Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 65 - 2. apríl 2007 ] Wigan sendir norðmann heim Enska felagið Wigan leigaði fyrr í ár Kristofer Hæstad úr felagnum Start. Hæstad er fyrrverandi liðfelagið hjá Toda Jónsson og hevur staðið seg væl í norsku kappingini seinnu árini. Wigan leigaði Hæstad í eitt hálvt ár, men felagið hevur nú gjørt av, at hendan avtalan skal ikki leingjast. Hæstad hevur spælt 97 minuttir fyri Wigan, nú hann verður sendur heimaftur til Noregs. Inter ikki til at steðga Inter vann aftur í italsku Seriu A um vikuskiftið. Mótstøðuliðið hesaferð var botnliðið Parma, og Inter vann dystin 2-0. Maxwell og Crespo syrgdu fyri málunum. Inter hevur havt eitt framúr gott kappingarár og liggur langt á odda í italsku kappingini. Eftir dystirnar um vikuskiftið er Inter 20 stig frammanfyri Roma á øðrum plássi, og tí er tað rættiliga farið at lukta av gulli í felagnum úr Milano. Í evstu løtu basti EB/ Streymur GÍ, men Gø­tu­menn mugu ken­ na seg nakað snýttar og nipnar, tí í sam­ful­ lar 90 minuttir høvdu teir verið minst líka væl við í dystinum sum felagsliðið, men í yvir­tíð­ini stjól EB/ Streym­ur sigurin og stig­ini FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo EB/Streymur hevur fingið trý tey fyrstu stigini á kon­to­ ina í ár, meðan GÍ hevur smak­kað ársins fyrsta tap. So­leið­is ljóðar veruleikin úr Sarpugerði nú fyrstu For­ mu­la­dyst­ir­nir í ár eru farnir aft­ur um bak. Fyri gøtumenn man tapið ve­ra ein herskin biti at svølg­ja. Fram ímóti dysta­ ren­da stóð á jøvnum, og um nak­ar hevði verið oman á, so var tað helst heimaliðið. Lí­ka legði Marni Djurhuus í, tí hann prikaði bóltin í net­ ið eftir hornaspark, har gø­tu­ menn mettu, at málverjin Ge­za Turi varð forðaður í at ko­ma út eftir bóltinum. GÍ- leik­ar­ar­nir vóru í øðini, men dómarin Páll Au­gus­tin­ us­sen lat ikki við seg ko­ma. Lítla løtu seinni var Geza Tu­ri aftur í andglettinum. He­saferð tá hann var komin alt ov langt út um brotsteigin og fyri at verja málið, helst ik­ki sá aðrar møguleikar enn at takkla Ronnie Sam­u­ el­sen, sum hevði fingið ból­ t­in, ið Geza Turi hevði spark­að burtur. Taklingin var ógvuliga ófantalig, og dóm­ar­in sá seg ikki hava að­rar møguleikar enn at ví­sa málverjanum av vøll­in­ um. Stutt eftir útvísingina av Ge­za Turi staðfesti EB/ Streym­ur sigurin, tá inn­skif­ ti Leif Niclasen setti bóltin í netið, eftir at pólski Rafal og Bárður Olsen høvdu syrgt fyri uppspælinum. Málleyst men við stór­ um møguleikum Fyrri hálvleikur var mál­leys­ ur, men ikki uttan mál­mø­gu­ leik­ar. Stóru kjansirnir ko­mu tó ikki fyrr enn beint upp undir steðgin. Fyrst varð Hanus Eliasen spældur leys­ur av Sorin Anghel, men lobbarin, sum fugl­firð­ ing­ur­in royndi seg við, var ik­ki serliga væleydnaður og fór við síðuna av málinum. Í hinum endanum royndi fyrst Atli Gregersen seg við ein­um stútara eftir hor­na­ spark, men René Tórgarð bjarg­aði flott. Síðani spældu Ás­lak­kur Petersen og væl upp­lag­di Sámal Joensen seg niðan eftir vøllinum, áð­renn Pól Ennigarð slapp at royna seg úr stuttari fjar­ støðu, men aftur hesaferð stór­bjarg­aði René Tórgarð. Liðini komu óbroytt út til sein­na hálvleik, og dysturin var so at siga tann sami sum í fyrra hálvleiki. Fót­bólts­ spæl­ið var ikki tað vakrasta og langt var ímillum stóru kjan­sir­nar. Ein orsøk til het­ ta var harða spælið, sum til tíðir merkti dystin. Fyrsta veruliga mø­gu­leik­ an í seinna hálvleiki fekk felagsliðið, tá Símun Elia­ sen og Hans Pauli Sam­uel­ sen í felag broderaðu seg nið­an eftir høgru síðu, og ví­ka­mað­urin legði ein góð­ an bólt innfyri, har Sorin Ang­hel tveitti seg fram og set­ti høvdið á. Eitt gott álop har allir gjørdu alt rætt, ei­si­ ni Geza Turi, sum við ein framúrskarandi bjarging forð­aði fyri, at bólturin end­ aði í málinum. Mál og útvísing Sum dysturin leið ímóti en­dan­um ­bendi alt á, at tað fór at enda málleyst í Gøtu. Tað hevði leikað javnt á, og mál­ver­jar­nir báðir høvdu hvør í sínum lagi im­po­ner­ að. Men eftir hornaspark mó­ti dystarenda fekk EB/ Streym­ur mál. Hornaspark varð lagt inn fyri og tað en­da­ði við, at Marni Djur­ hu­us beindi bóltin í netið. Í eini roynd at fáa stig tveit­ti GÍ alt fólkið fram og trýs­ti eisini EB/Streym, áð­renn Geza Turi sá reytt fy­ri eina ófantaliga takling. Mønustingin fingu gø­tu­ menn stutt eftir útvísingina, tá Rafal Kwiecinski fór nið­ an í høgru og fann Bárð, sum legði bóltin fyri fø­tur­ nar á innskifta Leif Ni­cla­ sen, ið skoraði trygt. Dysturin endaði sostatt við einum tveymála sigri til fel­ags­lið­ið úr Sundalagnum, men sigurin var ikki trygg­ ur, sum úrslitið bendir á. Gø­tu­menn kenna seg nip­ nar, tí teir høvdu eina stigið í hondini allan dystin, men tað var tikið frá teimum í yv­ir­tíð­ini. EB/Streymur GÍ GÍ – EB/Streymur 0-2 (0-0): Stjólu sigurin í yvirtíðini Dysturin í Gøtu var tættur, men við tveimum seinum málum tryggjaði EB/ Streymur sær sigurin Mynd: Sofus Johannesen Frálík byrjan uppá árið – Hatta var ein javnur dystur, sum eins væl kundu enda við javnleiki. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar og málverjarnir gjørdu tað fantastiskt. Soleiðis tekur Marni Djurhuus, landsliðsleikari og fyrri málskjúttin hjá EB/ Streymi í sigrinum í gjár, saman um dystin. Hann er fegin um sigurin og góðu byrjanina, sum lið hansara nú hevur fingið. – Sæð yvir allan dystin, høvdu vit helst ikki verið so keddir um ein javnleik, men frammanundan høvdu vit ætlað okkum trý stig og tað fingu vit so. – Hetta var ein frálík byrjan upp á árið, har vit ætla at gera sum í fjør, og so kanska eisini vinna síðsta dystin eisini, sigur varaliðformaðurin hjá felagsliðnum, sum speiskliga sipar til farna kappingarár, har avgerðin um FM-heitið lá í teirra hondum, men teir mistu alt á gólvið móti KÍ á heimavølli og HB soleiðis gjørdist meistari. -rwd Eru ikki nóg kon­sen­ trer­að­ir Sámal Joensen, lands­liðs­ leik­ari og liðformaður hjá GÍ, heldur, at talan var um ein javnan dyst í Sar­pu­gerði í gjár. – Tað var ein fínur dyst­ ur, um vit hugsa um, at talan var um ársins fyrsta lands­kapp­ing­ardyst. Bæði liðini royndu at spæ­la bólt, men til tíðir gekk tað kanska ov skjótt fy­ri seg. – Tað leikaði rættiliga javnt á, men teir fáa so eitt mál, tá vit ikki eru nóg konsentreraðir ta ei­nu løtuna. Vit velja so at satsa fyri at fáa eitt st­ig og tað kostar, har vit fáa eina útvísing og teir eitt mál, sigur Sámal Joen­sen og vísir á, at tað er líkamikið, um tú tapir við einum ella tveimum mál­um. Gøtumenn vóru í øð­ini, tá EB/Streymur skor­aði fyrsta málið, og tá Geza Turi varð vístur av vøllinum. – Nú sá eg ikki heilt hvat hendi, tá fyrra málið kom, men teir søgdu at Ge­za Turi varð skum­pað­ ur á veg út og tí fór skeiv­ ur av bóltinum. Geza plag­ar ikki at øsa seg van­ ligt, men var í øðini um mál­ið, so eg ivist ikki í, at har hevur verið okkurt. Rey­ða kortið var ein ó­fan­ta­lig takling, men um hon var til útvísing, so áttu bæði Ronnie Sam­ uel­sen og Pól Ennigarð ei­si­ni hvør sítt reyða kort, metir Sámal Joen­ sen. -rwd