týsdagur 3. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 66 - 3. apríl 2007
Við bygnaðarbroyt
ingunum, sum eru
farnar at virka frá 1.
apríl í ár, eru kvinnu
ligu leiðararnir í
stóru m meiriluta.
- Hetta avspeglar
stovnin, sum hevur
væl fleiri kvinnur
ansettar enn menn,
sigur Sofus Clement
sen, Postverksstjóri
KVINNULIGIR
LEIÐARAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Leiðslan á postverkinum er
spildurnýggj.
Stjórin, Sofus Clement
sen, tók við starvinum 1.
oktober í fjør, og frá 1. apríl
í ár at rokna, er bygnaðar
broyting sett í verk.
Sum ein liður í at menna
stovnin og gjøgnumganga
tær avbjóðingar, ið stovnur
in er fyri, verður leiðslu
fundur hildin eina ferð um
mánaðin. Í dag var so fyrsti
fundur við nýggju deildar
leiðarunum, ið eru settir frá
1. apríl at rokna.
Eitt heilt sermerkt við
postverkinum er, at tað eru
nærum tvífalt so nógvir
kvinnuligir sum mannligir
leiðarar – 13 kvinnur og 7
menn. Hetta er tó ikki nak
að, ið ovasta leiðslan tilvit
að hevur lagt seg eftir. Held
ur er hetta ein avspegling
av starvsfólkunum á stovni
num. Tað eru nevniliga væl
fleiri kvinnur enn menn
ansett í postverkinum.
Drúgvar royndir
Ein av teimum, ið leingi
hevur starvast innan økið,
er Svannbjørg Manai. Hon
hevur í nógv ár verið markn
aðarleiðari á Frímerkjadeild
ini, men við bygnaðarbroyt
ingunum er hon nú blivin
leiðari av Frímerkjadeildini
og kundatænastuni inni á
posthúsunum.
Sofus Clementsen metir,
eins og so nógvir aðrir stjór
ar, at kvinnur eru minst líka
góðir leiðarar sum mennn,
og at kvinnurnar eru í so
stórum meiriluta innan leið
andi størv í postverkinum,
ber eisini boð um tað.
Men eisini til aðrar upp
gávur standa kvinnurnar
seg væl.
- Í Havn og í Klaksvík er
stórur meiriluti av mannlig
um postboðum, men alla
aðrastaðni í landinum eru
kvinnurnar í meiriluta, eis
ini á tí økinum, sigur Sofus
Clementsen.
Starvsfelagi heldur
enn leiðari
Ein onnur kvinna, sum nú
eisini hevur fingið leiðara
heiti, er Malan Kjærbo í Sal
tangará. Eisini hon hevur
drúgvar royndir í postverki
num, har hon hevur starvast
i 16 ár. Framman undan tí
starvaðist hon í nøkur ár
hjá Post Danmark – í Dan
mark.
Malan hevur sum nevnt
verið leingi í starvinum, og
kennir tí allar mannagongdir.
Tí er hon mest spent uppá,
hvussu bygnaðarbroytingar
nar fara at roynast í verki.
Eg rokni meg meiri sum
ein starvsfelaga heldur enn
leiðara, men bara við størri
ábyrgd nú, sigur Malan
Kjærbo.
Hennara ábyrgdarøki er
søla privat í Norðoyggjum
og Eysturoynni.
Á Postverkinum eru
kvinnur nar í meiriluta
Dýr bátapláss
Tey, sum halda, at tað er dýrt at hava bát liggjandi í einum
bátahyli ella við bátabrýr í Føroyum, kunnu fegnast um, at
tey ikki skulu hava bátin liggjandi í Oslo. Sunnmørsposten
veit at siga, at herfyri fekk ein maður eina hálva mió.
krónur í lumman, tá hann seldi rættindini til at hava ein bát
liggjandi í Solvik-bátahavnini í Oslo. Havnarfútin sigur
seg ikki hava hoyrt um so dýrt pláss fyrr, men 400.000
krónur er ikki óvanligt, sigur hann.
Læknatrot
Í syðra parti av Danmark fáa tey ein trupulleika tey næstu
árini, tí tað vísir seg, at ein triðingur av øllum læknunum í
økinum fara frá fyri aldur innan fyri tey næstu fimm árini.
Samstundis er tað ein sannroynd, at tað eru ikki nógvir
ungir læknar, sum bíða eftir at fáa størvini, sum verða leys,
skrivar JydskeVestkysten. Felagið hjá læknunum í syðra
parti av Danmark sigur, at um fá ár verða tað fleiri býir,
sum als ongan lækna hava.
Sofus Clementsen er nýggjur
stjóri á Postverki Føroya.
Hann tók við 1. oktober 2006.
Svannbjørg Manai er nýggjur leiðari av Frímerkjadeildini og kundatænastuni
inni á posthúsunum. Hon var í nógv ár marknaðarleiðari á Frímerkjadeildini.
Ein av nýggju kvinnuligu leiðarunum er Malan Kjærbo í Saltangará. Hon
hevur starvast í 16 ár fyri Postverk Føroya umframt í nøkur ár fyri Post
Danmark.