mánadagur 2. apríl 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
Hetta var
ikki nóg gott
5-2 á Skála er óført HB
úrslit. Venjarin, Krzystof
Popczynski, fegnast um
úrslitið, men hann stað
festir samstundis, at av
rikið var ikki á hædd við
tað, sum hann veit, at
HB megnar.
– HB hagtølini á Skála
hava verið vánalig. Fyri
treytirnar í fyrireiking
unum hava eisini verið
vánaligar, tí fleiri spæl
arar hava verið á langari
landsliðsferð. Alt hetta
var ivaleyst orsøkin til,
at tað kendist fjáltur á
spælarunum fyrstu min
uttirnar, men vit fótaðu
okkum skjótt, hóast vit
sjálvandi vóru kløkkir,
tá ið teir beinanvegin
fingu mál, sigur Popc
zynski.
Mistakið
kostaði nógv
Hetta var ikki nóg gott.
Tað staðfestir Bogi Gre
gersen, sum er ein av
veteranunum á Skála
liðnum, og sum gjørdi
bæði málini ímóti HB.
– Vit fingu dreyma
byrjan, og tað gekk
hampuliga væl fyrstu
løtuna, men so mistu vit
takið, og tá ið vit góvu
teimum útjavnandi mál
ið, kendist tað eyka
tungt. Eingin ivi var um,
at teir vóru væl betri enn
vit. Vit eiga at megna
væl betri avrik enn hetta,
heldur Bogi Gregersen.
Pauli G. Hansen var á
Skála beinkinum, men
lyklaspælarin varð ikki
settur á vøllin. Hann
hevur verið plágaður av
bruna í hælinum, og á
Skála vóna teir, at tað fer
at bera Paula til at spæla
hósdagin í Streymnesi.
– Pauli er sera týdn
ingarmikil á so mangan
hátt. Eingin ivi er um, at
hann verður við til at
lyfta avrikið í mun til
tað, sum vit sýndu hesa
ferð, heldur Bogi Greg
ersen.
Skála-HB 1-5 (1-3):
Meistararnir liggja væl á kósini
Eftir at heimaliðið
hevði skelkað bein
anvegin, fótaðu meist
ararnir sær á Skála,
har talan gjørdist um
sannførandi sigur til
HB, sum hevði fleiri
landsliðsspælarar á
beinkinum
SKÁLA-HB
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB tók seint seinnapartin
sunnudagin á Skála við,
har teir sleptu í fjør. Meist
ararnir vunnu sannførandi
5-2 sigur, og HB er ovast á
stigatalvuni eftir fyrsta
umfarið.
Spurningurin, sum hekk
í køldu várluftini, tá ið
fólkið fór undan Mýru
hjalla, var, um grundarlagið
undir stórsigrinum hjá HB,
sum ofta hevur havt tað
torført á Skála, var so sera
sannførandi meistaraavrik,
ella um tað var heimaliðið,
sum var lítið sannførandi.
Svarið hekk í luftini.
Kanska var talan um sam
anspæl av báðum lutum.
Altso at Skála avrikið var
sera lítið sannførandi, og at
HB var so nógv betri enn
mótstøðuliðið. Í hvussu so
er vísir tað stóra breidd og
styrki, at Krzystof Popc
zynski frá fyrsta bríksli
hevði tveir av landsliðs
spælarunum, sum høvdu
verið longu ferðina í Geor
gia, á beinkinum.
Jákup á Borg og Christian
Høgni Jacobsen vórðu ikki
settir inn fyrrenn í 2.
hálvleiki. Tá ið Christian
Høgni tíggju minuttir eftir
steðgin kom á vøllin, var
tað í staðin fyri ein annan
landsliðsspælara,
Rógva
Jacobsen, sum takkaði fyri
seg, eftir at hann í 1. hálv
leiki hevði verið meistari
fyri tveimum málum og
hevði verið orsøk til triðja
HB málið.
Skála legði fyri sum eitt
ódnarveður. Sekundvísarin
hevði bara verið gott og
væl tvær ferðir runt, tá ið
bólturin lá í málinum aftan
fyri nýggja HB málverjan,
Marcin David. Alexandur
Johansen royndi við skoti
úr vinstru, og Bogi Gre
gersen broytti kósina á
bóltinum so mikið, at hann
streyk í málið.
Stórur fagnaður í Skála
leguni. Men gestirnir úr
høvuðsstaðnum vóru ikki
útslignir.
HB gjørdi bart
Eftir at teir høvdu javnað
til 1-1 miðskeiðis í 1.
hálvleiki, var tað eingin ivi
um, at HB var omaná, og tá
ið teir tvær ferðir afturat
høvdu fingið mál, áðrenn
menn fóru at hvíla seg, var
spurningurin bara, hvussu
stórur HB sigurin fór at
verða.
Útjavnandi málið átti
Skála verjan sín stóra lut í.
Milic Curcic royndi at
verja bóltin aftur til mál
verjan Predrag Markovic,
men hesin tøvdi so mikið,
at Rógvi Jacobsen stakk
seg inn ímillum teir báðar
og lyfti bóltin í tóma
málið.
Stórur hálvur tími var
farin, tá ið Rógvi Jacobsen
aftur var upp á spæl. Hesa
ferð sendi hann bóltin í
netið við høvdinum, eftir
innlegg úr vinstru frá Emil
N. Leifsson, sum rættuliga
hevur fingið tak á vinstra
vongverjanum hjá HB.
Skálamenn vildu vera
við, at málskjúttin hevði
skumpað vongverjan Arn
holdt Berg í ryggin, men
tað var dómarin ikki samd
ur við teimum í.
Sjey minuttir fyri steðg
in var Rógvi aftur upp á
spæl. Hann vann fríspark
uttanvert brotsteigarmark
ið, og Rasmus Nolsøe
smekkaði bóltin framvið
manngarðin og í tann
partin av málinum, sum
málverjin skuldi eitast at
verja fyri.
Christian Høgni Jacob
sen loysti Rógva Jacobsen
av tíggju minuttir eftir
steðgin. Hann hevði bara
verið tveir minuttir á vølli
num, tá ið toppskjúttin frá í
fjør hevði skorað fyrsta
málið í landskappingini
fyri nýggja felagið hjá sær.
Skjóti maðurin rann frá
verjuni og skoraði, og tað
sá heldur ikki ov gott út í
Skála verjuni, tá ið Páll M.
Joensen, sum hesa ferð var
ytstur á HB miðvøllinum í
høgru økti til 5-1.
Tá ið Bogi Gregersen í
síðstu løtu minkaði um
munin til 5-2, átti HB
málverjin alt málið, sum
tað var. Hann metti skeivt,
hvussu bólturin fór at
støkka á vøllinum!
HB
Skála
Hóast føroyameistararnir komu aftur um á Skála, vunnu teir ein tryggan sigur
Mynd: Álvur Haraldsen
Mourinho heldur fram at grenja
Venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, heldur fram at flyta fokus frá leikarunum
til sín sjálvan. Nú hevur hann funnið næsta trupulleikan. Hesaferð sigur hann
seg vera ónøgdan við leikskránna, sum eftir hansara meting, fellur til fyrimun
fyri oddaliðið, Manchester United. Hann sigur m.a. at United altíð skal leika
áðrenn teir, so teir hava møguleikan at økja um stigarmunin. Hann heldur tað
vera keðiligt, at hansara lið einans hevur møguleika at tippa holið millum teir
og oddaliðið. Hann heldur tó ikki, at nakað svik liggur handan leikskránni.
Chelsea vann í yvirtíðini
Chelsea vann ein týdningarmiklan sigur leygarkvøldið, tá ið teir
við neyð og deyð fingu øll stigini til høldar, tá ið teir vóru á vitjan
hjá Watford.
Dysturin gjørdist nógv meira spennandi, enn flest øll høvdu
væntað. Nógvir málmøguleikar í báðum endum, sum Watford-
málverjin, Ben Foster, tók sær meistarliga av. Watford vóru eisini
tætt við at skora, men í sjálvari yvirtíðini rapaði korthúsið hjá
gula Watford-liðnum. Andriy Shevchenko sendi eitt innlegg í
pannuna á Saloman Kalou, sum ikki sveik frá stuttari fjarstøðu.