mánadagur 2. apríl 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
Maradona er við
at koma seg
Argentinski yndisleikarin gjøgnum tíðirnar, Diego Mara
dona, er við at koma seg, eftir hann fyri stuttum varð
innlagdur á sjúkrahús í Buenos Aires. Hetta sigur lækni
hansara, Alfredo Cahe. Maradona varð innlagdur vegna
sítt ósunna likam, sum hann hevur havt trupulleikar við
áður. Lænarnir vóru tó skjótir at siga, at Maradona ikki
var í lívsvanda. Nú væntast hann at verða útskrivaður
fyrsta dagin, men hann skala binda fullkomnan frið
næstu dagarnar.
Holst sat leikbann av sær
Lyngby legði seg klárt á odda í donsku 1. deild, tá ið liðið
sunnudagin vann 1-0 í dystinum ímóti Ølstykke. Einasta
málið í dystinm var eitt dreymamál frá Mikkel Bechman
miskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyski landsliðsspælarin
Christian Lamhauge Holst er millum stuðulsspælararnar á
liðnum hjá Lyngby, men hesaferð noyddist hann at verða
áskoðari, tí hann hevði leikbann. Lyngby er nummar 1 í 1.
deild við 36 stigum. SønderjydskE hevur 32 stig.
Talan var sjáldan um
tað heilt vakra hond
bóltsspæli, men eitt
sera gott verjuavrik
vissaði Stjørnuni rætt
til triða finaludystin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað stóð nógv á Stjørnuni,
tá tær leygardagin spældu
næstu FM-finaluna. FM-
vónirnar hjá VB vóru, at í
minsta lagi ein javnleikur
fekst úr dystinum, og hetta
høvdu einir 200 áskoðarar
góðar vónir um, tá hesi
rúgvaðu væl upp í ljóðrúm
inum í KÍ-høllini.
Nervar gjørdu um seg
Og hóast Stjørnan enn var
greiður favorittur, so var
sjónligt, at nervarnir høvdu
sítt at siga fyrstu longu løt
una. Tær høvdu fleiri góðar
møguleikar til veruliga at
leggja sjógv niður til VB,
men vánaligar skotroyndir
saman við góðum málmans
spæli frá Astu Armonavi
byrgdu upp fyri hesum.
Og samstundis spældi
VB veruliga fyri sínum
møguleika. Ikki óvæntað
var tað Daiva Toumaite,
sum gjørdi mest um seg, og
eitt skifti tóktist hon eisini
hava megina til sjálv at gera
alt av.
Stjørnan valdi nevnliga
ikki at mansverja hana, og
tó at miðblokkurin hjá
heimaliðnum royndi at vera
kompaktur, so fingu tær
ikki steðga langlimaða litav
anum hjá VB. Í øllum førum
ikki fyrstu løtuna.
Tað batnaði tó munandi,
tá Alina otaðu seg longur út
eftir Daivu. Góða spælskilið
hjá rumenska stórspælara
num hjá Stjørnuni fekk
aloftast darvað Daivu nak
að, og tá restin av verjuni
nú veruliga byrjaði at stríð
ast fyri bóltunum, gjørdist
tað tungt hjá VB. Enn megn
aðu tær tó at revsa, tá
Stjørnan í sínum lagi framdi
mistøk, men tað stóð greitt,
at talan kundi verða um
sera tungan seinna hálva
tíma hjá gestunum.
Høvdu eitt jarntak
Og tað gjørdist tað sum so
eisini. Frá byrjan av seinna
hálvleiki tóktist Stjørnan
hava tveitt nervarnar burtur.
Tær vunnu seg skjótt eini
trý mál framum, og tó at
munurin ikki vaks stórt
meira eftir hetta, so høvdu
tær alla tíðina dystin í ein
um jarntaki.
Framvegis var tað fyrst
og fremst í verjuni, at dyst
urin varð vunnin, men hartil
fekk Simona Petersen eisini
gott rásarúm í álopinum.
Og við stóru skotstyrkini
revsaði hon ferð eftir ferð
VB-verjuna.
Og at enda tóktist krops
liga yvirvágin hjá vertunum
eisini sálarlig móti einum
alt meira uppgevandi VB-
liði. Tí hóast hesar enn
høvdu ein møguleika at
avgera tingini til egnan
fyrimun, so sást á flestu
brøgdum, at hetta var møgu
leikin. At byrja við so ljód
ligi VB-parturin av KÍ-høll
ini fánaði alt meira burtur,
og ístaðin rungaðu heima
rópini alt meira. Eisini
hóast keðiligu hendingina
við hallarvarparanum móti
dystarenda.
Stjørnan-VB 25-21 (13-12):
Verjan steðgaði
VB-vónunum
Stjørnuna
Stjørnan-VB 24-17 (11-7)
Málskjúttar:
Stjørnan: Alina Olaru 11 (5), Simona Petersen 8, Bára S.
Klakkstein 2, Joan M. Djordjevic 1, Durita Christophersen
1, Una Olsen 1
VB: Daiva Tuomaite 6 (2), Gurið Mortensen 3 (1), Laila
Jespersen 3, Maja Sølvsten 2, Rannvá Johannesen 1,
Margreth Augustinussen 1, Una Egilsdóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 5, VB 6
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 2
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
Stjørnan-VB 25-21 (13-12)
Næsta av trimum finalum
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 9, Joan Midjord Djordjevic 4,
Bára Skaale Klakstein 4, Alina Olaru 3(1), Durita
Christophersen 2, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1
VB: Daiva Toumaite 8(3), Gurið Mortensen 4(2), Rannvá
Johannesen 3, Laila Jespersen 2, Svava Vestergaard 2,
Margreth Augustinussen 11, Maja Sølvsten 1
Brotskøst: Stjørnan 1, VB 8
Útvísingar: Stjørnan 2, VB 2
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen.
FAKTA
tær blivu revsaðar í hinum
endanum, og tá gerst ikki
lætt.
Alina og Simona
avgjørdu
Tveir av leikarunum, sum
veruliga gjørdu um seg hjá
Stjørnuni henda dagin, vóru
Alina Olaru og Simona Pet
ersen, og tað vóru eisini
hesar báðar, sum endaliga
avgjørdu dystin út á seinna
hálvleik.
Serliga Alina vísti seg at
vera ógvuliga stinn henda
dagin, og hon var ein brand
ur í verjuni. Í fleiri umførum
fangaði hon bóltar frá VB-
leikarum, og so rann hon í
skjót mótálop. Einsamøll
við Astu knallaði hon allar
bóltarnar í netið, og hesi
málini gjørdist avgerandi
fyri dystin. Hon var eisini
sera trygg við brotskøstun
um, har hon skoraði øll
fimm
brotskøstini,
sum
Stjørnan fekk.
Simona spældi eisini ein
avbera góðan dyst. Hennara
rástyrki gjørdi, at VB hevði
stórar trupulleikar at steðga
henni í verjuni, og so fekk
hon eisini fleiri mál uppá
mótálop, har Stjørnan fang
aði bóltin, og so streyk
Simona avstað.
Um miðjan seinna hálv
leik vóru tað eisini júst hes
ar báðar, sum avgjørdu dyst
in. Frá støðuni 15-11 skor
aðu tær fimm mál á rað, og
so stóð brádliga 20-13 við
tíggju minuttum eftir, og
her tóktist alt vera avgjørt.
Stjørnan vann
greipuna
Síðstu tíggju minuttirnar av
dystinum var eingin, sum
ivaðist í, at Stjørnan fór at
vinna. Henda tíðin skuldi
bara ganga, tí VB hevði
einki aftursvar ímóti sterka
spælinum hjá Stjørnuni.
Eitt skifti seint í dystinum
megnaði Stjørnan at leggja
seg á odda við níggju mál
um, áðrenn venjarin, Henrik
Gerster, valdi at taka time-
out, og tá Stjørnan kom inn
aftur á vøllin, vóru fleiri av
heilt ungu leikarunum á lið
num.
Síðstu tríggjar minuttirnar
megnaði VB at pynta um
úrslitið, og at enda vann
Stjørnan fystin 24-17. Sig
urin kundi eingin tó siga
nakað um, tí Stjørnan var
sjey mál betri enn VB henda
dagin, og meistaraheitið má
sigast at vera fult uppibor
ið.
Við hesum seinasta sigri
num endurvann Stjørnan
sostatt meistaraheitið, sam
stundis sum tær gjørdust
greipuvinnarar. Leikararnir
hjá Stjørnuni eru sostatt tær
stjørnurnar, sum í løtuni
lýsa bjartast í føroyska
hondbóltsheiminum.
Stjørnan vann fyrr í ár steypakappingina, og sunnudagin fingu tær gullmerkini fyri FM-heitið handað
Mynd: Høgni Thomsen
2
Í morgin hava vit
liðmyndir av føroya
meistarunum í
mans- og kvinnu
hondbólti 2007 við í
blaðnum.