Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 66 - 3. apríl 2007 K R E A . F O . TEL 47 80 80 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Á Økisdeildini í Tórshavn arbeiða 15 fólk. Økið hjá deildini er Streymoy, Vágar, Nólsoy, Hestur, Skúvoy og Sandur. Starvið kann innibera ferðing. Almannastovan søkir sosialráðgevar til Økisdeildina í Havn Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni • evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt. Vit kunnu bjóða Eitt starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. Lønar- og setanarviðurskifti Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið í lønarbólki 6. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er • at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sam- bandi við almannaspurningar • at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuni • í serligum førum vísa áheitanum til landsumfatandi eindirnar hjá Almannastovuni. Tær sosialu fyriskipanirnar, ið deildin serliga tekur sær av, eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, herundir uppihaldshjálp og stuðul til heilivág og smærri hjálpartól • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í sambandi við umsóknir um fyritíðar- pensiónir. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Rúna Rasmussen, deildarleiðara, tel 35 35 70. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV o.ø. til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin Freistin at søkja er mánadagin 16. apríl 2007 kl. 12. Á Økisdeildini í Havn, Tinghúsvegur 14, eru 2 størv leys til setan skjótast tilber. R E P R O Z Hjartaliga tillukku við FM-heitinum 2007 lýsingar