava ilt við at ver­ja okkara egnu min­ni­lut­ ar, sigur Ingun. Í sendingini æt­lar hon at koma inn á, hvus­su tað hevur ávirkað fam­i­l­ju­na, at Naser hevur ver­ið hóttur eftir lívinum, og hon ger eisini prát við mam­mu hansara. Ætlanin er eisini at gera upptøkur og prát við konu Naser og við tey trý børnini, sum ei­si­ni eru við í ferðalagnum. Er ikki Al-Qaida Aljazeera International er al­tjóða deildin hjá arabisku sjón­varp­s­rás­ini, og hevur hon til húsa í Washington, Lon­don, Kuala Lumpur og Do­ha í Qatar. - Fólk halda, at Aljezeera er longdi armurin hjá Al- Qai­da, men veruleikin er, at sjón­varps­støðin byggir á sa­ ma journalistisku grund­ ar­lag sum BBC, hvaðani meg­in­part­urin av star­vs­fólk­ un­um eisini kemur, greiðir In­g­un frá. Sendingin um Naser verð­ ur ein partur av tí kon­sep­tin­ um, sum Aljazeera In­ter­nat­ io­nal rópar People and Po­wer. Her verður tann sa­ ma dokumentarsendingin send seks ferðir í eina viku, ym­is­kar tíðir á sam­døg­ri­n­ um. Soleiðis er endamálið, at ein milliard fólk kring all­ an heimin kunnu síggja hvør­ja sending. Sen­din­gar­ nar á People & Power eru mill­um tíggju og tjúgu min­ utt­ir til longdar, og roknar In­g­un við, at sendingin um Na­ser verður tjúgu minuttir long. - Vit gera eisini eina ver­si­ ón, sum er ein hálvan tíma til longdar, at selja norð­ur­ lend­sk­um sjónvarpss tøðum, sig­ur Ingun, sum hevur star­ v­a­st sum freelance starv­s­ fólk fyri enska filmsfelagið í eitt ár nú. Søgur úr øllum heim­in­um - Tað er ómetaliga á­hu­ga­ vert at hava allan heimin sum pall og arbeiðspláss . Hi­gar­til havi eg í mestan mun verið við í arbeiðinum við sendingunum fyri kon­ sep­tið Every Woman, sum er bæði nýtt og slóðbrótandi fy­ri arabiskar miðlar. - Endamálið við Every Wo­m­an er at seta fokus á li­vi­kor­ini hjá kvinnum í øll­ um heiminum. Øll evni verða tikin upp og ongi ta­bu eru, og er hetta nakað nýtt í arabiska heiminum, greið­ir hon frá, og vísir á, at tað eitt nú kundi verið um­sker­ing ella annað, sum van­li­ga er friðhalgað. - Tað kundi eisini verið stutt­ligt at gjørt eina før­oys­ ka kvinnusøga til Every Wo­man, sigur hon. Millum uppgávurnar, sum Ingun hevur havt fyri sjón­varps­støð­ina, er millum ann­að ein sending um eina iran­ska einkju eftir ein drip­ nan journalist í Bagdad. Ein onnur sending snúði seg­ um­ ungdómstrupulleikar hjá ungum gentum og drein­ g­­j­um í Danmark, og sein­as­ ta framleiðslan snúði seg um álop á beduinkvinnur í Ís­ra­el. Nýggj tíðindi Eitt annað, sum Ingun held­ ur vera forkunnugt við Al­ja­ zee­ra er, at tey hava eina tíð­in­d­­a­deild í Ísrael, við ein­ um ísraelskum redaktøri. - Hetta er nakað heilt nýtt, tí muslimski heimurin er ikki vanur við at hoyra tíð­ind­ini úr einum ís­ra­els­k­ um sjónarhorni, greiðir hon frá. Sendingin um Naser Kha­ der skal vera liðug í juni, og In­gun roknar við, at hon verð­­ur send innan 2-3 má­­na­ ­ð­­­ir. Eftir hetta fer hon undir at redigera eina sending um kvin­nu­li­g­ar brandmenn í Te­her­an. - Eg kundi væl hugsað mær at lært meg arabiskt, tí stór­ur partur av arbeiði mín­ um er at klippa sendingar, sum onnur hava gjørt. Ein dag­in skuldi eg klippa eitt slags­mál, og tað var ikki so lætt, tá eg ikki skilti málið, sig­ur hon og flennir. Ingun ger sendingar fyri arabiska Aljazeera