Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Rani og John hava fult stiga­­tal Í 2. umfari í FM í talvi í Klaksvík vóru tað serliga veteranarnir, sum stóðu seg væl FM í talvi Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir tvey tey fyrstu um­førini í FM í talvi fyri einstaklingar, sum í hes­ um døgum er í Klaksvík, eru tað bara tveir telvarar, ið hava tvey stig ella fult stigatal. Tað eru IM’arin John Rødgaard og lokali vete­ ran­urin Rani Nolsøe. John vann í gjár við hvíta fólkinum ímóti Andreasi Andreasen, og Rani vann við hvíta fólkinum á Finn­birni Vang. Ein annar veteranur, Torkil Nilesen, vann við svarta fólkinum ímóti Olafi Berg, sum í liðkapp­ ingini í vetur telvaði við felagnum hjá Torkili, Sandavágs Talvfelag. Hini bæði talvini endaðu við remis. Tey vóru Terji Petersen-Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson- Ólavur Simonsen. Tvey umfør í dag Støðan eftir tvey umfør: Rani Nolsøe og IM John Rødgaard 2,0 stig, Mart­ in Poulsen 1,5 stig, Torkil Nielsen, Olag Berg og Sjúrður Thorsteinsson 1,0 stig, Terji Petersen, Finn­bjørn Vang og Ólav­ ur Simonsen 0,5 stig og Andreas Andreasen 0 stig. Tvey umfør eru á skránni í dag. Fyrra um­farið var klokkan 10. Tá var skráin hendan: Finnbjørn Vang-Terji Pet­ er­sen, Ólavur Simonsen- Rani Nolsøe, Torkil Niel­ sen-Sjúrður Thor­steins­ son, Andreas Andreasen- Olaf Berg og Martin Poul­sen-IM John Rød­ gaard. 4. umfar var klokkan 16 í dag. Kappingin er í Skúl­ anum við Ósánna í Klaks­ vík, og hon heldur fram um páskirnar. Seinasta um­far verður leygar­ dagin, og tá verður eisini greitt, hvør kann kall seg føroyameistara í talvi 2007. Tað stóð heilt nógv á, men at enda funnu FSF og føroysku fótbóltsdómararnir ein fíggjarligan leist, sum samsýningarnar nú verða lætnar eftir. Formaðurin í Dóm­ arafelagnum sigur, at einki er í søgunum um, at dómararnir hóttu við verkfalli um vikuskiftið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Knúturin í hesum kom, tá Fíggjarmálaráðið í seinastu tingsetu legði fram uppskot um, hvat kundi loyvast av skattafrælsi til eitt nú fót­ bóltsdómarar og –venjarar. Á pappírinum segði gamla lógin, at dómarar kundu forvinna upp til 2.000 kr. um árið, uttan at skattur skuldi rindast av hes­ um. Talan er um upphædd, sum ikki hevur verið dag­ førd í heilt nógv ár, og veru­ leikin hevur helst verið, at dómarasamsýningin í mest sum øllum førum er komin óskattað til móttakaran. Ein praksis, sum eisini varð mest sum legaliserað, tá stjór­in á Toll- og Skatt­stov­ uni staðfesti, at har høvdu tey ongar sum helst ætlanir um at grava ígjøgnum ítrótt­ in við skattamálum. Lóggávan bert eitt eiti Hinvegin hava partarnir vita, at talan hevur verið um at kalla lógloysi á øki­ num, og tí hevur verið ar­beitt við nýggjum leisti. Hesin varð lagdur fyri tingið í vetur, og har varð stað­fest, at nýggja markið var 15.000 kr. um árið. For­ vunnu dómarar meira enn hetta, skuldi øll inntøkan skattast. Og tað er sum so eisini her, at trupulleikin hevur ligið. Við tað at samsýningin nú skal rindast yvir skatta­ skipanina – samstundis sum tað hjá øllum Formula-dóm­ arum er greitt, at inntøkan fer upp um tær 15.000 kr. – vildu hesir upplivað eina munandi lønarminking. Eis­ ini hóast hendan sum so stóðst av, at skattalógin í fleiri ár hevur verið brotin. Snøgt sagt, so hevur gamla lóggávan bert verið eitt eiti í so máta. Eingin verkfallshóttan Samstundis hevur FSF nú yvirtikið alla samsýning av fremstu fótbóltsdóm­ar­un­ um, og tað bar við sær, at sam­ráðingar máttu til mill­ um FSF og dómararnar. Tær samráðingarnar gingu leingi sera tungt. Leyg­armorgunin hoyrdist enntá, at dómararnir hóttu við verkfalli, men somikið illa til stóð tað ongan tíð sambært Dagfinni Olsen, for­manni í dómara­felag­ num. - Okkara boð hava verið, at vit undir øllum umstøðum fóru út at døma. Og Dóm­ arafelagið hevur givið til kennar, at vit als ikki vildu stuðla einum verkfalli, sig­ ur hann. Feløgini gjalda Og tá semjan so eisini varð góðkend, varð alt hetta tosið so endaliga fyribeint. Nýggja semjan ber við sær, at høvuðsdómarin til ein Formula-dyst nú fær 1.300 kr mótvegis teimum 800 kr., sum áður vóru galdandi. Samlaði kostnaðurin av dóm­arabólkinum er nú 4.100 kr., og tað er ein øking upp á 1.700 kr. fyri hvønn dystin. Fyri 1. deild er økingin 600 kr. fyri dyst­ in, og tá báðar deildirnar til samans fevna um 135 dyst­ ir, veksa upphæddirnar heilt skjótt. Somikið skjótt, at tal­ an í dag er um góðar 300.000 kr., sum føroysku fe­løgini so ella so mugu rinda meira. Sum skilst, so er upp á tal, at FSF møguliga átekur sær part av kostn­að­ inum, men hvussu víkir og vendir, so er felagsskapurin ogn hjá føroysku feløgunum, so onkursvegna verða tað í seinasta enda hesi, sum mugu bera kostnaðin. Sosialurin og Fremad Amager í samstarvi Sosialurin hevur gjørt avtalu við danska Fremad Amager um, at føroya fremsta blað eisini verður sonevndur media-partnari hjá Fremad Amager Samstarv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ítrótturin hevur í drúgt áramál havt sítt rásarúm her á blaðnum, og í hesum sambandi hevur umrøða av før­ oyskum fótbóltsútisetum eisini verið ein náttúrligur partur av okkara arbeiði. Við føroysku yvirtøkuni av Frem­ad Amager verður tann parturin ikki minni spenn­ andi, og tí vóna vit eisini, at nýggja avtalan verður lesar­ um okkara at gagni. Hóast virkisøkini hjá Sosialinum og Fremad Amager eru ymisk, so er møguleiki fyri samstarvi innan fleiri øki, og báðar fyritøkurnar síggja fleiri áhugaverdar møgu­leikar í avtaluni, sum nú er gjørd. Dómarasemjan kostar 300.000 krónur Føroysku fótbóltsdómararnir fáa lønarhækkan, men teir verða noyddir at gjalda skatt av samsýningini 17