mánadagur 2. apríl 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2007
45
tíðindi
mununi, her Gásadalur er
partur av. Og hesaferð bar
betu r til!
Á bygdaráðsfundi í sep
tember mánaði í fjør fekk
um sókn hennara viðhald,
og nakað undan jólum kom
um síðir tað brævið, sum
Gun vør hevði bíðað so lein
gi eftir, og sum lat dreym
hennara gerast veruleiki:
Byggiloyvið til eini sethús
í Gásadali.
Nú var bert eftir at fara
undir útgrevstu r og bygging
av tí nýggja heiminum til
seg og børn hennara.
Optimist
Gunvør hevur sjálvandi
havt sína tíð at fyrireika seg
uppá byggingina.
- Eg havi avtalað við ein
her úr bygdini um at grava
út fyri sethúsunum hjá
mær.
- Hann er í løtu ni í ferð
við eitt annað arbeiði í Sør
vági. So skjótt sum hann er
liðugur har, fer hann at gra
va út hjá mær, sigur Gunvør
ikki sørt spent á málinum.
Sjálv hevur – ella hevði!
– Gunvør ætlanir um at fly
ta inn til jóla í ár. Spurning
ur in er tó, um hon nær tað.
- Er rokni heilt erliga ikki
við at røkka tí, men ein hev
ur tó altíð lov til at vera
optimist, sigur hon.
Sethúsini verða eini van
lig hús í einari hædd. Tey
standa beint við stóra park
eringsøkið í bygdini, og
hagani frá er lætt hjá gravi
maskinum at koma til
grundøkið.
Má upplivast
At flyta til eina so fjarskotna
bygd sum Gásadal er ikki
ein avgerð, ið verður tikin
yvir nátt ina.
Tá Gunvør, sum annars
er friðarlig av natúr, byrjaði
at tosa um ætlanir sínar,
fekk hon nógvar viðmerk
ingar frá fólki. Summi skil
tu hana. Onnur ikki.
- Summi hildu meg vera
púra
øra
í
høvdinum,
meðan onnur søgdu: - Hví
ikki tað?!
- Eg haldi bara, at ein má
hava upplivað lívið her í
dalinum, fyri at kunna
útt ala seg um tað, sigur hon
avgjørd.
Børnini gleða seg
Tá ein tekur eitt so stórt
stig og haraftrat hevur fýra
børn, er neyðugt at øll eru
við uppá hugskotið. Tey
eru úr 4 upp í 19 ár.
- Jú, eg havi sjálvandi
spurt børnini, hvat tey hildu
um hett a. Og tey vóru øll
sera spent uppá tað, sigur
Gun vør.
Hon hevur haraftrat fing
ið ein verson, og hava hann
og dótt ir hennara hinvegin
søkt um grundøki heilt úti í
Runavík.
- Men eg havi tó sagt við
tey, at tey kunnu altíð
um bestemma seg og koma
higar at búgva!, sigur hon
við einum brosi.
Ein idyllisk bygd
Tað var ein stórur dagur fyri gásadalsfólk, tá
tun nilin til bygdina varð alment latin upp
beint fyri jól í fjør.
Hett a gav boð um, at myndug leikarnir greitt
ynsktu at hava lív í hesi bygdini, sum í síni tíð
bert lá 1700 metrar frá framtíðini.
Ymiskar ætlanir hava verið frammi í
bygdini, bæði innan aling og at gera eitt
rætt iliga stórt øki til summarhús.
Sjálv vónar Gunvør at fleiri fara at fylgja
henni og vilja búseta seg í Gásadali. Og líkt er
veruliga til at onnur hava sæð hett a sama. Á
heimasíðuni hjá Vikublaðnum varð í farnu
viku greitt frá eini familju, ið høvdu somu
ætlanir sum Gunvør.
Hon veit um fleiri sum hava ætlanir um at
byggja sum marhús í Gásadali, millum annað
fleiri fólk úr Havn sum ynskja at koma vestu r
higar at stressa av.
- Jú, eg vænti at tað fara at koma fleiri,
sigur hon.
Fyri henni er bygdini eitt satt paradís og eitt
serstakliga idylliskt stað, sum liggur burtu rfrá,
men kortini tætt við meginøkið.
- Gásadalur er veruliga eitt stað, har ein
kann slappa av og kopla fullkomuliga úr.
- Hett a er eisini eitt sera gott stað hjá
børnum at vera í, slær Gunvør fast.
Serliga nógv børn eru her í bygdini um sum
marið. Vónað verður nú at tey nú fara at
gerast enn fleiri í framtíðini – ALT ÁRIÐ!
Gunvør arbeiðir sum stuðul hjá hesi smágentuni. Í
góðveðrinum hósdagin vóru tær báðar farnar ein
túr vestur í Gásadal. – Hetta er eitt paradís hjá
børnum, sigur Gunvør
Mynd: Jens Kr. Vang
Grannin – Thomas Juul við Skipá – hevur júst verið
og givið gæsnum her í Gásadali. Honum dámar
sera væl at fáa ein nýggjan granna, men ikki so væl
ætlanina at gera summarhús
Mynd: Jens Kr. Vang