týsdagur 3. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2007
11
tíðindi
Tíðindi
“ det ved jeg intet om”. -
Orðini vóru søgd um før
oyskt fiskarí - men kundu
hóskandi verið sett sum
yvirskrift yvir alla samrøð
una, danski fólkatingsmað
urin hevði við sjónvarps
journalistin tískvøldið.
Meðan
danskir
grísar
stríðast
fyri
lívinum,
doyggja og eta hvønnannan
í donskum flutningsbilum á
veg til sláturhús aðrastaðir
í Europa, hava Føroyar vitj
an úr partlamenti dana. Hes
in vitjandi (sb. honum sjálv
um
einasti
humoristiski
fundamentalisturin) hevur
sum eitt av lívsmálum sín
um at nokta óføddum før
oyskum
børnum
mest
grundleggjandi demokrat
iska rættin (sum hann ann
ars sigur seg verja): rættin
til lív. Ikki talan um, sb.
“demokretinum” Kader -
tey skulu sorterast frá eftir
sama mynstri, sum gjørt er
og verður í móðurlandinum.
Vit føringar eru ov góðir av
okkum, alt ov mong sleppa
at liva, fosturdrápini mugu
hækka. Rætturin til lív,
(“som er hjerteblod for
mig”) er ikki fyri hesi!
Vit mugu bert vóna, at
maðurin, gjøgnum uppliv
ingar komandi daganar, ger
sær sínar egnu meiningar.
Tí hugstoytt er at hoyra so
nógvar fordómar, móti ein
ari heilari tjóð, verða borð
reiddar av sama persóni í so
stuttum práti.
Bestu ráðini til “ vinarliga
“ danan munnu verða, at
hann finnur sær økir, har
tørvurin á hjálpandi hond
um er størri enn her hjá okk
um. Her virða vit manna
lívið, og royna at hjálpa
teimum, sum tørva hjálp
andi hendur. Í so máta
skuldi nokk verið at tikið
sær av í Danmark, ikki bert
innan djóraheimin, men eis
ini innan t. d. eldraøkið, við
urskifti innflytara og viðv.
harðskap móti homosexu
ellum - bert fyri at nevna
okkurt av tí, donsku fjøl
miðlanir
borðreiða
við
dagliga. Fyri ikki at tala um
hvat hann kundi fingið burt
urúr, fór hann út í stóru ver
øld at finna tey, sum dagliga
líða og bøta við lívi sínum,
uttan so mikið sum at hava
hava hoyrt orðið demokrati
nevnt.
Meðan grísarnir doyggja og eta hvønn
annan í donskum flutningsbilum
Miðfloksins vegna
Jenis av Rana
Ónsdagin 28. mars hevði
Sonne Smith, fjølmiðlamað
ur, stutta grein við heitinum
”Uttanlanda í vikuskiftinum”
í Sosialinum. Her fýlist Sonne
Smith á, at fólk áhaldandi
tosa um at fara ”uttanlanda
í vikuskiftinum”, fyri at
brúka hansara egnu frálíku
yvirskrift. Hví er yvirskrift
hansara frálík? Jú, tí hon
lýsir alla greinina í trimum
orðum. Sjáldsamt at síggja
so beinrakna yvirskrift.
Nóg mikið um grein
Sonna. Tað, sum fekk meg
at skriva henda stubba, var
hetta við ”uttanlanda” mót
vegis ”uttanlands”. Sum
flestum kunnugt, so er
”landa” hvørsfalssniðið í
fleirtali av orðinum ”land”,
og ”lands” hvørsfalssniðið
í eintali. Tí verður mælt
fólki til at siga ”uttanlands”
tá tey eru stødd í øðrum
landi enn Føroyum. Við
meira ella minni jøvnum
millumbilum eru málvinir í
bløðunum við slíkum áheit
anum á fólk. Tað tykist tó
ikki at rína við. Fólk fara
enn ”uttanlanda”, heldur
enn ”uttanlands”, ið er tað
rættara sambært nútíðar før
oyskari rættskriving.
Hvør er so orsøkin – ella
hvørjar eru orsøkirnar – til
at fólk, hóast nógvar áheit
anir um tað øvugta, enn
siga ”uttanlanda”? Kann
hugsast, at føroyingar altíð
hava sagt ”uttanlanda” og tí
hava ilt við at sleppa hesum,
sum summi skíra ein ósið?
Eg havi onkra ábending
um, at so er.
Ein ábending er í 54.
ørindi í frálíka Brókartátti,
sum Jógvan uppi í Stovu (d.
1757) úr Leynum yrkti. Har
verður sagt (ørindið er skriv
að niður eftir S. Egholm
(stj.): Nýggja Kvæðabókin
2):
Saktans høvum vær leingi her
úti á sjónum hingið,
førum nú aftur til landanna
við tí, vær høvum fingið!
Her fara menn sostatt ”aftur
til landanna”. Út frá hesum
er nærliggjandi at hugsa, at
yrkt verður soleiðis tí føroy
ingar tá á døgum hava tosað
hetta, t.e. ”til landa” ella
”til landanna”.
Nú havi eg ikki kannað
hetta aðrastaðni. Tí eri eg
varin við at gera ov greiða
niðurstøðu út frá hesum
eina ørindinum. Kanska er
hetta sermerkt fyri kvæði.
Tó haldi eg hetta vera vert
at hava í huga, tá greiðast
skal frá, hví føroyingar flest
ir fara ”uttanlanda” heldur
enn ”uttanlands”. Sjálvur
havi eg altíð sagt ”uttan
lands”, tí hetta er tað rættara
sambært nútímans føroysk
ari rættskriving. Hóast hetta
fari eg ikki at umrøða før
oyskt sum eina ”danska
sirkusdialekt”.
Eg bíði spentur eftir við
merking til henda greinar
stubban mín. Vónandi hev
ur onkur fróðarmaður ella
-kvinna
okkurt
birtandi
íkast til hesar grundanir
mínar.
Við málkvøðu
Vær førum nú aftur til landanna
Lesandi
Sigmund
Vestergaard
Annan páskadag, mán
adagin 9. apríl klokk
an 14, letur Føroya
Sjósavn upp fyri
almenninginum
FRAMSÝNING
Føroya Sjósavn er fyrsta
almenna akvarium í Før
oyum, og heldur til í tí
sokallaða íshúsinum á Argj
um, Rættargøta 1, beint sunn
an fyri Sandágerð.
Á savninum eru trý
stór akvariu við tilsamans
umleið 24 tonsum av sjógvi
umframt fleiri smærri akv
ariu. Í hesum akvarium eru
fiskar og alskyns botndjór úr
havinum kring Føroyar. Har
eru millum annað toskur,
hýsa, seiður, hávur, havtaska,
rognkelsi, høgguslokkur,
fleiri sløg av krabbun,
kræklingi, øðu, jákupsskel
og mong onnur sløg av
botndjórum og vøkstri, íalt
umleið 30 fiskasløg umframt
skeljadjór, krabbar o.a.
Talið
av
fiska-
og
djórasløgum á savninum
veksur alsamt. Savnið fær
hvørja viku okkurt nýtt
fiska- ella djóraslag frá m.ø
útróðrarbátum og skipum.
Savnið hevur fingið stóra
hjálp frá fiskimonnum og
øðrum at útvega fisk til
savnið.
Sum eina roynd var savnið
opið á ólavsøku 2006,
hóast alt tá ikki var liðugt.
Tað vitjaðu óvæntað nógv
fólk teir báðar dagarnar,
tilsamans millum tvey og
trý túsund fólk.
Fyribils er ætlanin at hava
opið hvønn leygardag og
sunnudag millum kl. 14 og
18. Seinni verður helst eisini
opið mitt í viku.
Umframt at savnið verður
opið fyri almenninginum
verður
møguleiki
hjá
skúlum, barnagørðum o.ø.
at gera avtalu um at vitja á
savninum. Eisini er ætlanin,
at møguleiki skal vera hjá
skúlum at leggja partar av
undirvísingini í eitt nú lív-
og náttúrufrøði á savninum,
har arbeitt verður við at
innrætta eina skúlastovu.
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Fyrsta og annan páskadag
verður árliga listaframsýn
ingin, sum Lions Club
Eysturoy skipar fyri, í
Runavíkar skúla. Stevnan
verður sett kl.15 av Kára P
Højgaard, løgtingsmanni,
og eisini fara systrarnar
Joan og Morid Simonsen
og Bodil Jacobsen at
syngja, meðan Petur
Súni Jacobsen hevur und
irspælið, í samband við
setanina,
Við á framsýningini
eru, eins og fyrr, umleið
40 listafólk, og sýna hesi
eini 2-250 listarverk, ið
umfata hópin av list, so
sum oljumálningar, vatn
litsmyndir, tekningar,
klipp og annað listarligt
handverk.
Fyrireikarnir frá Lions
Club Eysturoy vóna, at
tað verða eins nógv fólk
í ár sum vanligt, ið fara
at vitja. Eini 800 – 1000
folk plaga at støkka inn á
gólvi í Runavíkar skúla,
har framsýningin er sett
upp.
Sum vanligt fer allur
ágóðin til vælgerandi
endamál, og í ár hevur
Lions Club Eysturoy gjørt
av, at ágóðin skal fara til
altjóða tiltakið “Sight
First 2” ( sjónina fyrst 2 )
hjá Lions Clubbunum.
Hóast Lions Club leingi
hevur gjørt ein stóran inn
sats fyri at hjálpa blind
um, so eru ikki færri
enn einar 30 milliónir
blind í heiminum í dag.
Lions hevur í fyrsta
umfari innsavnað brillur
inn til tey við veikari
sjón í áttatiárunum, og í
nítiárunum vóru innsavn
aðar 150 milliónir US-
dollar til skurðviðgerð og
aðra hjálp. Fyri árini 2006
– 2009 hevur Lions sett
sær sum mál at samla 200
mio dollar fyri tey blindu
og hesum málsetningi
vænta teir at klára, tí 1 jan.
2007 vóru innsavnaðar 50
mio dollar.
Hesum hjálpiarbeiði hev
ur Lions Club Eysturoy ver
ið við í, tí í áttatiárunum
vóru innsavnaðar ein
mongd av brillum, sum
vóru framsendar til
savningardepilin í Dan
mark. Í 1992 bleiv helm
ingurin av ágóðanum frá
listaframsýningini latin
til hjálpiarbeiðið tá. Í ár
vil L.C.Eysturoy eisini
nýta høvi til at vera við í
hesum altjóða lionstiltaki,
og er ágóðin frá páska
framsýningini nú ein
kærkomin møguleiki, at
stuðla og hjálpa teimum
treingjandi við.
Framsýningin er opin
báðar páskadagarnar frá
kl. 15 til kl. 20.
Lions Club Eysturoy:
Listaframsýning í
Runavík á páskum
Akvarium á Argjum letur upp
Sjósavnið á Argjum letur upp annan páskadag. Myndin er tikin á ólavsøku
Mynd: Rigmor Dam