týsdagur 3. apríl 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2007
7
tíðindi
Landsstýrið fer nú at
gera ein sáttmála við
Strandferðsluna, har
tað beinleiðis er ásett,
hvussu tænastustøðið
skal vera og hvørjar
skyldur stovnurin
skal hava
Strandferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal ein beinleiðis sátt
máli gerast ímillum Inn
lendismálaráðið og Strand
ferðsluna um, hvussu stovn
urin skal virka framyvir.
Landsstýrið hevur í eina
tíð arbeitt við at umskipa
bygnaðin á Strandferðsluni.
Niðurstøðan er, at nú skal
ein samferðsludeild skipast
í Innlendismálaráðnum og
hendan samferðsludeildin
skal so gera samferðslusátt
málar við Strandferðsluna.
- Í hesum sáttmálanum
skal tað greitt verða ásett,
hvørji krøv, politiska skip
anin hevur til Strandferðsl
una, hvørja tænastu, hon
skal veita og, hvørjar skyld
ur hon skal hava, sigur
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um.
- Aðalmálið við einum
slíkum samferðslusáttmála
er, at hann skal vera eitt
bindandi stýringsamboð
fyri bæði politiska myndug
leikan og fyri Strandferðsl
una, so at báðir partar vita
akkurát, hvat teir hava at
halda seg til.
Men við einum slíkum
sáttmála frásiga politikar
arnir sær eisini rættin til at
leggja seg út í dagliga rakst
urin, tí sáttmálin førir við
sær eitt greitt ábyrgdarbýtið
ímillum politiska myndug
leikan og Strandferðsluna.
Men samstundis verða
krøvini til Strandferðsluna
meiri skipað enn tey hava
verið.
Kunnu keypa
eykatúrar
Hetta gevur politiska mynd
ugleikanum tíð og orku til
at leggja langtíðarætlanir
fyri samferðsluna, hvussu
tænastustøðið skal vera og
hvussu stovnurin skal menn
ast, stendur í einum upp
ritið, sum ein bólkur hevur
gjørt til landsstýrismannin í
hesum sambandi.
Men samstundis ber hetta
so eisini í sær, at politiski
myndugleikin kann keypa
tænastu frá ferð til ferð, tá
ið tað er neyðugt.
- Fyri Strandferðsluna er
tað eisini avgerandi, at peng
ar fylgja við, tá ið politikarar
seta nýggj krøv, so at rúmd
ikki skal finnast á játtanini,
sum hon hevur.
Hinvegin er tað ein vansi
at tað Strandferðslan ikki
verður so liðilig, sum hon
hevur verið og at tað fer at
vera torførari at broyta
ferðaætlan við stuttum skot
brái eitt nú í sambandi við
landsdystir og onnur tiltøk.
Hinvegin er endamálið,
at í slíkum føri skal tað bera
til hjá politiska myndugleik
anum at keypa eykatúrar
fyri ein ávísan kostnað,
stendur í uppritinum.
Men har verður eisini
lagt afturat, at skal ein slík
skipan virka, er tað ein
avgerandi fortreyt, at pol
itiski myndugleikin góð
tekur, at hann hevur fingið
ein nýggjan leiklut sum
meira yvirskipaður partur
og at hann sostatt ikki
leggur seg út í dagliga rakst
urin.
Í fyrstu syfti verður
hugsað um at gera stuttan
sáttmála, ið gongur yvir eitt
ella tvey ár .
- Tað gevur útbjóðaran
um møguleika fyri at tillaga
og broyta óhepnar ásetingar
í sáttmálanum, sigur upp
ritið.
Men tá ið allir partar hava
fingið fleiri royndir, er tað
ofta ein fyrimunur at gera
sáttmálar yvir longri tíðar
skeið, tí tað gevur Strand
ferðsluni betri fortreytir
fyri at leggja ætlanir, gera
íløgur, seta fólk o.s.fr.
Jacob Vestergaard hevur
fyrr nevnt, at hann hevur
kannað um tað ber til at
einskilja nakrar av teimum
smærru leiðunum, men tað
skilst á honum, at hetta er
ikki nakað, sum liggur í
kortunum beint nú.
Men Jacob Vester
gaard ivast í um tað
ger til at ganga krøv
unum frá fakfeløgun
um á møti um, at
útlendingarnir, skulu
vera limir í føroysk
um fakfelag
Ùtlendsk
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður skjótt lættari at
fáa útlendingar til Føroya at
arbeiða.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlendismál
um, hevur í eina tíð arbeitt
við at gera eina kunngerð,
sum skal áseta, hvørjar treyt
irnar skulu vera fyri at fáa
útlendska arbeiðsmegi til
Føroyar at arbeiða.
Hugsað verður um, at
vinnulívsfólk hava mangan
gramt seg um, at tey fáa
ikki nóg mikið av arbeiðs
megi.
Tí kundu tey hugsað sær,
at tað var lættari at fáa
útlendingar til Føroyar at
gera ávís arbeiði. Tað skal
gerast soleiðis, at skal eitt
ávíst arbeiði gerast, skal tað
bera til at gera sáttmála við
útlendsk arbeiðsfólk um at
koma hendavegin at gera
tað ávísa arbeiðið og so fara
tey avstað aftur.
Jacob Vestergaard sigur,
at eftir arbeiðsætlanini, sum
nú er, skal hendan kunn
gerðin verða liðug um miðj
an næsta mánað.
Eftir føroyskum
treytum
Í hesum sambandi hevur
tað verið eitt krav frá arbeið
arafeløgunum, at teir útlend
ingar, sum koma henda
vegin, skulu arbeiða eftir
føroyskum sáttmálum og
fyri føroyska løn. Men fyri
at kunna hava eftirlit við tí,
hava tey eisini kravt, at
útlendingarnir skulu vera
limir í føroyskum fakfel
øgum.
Arbeiðarafeløgini
stúra
nevniliga fyri, at útlending
ar skulu koma hendavegin
at arbeiða fyri løn, sum er
galdandi í heimlandinum
og at teir sostatt fara at máa
støðið undan teimum rætt
indum, sum føroysku fak
feløgini hava stríðst fyri tað
mesta av eini heilari øld.
Jacob Vestergaard sigur,
at tað verður eitt krav, at
útlendingarnir skulu arbeiða
eftir teimum sáttmálum,
sum eru galdandi í Føroyum
og fyri tað løn, sum er
galdandi í Føroyum.
Hinvegin ivast hann í um
tað ber til at krevja, at útl
endingarnir skulu vera limir
í føroyskum fakfeløgum.
Hann vísir til dómin í
mannarættindadómstólin
um í Strasburg, har tað er
ásett, at tað er ólógligt at
krevja, at fólk skulu vera
limir í fakfeløgum.
- Tað veit eg ikki um tað
ber til at krevja, sigur Jacob
Vestergaard.
Hvussu ber so til at hava
eftirlit við um tey arbeiða
eftir treytunum í føroyskum
sáttmálum?
Eftirlitsmyndugleikin,
sum er løgreglan, kann altíð
kanna eftir, hvørja løn tey
fáa. Og verður søkt um at
fáa arbeiðs- og uppihalds
loyvi longt, verður kannað
eftir, hvat tey hava forvunn
ið og samsvarar tað ikki við
føroysk viðurskifti, verður
loyvið ikki longt.
Men møguliga ber eisini
til at seta sum treyt, at ser
ligt eftirlit kann vera við,
hvat tey forvinna.
Men nú hoyra vit viðhvørt
um, at eitt er, hvat fólk for
vinna, men so verður lønin
tikin inn aftur í okursleigu
og upp á aðrar mátar. Tað
merkir, at á pappírinum er
alt, sum tað skal, men í
veruleikanum fáa tey undir
løn?
- Tað er ein spurningur,
sum eftirlitsmyndugleikin
má taka sær av, eins og
hann má taka sær av, at
treytirnar annars verða hild
nar, sigur Jacob Vester
gaard.
Skulu hava púra greiðar linjur
Í næsta mánaði verður lættari
at fáa útlendingar til Føroyar
Arbeiðarafløgini fara
ikki at víkja frá krav
inum um, at útlend
ingar, sum koma hig
ar at arbeiða, skulu
vera limir í før
oyskum fakfelag
Útlendsk
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit fara ikki at víkja frá
kravinum um, at teir útlend
ingar, sum koma til Føroyar
at arbeiða, skulu vera limir
í føroyskum fakfelag.
Tað ger Ingeborg Vinther,
forkvinnan í Føroya Arbeið
arafelag, púra greitt.
Tað ger hon greitt, eftir at
Jacob Vestergaard aðra
staðni her á síðuni, ivast í
um tað ber til at krevja, at
útlendingar skulu limast
inn í føroysk fakfeløg.
Men
arbeiðarafeløgini
fara at leggja doyðin á at
forða fyri, at útlendingar,
sum koma hendavegin, ikki
máa støðið undan teimum
føroysku sáttmálunum.
Og tað kann bara gerast
við, at útlendingarnir verða
limir í føroyskum fakfelag.
- Teir mugu verða limir í
føroyskum fakfelag, so at
vit kunnu tryggja, at teir fáa
allar sømdir, sum hoyra til
føroyska arbeiðsmarknaðin
og so at teir ikki máa støðið
undan okkara sáttmálum,
sigur Ingeborg Vinther.
Tí fer Føroya Arbeiðara
felg ikki at góðkenna eina
útlendingakunngerð,
har
tað ikki er eitt krav, at
útlendingarnir verða limir í
føroyskum fakfelag.
Hon kennir til dómin í
Strasburg, sum landsstýris
maðurin sipar til í aðrari
grein her á síðuni.
- Men tað er ongin ivi
um, at er vilji til tað, ber
eisini til at finna eina
loysn.
Hvat fer at henda, vissi
treytin um limaskap í før
oyskum fakfelag ikki er við
í kunngerðini, kann hon
ikki siga nakað um enn.
- Tað verður ein støða,
sum vit fara at taka upp, tá
ið hon er íkomin, sigur
hon.
Hon gevur lítið fyri ætl
anina um, at Løgreglan skal
hava eftirlit við hesum við
urskiftum.
- Løgreglan gremur seg
dag og dagliga um, at tey
hava ikki størri orku til at
síggjast á gøtunum og tí
dugi eg ikki at hugsa mær,
hvussu løgreglan skal hava
dagligt eftirlit við at, rætt
indi hjá útlendingum á før
oyska
arbeiðsmarknaðin
um, verða vird.
- Tí er kravið um lima
skap í føroyskum fakfelag
einasta loysnin, sigur hon.
Men
Arbeiðarafeløgini
fara eisini at krevja, at
útlendingarnir skulu ikki
hava betri rættindi enn
føroysk arbeiðsmegi hevur.
- Tað skal ikki vera so, at
útlendsk arbeiðsmegi skal
hava
trygd
fyri
fullari
arbeiðsmegi, tí tað hevur
føroysk arbeiðsmegi ikki.
Verður tað kravið, verða tað
nógv føroysk verkafólk,
sum koma at sita heima og
tað verður ikki góðtikið, sig
ur hon.
Kravið um limaskap
er einasta loysn
Nú skulu Strandferðslan og politikarar altíð vita akkurát, hvar
tey hava hvønn annan og tað skuldi verið ein fyrimunur fyri
báðar partar
Útlendingar, sum koma henda
vegin at arbeiða, skulu hava
somu sømdir sum føroyingar,
men eg ivist í um vit kunnu
krevja, at teir skulu melda seg
inn í føroysk fakfelag, sigur
Jacob Vestergaard
- Vit fara ikki at
góðkenna eina
útlendingakunngerð,
har tað ikki er
eitt krav, at teir
skulu vera limir í
føroyskum fakfelag,
staðfestir Ingeborg
Vinther