týsdagur 3. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 66 - 3. apríl 2007
Bummpengar
Gongst sum ætlað fer tað skjótt at kosta pengar at koyra
til ella úr Aalesund. Endamálið við skipanini er at
fíggja ymisk vegarbeiði. Tær fyrstu útrokningarnar
vísa, at um hvør bilur rindar 10 krónur, hvørja ferð
hann fer út um ella kemur inn um býarmarkið, fer tað
at geva 70 mió. krónur árliga. Tað er kortini ikki vist, at
skipanin við bummpengum á býarmarkinum kemur, tí
higartil hevur býráðið felt øll slík uppskot.
Dýrt breiðband
Tað er nógv dyrari at hava breiðband í Føroyum enn í
øðrum londum, og harafturat er ferðin á føroyska
internetsambandinum nógv minni enn aðrastaðni, skrivar
Dimmalætting. Eitt nú veit blaðið at siga, at fólk í Danmark
kunnu fáa tríggjar ferðir skjótari internetsamband enn
føroyingar fyri 300 krónur minni um mánaðin. Rúnar
Reistrup, sum er útbúgvin í kunningarvísindi, sigur við
blaðið, at lítla ferðin í Føroyum forðar menning.
Jóannes Eidesgaard
heldur lítið um
atfinningarnar frá
Høgna Hoydal í
Sosialinum í gjár, har
hann kallar tað
kleyvarskap, at
føroyingar hava latið
dønum Íleggingar
grunnin. – Danir hava
goldið hvørt oyra í
grunni, og tí eiga teir
hann eisini, sigur
løgmaður
Flogvøllurin
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
- Eg haldi tað vera løgið av
einum manni, sum sat seks
ár sum varaløgmaður og í
síni tíð fekk bjóðað frá
Nyrup at yvirtaka vøllin frá
dønum, men onki fekk gjørt
við tað, nú finst at okkum
fyri at hava loyst málið, sig
ur Jóannes Eidesgaard, løg
maður, um atfinningarnar
frá Høgna Hoydal í Sosial
inum í gjár.
Her skýrir floksformaður
in í Tjóðveldisflokkinum
mannagongdina í sambandi
við yvirtøkuna av flogvølli
num, sum vánaligt politiskt
handverk
frá
føroyskari
síðu. Hann kallar tað kleyv
arskap at lata dønum Ílegg
ingargrunnin fyri Føroyar.
- Sum málið er handfarið
frá føroyskari síðu, er hetta
ikki minni enn ein gøla,
sigur Høgni Hoydal og held
ur, at landsstýrið við hesi
loysnini
hevur
forerað
grunnin burtur til danir.
Hesum er Jóannes Eides
gaard, løgmaður, rúkandi
ósamdur í.
- Danir hava jú goldið
hvørt oyra í grunnin, og vit
kunnu ikki bara siga, at
hann er føroyskur. Hesin
pástandurin er láturligur og
heldur hvørki politiskt ella
løgfrøðisliga, sigur Jóannes
Eidesgaard.
- Hetta er líka so langt
úti, sum at at krevja ein pen
ingastovn eftir einum láni,
sum er afturgoldið, sigur
løgmaður.
Fólkatingið samtykti hós
dagin við 3. viðgerð at játta
365 mió. kr. úr Íleggingar
grunninum fyri Føroyar til
útbygging av flogvøllinum
í Vágum. Hetta merkir sam
stundis, at vøllurin verður
yvirtikin 1. mai.
Jóannes Eidesgaard held
ur tað eisini vera løgið at
einum floksformanni í ein
um valári at leika so í og
koma við ógvusligum ákær
um um vánaligt politiskt
handverk.
- Eg haldi, at hetta enn
einaferð prógvar, at Høgni
Hoydal ikki er til praktiskan
politikk, men ístaðin velur
at berjast ímóti vindmyllum.
Skal
Tjóðveldisflokkurin
gera sær tankar um at koma
í samgongu, so átti flokk
urin at vanda sær eitt sindur
meiri um orðavalið, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður vísir á, at tað
bar ikki til at finna eina
betri loysn við danir, enn
hana sum funnin er.
- Flogvøllurin er størsti
fløskuhálsur
í
føroyska
ferðslukervinum í dag, og
útbyggingin kann ikki bíða
longur. Atlantsflog stendur
við einum flota av flogfør
um, ið skulu skiftast út, og
tí má felagið hava ein longri
vøll til til størri flogfør, sig
ur Jóannes Eidesgaard.
Høgni Hoydal vísti eisini
á í greinini í gjár, at ongin
trygd er fyri, at játtaða upp
hæddin fer at halda. Tvørt
urímóti heldur hann, at íløg
an verður munandi dýrari.
Til hetta sigur Jóannes
Eidesgaard, at hetta kann
hann sum løgmaður ikki
tryggja, men bert halda seg
til tær metingar, sum gjørd
ar eru. Hesar vísa, at útbygg
ingin kann fremjast fyri
hesa upphæddina.
Fer útbyggingin av flog
vøllinum, nýggjum termi
nali og tekniskari útgerð at
kosta meiri enn tær 365
mió. kr., so skal hetta játtast
yvir fíggjarlógina.
Løgmaður um flogvallamálið:
– Danir eiga hvørt oyra
í Íleggingargrunninum
Stór politisk ósemja er millum samgonguna og partar av andstøðuni um ognarviðurskiftini í Íleggingargrunninum fyri Føroyar,
sum skal fíggja útbyggingina av flogvøllinum í Vágum
Savnsmynd
- Álopið frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum í
málinum um Íleggingargrunnin er enn eitt dømi um,
at Høgni Hoydal ikki er til praktiskan politikk, men
heldur velur at stríðast ímóti vindmyllum, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
Savnsmynd