mánadagur 2. apríl 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2007
23
lýsingar
miðlahúsið í Vágsbotni
Khader-hjúnini í miðlahúsinum
www.sosialurin.fo
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Naser Khader fer at greiða frá sínum sjónarmiðum um, hvar markið
gongur millum átrúnað og fólkaræði: Hvussu nógv eigur átrúnaður at
fylla í tí nýmótans samfelagnum? Er tað í lagi at bjóða átrúnaðinum
av? Hví eru tær átrúnaðarligu kenslurnar viðkvæmari enn tær
demokratisku?
Eftir framløguna verður høvi hjá fólki at seta fram spurningar.
Naser Khader er 43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur sitið
á Fólkatinginum síðan 2001 fyri Radikala flokkin, og hevur verið virkin
í samfelagskjakinum í mong ár. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú
um islam og fólkaræði.
Her í Føroyum kenna vit Nasar fyri mangan bersøgnu, men kortini
beinraknu viðmerkingar hansara, eisini um innanhýsis føroysk
viðurskifti.
Verður kaffi borðreitt við undirskál er tað tekin um viðurkenning. Hetta
var bara eitt av mongum, sum danska Bente Dalsbæk lærdi, tá hon
forelskaði seg í einum manni við arabiskari bakgrund, og harvið fekk
eina muslimska vermóðir úr Sýria.
Í fyrilestrinum hjá Bente Dalsbæk, sum ber heitið »Med Underkop«,
greiðir hon kjerliga og erliga frá um lívið hjá innflytarakvinnum. Eitt
evni, sum vanliga er afturlatið fyri umheiminum. Eisini hugleiðir hon
um tætta sambandið millum hana og vermóðrina.
– Vónandi verður eisini høvi til eitt gott orðaskifti um leiklutin hjá
kvinnum, javnstøðu, um at standa við trúgv sína og samstundis geva
pláss fyri øðrum, sigur Bente Dalsbæk.
Bente Dalsbæk er 42 ár, útbúgvin løgfrøðingur, og hon starvaðist 10 ár
í Fólkatinginum.
Millum tvær kvinnumentanir
Trúgv og fólkaræði
Naser Khader:
Mikukvøldið 4. apríl
Kl. 19:00
Bente Dalsbæk:
Skírisdag 5. apríl
Kl. 15:00
Miðlahús og Hotel Tórshavn
Bæði tiltøkini við Khaderhjúnunum verða í Miðla
húsinum, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við
Hotel Tórshavn, um fult er í Miðlahúsinum, eisini
at brúka fundarhølini hjá grannanum hinumegin
Tórsgøtu. Har verður stórskíggi.
Atgongumerki
50 kr.