mánadagur 2. apríl 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
– Hatta
var ikki
planurin
– Tað vit kunn u brú
ka hetta til, er, at
spæla vit væl, so
kunnu vit vinn a á
teimum bestu, men
um vit ikki gera tað,
so kunn u vit tapa
fyri øllum, sigur
Jákup Martin Joen
sen, liðformaður
hjá AB
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jákup Martin Joensen,
liðformaður hjá AB, var
ógvuliga vónbrotin eftir
tapið fyri suðuroyingum
í gjár.
– Hatta var avgjørt ikki
planurin.
VB/Sumba
verður nokk ikki liðið
sum vinnur FM í ár, so
vit fóru til Suðuroyar eft
ir øllum stigunum, men
verða nú noyddir at taka
tey aðrastaðni frá, sigur
eiðismaðurin hjá AB.
– Vit vóru sum so væl
nøgdir, tá vit fóru í hálv
leik. Vit høvdu havt vind
in ímóti okkum, tað dar
vaði nógv og vit skuldu
bara koma ígjøgnum fyr
ra hálvleik, og ætlaðu so
at fáa spælið at koyra í
seinna hálvleiki, men tá
rigg aði einki.
Annars heldur liðfor
maðurin hjá AB, at talan
var um ein vánaligan fót
bóltsdyst.
– Tað var vánaligur fót
bóltur í Vági og bólturin
var ongantíð á jørðini.
VB/Sumba royndi ikki at
spæla bólt, men koyrdu
upp á langar bóltar og
fysikk. Vit royndu at
spæla men tað rigg aði als
ikki, sigur Jákup Martin
Joensen,
sum
endar
viðmerking sína soleiðis.
– Tað vit kunnu brúka
hetta til, er, at spæla vit
væl, so kunnu vit vinna á
teimum bestu, men um
vit ikki gera tað, so kun
nu vit tapa fyri øllum,
sigur
Jákup
Martin
Joensen.
Gypparí og vindur er
ikki heimsins besta
cocktail. Tað mugu
bæði leikarar og
áskoðarar í Suðuroy
ásanna, eftir at VB/
Sumba og AB spældu
ársins fyrsta Formula
dyst í Vági. Veruligt
fótbóltsspæl sást
ongantíð, men suður
oyingar høvdu viljan
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey munnu vera fá í ivast í,
at VB/Sumba og AB fara at
liggja og stríðast um í tyng
ra endanum á stigatalvuni í
ár. Og at stríðast verður
helst lyklaorð teirra, um
teimum skal vera lív laga í
bestu deildini komandi ár.
Veruleikin er tann, at hesi
bæði liðini ikki hava sama
fólk at taka av sum fleiri av
hinum liðunum, og at spæla
mótstøðuliðini sundur og
saman fyri at sigra, er ikki
gongda leið teirra. Stríðast
má fyri hvørjum bólti,
soleiðis at møgulig stig kun
nu fáast til vega. Hetta gjør
di VB/Sumba sunnudagin,
meðan einki rigg aði hjá AB
– heldur ikki at stríðast.
Hart skot gav trý stig
Argjamenn høvdu vindin
ímóti sær í fyrra hálvleiki,
og tað gjørdi tað trupult hjá
teimum at spæla. Suðuroy
ingar fingu heldur ikki spæl
ið at koyra, men royndu seg
við langum bóltum niðan í
álopið, sum heldur ikki rigg
aði serliga væl.
Seinni hálvleikur var lítið
frægari í so máta. Fótbólts
spæl var eitt fremmandaorð
á vøllinum, og hóast við
haldsfólkini hjá liðunum
báðum neyvan høvdu vænt
að sær sambafótbólt, so
vóru tey helst vónbrotin av
spælinum á vøllinum.
Men millum vind og vána
ligt spæl vóru inn í millum
nakrir kjansir. Millum ann
að rakti AB einaferð stongi
na, og tvær ferðir varð ból
turin bjargaður á sjálvari
mállinjuni hjá VB/Sumba.
VB/Sumba hevði eisini
onkrar naskar royndir, og
hálvan tíma fyri leiklok
bragdaði hjá teimum.
Bólturin varð fluttur upp
í høgra borði og lagdur
tvørtur um til John Poulsen.
Hesin tók bóltin niður við
bringuni, legð i aftur til Jón
Krosslá Poulsen, sum høgdi
til. Magnus Poulsen fekk
hondina á, men megnaði
ikki at halda harða skot
inum.
Niður á jørðina
AB royndi at svara aftur,
men hetta eydnaðist ikki.
Eftir fantastisku byrjanina
upp á árið við sigrinum á
B36 í steypakappingini,
komu argjamenn so væl og
virði liga á jørðina aftur nú.
Hóast talan er um fyrsta
landskappingardystin í ár,
so kunnu mistu stigini í gjár
vísa seg at vera rættiliga
avgerandi í síðsta enda, og
somuleiðis kunnu stigini,
sum VB/Sumba fekk vera
bjargingin, tá 27. dystur er
spældur.
EB/Streymur
GÍ
VB/Sumba – AB 1-0 (0-0):
Vágbingar vunn u vánaligan dyst
VB/Sumba fekk góða byrjan
við trimum stigum í fyrsta
umfarinum
Mynd: Bjartur Joensen
– Hetta er besta byrjanin,
vit hava fingið í fimm ár,
sigur fegni málskjúttin,
Jón
Krosslá
Poulsen.
Undanfarnu fýra árini hev
ur VB/Sumba tapt fyrsta
landskappingardystin, men
í gjár vunnu teir á AB.
– Sigurin var fult uppiborin
og vit vóru klárt betri. Eg
haldi vit vóru meiri upp
settir og høvdu eisini meiri
vilja, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Hann ásannar, at dysturin
móti argjamonnum ikki
var teirra besti, men stigini
eru væl tað, sum telja í
síðs ta enda.
– Tað var øgiliga týdning
armikið at fáa stig burtur
úr hesum dystinum, har
tað var nógv gypparí í fyr
ra hálvleiki, meðan seinni
hálvleikur var betri, metir
Jón Krosslá Poulsen.
-rwd
Besta byrjanin í fimm
ár
FCK aftur á slóðina
Eftir skuffandi javnleikin seinasta vikuskiftið, kom FCK
aftur á slóðina um vikuskiftið, tá ið teir settu AC Horsens
uppá pláss. FCK kom best frá byrjan, og eftir seks minuttir
skallaði Jesper Grønkjær favorittarnir á odda. Teir gulu úr
Horsens fingu tó javnað, tá ið Charles Akonnor í 24.
minutti skoraði til hálvleiksstøðuna, 1-1.
Annar hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá ið Hjalte
Bo Nørregaard hevði lagt FCK á odda. Hereftir høvdu teir
skil á dystinum, og stutt fyri leiklok avgjørdi Jesper
Grønkjær dystin, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið,
3-1.
United á meistarakós
Tá ið ein tími var spældur av dystinum millum Manchester
United og Blackburn, var Blackburn á odda 1-0. Men so
kom gongd á oddaliðið í Premier League. Paul Scholes
javnaði, og síðani skoraðu Michael Carrick, Ji-Sung Park
og Ole-Gunnar Solskjær. United vann sostatt 4-1.
Við sigrinum heldur United fæst um oddastøðuna og er
framvegis seks stig frammanfyri næstfremsta liðið,
Chelsea.