mánadagur 2. apríl 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
- Vit eru tað
besta liðið
Una Olsen var eitt stórt
smíl, tá vit fingu orðið á
hana eftir sigurin í triðja
og avgerandi dystinum
um meistaraheitið ímóti
VB.
- Hetta er bara so gott.
Vit vildu meir í dag, og
eg haldi, at tær sóu sær
ongan
møguleika
at
vinna dystin í dag. Vit
førdu nevniliga allan veg
in, og eg haldi, at vit
koyra tað rættiliga trygt
heim.
Una helt heldur ongan
iva vera um, at Stjørnan
hevur verið besta liðið í
ár.
- Ja, Stjørnan er tað
besta liðið. Vit hava verið
heldur óstøðugar í ár,
men um vit spæla upp til
okkara besta, so eru vit
ringar at taka.
- Galið í
álopinum
Gurið Mortensen hjá VB
var ikki í iva um, hvat
gekk galið hjá VB sunnu
dagin.
- Fyrst og fremst er gal
ið við álopinum. Vit
fingu einki at rigga, og
vit brendu harafturat sera
nógvar opnar møguleikar,
so tá verður tungt. Fyrst í
seinna hálvleiki gongur
eitt sindur betri, og vit
koma niður á tvey mál,
men so brenna vit alt ov
illa, segði hon.
- Í steypafinaluni kann
tað fara báðar vegir, men
í landskappingini hava
tær ført allan vegin, og
tær hava helst tað besta
liðið. So eg má bara
ynskja teimum tillukku
við hesum, tá hetta hava
tær fortjent.
Sjálvt um Gurið og hin
ar í VB taptu finaluna,
so var hon tó væl nøgd
við kappingarárið.
- Vit eru væl nøgdar.
Eingin hevði væntað, at
vit komu í finaluna, so
allar eru stoltar av, at vit
komu so langt, segði
Gurið at enda.
Atli millum teir bestu
Atli Danielsen spældi allan dystiná miðvølli
num, tá ið Frem spældi dyst í donsku 1. deild
sunnudagin. Mótstøðuliðið var SønderjydskE,
sum liggur í toppinum, og dysturin endaði við
javnleiki. Einki mál kom í dystinum. Sambært
heimasíðuni hjá Frem var Atli Danielsen mill
um teir bestu á heimaliðnum, og hann hevði
millum annað ein góða langskotsroynd. Mál
maðurin Gunnar Nielsen sat á beinkinum allar
90 minuttirnar.
Svenski landsliðsvenjarin
vitjar í mai
Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerbäck, verður skeiðshaldari
4. mai, tá ið FSF fer at skipa fyri íblástrardegi fyri venjarum í fremstu
deildunum og á landsliðunum.
Síðani 1990 hevur Lars Lagerbäck verið knýttur at svensku landsliðunum.
Fyrst var hann í fimm ár venjari hjá ungdómslandsliðum. Í 1996 og í 1997
var hann venjari hjá B-landsliðnum, so var hann í 1998 og 1999 hjálpar
venjari hjá A-landsliðnum, 2000-2004 var hann venjari hjá A landsliðnum
saman við Tommy Søderberg, og síðani 2004 hevur Lars Lagerbäck einsa
mallur verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum.
Henrik Gerster var
ovurfegin, tá ið Stjørn
an hevði vunnið
triðja og avgerandi
finaludystin ímóti
VB. Hann helt, at
spælararnir høvdu
gjørt eitt sera gott
arbeiði ígjøgnum
árið.
Hondbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
– Hetta er bara so gott. Tað
er altíð gott at vinna steyp,
og vit hava arbeitt hart fyri
at vinna greipuna í ár. Eg
haldi virkiliga, at spælarar
nir hava gjørt eitt gott
arbeiði.
Vit spurdu síðani Gerster,
hvat hevur gjørt Stjørnuna
so góða í ár.
- Fysikkurin hjá okkum
er so nógv betri enn hjá hin
um liðunum, og tí vera vit
so drúgvar ígjøgnum dystir
nar. Hetta ger eisini, at vit
hava vunnið gullið í ár, so
fysikkurin
hevur
verið
avgerandi.
Hava arbeitt hart
Henrik Gerster var eisini
sera glaður um góða verju
spælið hjá liðnum í dystu
num ímóti VB.
- Vit hava tosað nógv um
verjuna, sum ikki hevur ver
ið so góð síðstu dystirnar,
og í finalunum bæði í gjár
og í dag gekk nógv betri.
Hetta gongur út yvir álopið
í byrjanini av seinna hálv
leiki í dag, men til síðst
gekk tað heila hjá okkum.
At enda spurdu vit Gerst
er, um Stjørnan hevði uppi
borið at vunnið greipuna.
- Vit meldaðu út beinan
vegin, at vit ætlaðu okkum
at vinna greipuna, og eg
haldi, at hetta var uppiborið.
Vit hava arbeitt hart allan
vegin, og nú gleði eg meg
bara at sleppa at venja tær
aftur komandi ár, segði ein
smílandi Henrik Gerster at
enda.
Ilt kom í VB-áskoð
arar, tá hallarvarparin
í KÍ-høllini gjørdist
heldur partískur móti
dystarenda
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað hevur sett sín dám á
hondbóltsdystir í Føroyum,
at fleiri feløg nú nýta hallar
varpara at eggja áskoðarar
nar undir dysti. Ikki minst
hevur Stjørnan slóðað fyri
á hesum øki, har slíkur varp
ari hevur verið siðvenja nú
í fleiri ár.
Leygardagin var tó um
reppið, at varparin kom
heilt illa fyri. Fyrst og
fremst, so var tað kanska
sjálvgjørt, tí ein aðalregla
fyri varpararnar er, at hesir
ikki einvíst skulu stuðla øðr
um liðnum. Og at teir sjálv
andi skulu eggja áskoðaru
num, men ikki sjálvir vera
við til at rópa á spælarar
nar.
Men tann reglan varð
brotin í Klaksvík.
VB vann sær brotskast, tá
góðir tveir minuttir vóru
eftir at spæla. Fekk Gurið
Mortensen bóltin í málið,
minkaði munurin til 24-21.
Meðan Gurið ger seg til at
skjóta, byrjar varparin sjálv
ur at heppa á Stjørnuna við
taktføstum »Agne, Agne«
rópum til Stjørnu-málverj
an.
Ivaleyst órógvaði hetta
eisini Gurið, og í øllum før
um misnýtti hon møguleik
an. Og tað bar eisini við
sær, at ein ovurtendraður
VB-áskoðari vildi hava fat
ur
á
hallarvarparanum.
Úrslitið var ein skræddur
vestur, og tó at einki meira
álvarsamt – tíbetur – stóðst
av hesum, so kámaði tað
eitt sindur yvir intensu
hondbóltsuppgerðina í høll
ini.
Tí sjálvandi er tað ikki í
lagi, at hallarvarparin ber
seg soleiðis at. Og helst áttu
dómararnir at reagerað, so
Gurið fekk betri frið til
brotskastið. Men at áskoð
ararnir soleiðis fremja sjálv
justits, er so avgjørt heldur
ikki nøkur gongd leið.
Rok um hallarvarparan
– Fysikkurin
var avgerandi
Stjørnan er væl fyri kropsliga, og tað heldur venjarin gjørdi tær til tryggar FM-vinnarar í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
25