Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ] Ikki nóg gott - Hatta var ikki nóg gott. Sum so haldi eg ikki, at nakað av liðunum vísti nakað serligt, og tað kemst kanska av, at talan bara var um fyrsta landskappingardystin, segði Heðin á Lakjuni, liðformaður hjá KÍ, eftir dystin. - Vit skapa alt ov lítið gjøgnum allan dystin. Ser­liga í seinna hálv­leiki fáa vit gott pláss, tá teir kanska bakka ov langt, men vit fáa ikki skapt nak­rar vanda­støð­ur kort­ ini. Einar tvær ferðir støkk­ur bólturin í fimm- metrinum hjá teim­um eftir horna­spark, men okk­ara menn eru ikki til staðar at taka av møgu­ leik­an­um. Men alt hetta er kanska nakað, sum betr­ast, sum árið líður? - Tað vóni eg, og tað eri eg eisini vísur í. Vit koma so ongan veg, um spælið ikki verður betri, enn tað var í dag. Kurt er B36’ari Fyrst og fremst, so var Kurt Mørkøre eftir dyst­ in nøgdur við, at hansara lið hevði vunnið sær trý stig í fyrstu royndini. - Tað var tað, sum hevði størstan týdning, og sjálvt um talan ikki var um tað flótandi spæl­ ið, so vóru glottar at hóma. Fyrst og fremst í verjupartinum, har vit vóru sera kom­paktir. Og so gevur tað okkum sjálv­ andi eyka ferð, at vit nú hava Sylla í álopinum. Mótstøðuliðið hesa­ ferð var barndóms­fe­lag­ ið hjá Kurt: - Hjá mær er tað so, at nú eri eg B36’ari. Sum venjari vil tað jú altíð koma fyri, at tú kemur at dystast ímóti onkrum fyrr­verandi felag. So í so máta var hetta ikki nak­ að, sum gjørdi dystin ser­ ligan fyri mítt viðkom­ andi, segði Kurt. Sendi áskoðarnar apríl Tað var kanska ikki tann heilt stóra øsingin millum áskoðararnar í Gundadali sunnudagin. Talan var fyri tað mesta um ein sera róligan dyst, men ta einu ferðini syrgdi stadionvarparin tó fyri, at bæði B36- og KÍ-fjeppararnir vóru á gosi. Hetta tá hann eftir 21 minuttum kundi kunngera, at støðan á Skála, har HB vitjaði, var 3-0 til Skála. Fagnaðurin var øgiligur, men skjótt raknaði onkur tó við, og tá varparin lítla løtu seinni kundi siga, at álmanakkin altso vísti 1. apríl, mundi stórur partur av áskoðarum smílast nakað. Laudrup tann triði Mads Laudrup er triða ættarlið av kendu donsku fótboltsfamiljuni, sum ger um seg í bestu donsku røðini. 18 ára gamli FCK-spælarin varð skiftur inn móti endanum av útidystinum hjá FCK móti Horsens um vikuskiftið. Abbi at debutantinum er Finn Laudrup, og pápin er sjálvandi navnframi Michael Laudrup. Hartil hevur pápabeiggin, Brian, jú eisini gjørt nógv um seg á fótbóltspallinum. Samstundis er Mads Laudrup eisini fyrsti danski spælarin frá árgangi 1989, sum spælir í donsku superliguni. Spælið var á ongan hátt flótandi, men vertirnir vunnu sær trý stig, og tað bjarg­ aði degnum hjá B36 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kurt Mørkøre kundi helst hugsað sær eina øðrvísi mót­støðu, nú hann fyri fyrstu ferð stóð á odda fyri øðrum liði enn KÍ í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Øll mótstøðulið koma tó fyri tríggjar ferðir um árið í landskappingini, og tí máttu kenslurnar leggjast til viks, tá B36 legði fyri við heima­ dysti móti júst KÍ. Kenslur, sum ivaleyst eisini raktu Ják­up Mikkelsen, Allan Mørk­øre og Ova Nysted, sum allir hava sín uppruna í KÍ. Á vøllinum sást tó ikki so nógv til, at B36 hevði hug at geva KÍ tað heilt stóra. Heldur kundi tað verið øvugt, tí tað man vera hampu­liga langt síðani, at KÍ hevur framt eitt somikið tann­leyst avrik, sum teir gjørdu sunnudagin. B36 vann sær heilt skjótt eina greiða yvirvág í spæli, og fyrsta hálva tíman skaptu teir eisini onkrar góðar møgu­leikar. Tann størsta átti Fróði Benjaminsen longu eftir fýra minuttum, tá hann í góðari støðu stút­ aði beint á Meinhardt Joen­ sen. Onkra aðru ferðina var eisini vandi á ferð, men eftir 23 minuttum fekk B36 hol á. Sylla, sum hóast alt gjørdist partur av liðnum hjá B36 í ár, takkaði fyri álitið, tá hann fangaði langa sending, sum Ove Nysted longdi inn um verjuna. Ivorianin var ískaldur og rundaði málverjan, áðrenn bólturin varð sendur í mesk­ arnar. Tómgongd Málið doyvdi spælið hjá B36 nakað, og tá KÍ heldur ikki hevði hug at svara stór­ vegis aftur, gjørdist talan um langa tómgongd restina av hálvleikinum. Og fyri ein stóran part helt tómgongdin eisini fram eftir steðgin. Í øllum førum hugsaði B36 nú meira um verjuskyldurnar, og tí trektu teir seg leingi langt aftur á vøllin. Tað gav KÍ bæði tíð og pláss at spæla bóltin runt, men tað var so eiða­ sørt, at veruligir møguleikar spurdist burturúr. Sera sjáld­ an eydnaðist at spæla aftur um verjuna hjá B36, og tí komu flestu innleggini beint í pannuna á verju­spæl­ arum, sum støðugt ruddaðu vandan burtur. Um nakað, so kundi B36 økt um mun­ in, men Ove Nysted, sum spældi allan dystin í álopi­ num, sendi beint framvið, tá Meinhardt sera væl kom út ímóti. Ov lítið bit At B36 í seinna hálvleiki sendi landsliðsspælaranar, Mikkjal Thomassen, Berg Mid­jord og Hanus Thorleifs­ son á vøllin, bøtti ikki tað stóra um spælið. Men hóast tað, so mundi tað kennast huga­gott, at venjarin so­leiðis kundi hvíla tríggjar somikið týðandi spælarar. Ikki minst tí Heini í Skorini og Johan V. Gunnarsson báð­ir arbeiddu sera væl sum avloysarar. Eins og hjá KÍ, so er tó eingin ivi um, at meira ferð skal setast á, um liðið aftur í ár vil verða partur av odda­ stríðnum. Kanska var talan um tvey hálvgum rustað lið, sum fyrst skulu smyrj­ ast. Men fyri Tony Pars man tað serliga vekja ans, at menn hansara ikki megn­ aðu at spæla seg til ein veru­ ligan møguleika, hóast teir í næstan heilan hálvleik spældu á hálvuni hjá mót­ støðuni. B36-KÍ 1-0 (1-0): Linlig byrjan í Gundadali KÍ B36 Hvørki av liðunum vísti nakað serligt fótbóltsspæl, men B36 skoraði einasta málið og vann á KÍ 30