mánadagur 2. apríl 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ]
Svartur sun
nudagur
á Sandi
Frá at hava verið í fremstu
røð sum málskjútti er Eli
Hentze, sum hevur verið
á fremsta B71 liðnum síð
ani 1986, nú á verjukend
um miðvallarplássi. Hann
hevur verið við, tá ið B71
hevur ferðast upp á tindin,
niður í dalin og umaftur,
og nú avbjóðingin er at
fóta sær millum tey bestu,
er hann framvegis við.
- Vit iðra okkum um
úrslitið. Um marginalirnir
vóru í okkara parti, so
vunnu vit, men nú fingu
vit einki. Tað er ómetaliga
harmuligt. Leikliga avrik
ið haldi eg, at vit kunnu
vera nøgdir við. Tað var
eingin munur á liðunum,
og NSÍ telist jú millum
liðini, sum sokallaðu ser
frøðingarnir rokna við fer
at enda millum tey frems
tu, staðfesti skilagóði B71
veteranurin.
NSÍ ven
jarin var
vónbrotin
Johan Nielsen hevur í tey
næstan fimmti árini, hann
hevur verið venjari, verið
við til eitt sindur av hvør
jum. Hóast liðið hjá hon
um fór av Sandi við øllum
stigunum, so var hann
vónbrotin av avrikinum:
- Vit vóru so hepnir,
sum tað næstan ikki ber
til at vera. Avrikið var av
sovornum slagi, at tað
ikki átti at borið trý stig
við sær, men tað gjørdi
tað altso kortini.
NSÍ helt, at spælið var
út av lagi vánaligt, og at
teir høvdu verið órutiner
aðir í tí, sum teir høvdu
víst.
- Undirlendið var ikki
serliga gott, men tað skal
ikki vera orsøk at tosa seg
burturúr, at avrikið var
vánaligt. Kanska høvdu
vit bóltin meiri enn sand
oyingarnir, men vit megn
aðu ikki at skapa tað, sum
skal til fyri at vinna, stað
festi Johan Nielsen.
Sevilla misti
týdningarmikið fet
Sevilla hevði sunnudagin møguleikan at leggja seg ájavnt
við FC Barcelona á fyrsta plássi í sponsku La Primera,
men teir lillaðu tóku ikki av. Teir spældu ein skuffandi
málleysan javnleik, tá ið teir fóru á vitjan hjá Osasuna.
Sevilla hevði trupulleikar við at skapa málmøguleikar, og
tá ið heimaliðið ikki dugdi betur, so var ikki meir enn
sannlíkt, at dysturin endaði 0-0. Sevilla er tískil tvey stig
aftanfyri FC Barcelona á fyrsta plássi.
Crouch bankaði Arsenal
Við trimum málum var Peter Crouch høvuðsmaðurin
handan avsmurninginum, sum Arsenal fekk leygardagin í
Liverpool.
Tað vóru bert gingnir fimm minuttir, tá ið Crouch var á
rætta staðnum. Hann fekk eitt innlegg frá høgru síðu, og
frammanfyri málinum sveik hann ikki. Og 10 minuttir fyri
steðgin var tað aftur Crouch, ið var hægstur eftir innlegg
frá vinstru síðu, og setti høvdið á bóltin. Í seinna hálvleiki
økti Daniel Agger til 3-0, áðrenn William Gallas minkaði
um munin. Crouch fekk tó seinasta orðið, tá ið hann
skoraði til úrslitið 4-1.
Eftir at B71 dygst
undan leikloki hevði
havt bóltin á tvørtræn
um aftanfyri Jens
Martin, skoraði Óli
Hansen NSÍ sigurs
málið í evstu løtu
B71-NSÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð so langt
millum svartastu óeydnu og
ljósastu eydnu í fótbólti.
Tað kunnu øll tey, sum vóru
eygnavitni til landskapping
ardystin millum B71 og
NSÍ skriva undir uppá.
Uppløgdu málmøguleik
arnir vóru fáir og smáir, og
sum seinna umfarið leið, so
bendi alt á, at talan skuldi
verða um málleysan javn
leik. At fáa stig í fyrstu
royndini eftir uppflytingina
hevði verið at liva við hjá
B71. Serliga tá ið havt verð
ur í huga, at mótstøðuliðið
var eitt liðunum, sum verð
ur roknað millum evnini at
vinna heiðursmerki.
At vunnið fulla úrtøku
hevði verið framúr hjá B71.
Men tað var júst hetta, sum
var um reppið stutta løtu
undan at vanliga leiktíðin
var farin. Jónsvein Thomsen
hevur
gott
máltev.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
varð hann skiftur inn á B71
miðvøllin. Stutt undan leik
loki breyt Clayton ígjøgnum
í vinstru, og Jónsvein var
fyrstur á innlegginum, sum
hann við høvdinum smekk
aði ímóti málinum. Bólturin
brast í tvørtræið og aftur í
spæl.
Marginalirnir vóru við, tá
ið roynt varð við stútara
ímóti málinum hjá Símun
Rógva Hansen. Innskifti
unglingaspælarin
Øssur
Dalbúð royndi móti málin
um, men bólturin varð blok
eraður til horna. Innleggið
var gott, og Óli Hansen var
hægstur og drønstútaði í
B71 meskarnar.
Veldugur fagnaður á gest
unum, og heimamenninir
stóðu sum negldir. Soleiðis
er fótbóltur eisini!
Ótrygt spæl
NSÍ legði bragdliga fyri.
Fyrsta lítla korterið var ferð
in høg, teir funnu væl hvønn
annan, og tað tóktust vera
ábendingar um, at útisigurin
var vísur. Men NSÍ megnaði
ikki at spæla seg ígjøgnum
heimaverjuna, og tað var so
skjótt, at teir dovnaðu og
spælið gjørdist meiri javnt.
Hjá
heimaliðnum
var
superveteranurin Eli Hentze
stýrimaður á verjukenda
miðvallar plássinum. Hann
hirsaði við viðspælarunum
og lúrdi støðugt eftir send
ingum fram til Clayton at
renna eftir.
Sjúrður Jacobsen var á
sentrala NSÍ miðvøllinum
fyri skadda Boga Løkin, og
Hjalgrím Elttør, sum saman
við Jónhardi Frederiksberg
var eitt sindur aftanfyri
Andersson, stríddist sum
úlvur á skóg bæði í álopi og
verju. Í 1. hálvleiki hevði
NSÍ vindin undan, men tað
var trupult hjá teimum at
koma í skotstøður, og Sím
un Rógvi Hansen í B71 mál
inum var tryggur.
At tað er tíðliga á árinum
sást á bóltførleikanum og í
tvørrandi skjótleikanum at
fata støðurnar og velja mest
eyðsýndu loysnirnar. Tá ið
temjingarnar ikki eru tryg
gar, og loysnirnar ikki eru
tær mest eyðsýndu, so er
torført at halda bóltin í egn
um raði. Eftir tvær, tríggjar
og kanska fýra sendingar
miseydnaðist tað ofta, og
tískil gekk nógv fyri seg
millum brotsteigarnar og
við nógvum vendingum og
fáum málmøguleikum.
Men NSÍ kendi sína vit
junartíð, tá ið hon so at siga
var liðug. Eftir stútaran hjá
Óla varð bólturin givin upp,
og so bríkslaði Ransin Djur
huus fyri síðstu ferð!
NSÍ
B71
B71-NSÍ 0-1 (0-0):
Fortuna var í parti við NSÍ
Tað var beiskt hjá B71, at NSÍ snýtti teir í yvirtíðini og fór avstað við øllum trimum stigunum
Mynd: Álvur Haraldsen