týsdagur 3. apríl 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 66 - 3. apríl 2007
Kinna úr Dímun, fødd Mørk, ættað úr Sandvík,
búsitandi í Tórshavn, andaðist leygardagin 31. marts,
76 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju
mikudagin klokkan 13.00
Tey, ið vilja minnast Kinnu, kunnu lata Havnar
Kirkju eina gávu, konta í peningastovnunum
--
Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn 29. mars,88
ára gamal. Kórseting verður í Vartov kirkju í Keyp
mannahavn týsdagin 10. apríl klokkan 11.
Andlát og jarðarferðir
Marknaðarrák
Partabrøv flest alla staðni eru komin
væl fyri seg síðan tey lækkaðu fyri
góðum mánað síðani. Sostatt sær út
til, at hetta bert var ein lítil korrek
tión. Í mars hækkaðu alheims parta
brøv stívliga 2%. Síðan 5. mars er
Evropa hækkað 5,2%, USA 1,3%
og Japan er óbroytt, alt uppgjørt í
evrum. Sum sæst á myndini eru
partabrøv nú næstan á sama stigi,
sum tá lækkingin byrjaði síðst í
februar. Her hava tey ligið seinastu
vikuna. Ein lítil lækking á 2%-3%
sum í novembur kann ikki útihýsast,
áðrenn vit kunnu siga at hendan
korrektiónin í marknaðinum er av.
Nú nógv halda frí um páskini verður
handlað minni enn vanligt, og hetta
kann hava við sær, at kursrørslur
upp ella niður kunnu gerast størri
enn vanligt.
USA hækkað tollin
Dollarin liggur enn og damlar niðan
fyri 5,60 krónur. Hann kostar nú kr.
5,57. Tíðindi bórust í farnu viku
um, at USA hevur hækkað tollin á
útvaldum vørum úr Kina. Kina kann
svara aftur við at selja burtur av
teirra stóru goymslu av amerikonsk
um lánsbrøvum, og harvið óbein
leiðis elva til bæði hækkandi rentur
í USA og ein veikari dollara. Gjald
oyramarknaðurin hevur ikki enn tik
ið hesi tíðindi til sín av álvara.
Lánsbrævarentur støðugar
Lánsbrævarenturnar hava verið rætti
liga støðugar hesa farnu vikuna. 10-
ára rentan er 4,09%. Renturnar fara
væntandi framvegis at fylgja parta
brævamarknaðinum neyvt.
Hesa vikuna
Orsakað av páskunum er hendan
vikan stutt her hjá okkum, men tað
steðgar ikki gongdini á fíggjar
marknaðunum. Flestu marknaðir
eru opnir hós- og fríggjadagin, og
tað koma ein rúgva av lyklatølum,
ið kunnu flyta marknaðirnar. Størst
ur verður áhugin fyri amerikonsku
arbeiðsmarknaðarfrágreiðingini fyri
mars. Um hon vísir hampuliga fram
gongd, kann hetta stuðla partabrøv
um.
Partabrøv ikki heilt sloppin enn
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Takkarkvøða
Hjartaliga takki eg fyri heilsanir, blómur og uppring-
ingar á fimmti ára føðingardegi mínum 13. febru-
ar. Eisini takki eg øllum tykkum, sum stukka inn á
gólvið 17. februar og gjørdu dagin hugnaligan fyri
okkum øll.
Gleðiligar páskir!
Uni Næs, sóknarprestur, Fuglafjørður
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið gjørdu mær
90 ára føðingardagin 20. februar so hugnaligan.
Takk fyri gávur, blómur, fjarrit, uppringingar, heils
anir og tøkk til tykkum øll, ið komu inn á gólvið
heima og í Missiónshúsinum á Viðareiði.
Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til.
Eisini ynski eg øllum einar gleðiligar páskir.
Heilsan
Fía Sørensen, Hvannasund
Tøkk
Vit takka fyri sýnda samkenslu tá ið kæra kona,
mamma, vermamma og omma
Lilly Øster
andaðist og varð jarðað.
Takk til Jónsvein prest fyri góð orð í kapellinum
og kirkjuni.
Takk til kirkjutænara, sangarar og øll tykkum,
ið hjálptu til í sambandi við ervið.
Ein serstøk tøkk til starvsfólk og búfólk
á sambýlinum í Hvalba.
Takk fyri kransar, blómur og til øll tykkum,
ið fylgdu henni til hennera seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Johan, Jens, Terje og Martin
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði
pápi, verpápi, abbi og langabbi
Poul Poulsen, (Pollaba)
andaðist á Norðoya Røktarheimi 31. mars,
90 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týsdagin 3. apríl kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Betesda
mikudagin 4. apríl kl. 14.
Familjunnar vegna
Páll, Elsa, Frida og Malena
Tey, ið vilja minnast pápa, kunnu lata eina gávu til Akurin.
Dagurin í morgin
4. apríl. Ambrosius, deyður 397. Biskupur í Milano,
verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum.
Vika 14
2007