mánadagur 2. apríl 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
Claus vann aftur
Blackpool spældi leygardagin ímóti Crewe í triðbestu
ensku fótbóltsdeildini. Blackpool hevði munin í dystinum
og vann 2-1. Í hálvleikinum var støðan 1-0 til Blackpool,
og tá ið Crewe skoraði stutt fyri leiklok, hevði Blackpool
gjørt sítt annað mál í dystinum, og tá var sigurin vissur.
Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin við á liðnum hjá
Blackpool, sum liggur á sætta plássi í Legaue One og
framvegis hevur møguleikan at vinna sær uppflyting.
8 mál í einum hálvleiki
Í sponsku La Primera var sonn málveitsla um
vikuskiftið, tá ið Racing Santander og Athletic
Bilbao spældu. Luis Prieto syrgdi fyri, at Bilbao
kundi fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu. Seinni
hálvleikur gjørdist til satt undirhald, har ikki færri
enn 8 mál komu. Nikola Zigic skeyt trý teirra, og
hann var harvið høvuðsmaðurin handan 5-4 sigurin,
sum heimaliðið fekk drigið í land.
Stjørann lat ongan iva
vera um, at tær ætl
aðu sær meistara
heitið hjá kvinnu
num. Tær vunnu
nevniliga tryggan
sigur í triðja og
avgerandi dystinum í
FM-finaluni hjá
kvinnum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VB vann fyrsta finaludysti
num í Sunset-kappingini
síðsta sunnudag, tá ið tær
vunnu ein tryggan sigur á
Stjørnuni í Vági. Stjørnan
vildi tó ikki lata VB vinna
meistaraheitið í tveimum
dystum, so í einum dysti,
sum var rættiliga nógv
merktur av nervum, vann
Stjørnan uttan at imponera
næsta dystin, og so var lagt
upp til ein triðja og avger
andi dyst, har føroyameist
arin skuldi finnast. Hesin
skuldi eisini spælast í Klaks
vík.
KÍ-høllin var eisini mest
sum stúgvandi full av fólki,
tá ið Stjørnan tók ímóti VB
í avgerandi dystinum sunnu
dagin, og ein legði merki
til, at flestu áskoðararnir
vóru merktir av nervum
undan dystinum, tí sjálvt
um Stjørnan hevur verið
rættiliga nógv tað besta
liðið í ár, so hava tær til
tíðir havt trupulleikar við
VB.
Stjørnan fekk
flúgvandi byrjan
Tað var tó einki, sum bendi
á, at leikararnir hjá Stjørn
uni vóru merktir av nervum.
Teir byrjaðu nevniliga sum
eitt satt ódnarveður, og
sjálvt um VB megnaði at
fylgja við fyrstu minuttirnar,
so sást væl frá fyrsta bríksli,
at Stjørnan var væl brynjað
til henda dystin.
Stjørnan koyrdi á, og ser
liga í verjupartinum høvdu
tær sera gott tak á VB. VB
megnaði slett ikki at spæla
seg ígjøgnum, og aloftast
noyddust tær at skjóta í
trýstari støðu ímóti eini væl
leikandi Agne í stjørnumáli
num.
Í hinum endanum koyrdi
eisini, sum tað skuldi, hjá
stjørnunum úr Klaksík. Tær
fingu eitt mál fyri og annað
eftir, og tá eitt korter var far
ið, mundi onkur vágbingur
helst halda, at hetta sá ikki
for gott út hjá teimum. Tá
hevði Stjørnan nevniliga
lagt seg á odda 9-4, og einki
bendi á, at VB megnaði at
svara aftur.
Støðukríggj
Men eftir hetta steðgaði
fullkomiliga upp hjá báðum
pørtum. Hetta hendi serliga,
tí at VB fekk betur tak á
verjupartinum. Nú megnaðu
tær at steðga bæði Alinu og
Simonu, sum høvdu spælt
væl fyrsta korterið, og hetta
gav Stjørnuni ávísar álops
trupulleikar.
Sjálvt
um
Stjørnan hevði trupulleikar
í álopinum, so stóð verjan
seg enn væl. Tær megnaðu
at halda VB frá fatinum, og
í samfullar níggju minuttir
kom einki mál í høllini í
Klaksvík,
so
tá
fimm
minuttir vóru eftir, var støð
an enn 9-4 til Stjørnuna.
VB var tó liðið, sum
hevði verið nærri við. Tær
tóktust hava fingið betur
gongd á hesa løtuna, og
millum annað brendu tær
tvær ferðir fríar ímóti Agne,
samstundis sum Daiva mis
nýtti eitt brotskast. Hetta
var bara ikki hálvleikurin
hjá VB.
VB vildi spæla við
Móti endanum av hálvleiki
num kom tó aftur eitt sindur
av lív í álopsspælið hjá báð
um pørtum, og nú var tað
serliga VB, sum vildi spæla
við. Maja Sølvsten var kom
in á vøllin fyri VB síðstu
løtuna, og hon setti eitt sind
ur av lívi í. Hon fekk eisini
tvey mál síðstu løtuna av
fyrra hálvleiki, so tá liðið
fóru til hálvleiks, førdi
Stjørnan við fýra málum,
og tað vóru eisini tær reyðu
úr Klaksvík, sum høvdu
sett dagsskránna henda dag
in.
Einki er at ivast í, at venj
arin hjá VB, Egil Steintórs
son, hevur snakkað við stór
um orðum í hálvleikinum.
VB-liðið, sum kom út til
seinna hálvleik, var nevni
liga hamskift, og fyrstu løt
una settu tær rættiliga
Stjørnuna uppá pláss. Tá
fimm minuttir vóru leiktir
av seinna hálvleiki, var støð
an 12-10 til Stjørnuna, og
nú tóktist rættiligur spenn
ingur at vera komin í.
Hetta nervaði tó ikki
Stjørnuna, sum koyrdi á við
sama lag, og fimm minuttir
seinni høvdu tær aftur vunn
ið sær eina fimm mála
leiðslu, so nú sá ikki so gott
út hjá VB. Tær kunnu tó
mest takka sær sjálvum
fyri, at tær ikki tóku enn
fleiri mál inn á Stjørnuna.
Feilir í álopinum gjørdu, at
Stjørnan-VB 24-17 (11-7)
Tryggur meistarasigur til S
Stjørnan var nógv tað betra liðið í triðja og avgerandi finaludystinum, og tryggi sigurin staðfesti støðuna hjá Stjørnuni sum besta føroyska kvinnuliðið í hondbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
2