Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 66 - 3. apríl 2007 Vit eru komin væl inn í dimbuldagavikuna, og tað gongur ímóti ljósari tíðum. Klokkan er flutt, dagarnir eru longdir, myrkrið hevur mist takið á kvøldunum, og nú er tað eisini ljóst, tá ið farið verður upp til dagsins gerning. Stilla vika verður páskavikan eisini nevnd. Vit liva í landi, har tað er kristna siðalæran, sum er grundarlagið, og hóast tað ofta er frammi, hvussu sekulariserað okkara vælsignaða samfelag er, so sæst tað aftur á so mangan hátt, at vit nærkast einari av allar størstu høgtíðunum í kristna heiminum. Eitt nú í útvarpinum, har tað bæði í barnasendingum og morgunlestri verður gjørt burturúr Jesu líðingarsøgu. Kynstrið er at fáa kirkjur og samkomur, siðalæruna, sekulariseraða samfelagið og fólkaræðið at hava gott áralag. Nú virðispolitikkurin kring heimin og eisini heima hjá okkum fær alt greiðari profil, kemur tað meiri enn so fyri – og soleiðis skal tað vera í fólkaræðisligum samfelag – at aldukambarnir eru høgir. Men um vit sammeta spælireglurnar og spælið, um tað ber til at siga tað soleiðis, heima hjá okkum við tað, sum gongur fyri seg so nógva aðra staðni, so kunnu vit ikki siga annað, enn at okkara samfelag er sonn perla. Nú fyrireika vit okkum til halgidagarnar. Tað gera vit heima við hús, á arbeiðsplássum og alla staðni, har fólk koma saman og hittast. Tað er tekin um góða samfelagsheilsu, at alt yður í lívi. Kirkjur og samkomur gera seg út til páskahøgtíðina, og føroyingar ferðast hesa ársins tíðina meiri, enn tað nakrantíð áður hevur verið gjørt – bæði innanlands og uttanlands. Fótbólturin rullar fleiri umfør á páskum, telvararnir sita boygdir yvir borðini í Klaksvík, kappróðrarbátarnir verða flotaðir, tað verður skipað fyri útferðum upp á tindar og fram í dalar, og tey eru mong, sum nýta høgtíðsdagarnar at bjóða til góðan døgurða ella frokost ella morgunmat. Vinnulívið ger seg til at halda páskir, og mest sum ov nógv verður keypt og bunkrað. Fleiri línuskip eru uttanlands og selja. Hýsuprísurin sigst vera hægri í útlandinum í hesi vikuni, enn hann er heima á klettunum. Í útgangsstøðinum er tað best, at sum mest verður virðisøkt í Føroyum, men opinleikin og harvið møguleikin fyri kapping um tilfeingið er ikki at forakta. Løgtingið heldur frí í dimbuldagavikuni. Politisku motorarnir verða ladaðir, áðrenn valstríðið av álvara fer at gera um seg. Góða veðrið ber við sær, at langi og strangi veturin er gloymdur. Vit gleðast um fuglalívið og smálombini, og vit gleðast um, at ljósið skýnur yvir samfelag okkara. Bæði so og so. Sosialurin Ljós yvir landið Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevði herfyri eina greinarøð í Sos­ i­­al­­inum við ikki færri enn 3 dup­ultsíðum, sum var ein long skotriða av ósak­ligum á­lop­um á føroyska sjúkra­ hús­verkið, serstakliga Lands­sjúkr­a­hús­ið, sum hann við følskum ákærum legði undir at søpla skatta­ borg­arans pengar burtur, utt­­an at vit fingu nakað aft­ ur­fyri. Høvuðsboðskapurin hjá Ják­upi Petersen, yvirlækna var, at sjúkrahúsverkið á hvørj­­um ári søplar hundrað­ tals milliónir burtur, og at hækk­ingarnar av játtini til Lands­sjúkrahúsið eru burt­ ur­spilt­ir pengar – tað er sum at blaka pengar út gjøg­ num vindeyga, segði yvir­ lækn­in. Oman á tað heila tømdi yv­irlæknin so byrsuna í før­ oyska sjúklingahotellið í Keyp­mann­a­havn, men tað hev­ur leiðarin har, Anna Mar­ia Durhuus, tikið sær væl og virðiliga av. Sjálvsagt kundi eg ikki lata hetta grova álopið á før­ oyska sjúkrahúsverkið standa ósvarað, tí eg havi jú ov­astu politisku ábyrgdina av tí. Tí vísti eg eisini á í eini grein, at ákærirnar hjá Ják­up Petersen, yvirlækna, vóru falskar, tí tær bygdu á eitt skeivt og ósakligt grund­ arlag. Nú gevur yvirlæknin ilt av sær, og fer heilt í offur- roll­una. Yvirlæknin gremur seg um, at nú fer lands­stýr­ is­­maðurin ”uttan um sjúkra­ hús­stjóran og leypir bein­ leið­is á eitt starvsfólk undir hon­um við hóttandi tónalagi og alment boð um munn­ kurv”. Serliga eru tað orð­ ini, sum Sosialurin setti om­ an fyri samrøðuna, sum blað­mað­ur hevði við meg um greinina, og har sama yv­ir­­skrift, verður sett sum gloyp­i­biti á forsíðuna: ”Hans Pauli Strøm: fram­ ferð­­in hjá yvirlæknanum má steðgast”. Hetta er ikki tað, sum eg havi skrivað ella sagt, men ein redak­ti­on­ el yv­ir­tulking, sum tey á Sos­i­al­inum hava gjørt. Hesa eigi eg ongan lut í. Í samrøðuni við blað­ mann­­in legði eg tvørturímóti júst stóran dent á, at mítt aft­ ur­svar til Jákup Petersen hvørki var ein munnkurv ella nøkur hóttan. Tað kann blað­maðurin eisini vátta, tí hann endurgevur meg rætt, tá hann siterar meg í somu samrøðu: ”Hann (Hans Pauli Strøm) við­urkennir, at øll hava rætt at gera vart við seg, tá ið viðurskifti ikki eru í lagi. Hetta er ikki ein roynd at múlabinda yvir­ lækn­an, men vit mugu seta á­vís krøv til tær atfinningar, sum verða settar fram. Og minsta kravið má vera, at tað er hald í atfinningunum, og at atfinningarnar eru sak­ lig­ar, sum verða førdar fram. Men tað er tað ikki í hes­um føri. Hans Pauli Strøm staðfestir, at hetta kann ikki halda fram. Hetta er ikki ein hóttan, tað kann einhvør tulka sum tey vilja, men hetta kunnu vit ikki finna okkum í.” Í sínum aftursvari fer Ják­ up Petersen enn einaferð eft­ ir hagtølunum, og roynir at bag­a­t­ellisera sínar grovu feil­­ir við m.a. at skriva: ”Í fyrstu talvuni er ikki so stór­ ur munur á teimum tøl­um, sum landsstýrismaðurin og eg hava sett fram.” Hetta er púra burturvið at skriva, tí tað er júst tey skeivu tøl­ini hjá Jákupi um miðal út­ reiðsl­una í Føroyum og í Dan­mark, sum er sjálvt grund­ar­lagið fyri hansara pá­­standi um at føroyska sjúkr­a­­húsverkið søplar hund­r­­­aðtals miljónir burt­ ur. Jákup Petersen ger eisini enn einaferð nógv burtur úr uppgerðini, um hvussu nógv sjúkrahús eru í ymisk­ um londum. Hann vísir til tøl frá danska heilsu­mála­ ráð­harranum, sum aftur hev­ ur síni tøl frá WHO. Men ein og hvør kann siga sær sjálvum – ein og hvør – at her ruggar ikki rætt, tá talv­ an hjá Jákupi vísir, at í t.d. í Finlandi eru 7,5 sjúkrahús pr. 1000 íbúgvar, í Íslandi 8,2 men í Svøríki bert 1,0. Sjálvandi eru hetta tøl sum eru burturvið at seta við síð­ una av hvørjum øðrum, tí innihaldið er ikki tað sama frá einum landið til annað. Orsøkin er tann einfalda, so sum tað verður sagt í Nordic Statistical Yearbook, at skal man samanbera tølini, so skal man bara taka reglulig sjúkrahús við, og ikki tað stóra talið av sonevndum ”helsovårdcentraler” ella heilsu­miðstøðum, sum ikki eru sjúkrahús. Júst í Finn­ landi eru eini 260 av hesum slagnum og í Íslandi meir enn 20, og tá alt tað eisini verður tikið við í teirra tøl­ um, verða tølini sjálvsagt nógvar ferðir hægri enn t.d. í Svøríki og Danmark, har bert er roknað við reglu­lig­ um sjúkrahúsum. Talvan hjá Jákupi Petersen er tí meira villeiðandi enn nakað annað. Men tað ber kortini til at seta beinari tøl upp, sum byggja á upplýsingar, ið beinleiðis kunnu saman­ berast frá einum landi ann­ að. Tað er tað sum er gjørt í talvuni frá Nordic Statistical Yearbook, sum eg vísti til í mínari grein. Eftir henni eru tað so 80 sjúkrahús í Svøríki, 53 í Danmark, 72 í Finnlandi, 3 í Íslandi og 3 í Føroyum. At enda: eg haldi tað er bæði sunt og gagnligt, at starvsfólk í okkara heilsu­ verki, tað veri seg yvir­lækn­ ar ella onnur, geva sær stund­ir til, sum Jákup Peter­ sen sigur: ”av og á at rætta sær ryggin og byrja eitt al­ment orðaskifti” um ym­isk viðurskifti, av faklig­ um og heilsupolitiskum slag ella annað, sum liggur teimum á hjarta – sum hann sigur, kann ”lyfta verkið enn hægri upp”. Tað gera vit framhaldandi best í ein­ um sakligum og kon­struk­ tivum anda. Fyritreytin fyri gagnligum orðaskifti er sakligar grundgevingar – ein rættleiðing til Jákup Petersen, yvirlækna landsstýrismaður Hans Pauli Strøm