týsdagur 3. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 66 - 3. apríl 2007
Tað hevur viðrað illa
hjá útróðrarmonnum
kring landið higartil í
vetur.
Í Sørvági siga teir tað
sama. Men í farnu
viðraði umsíðir og
hósdagin riggaði
útróðrarbáturin
Brynhild seg til
nýggjan túr
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sørvágur: Tað er av allar
fagrasta veðri henda hós
dagin. Niðri á havnarlagnum
sæst ein hópur av stampum
standa.
Inni í einum rúmi stendur
ein einsamallur maður og
egnir hjá útróðrarbátinum
Brynhild.
Hann er um at vera lið
ugur við henda stampin. Nú
er tíð at fáa hann kláran, tí
um lítla løtu fer Brynhild til
útróðrar.
Útróðrarmaðurin Albert
Johannesen er komin oman
á havnarlagið hesa løtuna.
- Vit ætla okkum at fara
vestureftir, sigur hann við
Sosialin.
100 pund uppá
stampin
Albert hevur róð út við
Brynhild seinastu fimm
árini. Árini hava sjálvandi
verið ójøvn, - eisini hetta
árið.
- Tað hevur viðrað sera
illa í ár. Vit hava í roynd og
veru ikki gjørt fleiri enn 12
túrar, slær Albert fast.
Í tí serstakliga góða veðr
inum hósdagin riggaðu teir
til at fara enn ein túr. Streym
urin var góður og veðrið tað
sama.
Teir vóru á seinasta túri
num dagin fyri, og var fiski
skapurin
so
nøkulunda
henda dagin.
- Hetta var fyrsti túrurin í
langa tíð, og høvdu vit góð
100 pund uppá stampin,
sigur Albert stutt.
Nýggjar umstøður
Leygardagin kundu útróð
rarmenn í Sørvági taka
nýggju Egningarmiðstøðina
í nýtslu.
Her er pláss fyri íalt
níggju skúrum, har møgu
leiki er hjá 12 egnarum at
verða samstundis. Hvør
skúrurin hevur haraftrat
eina
frystigoymslu
sum
kann rúma 120 stampum.
Harumframt eru wc og ein
kantina í miðstøðini.
Fyri Albert og hinar
umborð á Brynhild var
hetta til mikið gagn og
gleði. Nú kann ein veruliga
tosa um umstøður til egn
ing.
Umstøðurnar, sum teir
hava havt tey seinastu árini,
hava verið alt annað enn
góðar. Teir hava í roynd og
veru staðið og egnt í einum
skúri uttan nakran hita, og
hevur tað mangan verið
strævið ta køldu ársins tíð.
- At fara niðan í teir
nýggju skúrarnar er í øllum
førum eitt stórt stig tann
rætta vegin, sigur Albert.
Í nýggju Egningarmið
støðini fáa útróðrarmenninir
nú hvør sítt frystirúm, ístað
in fyri sum áður at skula
flyta stamparnar yvir í eina
stóra frystigoymslu í sama
bygningi.
Tíma illa at egna
Eitt er útróðurin. Annað er
at fáa fólk at egna fyri seg.
Hetta hevur verið ein trupul
leiki hjá Brynhild.
Teir fáa nógv fyri hvønn
egndan stamp, men tað tyk
ist vera ógjørligt at fáa nóg
mikið av egnarum.
- Tað vísir seg at teir tíma
ikki allíkavæl, sigur Albert.
Hjá Brynhild hava tað í
størstan mun verið ungir
dreingir sum hava egnt,
meðan útróðrarmenn í til
dømis Klaksvík høvdu klár
að seg illa uttan teir góðu
og gomlu egnararnar.
Fisk um veturin – ferðafólk
um summarið
Nú fer útróðrarárið hjá Brynhild skjótt at vera av á hesum
sinni.
Hetta merkir kortini ikki at teir leggja stilt, til útróðurin
verður tikin uppaftur seinni í heyst.
Brynhild fer nevniliga at sigla við ferðafólki til Myki
nesar, tá summarsiglingin hjá Strandferðsluni til vestastu
oyggj okkara byrjar 1. mai.
Henda siglingin varir alt summarið og fram til 31.
august.
Eingin kiosk í summar
Gásadalur: Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um Gunvør Ehlers í Sørvági, sum ætlar sær at
flyta til Gásadals at búgva.
Í fjør tók hon tað forvitnisliga stigið at lata upp eina kiosk í Gásadali, har møguleiki var
at keypa sær kaffi og køkur.
- Eg veit, at tað er júst hetta sum ferðafólki leingist eftir, tá tey koma higar.
- Og tað vóru eisini nógv fólk sum høvdu hetta á orði. Tá tey sóu kaffimaskinuna, so
jublaðu tey, sigur hon brosandi.
Sum støðan er í løtuni, fer Gunvør sjálv ikki at hava ein slíka kiosk í summar. Hon hevur
so nógv annað at gera, men vónar kortini at onkur annar kann halda fram við henni.
- Eg haldi tað vera keðiligt hjá fólki, um einki var at fáa her, sigur Gunvør.
Kioskin stendur har, og er møguleiki at leiga hana, um áhugi er fyri tí.
Hevur viðrað stak illa í ár
Marner Davidsen í ferð við at egna ein stamp
Mynd: Jens Kr. Vang
- Seinasta túrin høvdu vit 100 pund upp á stampin, sigur útróðrarmaðurin Albert Johannesen
Mynd: Jens Kr. Vang
”
Teir fáa nógv
fyri hvønn
egndan stamp,
men tað tykist
vera ógjørligt at
fáa nóg mikið
av egnarum.
Tað vísir seg at
teir tíma ikki
allíkavæl