mánadagur 2. apríl 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
Símun og teir
spældu javnt
Í Íslandi er landskappingin ikki byrjað enn,
men har verður spælt í steypakapping, sum
teir kalla Lengjubikarinum. Keflavík, sum
hevur Símun Samuelsen á liðnum, spældi um
vikuskiftið ímóti Fram, og dysturin endaði við
javnleiki. Keflavík hevur spælt seks dystir í
hesi kappingini, og teir hava fingið 10 stig
burtur úr teimum dystunum. Tað røkkur til eitt
fjórða pláss.
Fremad tapti stórt
Kappingarárið í næstbestu donsku deildini byrjaði
aftur í dag, og liðið hjá Toda Jónsson, Fremad Amager,
fekk eina sera torføra byrjan, tá ið teir skuldu møta
AGF. AGF lá undan dystinum á einum skuffandi 6.
plássi, hóast teir undan kappingarárinum vórðu mettir
sum favorittar at vinna deildina.
Fremad Amager fekk einki gjørt við AGF, sum vann
4-1. Føroyingurin í Fremad Amager, Andrew av
Fløtum, var ikki við vegna skaða. Fremad Amager
liggur á 12. plássi, tvey stig undan niðurflytingini.
- Tað var heilt galið
hjá okkum fyrr í ár.
Vit spældu illa í
grundspælinum, men
ímóti endanum av
kappingini høvdu vit
tað besta liðið, sigur
Jónleif Sólsker,
venjari hjá Kyndli
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Venjarin hjá Kyndli, Jónleif
Sólsker, var sum vera man
ovurfegin, eftir at hann og
hansara
leikarar
vunnu
meistaraheitið leygardagin.
Hann helt tó, at hesin dyst
urin var annarleiðis enn
fyrsti dysturin.
- Ja, hesin dysturin var
heldur
annarleiðis.
Teir
mansverja Høgna frá byrj
an, og sjálvt um vit høvdu
væntað hetta, so blívur tað
ikki tað sama.
Hann helt eisini, at viljin
gjørdi munin at enda hjá
Kyndli, tá teir koma aftur,
eftir at hava verið aftanfyri
við trimum málum.
- Vit eru aftanfyri við
trimum málum seint í dyst
inum, men menn kempa
veruliga fyri sakini, og
hetta gevur úrslit at enda, tá
vit vinna dystin.
Vendu gongdini
At enda spurdu vit Jónleif,
hvussu tað bar til, at liðið
hjá Kyndli var so nógv
broytt frá grundspælinum
til endaspæli.
- Tað var heilt galið hjá
okkum fyrr í ár. Vit spældu
illa í grundspælinum, og
hetta haldi eg, at spælararnir
sóu sjálvir. Teir byrja at
kempa nógv harðari, og
hetta var sera gott. Um vit
hyggja burtur frá byrjanini
av kappingini, so haldi eg,
at meistaraheitið er uppi
borið, tí vit høvdu tað besta
liðið ímóti endanum av
kappingini, segði ein fegin
Jónleif Sólsker eftir dystin.
- Trý mál er einki í
hondbólti, og menn
geva seg 100 % síðstu
løtuna, og hetta gevur
úrslit í dag, segði
mansvardi profilurin
hjá Kyndli eftir FM-
dystin í Vestmanna
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Høgni Klein hevur verið
ein av mest eyðsýndu leikar
unum hjá Kyndli í endaspæl
inum, og VÍF valdi eisini at
mansverja hann allan dystin
í Vestmanna leygardagin.
Vit fingu orðið á hann eftir
dystin.
- Hetta var ein ordiligur
Vestmanna og Kyndil dyst
ur. Bæði liðini geva seg fult
út, og tað var tætt allan veg
in.
Móti endanum var Kyndil
aftanfyri við trimum mál
um, men so raknaði Kyndil
brádliga við. Vit spurdu
Høgna, hvat tað var sum
gjørdi, at Kyndil kom aftur
í aftur.
- Tað er bara viljin. Tá
man hevur viljan, so kann
man mest sum alt. Trý mál
er einki í hondbólti, og
menn geva seg 100 % síðstu
løtuna, og hetta gevur úrslit
í dag.
Uppiborið FM
At enda spurdu vit spælstýr
aran, hvat hevur verið mun
urin frá grundspælinum til
endaspælið.
- Vit byrjaðu seint í ár,
bæði hvat viðvíkur at seta
venjara og við sjálvari venj
ingini. Vit koma heldur ikki
ordiliga í form fyrrenn í jan
uar, og tá eru vit helst besta
liðið í landinum.
- Um vit hyggja eftir enda
spælinum, so vil eg siga, at
meistaraheitið er uppborið,
tí her hava vit verið tað
besta liðið, segði ein stór
smílandi Høgni Klein eftir
dystin.
– Tað var heilt galið hjá okkum
– Hava verið best í endaspælinum
Við einum óførum endaspurti
tryggjaði Kyndil sær FM-
heitið í manshondbólti
Mynd: Jens Kr. Vang
24