Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ] KÍ og NSÍ best frá byrjan 1. deild hjá kvinnum byrjaði eisini um viku­skiftið, har tveir dystir vóru á skránni. KÍ vann á GÍ, meðan NSÍ koppaði EB / Streymur Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo So var kvinnukappingin aftur í gongd. KÍ- kvinnurnar eru aftur í ár stór­favorittar, men liðini tykjast at gerast tættari og tættari. Um vikuskiftið vórðu tveir dystir leiktir. KÍ tók um endan Kvinnurnar hjá KÍ tóku í endan, har teir sleptu hon­um í fjør. Longu í fyrstu umfari góvu tær okkum greiðar ábend­ing­ ar um, at tær aftur í ár ætla at standa á ovastu rók. Tær vunnu ein trygg­ an 4-0 sigur á GÍ heima í Klaksvík. Hálvleiks­støð­ an var 2-0. Tað var ikki ein væl leikt­ur dystur, og tað sást á liðunum, at tað var tíðliga á fótbóltsárinum. Alt ov nógvir bóltar vórðu sparkaðir upp í luft­ina, og lítið skipað spæl fanst. Sigrid Jacob­ sen stóð fyri tveimum av málunum, meðan Malena Josephsen og Elsa Maria Simonsen skutu hvør sítt mál. NSÍ væl frá byrjan NSÍ, sum var tætt við at røkka endaumfarinum í fjør, sær út til at vilja tað øðrvísi í ár. Kvinnurnar úr Runavík vunnu ein trygg­an sigur í gjár, tá ið tær fingu vitjan av felags­ liðnum við Streymin. NSÍ gjørdi bart, og vann dystin 3-1. Tær gulu og svørtu kundu eisini fara nøgdar til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu. United-leikari úti í ein mánaða Serbiski verjuskansin hjá Manchester United, Nemamja Vidic, má sita sum áskoðari við skaða komandi mánaðin. Vidic lendi so óheppið eftir ein nærdyst, tá ið hann og liðfelagar hansara leygardagin vunnu 4-1 á Blackburn. Tað var fyrst líkt til, at hann hevði brotið óstbeinið, ið hevði kostað honum kappingarárið, men so var ikki. Felagið boðar nú frá, at hann verður ikki tøkur komandi mánaðin. Hóast tað í flestu førum tók sína tíð, so var bara talan um favorittsigrar, tá ið fyrsta umfarið í Formula deildini var á skránni Formuladeildin Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at liðini í tríggjar mán­ aðir hava fyrireikað seg, so varð sunnudagin farið undir 2007 landskappingina. Mál vórðu skorað í øllum fimm dystunum, og í øllum føru­ num varð ein vinnari funn­ in. Allir dystirnir endaðu við sigri til liðini, sum vórðu roknað at vera favo­ rittar. Fótbóltslíkindini vóru ikki so galin, tá ið hugsað verð­ur um árstíðina, og fót­ bóltsspælið var í flestu før­ um soleiðis, sum tað kann roknast við, at tað er í fyrsta umfarinum í landskapp­ing­ ini. Meistararnir í HB hava ikki tapt síðani eina ferð tíð­ liga síðsta summar. HB legði sera bragdliga fyri á Skála. Fyritreytirnar hjá meist­arunum vóru einki ser­ ligar sammett við mót­støðu­ liðið. Fleiri av lyklaspælar­ unum vóru á møðsamari lands­liðsferð í Georgia. Hetta vóru teir sjálvandi móð­ir av, og tá ið lykla­spæl­ arar vóru í Georgia bar tað ikki til í HB at fyrireika seg til ferðina inn á Skála so væl, sum tað annars hevði verið ynskiligt. Tí lúrdi møguleikin fyri, at Skála kundi fáa eitt stig ella kanska syrgja fyri, at havnarmenninir einki fingu við sær til hús. Soleiðis tørn­aði tað als ikki út. HB smurdi Skála av. Gongdin og úrslitið sigur, at HB er framúr væl fyri, og tað setur samstundis spurn­ ar­tekin við, hvussu væl Skála er fyri. Tríggir sigrar vórðu vunn­ ir á útivølli. NSÍ, sum so ógvuliga fe­gið vil vera við í stríðnum um toppplaseringarnar, fekk fult á Sandi. Tað tók sína tíð hjá NSÍ at fáa sig­ ursmálið. At tað í síðstu løtu eydnaðist ber boð um, at marginalirnir vóru við, og at B71 misti á stokkinum ber boð um, at uppflytararnir ofta hava tað torført. Ábendingar í Gøtu Ársins lið størsta partin av kappingini í fjør, EB/ Streym­ur, var í stórum stríði í Gøtu. Tað eydnaðist felagsliðnum at sleppa til hús aftur við øllum. Margi­ nalirnir vóru á teirra síðu, og tað kann væl vera, at hetta var fyrsta staðfestingin av, at felagsliðið aftur í ár fer at kappast í toppinum, meðan GÍ fer at kenna stríð­ ið torførari enn so. Skírisdag skulu Skála, B71 og GÍ spæla á útivølli. Í førunum hjá Skála og B71 verður talan um ógvuliga tor­førar uppgávur. Skála skal til Streymnesar, og B71 skal í Gundadal at spæla ímóti HB. Gongdin og úr­slitini í hesum báðum dystunum fer at vísa, um eitt nú Skála og B71 beinan­ vegin so at siga fara at koma undir trýst. Á pappírinum tykist upp­ gávan hjá GÍ lættari. Gøtu­ menn skulu fyri fyrstu ferð spæla landskappingardyst á Argjum. Heimasigrunum í fyrsta um­fari stóðu B36 og VB/ Sumba fyri. KÍ og AB fóru til hús aftur sum av torv­ heiðum. Í báðum førum var talan um 1-0 heimasigrar. B36 skal Skírisdag spæla í Runavík, meðan VB/Sumba skal til Klaksvíkar. Klaksvíkingar kunnu iva­ leyst liva við, at teir taptu 1-0 í Gundadali ímóti B36. Í fjør vóru teir tvær ferðir í høvuðsstaðnum og spældu ímóti B36, og tá fingu teir báðu ferðirnar góða úrtøku. Fyrru ferðina endaði tað 1- 1, og seinnu ferðina vunnu teir 5-1. 1-0 tapið hesa ferð er neyvan nøkur skandala. Hon fer av álvara at spøkja, um KÍ Skírisdag ikki fer at megna at fáa fult, tá ið teir fara at fáa vitjan av VB/ Sumba. Men úrslitini hjá KÍ á heimavølli í fjør bera ikki boð um, at klaksvíkingar duga serliga væl at gagnnýta heimaskansan, um talan yvir­høvur er longur um nakr­an skansa. Tólv mál í fimm dystum er ikki heilt av leið, men tað hevði havt verið soltið, um HB og Skála ikki høvdu havt skorað tilsaman sjey mál. Tað er einki nýtt undir sólini 28 Kahn gevst í 2008 Týski stjørnumálverjin, Oliver Kahn, almannakunnger nú, at hann gevst at leika fótbólt komandi summar. 37 ára gamli Bayern München-málverjin heldur tað vera best, at hann gevst á toppinum. Júst somu meining hevði hann, tá ið hann eftir HM í fjør gavst á týska landsliðnum. Hann hevur trúðfast altíð leikt fyri týska stórfelagið, og teir eru eisini sinnaðir at bjóða Kahn nýggjan sáttmála, sum hann tó sigur nei takk til. Hansara seinasti arbeiðsdagur verður tískil 30. juni 2008. Tað eydnaðist at skjóta 12 mál í fyrsta umfarinum av Formuladeildini. Í Gøtu komu tvey mál, tá ið EB/Streymur vann á GÍ