Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2007 13 Stutt sagt Friðar- hermenn álopnir Fimm hermenn úr teimum friðarvarðveitandi herdeild­ u­num hjá afrikanska eind­ arfelagsskapinum doyðu í einum álopi í sudanska lands­­partinum Darfur í gjár. BBC sigur frá vælvit­ andi keldum, at hermenninir stóðu á varðhaldi við ein vatnbrunn, tá ókendir menn lupu á teir. Fýra av teimum fimm doyðu beinanvegin, og tann seinasti doyði seinni á sjúkrahúsi. Her­ deild­irnar hjá afrikanska eind­arfelagsskapinum eru undir stórum trýsti í Darfur, og sudanska stjórnin hevur sýtt ST at senda hermenn at hjálpa deildunum. Tað hevur fingið Rwanda at hóta við at taka sínar her­ menn heim úr Darfur, fáa teir ikki hjálp. Tann seinasti deyður Bernd Freytag von Loring­ hoven, sum gav Hitleri tær seinastu upplýsingarnar um framgongdina hjá sov­ jetska herinum ímóti Ber­ lin, er deyður. Loringhoven, sum var barónur, var 93 ára gamal, nú hann doyði. Hann var saman við Hitleri tann seinasta mánaðin, og tað eydnaðist honum at sleppa út, áðrenn sovjetski herurin oyðilegði støðina hjá Føraranum tann 29. apríl í 1945. Loringhoven bar orð fyri at vera sera gløggur og fyri at hava sera gott minni, og hann gav høv­­undum og øðrum nógv­ ar upplýsingar um seinastu dagar Hitlers. Syrgdu hundin At fólk kunnu gerast góð við hundin er hendan søgan úr India eitt gott dømi um. Sunnudagin fann løgreglan í býnum Hyderabad ein 67 ára gamlan mann og 63 ára gomlu konu hansara deyð. Tey høvdu hongt seg. Frá grannunum og nærsting­un­ um fekk løgreglan at vita, at tey bæði høvdu júst mist hundin ”Poppy”. Tey høvdu boðið grannum og skyld­ fólki til ervi, og tá gestirnir vóru farnir, høvdu tey bæði hongt seg. Í einum brævi, sum tey høvdu lagt eftir seg, stóð, at tey høvdu einki at liva fyri longur, nú tann 13 ára gamli hundurin var deyður. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Brown er best egnaður til at sita á einari skrivstovu og at hava eftirlit við øllum hinum (Charles Clarke) útlond Avgerðin hjá Viktor Jusjtsjenko, forseta at koyra tjóðartingið til hús og at skriva út nýval kann enda við, at Ukraina fer í tvíningar - Tað er mín rættur og mín skylda at upploysa tjóðar­ tingið, sum hevur brotið stýris­skipanina, og tí verður val til nýtt tjóðarting tann 17. mai, segði Viktor Jusjt­ sjenko í ukrainska sjónvarpi­ num í gjárkvøldið. Sendingin var ikki meiri enn liðug, tá tjóðartingið varð boðsent í skundi at við­ gera avgerð forsetans, og við­gerðin har vísti, hvussu langt er ímillum forsetan og tingið. Meirilutin gjørdi greitt, at hann virðir ikki av­gerðina hjá forsetanum, tí hon er mest átøk einum kvetti, og harafturat boðaði meirilutin frá, at tingið fer ikki at fíggja tað ætlaða valið í næsta mánað. Politiskir eygleiðarar í Ukraina søgdu í gjárkvøldið, at tann spenta støðan mill­ um tingið og forsetan kann elva til ruðuleika, og blaðið Sevdonja, sum plagar at styðja stjórnina, skrivaði, at ósemjan kann enda við, at Ukraina fer í tvíningar - ein eystara og ein vestara part. Prutlað leingi Tað hevur prutlað undir loki­num í Ukraina leingi. Í fjør taptu forsetin og stuðlar hansara tjóðartingsvalið, og viðurskiftini illum Jusjt­ sjenko og Viktor Januko­ vitsj, forsætisráðharra eru støðugt versnað síðani. Samstundis hevur Jusjt­ sjenko mist ein stóran part av teirri undirtøkuni, sum hann fekk, tá hann stóð á odda fyri kollveltingini. Nógv­ir ukrainar halda, at hann hevur svikið lyftini, sum hann gav teimum undir kollveltingini, og mong halda eisini, at hann hevur gjørt viðurskiftini við Russ­ land verri, enn gott er. Í gjárkvøldið vóru umleið 3.000 mótmælisfólk komin saman í miðbýnum í Kiev at mótmæla politikkinum hjá forsetanum. Kvøldið fyri vóru tey 450 í tali, men eygleiðarar í Kiev vænta, at talið fer at veksa nógv teir næstu dagarnar. ES-umboðsmaðurin í Ukraina, Reinhard Schäfer, ávaraði í gjárkvøldið part­ arnar ímóti at herða ósemj­ una og at leypa framav. Leingi hevur tað verið mett sum givið, at Gordon Brown skal taka við eftir Tony Blair. Men nú kemur ein avbjóðari Fyrrverandi bretski innan­ ríkisráðharrin Charles Clarke var einaferð ein av argastu mótstøðu­monnu­ num hjá Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra og kom­andi eftirmanni hjá Tony Blair sum floksfor­ manni og harvið forsætis­ ráð­harraevni hjá Labour. Síðani hann fór frá, hevur lítið verið at hoyra til hans­ ara, men seinasta vikuskiftið gav hann aftur ljóð frá sær. Í einari blaðsamrøðu eggj­ aði hann David Miliband, umhvørvismálaráðharra til at stilla upp ímóti Gordon Brown sum floksformanni. Men tað vóru tey næstu orð­ ini, sum vaktu størri ans. - Vil David ikki stilla upp, fari eg kanska at gera tað, segði Charles Clarke við The Independent. Kann enda við ruðuleika í Ukraina Hann kann bjóða Gordon Brown av Charles Clarke Viktor Jusjtsjenko, forseti, hevur koyrt tingið til hús. Avgerðin kann fáa álvarssamar avleiðingar.