mánadagur 2. apríl 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 65 - 2. apríl 2007
tíðindi
Gunvør Ehlers úr Sør
vági hevur leingi havt
ætlanir um at búseta
seg í grannabygdini
Gásadali.
Umsíðir er líkt til at
hetta gerst veruleiki.
Spurningurin er bert
um tað verður fyri jól,
ella um Gunvør og
børn hennara mugu
inn í komandi árið,
áðrenn tey skifta
adressu!
Bygdarlív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gásadalur: Tað er ikki á
hvørjum degi, at nýtt sethús
verður bygt her í bygdini.
Eftir at tunnil varð gjørd
ur til bygdina, er kortini líkt
til at áhugi er fyri at búseta
seg her í vestastu bygd okk
ara við vegasambandi.
Fyri nøkrum árum síðani
fluttu eini eldri hjún úr
Havn vestur higar at búgva.
Og um stutta tíð fara fólk at
kunna fylgja við, tá enn ein
familja fer undir at byggja
sethús í Gásadali.
Økið er avsett og pelarnir
vísa, hvar hetta grundøki
er, higar Gunvør Ehlers og
børn hennara ætla sær at
seta búgv.
- Eg havi altíð havt ein
dreym um at búseta meg
her í Gásadali. Nú verður
hann umsíðir veruleiki, sig
ur hon í samrøðu við Sosial
in.
Hósdagin hittu vit hana á
grundøki hennara. Í næstum
verður farið undir at grava
út fyri nýggjastu sethúsun
um í bygdini.
- Eg gleði meg at kunna
flyta higar, sigur Gunvør,
sum sjálv er ættað úr Sørvá
gi.
Týdningarmikið bræv
Fyri at finna orsøkina til at
Gunvør yvirhøvur byrjaði
at hugsa um at búseta seg í
Gásadal, mugu vit leita eini
25 ár aftur í tíðina.
Um hetta mundið byrjaði
hon at vitja regluliga í ein
um húsum í bygdini. Her
var talan um eini vøkur hús
í sunnari síðu.
- Síðani tá eri eg komin
sera nógv niðan her – serli
ga um summarið, men eisi
ni hin partin av árinum, sig
ur Gunvør.
So líðandi byrjaði ein
dreymur – og eitt ynski – at
koma fram, um at búseta
seg í Gásadali: - Hevði eg
bara havt eini sethús herup
pi!
Tað vóru tó nógvar for
treytir sum skuldu fáast
uppá pláss, áðrenn hetta
kundi gerast veruleiki, mill
um annað at grundøki vóru
til taks. Men eingi grundøki
vóru tøk hjá Sørvágs kom
munu beint tá, av teirri ein
faldu orsøk, at einki var
gjørt við nakra útstykking í
Gásadali.
Í juni mánaði í fjør varð
enn ein umsókn send kom
1700 metrar til
gamla dreymin
Summi hildu meg vera púra øra í
høvdinum, meðan onnur søgdu: - Hví
ikki tað?! Eg haldi bara, at ein má hava
upplivað lívið her í dalinum, fyri at kunna
úttala seg um tað
”
Hetta er veruliga eitt stað,
har ein kann slappa av og
kopla fullkomuliga úr
”
Gunvør Ehlers hevur tikið eitt óvanligt stig
at vilja búseta seg í Gásadali. Hetta er ein
idyllisk bygd við slíkum vøkrum útsýni, ið er
trupult at finna aðrastaðni
Mynd: Jens Kr. Vang